Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 19. november 2009 11 tíðindi Sum skilst á Anniku Olsen, lands stýris­ kvinnu, verður neyð ugt at mýkja støðuna millum innlendismálaráðið og Eysturkommunu, um ætlaða vegagerðin í Leirvík skal kunna fremjast innanfyri íløgukarmin í verk­ lagslógini Leirvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rodmundur Nielsen, sum í hesum døgum er á løgtingi fyri Poul Michelsen, setti í gjár Anniku Olsen, lands­ stýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um leirvíkar­ vegin. Tað undrar løgtings­ mann in, at arbeiði uppá vega gerðina ikki er sett í gongd enn, nú lisitatión um arbeiðstøku var longu tíð­ liga í summar. Rodmundur Nielsen spurdi Anniku Olsen, nær landsstýriskvinnan væntar, at arbeiðið at gera vegin kann byrja – og um allar kringumstøður við ognar­ viðurskiftum og viðurskift­ um við kommununa eru í lagi. Hann spurdi eisini, um landsstýriskvinan er nøgd við tey tilboð, sum komu inn upp á arbeiði. Annika Olsen svaraði, at landsstýrið er kunnað um, at roknast kann við endur­ gjaldskrøvum frá kommun­ uni, um kommunan ikki fær endurgjald fyri eitt nú báta hyl, parkeringsøki og frá koyringar í sambandi við ætl aðu linjuføringina og vega gerðina. At mýkja Landsstýriskvinnan helt ann ars, at tey tilboð, sum komu inn upp á vegagerðina, eru nøktandi og segði, at innlendismálaráðið nú fer at royna at mýkja støðuna millum landsmyndugleikar og kommunu, soleiðis at ætlaða vegagerðin á ein ella annan hátt kann fremjast innanfyri karmin í verandi verklagslóg. Hon segði eisini, at undir­ tøka er ikki í samgonguni fyri at økja um karmin í verk lagslógini, sum er 40 miljónir krónur. Rodmundur Nielsen sigur við Sosialin, at einar 20 miljónir krónur eru settar av til hetta arbeiði í ár, og tí er tað ørkymlandi, at arbeiði upp á leirvíkarvegin enn ikki er farið í gongd. Rodmundur fregnast um leirvíkar vegin Lufthansa slept SAS Týska flogfelagið hevur nú slept ætlanini at keypa tað skandinaviska flogfelagið SAS. Tað váttaði ein av stjórunum, Christoph Franz, í samrøðu við Børsen í gjár. Týska felagið hevur keypt bretska flogfelagið British Midland og tað eysturríkska Austrian Airlines, og Christoph Franz sigur, at við hesum íløgum hevur felagið gjørt tær íløgur, sum tað er ført fyri at gera. SAS hevur havt stórt hall tað seinasta árið, og Christoph Franz sigur við Børsen, at Lufthansa kann ikki loysa allar trupulleikar í altjóða flogferðsluni. Gamalt bræv til sølu Eitt bræv, sum amerikanski forsetin Abraham Lincoln skrivaði einum drongi fyri næstan 150 árum síðani, skal nú seljast á uppboði. Søgan um brævið er, at í 1861 var tann átta ára gamli George Patten í Illinois við pápa sínum, sum var blaðmaður. Har hittu teir Abraham Lincoln. Heimafturkomin greiddi George skúlafeløgunum frá fundinum, men teir vildu ikki trúgva honum. Lærarin gjørdi tí av at skriva til forsetan fyri at fáa greiði á málinum. Bræv kom aftur frá Lincoln, sum váttaði, at hann hevði hitt George Patten í Illinois. Mánadagin koma partrolararnir Hamr­ a nes og Breiða nes ætlandi inn at landa, og tá verður aftur fiska arbeiði á fiska­ virkinum í Hvalba Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hesa vikuna hevur verið turt gólv á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba. Eingin landing hevur verið síðan fríggjadagin, tá partrolararnir Hamra nes og Breiðanes vóru inni við um leið 60.000 pundum. Hetta var ein stuttur túrur hjá skipunum, sum brutu túrin av fyri at byrja nýggjan túr. Í Norðsjónum Í Hvalba siga tey, at djúp­ vatnstrolararnir Sjaga­ klettur og Steintór í løtuni fiska upsa í Norðsjónum saman við øðrum føroysk­ um trolarum. Nær Sjagaklettur og Steintór koma inn at landa, og hvar veiðan verð ur seld og løgd upp, tá túrur er lok­ in, veldst um, hvar skipini fáa besta prísin. Mánadagin komandi verð ­ ur aftur fiskaarbeiði á virkin um hjá TG Sea food í Hvalba, tá partrol ararnir Breiðanes og Hamra nes væntandi koma innaftur at landa. Breiðanes og Hamranes hava havt stóran týdning fyri ráfiskatilgongdina til TG Seafood, síðan teir vórðu keyptir til Hvalbiar og fóru í vinnu. Delta Seafood á Tvør oyri hevur arbeitt nakað av toski hesa vikuna, sum felagið hevur keypt á upp boðssølu. Turt gólv hjá TG Seafood Djúpvatnstrolararnir Sjagaklettur og Steintór royna í løtuni eftir upsa í Norðsjónum, men enn er óvist, hvar skipini fara at leggja veiðina upp, tá túrur er lokin Mynd: Vilmund Jacobsen Hóast 20 miljónir krónur eru settar av til vegagerð í Leirvík í ár, er arbeiðið framvegis ikki farið í gongd. Hetta fekk løgtingsmannin, Rodmund Nielsen, at spyrja landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen, um, hvat status í málinum er Mynd: Vilmund Jacobsen sum var nógv betri í ár enn í fjør, og tá komið var út á summarið, síggja vit, at juli mánaði í ár og í fjør góvu umleið tað sama. Landingarmiðstøðin Kongshavn hevur landað nógv meira fisk í ár enn í fjør, og serliga var tað byrjanin av árinum, sum royndist væl, eins og gulllaksaveiðan vignaðist rættiliga væl í ár Mynd: Vilmund Jacobsen