Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 222 - 19. november 2009 - Vit síggja allastaðni uttan um okkum í heiminum, at tann størsta búskapar- vøksturin finna vit í vinnum, sum eru meiri immateriellar, og sum byggja á krea- tivitet, ið byggja á skapandi førleikar, ið byggja á mentan, ið byggja á samskifti, á digitalisering, á vit- an og á gransking, sigur Helena Dam á Neystabø VAKSTRARPAKKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Mentamálaráðið hevur eis­ ini átt sín leiklut í vakstrar­ pakkanum, sum vinnumála­ ráðið hevur staðið fyri. ­ Okkara leiklutur hevur serliga snúð seg um at vakt ans og fingið innivist fyri hugtakinum kreativar vinn­ ur, tað vil siga vinnur, sum skapa úrslit burtur úr imma­ teriellum virðum, sigur Helena Dam á Neystabø. Tað er ikki fiskur ella annað ítøkiligt, sum er íkast­ ið hjá mentamálaráðnum, men heldur mentanarlig virðir sum vinna. ­ Vit síggja allastaðni utt­ an um okkum í heiminum, at tann størsta búskapar­ vøksturin finna vit í vinn­ um, sum eru meiri immateri­ ellar, og sum byggja á kreat­ ivitet, ið byggja á skapandi førleikar, ið byggja á ment­ an, ið byggja á samskifti, á digitalisering á vitan og á gransking, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur ikki tað ber til at skapa munandi vøkstur í Føroyum, um ikki vit hava ans fyri týdninginum av vit­ an og mentan, gransking og førleikamenning yvirhøvur. ­ Vit mugu tora at satsa upp á, at tað eru okkara skapandi listafólk, ið eru tey, ið veruliga kunnu skapa nøkur nýggj virðir fyri Før­ oyar, ikki bara búskaparliga, men eisini hvat atdráttar­ megini og samleikanum við­ víkur, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon sigur, at tað ræður um, at vit kunnu draga fólk at okkum, ikki bert okkara egna fólk, men eisini onnur. Vitan og kreativitetur Í vakstrarpakkanum verður umrøtt bæði útbúgving og innovatiónsmiðstøð, og tað eru økir, ið liggja undir Mentamálaráðnum. ­ Tað er so avgerandi, at vit fara at hugsa hesi viður­ skiftini saman, at vit ikki síggja mentan og gransking sum nakað fyri seg í einum ella øðrum fílabeinstorni, ið ikki hevur samband við veruleikan. Men heldur, at tað er sjálvt útgangsstøðið fyri allari menning og øllum vøkstri, bæði mentanarliga og búskaparpiga, sigur Hel­ ena Dam á Neystabø. Hon heldur tað hevur týdn­ ing, at vit satsa upp á vitan og kreativitet, og at vit fáa tað inn í okkara útbúgvingar­ skipan. At vit draga alt tað skapandi fólkið og allar teir førleikarnar at okkum. ­ Vit mugu draga allan mentanararvin, ið vit hava liggjandi, við inn í hendan vakstrarpakkan. At vit ikki bara hugsa um fiskavinnu og flakavinnu, men eisini taka við tey virðir sum gera, at tey fólk, sum í dag velja Føroyar frá, fara at velja tær til, sigur Helena Dam á Neystabø. Grundarlagið Men eitt er at leggja fagrar ætlanir fram, eitt annað er at føra tær út í lívið. ­ Eg haldi at tað er gott, at tað fyri kanska fyrstu ferð er fingið eitt samstarv í lag millum í hesum førin­ um mentamálaráðið og vinnumálaráðið í einari ítøkiligari ætlan um, hvussu vit vilja skapa búskapar­ vøkstur, sigur Helena Dam á Neystabø. Her er ikki bert talan um eitt ískoyti, men um sjálvt grundarlagið undir at fáa skapt búskaparvøkstur í ein­ ari viðurkenning av, at tað bert letur seg gera við at skapa førleikamenning, gransking og kreativitet. Tí heldur hon eisini, at tað skuldu verið góð útlit fyri at hesin vakstrarpakkin fer at vinna frama tá til stykkis kemur. Immateriellar vinnur loysnin Framtíðarinnnar elbilar í Danmark Stóri áhugin fyri