hósdagur 19. november 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2009
7
lýsingar
Tá Føroya Landsstýri fyri tveimum árum
síðani bjóðaði privatum íleggjarum at
keypa partabrøv í Atlantic Airways, lovaði
landsstýrið ikki at blanda seg upp í
raksturin av flogfelagnum. Undir tínari
leiðslu er hetta broytt.
Sjálvt um vit mótmæltu, skifti tú væl
virkandi nevnd felagsins út og setti tínar
egnu menn í nevndina. Tú hevur broytt
raksturin hjá floghavnini; nakað sum ikki
varð upplýst, tá partabrøvini vórðu seld,
so inntøka er flutt frá flogfelagnum til
eina almenna fyritøku.
Úrslitið av hesum er, at flogferðaseðla
prísirnir eru hækkaðir, og partabrøvini
verða næstan ikki handlað longur. Eingin
seriøsur íleggjari ynskir at eiga ein minni
lutapart í einum flogfelag, sum verður
rikið av einum politikkara.
Fyri átta mánaðum síðani bóðu vit teg
fylgja tí, sum landsstýrið lovaði teimum
privatu íleggjarunum. Tú bað okkum um
at hava álit á tær. Sambært avtalu, løgdu
vit fram trý uppskot, sum hvørt sær kundi
loyst trupuleikan á nøktandi hátt:
at landsstýrið keypir okkara partabrøv
aftur fyri útveganarprísin, ella
at landsstýrið selur sín meirilutapart fyri
útveganarprísin, ella
at landsstýrið umskipar okkara
partabrøv til Bpartabrøv við fastlæstari
rentu.
Vegna landsstýrið lovaði tú at viðgera
hesi uppskot við vælvilja.
Nú eru átta mánaðir gingnir, uttan at vit
hava hoyrt nakað frá tær.
Hetta snýr seg um, hvat er rætt og rímiligt.
Hetta er ein spurningur um álit.
Vit ynskja ikki at fara inn í eitt rættarmál.
Tað verður dýrt og tekur tíð. Men tygum
geva okkum onki val. Málið loysir ikki seg
sjálvt.
Tá hampulig fólk gerast ósamd, seta tey
seg niður og finna eina loysn. Vit heita á
teg um at fáa hetta í rættlag. Vit eru
tilreiðar at hitta teg – ella ein og hvønn,
sum landssstýrið tilnevnir at finna eina
rímuliga og sámuliga loysn á hesum máli.
Adrian Noskwith
London, England
Ein innbjóðing til harra Johan Dahl
Telefon 318200
Telefon 518200
Tróndargøta 27
Upplatingartíðir:
Mánadag - hósdag ........ 10-18
Fríggjadag ....................... 10-19
Leygardag ....................... 10-16
Okkara 33. ár í mótaheiminum
halda vit frá í dag til jóla
33% avsláttur av øllum
frakkum og útijakkum
33% avsláttur av
gummistivlum std. 25-35
Handilin er á tremur við nýggjum
klæðum fyri danskar prísir
Luttak í jólakappingini
hjá Noa Noa og ver við
í lutakastinum um eitt
gávukort á kr. 2.000,-
Vaksin:
Børn:
Jólagávur kunnu býtast
um heilt fram til 3. januar