hósdagur 19. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 222 - 19. november 2009
Arbeiðsloysið í
Føroyum er vaksið
nógv hesa síðstu
tíðina, men tað er
fyrst og fremst tann
ólærda verkafjøldin,
sum má bera tann
størsta prísin,tí
tølini vísa, at næstan
øll tey arbeiðsleysu
eru ólærd eru tey
tímaløntu
Arbeiðsloysi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er tann ólærda verka
fjøldin, sum er nógv harðast
rakt, nú arbeiðsloysið aftur
er farið at veksa.
Tað er niðurstøðan hjá
Sonju Jógvansdóttir, sam
skipara í Samtaki.
Hon er farin í dýpdina
við teimum nýggjastu hag
tølunum frá Hagstovuni og
ALS fyri gongdini í arbeiðs
loysinum seinastu tíðina.
Tølini vísa, at tað eru
heili 80% av øllum teimum
arbeiðsleysu,
eru
ólærd
verkafólk.
Men hon staðfestir, at í
grundini eiga tey, sum bara
hava eina miðnámsútbúgv
ing, eisini at roknast uppá
tað ólærdu arbeiðsmegina,
tí ein miðnámsútbúgving er
ongin útbúgving sum so.
So verður alt tikið við,
eru kanska eini 90% av
øllum teimum arbeiðsleysu
ólærd arbeiðsfólk, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Ræðast gongdina
Hon sigur, at tað eru allar
orsøkir til at stúra fyri
gongdini og støðuni.
Serliga hugsar hon um, at
hóast tey ræðandi tølini
vísa, at næstan øll tey
arbeiðsleysu í Føroyum í
løtuni eru tey ólærdu verka
fólkini, dugir samskiparin í
Samtaki ikki at fáa eyga á
nøkur serlig tiltøk fyri at
fáa tey aftur til arbeiðis.
Vit hava fingið eina
ALS
skipan,
sum
er
rættiliga góð. Men eg sakni,
at landsins myndugleikar
nú eisini taka tey næstu stig
ini, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Hon sipar til, at hon sær
onki til ætlanina, sum javn
an hevur verið tosað um
førleikamennandi skeið fyri
tað ólærdu verkafjøldina.
Hon staðfestir, at ALS
ger nakað við at førleika
menna verkafólk. Men hon
heldur,
at
støðan
við
arbeiðsloysistølunum vísir,
at tað munar alt ov lítið og
at tað tí er neyðugt, at vit
fara undir eina veruliga,
skipaða og miðvísa, før
leikamennandi ætlan.
Og hon heldur avgjørt, at
hetta er vegurin fram, tí tað
eru fá leys størv at søkja og
verður hugsað um størv til
ólærd, kunnu tey teljast á
aðrari hondini.
Gongd á virksemi
Men hon heldur eisini, at
tað er alneyðugt, at tað
almenna ger sítt til at fáa
arbeiðsloysið niður við at
seta arbeiðsskapandi íløgur
í gongd.
Eg haldi, at alt ov lítið
er gjørt á hesum øki, tí
tølini vísa okkum, at bæði
hjá landinum og hjá komm
ununum, eru tað tey ólærdu
verkafólkini, sum missa
arbeiðið í stórum tali.
Men so heldur hon eisini,
at førleikar og starvsroyndir
hjá fólki eiga at telja meiri
enn tey gera, tá ið størv
verða sett, heldur enn leggja
allan dentin á formligar
útbúgvingar.
Hetta er ein gongd, sum
er vanlig í londunum rund
anum okkum, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Trý stig
Sostatt heldur hon, at stríðið
ímóti arbeiðsloysinum skal
vera á trimum økjum.
Í fyrsta eiga vit at seta
tiltøk í verk, sum forða fyri,
at arbeiðsloysið veksur. Í
øðrum lagi eiga vit at fáa
fleiri útbúgvingar í Føroyum
og og triðja lagi eiga vit at
fáa eina skipaða førleika
menning.
Men hon heldur, at tað
verður ikki nóg nógv gjørt
á hesum øki og hon dugir
ikki at síggja nakað ítøkiligt
beint fyri framman, sum
kann venda gongdini.
Tað tykist sum tað ein
asta, vit seta okkara álit á,
er vónin um, at fiskastovn
arnir koma fyri seg aftur og
bjarga støðuni.
Hon sigur við øðrum
orðum, at hóast landsins
myndugleikar hava boðað
frá arbeiðsskapandi tiltøk
um, lekur ímillum teori og
praksis, tí hon dugir ikki at
síggja at nakað serligt er
hent á hesum øki.
Men samskiparin í Sam
taki heldur ikki, at tað er
nóg mikið.
Eg haldi, at sum fram
komið samfelag eiga vit at
hava so fræg stýringsamboð,
at vit fáa lagt upp fyri
sveiggjunum í búskapinum,
tí vit vita, at tað gongur upp
og niður.
Fáa vit ikki tamarhald á
støðuni, stúri eg fyri, at vit
missa alt ov nógv fólk av
landinum,
sigur
Sonja
Jógvansdóttir.
Tey tímaløntu betala prísin
fyri arbeiðsloysið
Hendan talvan talar sítt týðiliga mál: Tað eru tey ófaklærdu,
sum betala næstan allan prísin, nú arbeiðsloysið er farið at
veksa. Heili 80% av teimum arbeiðsleysu eru ólærd verkafólk.
Men ein tey við miðnámsútbúgving, átti eisini at verðið tald
upp í tann bólkin og verða tey tað, standa tey ófaklærdu fyri
umleið 90% av arbeiðsleysu fjøldini
Hendan talvan vísir, hvussu arbeiðsloysið rakar tey ymsu
økini í landinum, samanborið við talið á løntakarum í
økinm. Ytri ringurin er talið á løntakarum og innari ringurin
er arbeiðsloysið. Serliga loypir í eyguni, at í Norðoyggjum
havatey 12% av løntakarunum, men 22% av arbeiðsloysinum.
Hinvegin er arbeiðsloysið í Eysturoy og í Streymoynni minni í
lutfalli til talið á løntakarum
Hendan talvan vísir, hvussu arbeiðsloysið erbýtt ímillum
kynini. Tað sæst, at nú eru tey flestu arbeiðsleysu mannfólk,
men tað plagar at vera øvugt, Gongdin er tann sama hjá
teimum ungu arbeiðsleysu, at dreingirnir hava yvirvág í
arbeiðsloysistølunum
Hendan talvan vísir gongdina í arbeiðsloysinum hesi síðstu
árini. Talvan vísir týðiliga, at hetta síðsta árið gongur pílin
næstan beint uppeftir
Ókeypis flags í allan dag
Í dag hevur Føroya Tele føðingardag, og tí sleppa allir føroyingar at flagsa ókeypis allan
dagin. Tað merkir, at øll kunnu ferðast púra ókeypis á netinum við sínari fartelefon og
lesa tíðindi, vera á Facebook, síggja veðrið, twitta og alt annað, sum eisini er púra ókeypis,
sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi. Tey, sum eru í 3Gøkinum, verða sjálvvirkandi knýtt at
tænastuni og flagsa ókeypis við rúkandi ferð. Tað er leikandi lætt at flagsa. Tørvar tær
hjálp at sleppa á netið við telefonini, so ringir tú bara til Føroya Tele á 80 80 80 fram til
klokkan 18.00, og vit hjálpa tær. Tú kanst eisini altíð vitja ft.fo.