elbilum hevur ført til, at Danmark eisini skal vera við í menningini av framtíðarinnnar elbilum. Í hesum sambandi hevur Aalborg Universitet fingið 14 milliónir krónur til verkætlanina ”Fremtidend højeffektive elbil integreret i elsystemet” Ætlanin gongur m.a. út upp á at menna nýggjar el­motorar, stýringar og effektiv battaríir til bilar. Við hesi verkætlan rokna vit við at Danmark í framtíðini verður ein tíðandi undirveitari til ein bilídnaða sum er í stórari tøkniligari broyting, sigur John K. Pedersen frá Institut for Energiteknik á Aalborg Universitet. Løgtingið hevur nú samtykt eykajáttanina til Strandfaraskip Landsins soleiðis, at farast kann undir tær umbyggingar, ið skulu til, fyri at seta Ternuna inn á Nólsoyarleiðina STRANDFERÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur leingi verið arbeitt við einari ætlan um, at Ternan skal setast inn á Nólsoyarleiðina, meðan ver­ and skip, Ritan, verður flutt norður í Hvannasund at røkja farleiðina út í Fugloy og Svínoy. Og nú røkist so endiliga nakað fyri, at hendan ætl­ anin verður til veruleika. ­ Løgtingið hevur nú samtykt ta eykajáttan, sum vinnumálaráðið hevur biðið um til Strandferðsluna, so neyðuga umvælingin kann gerast á bæði skipini, sigur Johan Dahl. Strandferðslan leggur í løtuni seinastu hond á tilfar­ ið, sum skal til, fyri at fáa bjóða arbeiðið út og framt, og tað verður gjørt í Før­ oyum. ­ Ætlanin er at fáa gjørt Ternuna fyrst og fáa sett hana í sigling um Nólsoy­ arfjørð, og síðani verður so Ritan umvæld og sett inn á Fugloyar­ Svínoyarleiðini, sigur Johan Dahl. Hann metir, at tað fara at ganga einir tveir tríggir mán­ aðir, so skuldi hendan ætl­ anin verið førd út í lívið. Ferjulega Men eitt er at seta Ternuna inn í siglingina til Nólsoyar, eitt annað er, at skipið fær lagt at. Og tað skal gerast í einum samstarvi millum Strandfaraskip Landsins og Tórshavnar Havn. ­ Eg havi skilt á Strand­ ferðslustjóranum, Boga Mortensen, at tað er eitt samskifti millum Strand­ ferðsluna og Tórshavnar Havn. Sjálvur havi eg ikki verið inni í myndini har annað enn, at eg havði ein fund við Tórshavnar býráð fyri nøkrum mánaðum síð­ ani, har eg kunnaði um ætl­ anina, og har vóru uppskot frammi um, hvar Ternan kundi leggja at í Nólsoy, so hon liggur trygt, sigur Johan Dahl. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at landið hevur bjóðað fram ferjuleguna í Vest­ manna at flyta til Nólsoyar um so er, at hon er egnað. ­ Hon hevur jú verið nýtt til Ternuna fyrr, og annars líti eg á, at báðir partar, Strandferðslan og Tórshavn­ ar Havn, finna eina loysn á tí. Tað ivist eg ikki í, sigur Johan Dahl. Klárt í vár Ternan verður gjørd fyrst, og tað fara at ganga tveir tríggir mánaðir, til hon er tøk, men hvussu verður so við Rituni í Norðoyggjum. ­ Ongantíð ov skjótt, og helst í gjár. Men tað tekur tíð at gera tær broytingar, sum skulu gerast, og Ritan skal broytast so, at atkomi­ ligheitin hjá fólki verður betri og tryggari, umframt onnur smáting. Ternan skal hava sett barlast tangar í og eina lyftu umframt aðrar smálutir, so tá vit hava sagt tveir tríggjar mánaðir, vóna vit, at tað verður liðugt tá, sigur Johan Dahl. Sostatt kann roknast við, at tá komið verður út í februar­mars mánað, verða skipini klár at seta inn í sínar nýggju farleiðir. Ternan klár í vár Løgtingið hevur samtykt eykajáttan til Strandferðsluna, og í vár verða Ternan og Ritan klárar at seta inn í nýggju farleiðirnar Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, var við á tíðindafundinum í morgun Mynd: Jens Kristian Vang