Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

· Fax 317873 Lan g Spøl & bøkur til ein og hvø vø v nn ! -tað loysir seg 20 Nr. 232 - 30. november 2001 Nr. 232 - 30. november 2001 21 Navnið er enn Casa- blanca, men nú merkir hetta nakað annað, enn áður. Nú er Casablanca ein av vakrastu matstovum í landinum. Ein italiensk matstova, har italienska køkslistin er í hásæti og fevnir um pizza, pasta ella fiskarættir, so sum svørðfisk úr Italiu MATSTOVUR Dagfinn Olsen Spákar ein sær í dag framvið Casablanca í Tórs- gøtu í Havn, so er navnið tað sama, men virksemið fevnir ikki longur um náttklubba, men um eina snøgga matstovu í itali- enskum stíli. Svørðfiskur Matstovan hevur verið opin nú í eina viku. Og hølini eru av teimum snøggastu og italienska køkslistin er í hásæti. Italienskir rættir er á matarseðlinum. Rættir, sum vit kenna: pizza og pasta. Men eisini eru t.d. fiskarættir á matarseðlinum og nevnast kann, at til ber at keypa sær nakað so forkunnugt, sum svørðfisk, ið kemur beinleiðis úr Italiu. Matarseðilin er fjøl- broyttur og væl liggur eisini fyri hjá familjum at vitja, tí eisini barnamenu er at fáa. Í nýggju italiensku mat- stovuni í Casablanca er rúm fyri eini 60 gestum og hugnaligt er inni. T.d. setir opin køkur dám á. Fjølbroytt virksemi Hurðarnar lótu upp miku- dagin fyri viku síðani, sigur ein av royndastu monn- unum innan matstovu- tænastu í Føroyum, Dánjal Mariusarson, ið hevur dagligu leiðsluna á nýggju matstovuni. Hann hevur góðar vónir, og metir, at tað hevur eydnast at innrættað eina sera hugnaliga matstovu, ið telist millum tær vakrastu í landinum. Virksemið er nógv og ymiskt undir somu tekju. Nú ber til at eta búff, ella okkurt meira tann vegin, í Rio Bravo, til ber at eta italienskt í Casablanca og café tilboð er í caféini, ið nevnist Manhattan. Alt hetta er undir somu tekju og hevur verið ein støðug menning, síðani Rio Bravo byrjaði fyri eini 10- 12 árum síðani. Nýggjasta tilboðið í høvuðsstaðnum er møguleikin fyri at fara út á italienska matstovu at hugna sær. Nýggj italiensk matstova Leygardagin 1. desember kl 14:00 fara næmingar í 9.a á Venjingarskúlanum at selja heimagjørt jólaprýði á Meiarínum. Komandi vár ætlar flokkurin sær skíferð til Noregs, men fyri at hetta kann gerast ein veruleiki eru tey noydd at skipa fyri ymiskum fyri at savna pening saman til túrin. Foreldrini vildu royna onkran annan hátt at savna pening saman enn køku- tombola. Tí hava næmingar og foreldur tann seinasta mánaðan gjørt ymiskt jólapynt at selja. Umframt jólaprýði fara næmingarni eisini at selja heitt kakao og vafflur. Sølan byrjar kl 14:00 og heldur fram til einki er eftir. Men minnist til: inngongd- in er í Magnus Heinasonar gøtu – yvir av Ruba. -ib Heimagjørt jólapynt á Meiarínum Langan Leygardag -20% Øll vøra Langan Leygardag vit lata -10% av øllum M. Heinasonargøta 23 Tlf. 312380 Sosialurin - 311820 Tórsgøta • 100 Tórshavn • Tel. 31 13 95 P/F Langur Leygardagur Leygardagin er opið til kl. 17.00 Vælkomin inn á gólvið Brakandi Tilboð 150,- -20% Allir aðrir jakkar/frakkar Tórshavn Klaksvík tel. 456517 tel. 311305 Gummijakkar stuttir/langir 3 litir, S-XL, frítt val bert galdandi leygardagin 1/12 C M Y K 21 20