hósdagur 19. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2009
17
- Aftan á at hava verið uppi
í hesi vinnuni meginpartin
av lívinum og á ymsum økj-
um, haldi eg, at fiskadaga-
skipanin er tann besta,
sum er um okkara leiðir -
og hon kann nýtast fyri øll
vanlig botnfiskasløg, sigur
Olaf Olsen, fyrrverandi
reiðari, løgtingsmaður og
landsstýrismaður
N
ú hava føroyingar roynt seg
við ymiskum skipanum
viðv. botnfiskaveiðini tey
seinastu 30 árini,
1) við fríari veiði,
2) undir avmarkaðari veiði,
3) undir kvotaskipan og
4) undir fiskidagaskipan.
Hetta átti at givið eina vitan,
sum kann nýtast til at leggja
ætlanir frameftir.
Eg havi fylgt við í mong ár,
havi verið partur av tí sjálvur
frá ymiskum hornum, men eri
nú so leysur av tí, at eg átti at
kunna sæð støðuna úr einum
rímiliga neutralum sjónarhorni.
Tað eru fleiri, sum hava fylgt
væl við, og eg havi gjørt mær
rættiligan ómak við at skriva
niður tað, sum er hent gjøgnum
árini.
Kann so hetta nýtast til nak
að? Kunnu niðurstøður gerast
út frá tí, sum hent er? Við
hvussu stórari vissu kunnu vit
úttala okkum um framtíðar
viðurskfti?
Eg haldi, at eitt kann sigast
fyri vist, og tað er, at hvussu so
væl ein hevur fylgt við, so kann
ein aldri siga við 100% vissu,
at soleiðis verður tað aftur, ella
soleiðis verður tað í hvørt fall
ikki. Tað verður altíð ein
feilmargin. Jú longri tíðarskeið,
ein kann vísa aftur á, jú fleiri
óvissur koma undan kavi, men
samstundis kann sporast, at
nakað helst endurtekur seg.
1. Fiskiskapur í fríari veiði
Í mong ár var havið frítt, og ein
kundi veiða, hvar ein vildi og
hvat ein vildi. Tað var betri við
hvørt og verri til aðrar tíðir. Tað
var ikki hugsað nógv um
umhvørvið, og havið sá út til at
vera so stórt, at tað toldi at taka
ímóti øllum, sum varð koyrt í
tað. Heldur ikki vóru skip og
manningar útgjørd uppá at taka
sær av øllum, sum kom
innanborða. Nøkur hildu tó, at
hetta kundi ikki halda fram
óskipað.
Men tað var ikki bara sum at
siga tað, at fáa skipað fiski
vinnuna á heimshøvunum
soleiðis, at øll tóku undir við tí,
men av tí, at hvørt land sær
hevði brúk fyri at skipa sína
fiskiveiði, so bar til hjá nøkrum
at tosa saman um tað. Sum vit
vita, so endaði tað við, at vit og
onnur lond fingu 200 fjórðinga
fiskimark.
2. Fiskiskapur undir
skipaðari veiði
Tann skipaða veiðan byrjaði
við, at øll veiðifør skuldu hava
fiskiloyvi. Tað avmarkaði
nakað, men tað vísti seg, at teir,
sum høvdu áhuga fyri at fáa
sær fiskifar, vóru góðir til at
argumentera fyri, at teir áttu at
fáa loyvi. Hetta førdi til, at
veiðiorkan vaks rættiliga nógv.
Aftan á at flotin var vorðin nóg
stórur eftir metan hjá teimum
flestu, var lógin um endurnýggj
an av skipaflotanum framvegis
í gildi. Henda lóg bar m.a. í
sær, at studningur og fígging
varð latin til at útvega skip fyri.
Hon átti at verðið avtikin, langt
áðrenn hon varð tað.
3. Veiða undir kvotuskipan
Táið kreppan kom fyrst í níti
árunum var álagt okkum frá
dønum at avmarka veiðina
drastiskt, meir enn flestu før
oyingar hildu vera forsvarligt.
