hósdagur 19. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 222 - 19. november 2009
Við endan av oktober
mánaða hevði land
ingarmiðstøðin
Kongshavn í Sal
tangará landað heili
5.600 tons fleiri í ár
enn somu tíð í fjør.
Nógv meira er landað
í ár av bæði upsa og
gulllaksi
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
33.900 tons.
Tað er nøgdin, sum fram
til endan av oktober í ár
varð landað á landingar
mið støðini Kongshavn í
Saltangará.
Hetta er eini 5.600 tons
fleiri enn somu tíð í fjør.
Upsaveiðan var sera góð
í byrjanini av hesum árin
um, og tá gulllaksatíðin
byrjaði í apríl og helt fram
til út á heystið, royndist
henda veiðan eisini av tí
all ar besta.
Í fjør landaði Kongshavn
tilsamans 6.800 tons av
gulllaksi, meðan samlaðu
nøgdirnar av gulllaksi í ár
vóru heili 9.400 tons.
Onnur fiskasløg taldu til
samans 21.500 tons fram til
endan av oktober í fjør, men
í ár taldu hesi 24.500 tons.
Góð veiða
Vøksturin á 5.600 tons
stav ar soleiðis bæði frá
meira gulllaksi – umframt
nøgdunum av øðrum fiska
sløgum, har upsin sjálvsagt
er nógv tann størsti part
urin.
Upsaveiðan í heyst hevur
ikki verið nakað serlig.
Onkrir túrar hjá partrolar
unum hava verið hampiligir,
men sum heild hevur upsa
veiðan verið lakari í heyst
enn í fjør heyst.
Í oktober í ár landaði
Kongshavn soleiðis eini
150 tons færri av upsa enn í
oktober í fjør.
Góð byrjan
Taka vit hinvegin januar
mánaða í fjør, var samlaða
nøgdin 1.600 tons. Í januar
mánaða í ár var hon sløk
3.000 tons.
Sum vit nevndu, var tað
serliga byrjanini av árinum,
Vilja ikki koppsetast
Eins og í fleiri øðrum londum aftra nógv fólk í Bretlandi
seg við at lata seg koppseta ímóti H1N1 ella Influensa
A. Tíðarritið Pulse skrivar, at umleið helmingurin av
teimum, sum hava fingið tilboð um koppseting, hava
sagt nei takk. Sambært læknum, sum tíðarritið hevur
tosað við, hava bara 46 prosent sagt ja takk. Summi taka
ikki av, tí tey eru bangin fyri hjáárinum, meðan onnur
halda tað vera óneyðugt at lata seg koppseta. Serliga
kvinnur, sum eru við barn, aftra seg við at lata seg
koppseta.
Afturlating útsett
Fyri fyrstu ferð hevur amerikanski forsetun, Barack
Obama, ásannað, at fangalegan í Guantanao í Kuba
verður ikkii latin aftur um tveir mánaðir sum ætlað. Undir
valstríðnum í fjør segði Obama, at bleiv hann forseti, fór
hann at lata leguna aftur í januar í 2010, men á tíðinda
fundi í Suðurkorea í gjárkvøldið ásannaði hann, at tann
tíðarætlanin fer ikki at halda. Enn eru 220 fangar í
Guantanamoleguni, men USA hevur havt trupulleikar
við at finna lond, sum vilja taka ímóti teimum. Tí verður
kannað, um tað ber til at flyta teir seinastu fangarnar til
eitt fongsul í sjuálvum USA, skrivar Reuters.
Tá hugt verður at
tølum yvir søluna
á Fiskamarknaði
Føroya, sæst skjótt,
at størstu einstaku
nøgdirnar, sum seldar
verða um marknaðin,
er toskur, serliga
toskur 3 og 4
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ivaleyst vildi onkur sagt, at
vit eiga ikki at veiða so
stórar nøgdir av toski 3 og
4, sum vísir seg at vera
týdn ingarmesta veiðan hjá
skipum og bátum í løtuni.
Men hetta er sjálvsagt
lætt ari sagt enn gjørt, og
so leiðis hevur altíð verið
við tí, sum í havinum svim
ur.
Í aðrar mátar kunnu vit
fegnast um, at smáur toskur
aftur hevur so stóran týdn
ing í veiðini hjá skipum og
bátum eftir nøkur ár, har
toskaveiðan hevur verið av
tí lakasta.
Nøkur ár herfyri var upsin
eisini óvanliga smáur, men
eftirtíðin hevur ikki víst, at
veiðan, sum var hesi árini,
gjørdi
enda
á
upsa
stovninum fyri tann skuld.
Vit skulu tó ongar saman
beringar gera millum hesi
bæði fiskasløgini, tí tey
annars eru so ymisk.
Sølur hjá FMF
Fiskamarknaður
Føroya
seldi í gjár stívliga 320 tons
á uppboðssølu, og aftur í
gjár vóru størstu einstøku
nøgdirnar toskur 3 og 4.
Toskur 3 fór fyri miðal
prísin 14,28 krónur fyri kilo
og toskur 4 fyri miðalprísin
9,45.
Stívliga 13,7 tons vóru av
toski 2, sum fór fyri miðal
prísin 22,59 krónur fyri
kilo.
Besta hýsan í gjár – hýsa
1 – fór fyri miðalprísin
11,79.
Stívliga 20 tons vórðu
seld av hýsu 2, og hendan
fór fyri 10,47 krónur í miðal
fyri kilo.
Hægst og lægst
Hægsti prísur var fyri 1.050
pund av kalva 2, sum fór
fyri 64 krónur fyri kilo.
Lægsti prísur var fyri
nøkur fá kilo av skrubbu,
sum fóru fyri 1,90 krónur
fyri kilo.
Góð 30 tons vóru eisini
av kongafiski 2, og her var
miðalprísurin 9,37.
Miðalprísurin
fyri
øll
fiskasløgini
var
11,49
krónur fyri kilo.
FMF selir nú
mest av toski
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrr í hesi vikuni landaðu
fýra ísfiskatrolarar í Sal
tangará. Skipini vóru Stelk
ur og Bakur, sum høvdu
284.000 pund og Rókur og
Lerkur høvdu umleið somu
nøgd – ella eini 280.000
pund. Meginparturin av
veiðini var upsi.
Landingarmiðstøðin
Kongs havn í Saltangará
visti í gjár at siga, at Heykur
og Falkur helst koma inn at
landa í dag ella í morgin.
Samanborið við árið í
fjør, hevur landingar mið
støðin Kongshavn landað
nógv fleiri tons higartil í ár
enn somu tíð í fjør.
Hetta kunnu lesarar lesa
um í aðrari grein á hesi
opnu.
Størstu einstøku nøgdirnar, sum Fiskamarknaður
Føroya seldi í gjár, vóru toskur 3 og 4
Mynd: Vilmund Jacobsen
Seks skip í
Saltangará
Landingarmiðstøðin Kongshavn fer at landa seks trolarar hesa
vikuna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kongshavn
hevur
landað
33.900 tons