hósdagur 19. november 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 222 - 19. november 2009
Lone Rasmussen
vendi ótta og ótrygg
leika í ung dóms
ár un um til eitt lív
við fullari ferð. Nú
kallar hon seg power
prinsessa og biður
fólk liva lívið, sum tey
hava hug at liva tað.
Leyg ar kvøldið v erður
hon við í sendingini
Hvonn Live á Rás2
PowerPrinsessa
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Um hetta er lívið, so tími
eg tað ikki.
Tað vóru tankar, sum
settu dám á ungdómsárini
hjá Lone Rasmussen. Hon
kendi seg ótrygga, mal
plaser aða
og
uttanfyri.
Men eftir at hon hevði lisið
eina bók við boðskapi um
at hugsa konstruktivt um
seg sjálvan og onnur, setti
hon sær fyri at broyta lívið
hjá sær.
Og
nú
kallar
Lone
Rasmussen
seg
power
prinses sa
og
ráðgevur
kvinn um um, hvussu tær
kun nu fara frá einum lívi
sum tann pena gentan til at
vera ein powerprinsessa.
Tað snýr seg millum annað
um drivi, sjálvsálit og at
bjóða sær sjálvum av.
Tað ræður um at verða
tann, sum tú í veruleikanum
ert. Eg havi merkt á egnum
kroppi, hvussu oyði leggj
andi og vónleyst tað er at
royna at verða onkur annar
enn tann, sum mann er, sig
ur Lone Rasmussen.
Hon hevur skrivað bókina
Powerprinsessa og hevur
ført hugtakið víðari við eitt
nú fyrilestrum fyri høgum
og lágum.
Vitjar Hvonn Live
Leygarkvøldið vitjar Lone
Ras mussen á Hvonn í
Havn, haðani Rás2 sendir
send ing ina Hvonn Live.
Lone Rasmussen fer at
geva ráð um, hvussu tað ber
til at broyta lívið hjá sær og
verða meira opin fyri tí,
sum lívið bjóðar.
Lone Rasmussen undir
vísur eisini í erotiskum
dansi, og hon bjóðar før
oysk um kvinnum til dansi
frá læru í Yndi í Havn
leygar dagin klokkan 15.00
og frá klokkan 18.30 verður
hon í Rex, har hon fer at
hava fyrilestur.
Søkt verður eftir maskinmeistara/
maskinmanni til Faroe Salmon Processing.
Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir
og útbúgving. Arbeitt verður saman við einum
maskinmeistara á einari av tveimum skiftivaktum.
Tann, ið settur verður, skal kunna arbeiða
sjálvstøðugt. Starvið verður sett skjótast tilber.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Starvsstaður: á Glyvrum.
Umsóknarfreist er : 30/11
Áhugað biðjast senda umsókn til:
Faroe Salmon Processing
Bakkavegur
FO-625 Glyvrar
kari@bakkafrost.com
Bakkafrost samtakið fram-
leiðir laks og liðugvørur úr
laksi. Framleiðslueindirnar
eru í Norðoyggjum og suður
Eysturoy, skipaðar í 3 smolt-
støðum, 7 alistøðum, 1 kryvji-
virki í Klaksvík, portiónsvirki
og kassavirki á Glyvrum.
Vøruúrvalið er breitt innan
laksavørur. Høvuðsvøran er
laksaportiónir til retail
marknaðin í ES.
Tað starvast umleið 300 fólk í
samtakinum.
Bakkavegur 8 · FO-625 Glyvrar · Telefon: 40 50 00
bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com
Maskinmeistari
Bakkafr ost
Sosialurin / KvR 34 18 00
Powerprinsessa
í Hvonn Live
Lone Rasmussen
tosar um, hvussu
kvinnur kunnu sleppa
teymunum, sum tær
hava á sær sjálvum
Design, brúkslist og antikk í Lítluvík
Um vikuskiftið verður Smiðjan í Lítluvík í Havn karmur um eina heldur øðrvísi
søluframsýning, har Rannvá í Baianstovu og Torgerð Suðuroy sýna fram. Tær hava
báðar hvør í sínum lag fingist við at skapa, og áralongu royndirnar síggjast aftur, tá
tær sýna fram tað, ið tær hava evnað til úr ymsum tilfari. Talan er um klæðir, brúks
list og prýðislutir. Umframt eru antikvitetir eisini við. Torgerð Suðuroy hevur í
mong ár fingist við ymsa brúkslist, eins og framleiðslu av prýðislutum. Nevnast
kunnu væl kendu hornini, ið kunnu nýtast til drykkjubikar, umframt at hon eisini
ger lampur o.a.. Og nevnast mugu smúkkurnar, oftast úr silvuri, ið hon evnar til. Í
Vági rekur hon antikkhandil, ið nevnist Nýtt og Gott Gamalt. Á framsýningini
hevur Torgerð eisini antikvitetir við, so sum møblar, ljósakrúnur, gyngustólar,
klaver benkur, steintoy og annað.
Sniðgivin klæði
Rannvá í Baianstovu hevur í mong ár sniðgivið, og
hon rekur í dag Faroese Fashion. Hon byrjaði lon gu í
1962 at sniðgeva, og Rannvá byrjaði Faro ese Fash
ion í 1982. Fyritøkan ger klæðir úr før oysk un til fari,
og umframt í Føroyum, eru vørur nar um bid nar í t.d.
Íslandi, Danmark og USA, og lim ir í danska
kongshúsinum hava eisini havt pløgg frá Faroese
Fashion. Meira sæst á www.faro ese fashion.com.
Opið er í Lítluvík frá fríggja deg num 20/11 til
týsdagin 24/1109. Allar dagar er op ið frá klokkan
10:00 til 19:00, tó sunnudagin frá 14:00 til 20:00.