mikudagur 18. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 18. november 2009
19
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Góðu mamma og pápi, omma og abbi,
langomma og langabbi.
Tit eiga fýra døtrar, 19 ommu- og
abbabørn og 5 langommu- og langabba-
børn, sum vilja ynskja tykkum
hjartaliga tillukku við stóra degnum
19. november.
Vit eru rík, tí at vit eiga tykkum og
tit eru rík tí tit eiga okkum. Hóast vit
eru nógv so vita vit øll, at tit eru góð
við okkum og at vit eiga hvør okkara
stóra pláss í tykkara hjørtum. Tey allar-
flestu av okkum búgva í Føroyum, men
sjálvt í Mexico, Italia og Esbjerg eiga
tit eftirkomarar, sum elska tykkum og
hava nógv heit, góð og trygg minnir at
takka tykkum fyri. Putur-sukrið og
kjøtið, sum vit plaga at fáa upp á breyð
frá abba. At sleppa „hjálpa“ abba við at
koyra trukkin á flakavirkinum. Gongu-
túrarnir við ommu. Allar søgurnar um
Jesuspápa og ikki minst teir góðu
túrarnir norð á Slættanes við tykkum
báðum. Kanska tit ikki eru greið yvir
tað, men slík minnir eru ikki ein sjálv-
fylgja og tí dýrabær fyri okkum øll.
Takk fyri og kærar heilsur til tykk-
um bæði ynskja
Jónvør, Finngerð, Conny og Anja
Katrina, Helga, Birgit og Beinir
Naomi, Joan og Bergur
Vanja, Terje, Ása Diana, Daniel,
Kira, Sarah, Flykra og Laicy Lín
Mirjam, Sólja, Sámal og Pætur
Sylvia, Bjarni, Tea Lý, Magnar
og Andreas
Gullbrúðarparið Ása og Jógvan
Rasmussen í Miðvági
Dagurin
18. november. Hesychius, deyður umleið ár 300.
Hann var heryvirmaður í Antiokia, tá ið keisarin
Diocletianus ráddi. Hann varð tikin av døgum fyri
trúar sakir
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Listamálarin Finleif
Mortensen av Argjum
læt fríggjadagin upp
ein málningaframsýn
ing í Glarsmiðjuni í
Havn
Fríggjadagin 13. november
læt listamaðurin Finleif Mort-
ensen upp eina málningafram-
sýning við 13 málningum í
Glarsmiðjuni í Dr. Jakob-
sensgøtu í Havn. Glarsmiðjan
hevur eina deild, sum eitur
Hornið, har framsýningin er.
Finleif, sum er argjamaður
og býr á Argjum, hevur bygt
sær sær nýtt atelier á Strond-
um, har hann hevur málað all-
ar málningarnar á framsýning-
ini.
Finleif hevur seinastu árini
havt nógvar framsýningar
bæði í Føroyum og uttan-
lands. Framsýningin hjá Fin-
leifi í Glarsmiðjuni verður
nakað inn í desember mánað.
Málningarnir eru eisini at
síggja á heimasíðuni: www.
glarsmidjan.fo
- red
Finleif í Glarsmiðjuni
Listamaðurin Finleif Mortensen við málningaframsýningini í Glarsmiðjuni
Mynd: Jens Kristian Vang
60 ára føðingardagur
Mikudagin hin 18 nov. verður Eydna Hansen, Fuglafjørður,
60 ár. Dagurin verður hildin heima hjá soninum Hans Hansen,
Hjallavegur 56, Saltangará, leygardagin hin 21. nov. frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Fríggjadagin 20. nov. verður Jørleif Hansen, Fuglafjørður, 75 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 21. nov. fyllir Marianna Joensen, Kvívík, 80 ár.
Dagurin verður hildin heima frá kl. 11 til 18.
85 ára føðingardagur
Mikudagin 18. nov. fyllir Hanna Justinusen, Leirvík, 85 ár. Hon
er burturstødd føðingardagin.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl.
19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast
saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at
siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@
post.olivant.fo áðrenn 3. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen,
Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K
Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík
okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534
(Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry-o@olivant.fo
ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember.
Gullbrúdleyp
Hósdagin 19. nov. hava hjúnini Ása og Jógvan Rasmussen, í
Miðvági, gullbrúðleyp. Dagurin verur hildin heima, frá kl. 16.
Øll eru vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 21. nov. hava hjúnini Annelena og Arnstein
Niclasen, Hoyvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin
saman við familjuni í Hornahúsinum í Havn.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 22. nov. hava hjúnini Elsipa Jóhanna og John
Frederiksen, í Miðvági, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin
heima frá kl. 16.
Gullbrúdleyp
28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fugla-
fjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum
í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin
saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 - 737751 ella
toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og Kjartan Z. Jacobsen,
Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá
kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at
siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698,
til og0 við leygardagin 21. nov.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð,
í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið
vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúðleyp
Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba,
diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið
eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14-19.
merkisdagar