Úrslitið varð, at vit fingu lógina
um fiskivinnu í 1994. Fyri at
geva myndugleikunum heimild
til at regulera alla fiskiveiðina,
kom orðingin um, at fiskurin
var fólksins ogn inn í tekstin.
Hetta varð ikki væl dámt av
fleiri tingmonnum, og tað vísti
seg eisini, at henda orðing varð
misnýtt av mongum. Ætlanin
var bert at fáa eina heimild til
løgtingið at regulera fiskiskapin
við, men hetta varð nýtt til at
argumentera fyri at sosialisera
fiskiveiðina.
Ì lógini stóð, at tað skuldi
gerast ein kvotaskipan, har
førini fingu rætt til at veiða
eina ávísa nøgd av hvørjum
fiskaslagi sær. Eg minnist, at
tað vóru sera fáir tingmenn,
sum hildu hesa skipan verða
góða, men helst kendu seg
kroystar til at samtykkja hana,
tí hetta vóru harraboð frá teim
um, sum skuldu fíggja føroyska
samfelagið.
Lógin varð broytt aftan á
hálvtannað ár. So varð kvota
skipanin avtikin, tí tað vóru ov
stórir vansar við henni. Eg
minnist, at okkara skip fingu
400.000 kr í bót fyrsta árið fyri
at veiða ov mikið av hýsu.
Hóast skipini hjá okkum
royndu eftir upsa, so var ógjør
ligt ikki at fáa nakað av øðrum
fiskasløgum við. Hetta høvdu
allir trupulleikar av. Vit sóu nú í
fjølmiðlunum eina frágreiðing
um toskin í Eystrasalti, har
bæði fiskimenn, fiskifrøðingar
og myndugleikar vóru lagdir
undir at hava skuldina fyri, at
so nógvur fiskur fór deyður
aftur í havið.
4. Veiða undir fiskidagaskipan
Lógin varð síðani broytt til eina
veiðiorkuskipan, sum bygdi á
fiskidagar til hvørt fiskifarið.
Hendan skipan hevur verið
galdandi síðani 1996. Hon er tó
ikki galdandi fyri allan veiði
flotan, men fyri teir flestu, sum
royna eftir botnfiskasløgum.
Henda skipan hevur veikleik
ar, sum næstan alt hevur, tó ikki
so stórar, at ikki ber til at leggja
upp fyri teir flestu. Tað hevur
ikki verið gjørt nóg nógv fyri at
definera veiðiorku, og heldur
ikki fyri at hondheva hana. Um
tað varð gjørt, hevði henda skip
anin verið ein tann besta, sum
er. Tað slepst undan útkasti,
óneyðugt at fylgja við, hvar
veiðan verður landað, ikki
neyðugt at kanna, hvørji fiska
sløg eru í lastini, og hvussu
nógv tey viga. Tað fáast upplýs
ingar frá vinnuni, sum eru eftir
farandi, tí tað er einki at fjala, t.
d. vekt, fiskasløg, hvar hevur
verið roynt, hvar verður landað.
Hvørjir eru vansarnir?
Í fiskivinnuni eru vansar, sum
so mangar aðrar staðir. Fiski
menn kunnu vera ábyrgdar
leysir, so teir ikki hava atlit til,
at tað kann veiðast ov hart, men
teir, sum hava hana til livibreyð,
fara valla at veiða so hart, at
teir avoyða stovnarnar. Dálking
av ymsum slag er eisini nakað,
sum kann ávirka stovnarnar og
fiskiskapin til tað verra.
Fiskifrøðingar og aðrir, sum
fylgja við fiskivinnuni, hava
heldur ikki alla ta vitan, sum
skal til fyri at vita, hvussu fram
eigur at vera farið. Fiskifrøðing
ar hava stevnt eftir at kunna
halda ein javnan fiskiskap hvørt
ár, men eg haldi, at í dag sæst,
at tað hvørki er tað, sum kann
náast, heldur ikki at tað eigur at
vera eitt mál í sær sjálvum. Tað
er ov nógv sveiggj í føðini til,
at tað kann vera nakað, sum
eigur at verða stevnt ímóti.
