Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 222 - 19. november 2009 Eysturoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal ferð av álvara setast á arbeiðið at gera undir­ sjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy. Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum fyri Løg­ tinginum í gjár. Tað var Rodmund Niel­ sen, sum hevur sæti á tingi í nakrar dagar, sum fregnaðist hjá landsstýriskvinnuni eft­ ir, hvar málið um Eystur­ oyartunnilin liggur í løtuni. Annika Olsen sigur, at Eysturoyartunnulin verður raðfestur rættiliga frammar­ laga og í næstu viku verður fundur við allar partar í verkætlanini at samráðast um karmarnar og meginregl­ urnar fyri loyvinum til parta felagið Skálafjarðar­ tunnilin at fara undir verk­ ætlanina. Á fundinum er ætlanin at viðgera løgfrøðiligar, fíggj­ arligar og aðrar spurningar í sambandi við ætlanina. Samstundis er eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingið boðið við á fundin. – Semjast partarnir um meginreglurnar og karm ar­ nar, er ætlanin at fara undir ítøkiligar samráðingar bein­ anvegin, so at tær kunnu verða lidnar í so góðri tíð, at málið kann verða lagt fyri Løgtingið í vár. – Tað merkir, at samráð­ ingarnar mugu vera lidnar í februar næsta ár, legði hon afturat. Hon ivast ikki í, at sam­ ráðingarnar fara at enda við eini semju, so at verkætlanin kann gerast veruleiki. – Hetta er ein verkætlan, sum hevur rættiliga stóran týdning, tí hon fer at binda Føroyar saman og gevur sostatt stórar møguleikar fyri bæði vinnulívi og øðr­ um møguleikum. Annika Olsen sigur, at enn dugur hon ikki at siga, nær tað verður klárt at fara undir arbeiðið, tí enn skulu onkrar seismiskar kanningar gerast. – Men so skjótt avtalan um loyvið er avgreidd næsta vár, ber til at fara undir arbeiðið og sjálv bor­ ingin tekur eini trý ár. Kundi farið betri Bjørt Samuelsen úr Tjóð­ veldi staðfesti, at Eystur­ oyartunnilin er einasta samferðsluútbygging, sum loysir seg fíggjarliga og kastar nakað av sær til sam­ felagið. – Hetta er ein verkætlan, sum kastar tíggjutals milli­ ónir av sær um árið, segði hon. Og henni dámdi onki, at tað skuldi vera eitt privat felag, sum skuldi standa fyri verkætlanini. Ìstaðin fyri at vinningurin fer í privatar lummar heldur hon, at avkastið kundi farið í landskassan og verðið brúkt til at fíggja aðrar sam­ ferðsluútbyggingar við og í hesum sambandi kundi Sandoyartunnilin komið upp á tal. Hinvegin staðfesti Tór­ bjørn Jacobsen, at Tjóð­ veld ið ásannaði, at politisk­ ur meiriluti var ikki fyri hesi ætlanini og tí boygdu tey seg fyri veruleikanum og tóku undir við ætlanini, sum hon nú fyriliggur. Heldur fast um at Heilsu­ trygdin skal til Klaksvíkar Aksel V. Johannesen, lands stýrismaður í heilsu málum, staðfestir í dag, at hann heldur fast um avgerðina um, at nýggja Heilsutrygdin skal vera í Klaksvík. Tað kunngjørdi hann í Løgtinginum í dag. Hann sigur, at ein or ­ søk til tað er, at tað fer at gera sítt til eina smidliga skiftistíð frá sjúkrakass­ anum til heilsutrygdina, tí har eru starvsfólk tøk til størvini. Sostatt jarðaði hann einaferð fyri allar alt tos um, at stovnurin kortini skal flytast í Sandoynna. Hann varð eisini spurd ur um nakað sam­ band var ímillum Heilsu­ trygdina og tankan um at flyta Taks úr Saltangará til Klaksvíkar, soleiðis at kabalin verður vend við og at sandoyingar fáa Heilsutrygdina kortini og at klaksvíkingar so fáa Taks afturfyri. Spurningurin fall tí at Gerhard Lognberg hevur tvíhildið um, at tað varð avtalað í samgonguni, at Heilsutrygdin skuldi vera í Sandoy. Men hetta avsannaði Aksel V. Johannesen staðiliga. Hann segði, at Taks var ikki hansara málsøki og at Heilsutrygdin verð­ ur í Klaksvík, sama hvørja lagnu Taks annars fær. Klárt at fara undir Eysturoyar ­ tunnilin um eitt hálvt ár Aksel V. Johannesen staðfestir, at Heilsutrygdin skal vera í Klaksvík Annika Olsen, landsstýriskvinna miðjar eftir at fáa eina avtalu um Eysturoyartunnilin í vár og so er klárt at fara undir arbeiðið Trúnarvingabók útkomin Fyrr í ár vóru teir tríggir norðurlendsku trúnarvingarnir, Victoria krúnprinsessa og krúnprinsarnir Fríðrikur og Hákun, á ferð í Grønlandi og aðrastaðni norðuri í póløkinum, og nú er komin út bók, sum tey og nakrir granskarar, sum ferðaðust saman við teimum, hava skrivað um ferðina. Í bókini lýsa tey trý og granskararnir umhvørvið í Grønlandi og á Svalbard, avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum har, og hvussu umráðandi tað er at røkta umhvørvið. Kofi Annan, sum var aðalskrivari í ST frá 1997 til 2006, hevur skrivað fororðini í bókini. Villy heldur enn Helle Fleiri av teimum, sum valdu Sosialdemokratarnar á kommunuvalinum í Danmark fyrr í vikuni, høvdu ikki valt flokkin, um talan var um val til Fólkatingið. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, vísir, at ein triðingur av teimum kommunalu veljarunum hjá Sosialdemokratunum høvdu ikki valt flokkin, um fólkatingsval var nú. Ístaðin fyri høvdu tey flestu valt Sosialistiska Fólkaflokkin, og nøkur høvdu valt Konservativa Fólkaflokkin ella Danska Fólkaflokkin. Á kommunuvalinum í vikuni fingu Sosialdemokratarnir góð 30 prosent av atkvøðunum.