hósdagur 19. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 222 - 19. november 2009
Rætta
brekini
so hvørt
Vanliga nýtist eitt
blackout ikki at merkja,
at eitt skip ikki er ført
fyri at manøvrera, tí
høvuðsmotorar, róður og
aðrar týdningarmiklar
funktiónir kunnu
framvegis verða virkin.
Tað staðfestir Johan
Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum í svari
sínum til Jaspur Vang,
løgtingsmann, sum
hevur spurt hann, hvat
hvørja støðu hann hevur
til, at Smyrli av og á
liggur meiri ella minni
uppsteðgaður.
Johan Dahl sigur, at
somuleiðis er ein
neyðskipan sum
tryggjar, at elveitingin
aftur verður til tey mest
týdningarmiklu tólini
umborð. Harafturat er
ein 24 volt skipan
umborð sum tryggjar, at
skipið kann manøvrera
og sigla við niðursettari
ferð, meðan
høvuðselveitingin ikki
er virkin.
- Innan 10-40 sekund
skal neyðgeneratorurin
vera startaður, og partur
av elveitingin vera tøk.
Eftir hetta kunnu so tey
ymsu tólini aftur setast í
gongd soleiðis, at skipið
aftur kann manøvra við
fullari kraft, og tekur
hettar vanliga millum 5
og 10 minuttir.
Johan Dahl sigur, at
síðani Smyril varð settur
í sigling, hevur hann
havt seks blackout,
umframt ein annan
tekniskan trupulleika.
Tvær ferður lá hann
við bryggju og fýra
ferðir var hann í sigling.
Og so hvørt, sum brek
eru funnin, eru tey
rættað, so at tey ikki
henda aftur.
Enn er óvist nær
tað eydnast at fáa
enda liga bilbukt við
trupul leikunum, sum
hevur ført við sær, at
Smyril nakr ar ferðir
hevur mist maskin
orkuna. Lands stýris
maðurin vil helst
hava trupulleikan
loyst an næsta ár, men
hann veit ikki um
hann fær fíggjarliga
játt an til endamálið
Smyril
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn er tað ongin, sum dug-
ur at siga við vissu, nær
trupul leikin,
har
Smyril
nakr ar ferðir meiri ella
min ni
er
uppsteðgaður,
verð ur endaliga loystur.
Jaspur Vang, løg tings-
mað ur, hevur spurt Johan
Dahl, hvat hann ætlar at
gera við trupulleikan at
Smyril fær tað, sum tey kal-
la blackout
Johan Dahl staðfestir, at
hann kann ikki veita vissu
fyri, at Smyril ikki fær
black out aftur. Men hann
viss ar um, at arbeitt verður
miðvíst við, at Smyril ikki
skal steðga av somu brek-
um aftur.
- Eitt nú er øll 24 volt
skipanin útskift og umløgd.
Strandfaraskip Landsins er
eisini í ferð við at montera
eina back-up skipan (UPS)
til høvuðsmotorarnar, so -
leið is at høvuðs motor ar nir
ikki skulu steðga, sjálvt um
Smyril fær blackout. Henda
skipanin ger, at Smyril
kann sigla upp á neyðkraft,
skuldi hann aftur fingið
black out.
- Harumframt er Strand-
ferðslan í ferð við at skifta
PMS skipanina á Smyrli út
við eina tryggari skipan.
Vænt andi fer hendan nýgg-
ja skipanin at minka nógv
um vandan fyri blackout og
um teir vansar, ið kunnu
stand ast av einum møgu-
ligum blackout.
Men landsstýrismaðurin
staðfestir, at hetta arbeiðið
er rættiliga umfatandi, og
verð ur tað gjørt, meðan
siglt verður.
- Arbeiðið skal gerast
liðugt, næstu ferð Smyril
fer í dokk. Á uppskotinum
til løgtingsfíggjarlóg fyri
2010 er einki avsett til
dokk ing av Smyrli, tí æt lan-
in er, at hann skal í dokk í
2011
og
tískil
verður
neyðugt at fara undir eina
vetrar sigling afturat, uttan
at PMS-skipanin er skift.
- Um so er, at Smyrli
verð ur dokkaður á heysti í
2010, ber til at fara undir
sigl ing
í
vetrarhálvuni
2010/11 við minst møgu-
lig um vanda fyri blackout á
Smyrli. Hetta krevur tó, at
hædd verður tikin fyri
dokk ing ini av Smyrli á løg-
tings fíggjarlógini
fyri
2010.
Johan Dahl sigur, at hann
heldur tað er umráðandi, at
tað ber til at dokka Smyril í
2010,
so
PMS-skipanin
kann verða liðugt install er-
að.
Hann upplýsir eisini, at
ímeð an nýggja PMS verður
ísett, siglir Smyril nú altíð
við trimum hjálparmotorum
inni á talvuni í einari roynd
at sleppa undan black out-
um.
- Hóast henda loysn ger
el veit ingina tryggari, so er
hetta ein dýr loysn bæði í
olju, viðlíkahaldi og eyka-
lut um, sigur hann.
Síðani Smyril varð settur í sigling, hevur hann havt black out seks ferðir, umframt at hann hevur havt ein annan tekniskan trupulleika. Trupulleikin verður ikki
endaliga loystur, fyrrenn hann fer í dokk, men enn er óvist nær tað verður
Óvist nær trupulleikin við
Smyrli er endaliga loystur
Harmast ísraelska bygging
Tað hevur elvt til misnøgd og vreiði víða um heimin, at
ísraelsku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja 900 íbúðir í
Eysturjerusalem, sum er eitt av teimum hersettu økjunum, sum
ísraelsmenn og palestinar stríðast um. Ian Kelly, sum er
talsmaður hjá Hvítu Húsunum, sigur, at USA hevur fleiri ferðir
mótmælt, at Ísrael setir nýggjar byggiætlanir í verk í teimum
hersettu økjunum, og at amerikanska stjórnin hevur eisini
mótmælt teirri nýggju avgerðini. Samráðingarleiðarin hjá
palestinum, Saeb Erekat, sigur við Reuters, at verður bygg ing-
in framd, er einki grundarlag fyri friðarsamráðingum longur.
Ongar stórar flatskíggjar
Myndugleikarnir í amerikanska statinum Kalifornia samtyktu í
gjár at banna fólki at brúka stórar flatskíggjar, sum brúka ov
nógva orku. Tey, sum taka undir við lógini, siga, at fólk fara at
spara streym fyri einar átta milliardir dollarar um árið, sum
svarar til orkutørvin hjá umleið 800.000 húsum og íbúðum.
Lógin sigur, at flatskíggjar, sum skulu seljast í Kalifornia frá
2011, skulu brúka minst 33 prosent minni streym enn teir, sum
verða seldir í dag, og at teir, sum verða seldir aftan á 2013,
skulu brúka minst 50 prosent minni streym. Eygleiðarar siga,
at lógin í Kalifornia kann fáa ávirkan á alla
sjónvarpsframleiðslu kring heimin.