Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 222 - 19. november 2009 Johan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnumálum, legði í morgun fram ein vakstrarpakka við 23 ítøkiligum átøkum, sum skulu skapa Føroyum fleiri bein at standa á vinnuliga VAKSTRARPAKKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vinnumálaráðið og lands­ stýrið annars hevur í eina tíð arbeitt tætt saman við vinnuni fyri at finna fram til ætlanir og átøk, sum kunnu verða við til at skapa vøkstur lutfalsliga skjótt, og eisini kunnu setast í verk rímiliga skjótt. – Tað hevur verið umráð­ andi fyri okkum, at hesi átøkini kunnu setast í gongd skjótt, at tey kunnu fíggjast, og at tey spenna so vítt sum gjørligt, og harvið skapa so nógv arbeiðspláss sum gjør­ ligt, sigur Johan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnumálum. Átøkini, ið stungin eru út í kortið, eru innan fýra bólkar, og teir eru Betra um vinnuligu karmarnar, Átøk at menna nýggjar vinnur, Førleikamenning og útbúgv­ ing og Marknaðarføring av Føroyum. – Tá tosað verður um útbúgving og førleikamenn­ ing, so tosa vit um bæði vinnuligar útbúgvingar og eftirútbúgvingar og útbúgv­ ingar av fólki, sum eru í vinnu annars. Hetta verður eitt nú gjørt í samráð við Mentamálaráðið. Og so er tað eisini økið innovatión og tað, sum hoyrir harundir, sigur Johan Dahl. So er eisini talan um marknaðarføring av Føroy­ um, og hon er býtt upp í tvey, at marknaðarføra Før­ oyar sum íleggjaraland og sum ferðamannaland. ­ Vit hava lagt dent á, at talan er um átøk, ið lata seg gera, heldur enn at tosa um »luftballónir«, sum ongan­ tíð kunnu førast út í lívið. Tað haldi eg, at vit hava sæð nóg mikið til seinastu árini, sigur Johan Dahl. Matstovuvinnan mennast Eitt av mongu ítøkiligu upp­ skotunum í vakstrarpakkan­ um er, at matstovuvinnan skal mennast. ­ Eitt av mínum persón­ ligu áhugamálum er júst matstovuvinnan. Eingin er fyrr komin við nøkrum ítøkiligum hugskoti um, hvussu vit gera hetta, hóast nakað av fokus hevur verið á hesa vinnuna. So vit hava nýtt nakað av tíð at hyggja eftir, hvat onnur uttan um okkum hava gjørt á hesum økinum, sigur Johan Dahl. Hann heldur, at tað er ógvuliga umráðandi, at skulu vit gera okkum ætl­ anir um Føroyar sum eitt ferðafólkaland, og skulu vit menna Føroyar sum eitt land, har vit draga fólk til við eitt nú skeiðsvirksemi og øðrum, so mugu vit syrgja fyri, at skapa neyð­ ugu karmarnar. ­ Og eitt tað mest umráð­ andi á tí økinum er júst mat­ stovuvinnan. Har er neyð­ ugt, at vit fáa ta vinnuna at virka, og tað ger hon ikki í løtuni, sigur Johan Dahl. Spurningurin er so, hvussu landsstýrið politskt kann bøta um hetta. ­ Í hesari vakstrarætlanini havi eg so mælt til, at hugt verður nærri at mvg­skipan­ ini. Í londunum rundan um okkum eru lægri satsir á mvg til matstovuvinnuna, í Íslandi 7%, Noregi 14% og eisini í Fraklandi er sama skipan. So tað ræður um at finna røttu skipanina, so tað gerst áhugavert hjá teim­ um, sum eru í vinnuni, sigur Johan Dahl. Hann heldur, at hetta hev­ ur stóran týdning, um vit ætla okkum at fáa meiri burt­ ur úr ferðavinnuni. Partvíst fíggjað Tað serliga við hesum vakstrarpakkanum er, at hann er ikki tengdur at, at milliónir verða spýttar í ætl­ anirnar. Fleiri av økjunum eru longu framman undan á fíggjarlógini. ­ Øki, sum til dømis skipa­ smíð, heiluvágsframleiðsla og virking av uppisjóvarfiski standa longu á fíggjarlógini ella eru samráðingar í gongd við privatar aktørar um fígging. So fyri nógvum av tí, ið nevnt verður, eru lunn­ ar longu lagdir – sjálvandi við teirri fyritreyt, at fíggjarætlanin verður sam­ tykt í tí líki, sum hon liggur í løtuni, sigur Johan Dahl. Tí hevur landsstýrismað­ urin eisini góðar vónir um, at úrslit av vakstrarpakkan­ um fara at síggjast innan alt ov langa tíð. ­ Taka vit til dømis eitt punkt, sum eitur virking av uppisjóvarfiski, eitt sera áhugavert punkt, so eru ábendingar um, at hetta kann koma í gongd aftur innan heilt stutta tíð. Og tað er gleðiligt, tí hendan vinn­ an hevur rættiliga stóran týdning, og hetta er eisini eitt mál, ið vit hava arbeitt við í rættiliga langa tíð, sig­ ur Johan Dahl. Hetta er eisini nakað, ið Jacob Vestergaard, fiski­ málaráðharri, hevur lagt dent á í sínum uppleggi til vakstrarpakkan, at hendan vinna fær so góðar karmar at virka undir, sum tilber. Alment kjak Nakrar av hinum ætlanunum eru meiri tengdar at sjálvari fíggjarætlanini. ­ Taka vit eitt nú bygging av nýggjum havrannsóknar­ skipi ella bygging av nýggj­ um Nólsoyarskipi, so eru hetta mál, ið eru tengd at játtanini á fíggjarlógini, eins og eisini aðrar ætlanir eru tengdar at tí sama. Men eg ivist ikki í, at tað, ið er nevnt her, og sum hevur fingið fígging, verður gjøgn­ umført, sigur Johan Dahl. Hann hevur somuleiðis góðar vónir um, at teir part­ ar, har samráðst verður við hitt privata um fígging, fer at síggja dagsins ljós. ­ Tað umráðandi er, at tað er ikki ein ætlan, sum Johan Dahl ella vinnumálaráðið eigur einsamalt. Hetta er ein ætlan, sum er framd í einum tøttum samstarvi millum ráðini og ikki minst við vinnuna, og tað er júst vinnan, sum í fleiri førum hevur víst á møguleikar og ætlanir, so vit kunnu fáa meira virksemi í samfel­ agnum, sigur Johan Dahl. Tað er út frá hesum, at ætlanin er gjørd, og tí trýr landsstýrismaðurin eisini upp á, at tað letur seg gera at føra hana út í lívið. ­ Ætlanin er løgd út á heimasíðuna hjá vinnumála­ ráðnum, og har ber til hjá einum og hvørjum at fara inn at gera sínar viðmerk­ ingar ella koma við íblástri til ætlanina. So eg vóni, at hetta fer at føra eitt kjak við sær í almenna foruminum, sum kann verða við til at stuðla upp undir nakað pos­ itivt fyri føroyska samfel­ agið, sigur Johan Dahl. Samlaða ætlanin um vakstrarpakkan verður løgd fyri Tingið til eitt aðal­ orðaskifti innan fyri einar tvær vikur. Vakstrarpakki við visjónum Talan er um 23 ítøkilig átøk, sum partvís skulu fíggjast av tí privata, men sum øll kunnu setast í verk og geva avkast innan rímiliga tíð Mynd: Jens Kristian Vang Darwin dagar í Hoydølum Føroya Studentaskúli og HF­skeið skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum um Charles Darwin. Dagarnir enda við stórari ráðstevnu týsdagin. Nú 200 ár eftir at Charles Darwin varð føddur, og 150 ár eftir, at hann gav út bókina ”On the Origin of Species by Means of natural Selection”, hava lærdómsstovnar um allan heim sett Darwin á skrá. Føroya Studentaskúli og HF­skeið skipar eisini fyri evnisdøgum, har arbeitt verður við evnum, sum hava við Darwin at gera. Av Studentaskúlanum verður sagt, at skúlin hevur til endamáls at fyrireika næmingarnar til at gerast framtíðar vísindafólk og granskarar. Tí skulu evnisdagarnir skapa tilvitsku um, hvat vísindi eru og týdningin, sum tey hava. ­ Darwin flutti mørk, eins og Aristoteles, Newton, Kierkegaard og onnur. Og okkara fólk fara kanska at verða millum teirra, sum í framtíðini fara at flyta mørk í lívfrøðini, bókmentunum, tónleikinum, ítróttini, listini ella onkrum øðrum, siga tey úr Hoydølum. Næmingarnir velja seg í áhugabólkar, sum arbeiða saman dagarnar 19., 20. og 23. november. Fríggjadagin 20. november kemur Jesper Hoffmeyer, lívfrøðiligur heimspekingur og professari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, at halda fyrilestur fyri næmingum og lærarum í ítróttarhøllini á Hálsi. Næmingarnir fara at leggja síni úrslit fram á Darwin ráðstevnun týsdagin 24. november. kl. 10. Á ráðstevnuni verða helst framsýningar, fyrilestrar, bløð og upplestur av egnum