Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. november 2009 Um vikuskiftið skipaði Fleyr fyri árligu FK-kappingini fyri tey yngru. Sum nakað nýtt, kappaðust lið eisini í kidsvolley FK-kappingin var skipað eftir vanliga leistinum, og hjá gentunum var kappast í bólkunum 10 ár, 12 ár, 14 ár, 16 ár og kvinnuunglingar, og hjá dreingjunum 12 ár, 14 ár, 16 ár og mansunglingar. Men umframt hetta, so sluppu tey uppaftur yngru upp í part, tí hesa ferð var eisini kidsvolley á skránni. Kidsvolley er serliga ætlað gentum og dreingjum í aldrinum frá seks til 12 ár, og ikki færri enn 27 lið og 180 børn vóru við í hesum kappingunum, millum annað lið av Sandoynni. Eingi heiðursmerki verða latin í kidsvolley-kappingunum, tí har eru øll vinnarar, men hinvegin vórðu sum vant latin gull-, silvur- og bronsumerki til trý tey fremstu í hinum bólkunum í FK-kappingini. hil Petur Reinert dømir niðri Boð hava ofta verið eftir leirvíkinginum í ár til altjóða uppgávur, og í dag dømir hann ein vinardyst millum U21-landsliðið hjá Danmark og Serbia Samstundis sum U21-landsliðið hevur hildið seg í gongd, síðani føroyska kappingin endaði, hevur tað sama verið galdandi fyri fótbóltsdómaran, Petur Reinert, og hjálpardómararnar, Jens Albert Simonsen og Jan á Líðarenda. Teirra seinasta uppgáva í ár er niðri, har teir skulu døma ein venjingardyst millum U21-lands- liðini hjá Danmark og Serbia. Dyst- urin verður spældur klokkan 13, føroyska tíð, á leikvøllinum í Lyngby. Hjá Peturi Reinert hevur talan verið um eitt serstakliga hendinga- ríkt ár sum altjóða dómari, tí hetta er níggjundi dystur hansara uttan- lands í ár sum dómari. U21-landsdysturin í Lyngby í dag er tann fjórði altjóða dysturin í ár hjá Jens Albert Simonsen og tann fyrsti hjá Jan á Líðarenda. hil Á miðdegi fór føroyska U21-landsliðið á vøllin í Riga í Lettlandi í ársins næstsíðsta dysti. – Lettar hava tveir av sínum bestu sitandi uttanfyri, men fram vegis er talan um ein torføran dyst, sigur ann- ar venjarin, Bill McLeod Jacobsen Føroyska U21-landsliðið fór av landinum sunnukvøldið og hevur í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, fingið fyrireikað seg til dystin í dag í allarbestu umstøðum. Bústaðurin er eitt gott gistingarhús og mánadagin sluppu spælararnir at royna nakað so forkunnugt, sum at venja í einari innandurahøll. Fyrrapartin í gjár var so venjing á stadion, har vøllurin ikki heilt livdi upp til tað, sum vanligt er, tí hann var sera vánaligur. Hartil er eisini kalt í Riga, heilt niður ímóti frostmarkinum, tá vindur er. Men tað er kanska frægari enn hitin, ið ofta kann darva, tá útidystir verða spældir. – Vit hava havt fínar umstøður í allar mátar og hava fingið fyrireikað okkum so væl, sum tað ber okkum til. Spælararnir hava fingið at vitað, hvør skal byrja inni og hvør skal vera uttanfyri, og eg haldi, at allir eru sera spentir upp á uppgávuna, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U21-landsliðnum. Føroyska liðið í dag er mannað soleiðis, at Jóan Pauli Dahl Jakobsen er í málinum, og frá høgru til vinstru manna Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen og Pól Jóhannus Justinussen verjuna. Á miðvøllinum eru frá høgru til vinstru Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen og Rógvi Poulsen. Framman fyri teir er liðformaðurin, Christian Restorff Mouritsen, og einsamallur í álopinum er Øssur Dalbúð. Lettar øðrvísi álop Bogi Løkin, ið hevur drúgvar A-landsliðsroyndir, er ikki við í dag, tí hann hevur ein liðbandsskaða í knænum at dragast við, men væntandi verður hann klárur til dystin ímóti Andorra leygardagin, tá kanska aðrir á hart- og vælarbeiðandi miðvøllinum eru heldur moyrir. Tá Føroyar í september tóku ímóti Lettlandi í Havn, gjørdist talan um ein 1-3 ósigur. Longu í fyrsta minutti fingu lettar mál, og teir vóru á odda 2-0, áðrenn Rógvi Poulsen sjey minuttir fyri hálvleik minkaði um munin. Gleðin var tó stokkut, tí fáar minuttir seinni høvdu lettar fingið triðja málið, og í seinna hálvleiki kom so einki mál aftrat. – Lettar hava til henda dystin tveir av sínum bestu spælarum sitandi uttanfyri, Edgars Gauracs og Artjoms Rudnevs, so teirra álop er so í øllum førum ikki tað sama. Gauracs skoraði øll trý málini í Føroyum og er toppskjútti í kapp- ingini, so tað er gott at sleppa undan honum, sigur Bill, ið tó væntar ein torføran dyst. – Vit kanna okkum ikki bitan, fyrr enn hann er svølgdur, men vit vilja royna at fáa stig burturúr. Og fáa vit møguleikan at vinna dystin, so fara vit sjálvandi eftir tí møguleikanum. Undan dystinum eru Føroyar næstaftast í okkara EM-undan kapp- ingarbólki við fýra stigum, og næsta mótstøðuliðið, Andorra, sum Føroyar skulu spæla ímóti leygar- dagin klokkan 13, føroyska tíð, hevur enn einki stig fingið. Eftir dystin í dag verður so bíðað til tíðliga í morginári, áðrenn flogið verður til Keypmannahavnar, haðani leiðin seinnapartin gongur til Barcelona. Síðani bíðar ein bussferð í tríggjar tímar eftir spælarunum, áðrenn teir eru frammi í Andorra. U21 fyri næst- síðstu ferð Petur Reinert dømir í dag sín níggjunda altjóða dyst í ár Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Nógv við til kidsvolley einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen FK kapping '09 Aldursbólkur Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3 Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3 Kidsvolley 10 ár TB KÍF SÍ 12 ár Fleyr B68 KÍF SÍ Fleyr Nøvan 14 ár TB B68 KÍF B68 Dráttur Fleyr 16 ár Tba Fleyr KÍF TB Fleyr Unglingar Fleyr SÍ KÍF TB ÍF Fleyr Gentur Dreingir Allar vóru vinnarar Allir vóru vinnarar 180 børn og 27 lið vóru við til kidsvolley í FK-kappingini um vikuskiftið Mynd: Flogbóltssambandið Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðini Askham venur U21- landsliðið, letur væl at umstøðunum í Riga, har landsliðið er nú Mynd: Álvur Haraldsen