Náttúran er alt ov samansett til,
at tað kann fáast í lag.
Tilráðing
Aftan á at hava verið uppi í hesi
vinnuni meginpartin av lívinum
og á ymsum økjum, haldi eg, at
fiskadagaskipanin er tann besta,
sum er um okkara leiðir, og hon
kann nýtast fyri øll vanlig botn
fiskasløg. Uppsjóarveiðan er
nakað øðrvísi, men eisini hon
eigur at hugsast um, men vit
fáa ikki gjørt nakað einsamallir
við hana, tí aðrar tjóðir eru
innblandaðar av tí, at hetta eru
fiskastovnar, sum ferðast inni á
økjum hjá fleiri londum.
Djúpvatnstrolararnir eiga at
verða tiknir upp í skipanina.
Tað er gjørligt at taka nakrar
málieindir, sum hava stóran
týdning, og nýta tær til at defin
era veiðiorkuna við. Tað er so
nógv ymiskt, sum ávirkar, men
tað er ikki neyðugt at taka alt
við, tí náttúran er góð at laga
seg til. Skipanin eigur at endur
skoðast við ávísum millumbil
um, men ikki oftari enn fimta
hvørt ár. Høvuðslutirnir, sum
kunnu nýtast at regulera við, er
fyri trolararnar motorstødd,
spælstødd, pelatrýst, elektronisk
útgerð. Fyri línuskip fyrst og
fremst húkatal og elektronisk
útgerð. Fyri snelluskip tal og
slag av snellum. Fyri smáu
førini er ikki neyðugt at regu
lera fyri veiðiorku, tí tað regu
lerar seg sjálvt við tað, at táið
nógvur fiskur er til, so verður
roynt meir, og harvið fæst
meira burturúr, sum er positivt,
og er lítið at fáa, so royna færri,
og tað er positivt fyri
fiskastovnin.
Tað vil siga:
• Nýtið fiskidagaskipanina
• Fáið djúpvatnstrolararnar í
hana eisini
• Arbeiðið við at fáa
uppsjóvarveiðina eisini í
skipanina
•Gerið greiðar reglur fyri
veiðiorku
• Myndugleikarnir mugu
hondheva reglurnar
• Endurskoðið skipanina
fimta hvørt ár
Oljunýtslan gjøgnum 30 ár
Eg haldi, at tað eigur ikki at
fara ov vítt við at avmarka t. d.
oljunýtsluna, tí tað hevur verið
gjørt rættiliga nógv við tað
gjøgnum tíðina. Eg kann nevna,
at trolararnir hjá okkum byrjaðu
at fiska í 1977. Tá nýttu teir
1,05 litrar av olju fyri hvørt kg
av fiski, sum teir veiddu. 1982
og 1983 løgdu teir um til
partroling, og tá nýttu teir 0,68
litrar fyri hvørt kg av fiski.
2002 og 2004 komu nýggj skip
fyri tey gomlu, og tá fór
oljunýtslan niður í 0,35 litrar
fyri hvørt veitt kg. Hetta sýnir,
at tað er nógv broytt við orkuni
hjá trolarunum. Um nakar vil
eftirkanna hetta, so er hann
vælkomin at fáa nóg mikið av
data til at kanna, um hetta er so.
_________
Tilmæli:
1. Nýtið fiskidagaskipanina
2. Fáið djúpvatnstrolararnar í
hana eisini
3. Arbeiðið við at fáa
uppsjóvarveiðina eisini í
skipanina
4. Gerið greiðar reglur fyri
veiðiorku
5. Myndugleikarnir mugu
hondheva reglurnar
6. Endurskoðið skipanina fimta
hvørt ár
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Fiskivinnupolitikkur 2009:
Fiskadagaskipanin er tann
besta sum er um okkara leiðir
Tíðargreinin
tíðargreinin
Olaf Olsen
FAKTA:
Oljunýtsla hjá
Beta-trolarunum:
1977: 1,05 litur av
oljur fyri hvørt kg
1983: 0,68 litur av
oljur fyri hvørt kg
2002: 0,35 litur av
oljur fyri hvørt kg