hósdagur 19. november 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 222 - 19. november 2009
Seinasta árið hevur
arbeiðsloysið hjá
teimum ungu vundið
so nógv upp á seg, at
tað er ræðandi, men
alt ov lítið verður
gjørt fyri at fáa tey
til verka, heldur
samskiparin
í Samtaki
Arbeiðsloysi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Arbeiðsloysið hjá teimum
ungu er eksploderað.
Tað má verða niðurstøðan,
tá ið hugt verður eftir gongd-
ini í arbeiðsloysinum hetta
seinasta árið.
Sonja Jógvansdóttir, sam-
skipari í Samtaki, er kavað
niður í arbeiðsloysistølunum
hjá ALS og Hagstovuni og í
tí sambandinum hevur hon
útgreinað støðuna í ar-
beiðsloysinum til ein kjak-
fund, sum Føroya Arbeið-
arafelag hevði á Skopum
leygardagin.
Ungdómurin
snarar tumlar
Og
Sonja
Jógvansdóttir
dylir ikki fyri, at hon er
rættiliga
ørkymlað
av
teimum tølum, sum koma
undan kavi.
Tey nýggjastu tølini vísa
nevniliga, at sum heild er
arbeiðsloysið vaksið eini
235% hetta seinasta árið frá
september
í
2008
til
september í ár.
Men
samstundis
vísa
tølini, at tað er hjá teimum
blaðungu, at arbeiðsloysið
veksur nógv skjótast.
Hetta seinasta árið er
arbeiðsloysið hjá teimum
ungu ímillum 16-24 ár,
nevniliga hækkað næstan
400% og tað er so nógv
tann størsti vøksturin.
- Tað er rættiliga órógv-
andi, staðfestir samskiparin
í Samtaki, sum er sam-
starvsfelagsskapur ímillum
Føroya
Arbeiðarafelag,
Føroya Fiskimannafelag og
Havnar Arbeiðsmannafelag.
Gera alt ov lítið
Sonja í Jógvansstovu vísir
á, at vit hava fingið eina
arbeiðsloysisskipan, sum er
rættiliga góð.
Men hon fýlist á, at tað
almenna ger alt ov lítið fyri
at fáa tey arbeiðsleysu aftur
í sving við onkrum mein-
ingsfullum.
Nógv av teimum ungu,
sum høvdu arbeiði, hava
mist tað og eru nú arbeiðs-
leys. Samstundis eru mið-
námskúlarnir ikki førir fyri
at taka teir árgangirnar, sum
koma úr fólkaskúlanum.
- Og tá ið tey ungu ikki
fáa arbeiði og ikki sleppa í
skúla, eru ongir útvegir
eftir, uttan at ganga fyri
einki – ella rýma av landi-
num, tí ungdómurin er
skjótur og lættur at flyta við
tað, at hann hevur hvørki
hús ella heim, sum bindur
hann til eitt ávíst pláss.
- Kemur ikki vend í, er
vandi fyri, at vit missa ein
stóran part av tí unga ættar-
liðnum av landinum, stað-
festir hon.
Øvugtur politikkur
Hon vísir á, at tá ið onki
arbeiði er til tey ungu ar-
beiðsleysu,
verður
sam-
stundis alt ov lítið gjørt fyri
at tryggja teimum eina út-
búgving ella eitt lærupláss.
- Eg haldi, at tá ið onki
arbeiði er til ungdóm, eigur
samfelagið í minsta lagi at
kunna
tryggja
teimum
atgongd til eina útbúgving
av onkrum slagi.
- Tvørtur ímóti verða stig
tikin, sum gera tað tórførari
at fáa sær handverkara
útbúgving, sigur hon.
Eitt, sum hon sipar til, er,
at samgongan hevur sam-
tykt at skerja stuðulin til
lærlingar.
- Tað er heilt øvugtur
politikkur at ganga, tí hetta
er als ikki tíðin til slíkar
skerjingar, staðfestir Sonja
Jógvansdóttir.
Hon heldur sostatt, at tað
er avgerandi neyðugt, at tað
almenna leggur á annan
bógv.
- Men fyri mær at síggja
er tíverri ongin ábending
um, at vend kemur í, tí onki
frættist um, at ætlanin er at
styrkja útbúgvingarnar og
samstundis frættist alt ov
lítið til, at almenn arbeiði
verða sett í gongd, sum
kunnu fáa tey ungu í
arbeiði.
Ræðast vøksturin
í arbeiðsloysinum
hjá ungdóminum
Hóast arbeiðsloysið sum heild er vaksið góð 200% seinasta
árið, er arbeiðsloysið millum tey ungu rættiliga eksploderað,
tí tað er vaksið næstan 400% og tað er nógv tann størsti
vøksturin. Annars er vøksturin í arbeiðsloysinum javnt
veksandi ímillum allar teir miðaldarligu aldursbólkarnar,
har vøksturin hevur verið í samsvarið við miðal vøksturin í
arbeiðsloysinum upp upp á eini 235%
Til Týsklands at landa sild
Finnur Fríði er á veg til týsku oynna Rügen, har teir skulu landa 1.400 tons av sild til
matna. Finnur Fríði fór at sigla seinnapartin í gjár, men teinurin er langur, so tað tekur
einar fýra dagar sigla. Men sambært heimasíðuni hjá reiðarínum er prísurin so mikið
góður, at tað loysir seg. Felagið Euro-Baltic, sum hevur keypt sildina hjá Finni Fríða,
hevur eina nýmótans verksmiðju við bryggjuna í Sassnitz-Mukran í Rügen. Skipið
Ruth í Hirtshals, sum føroyingar eiga, landar regluliga har.