hósdagur 19. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 222 - 19. november 2009
Tað hevur verið alment
frammi, at eyka kostnaður,
áljóðandi 25 milliónir krón
ur, skal brúkast til Tórs
havnar Kommunuskúla,
um 10. flokkur verður í
skúlanum komandi ár.
Hetta er beinleiðis skeivt
– ja, ein villleiðing!
Umleið 80, 10. floks
næmingar eru í løtuni í
Tórshavnar Kommunu
skúla, og tað kostar ikki
eina einastu krónu eyka
framhaldandi at hava hetta
talið – svarandi til helvtina
av 10. floksnæmingum í
kommununi – í Tórshavnar
Kommunuskúla komandi
skúlaár.
Fyri nøkrum mánaðum
síðani vóru umboð úr Tórs
havnar Býráði, arkitekti og
umboð fyri fyrisitingina í
býráðnum á vitjan í Komm
unuskúlanum, har tey
løgdu eina heildarætlan
fram viðvíkjandi Tórs
havnar Kommunuskúla.
Heildarætlanin umfatar
m.a. umvæling og umbygg
ing av sethúsunum við
Tróndargøtu til 4.,5. og 6.
flokk at húsast í, og um
vælingar og umbyggingar á
stóra gula høvuðsbygning
in, varð upplýst á hesum
fundinum. Fyrri bygning
urin er 93 ára gamal, seinni
53 ára gamal og eru báðir
sum øllum kunnugt sam
bært byggifrøðingum í sera
vánaligum standi. Tí er tað
ikki rætt at siga, at 10.
flokkur hevur nakað sum
helst við hesa neyðugu
umvælingarætlan at gera.
Øll vita, at skúlin er fongd
ur við soppi og er fyribils
viðgjørdur, men hetta skal
sjálvandi fáast í rættlag
undir øllum umstøðum.
Tað er frá kommununar
síðu lagt upp til at føra
hesa heildarætlan út í lívið
yvir eitt áramálsskeið uppá
45 ár. Hetta er ein ætlan,
sum má setast í verk –
skuldi helst langt síðani
verið sett í verk og hevur
als einki samband við 10.
flokk, um 10. flokkur er á
skúlanum ella ikki!
Tórshavnar Kommunu
skúli hevur eina framúr
góða 10. floksskipan, sum
leiðsla og starvsfólk skúl
ans hava ment seinastu
umleið 4 árini. Hetta er ein
sólskinssøga, og eigur Tórs
havnar kommuna heldur at
breggja sær av at hava ein
skúla sum veruliga hevur
ment eitt 10.floks tilboð
sum næmingar, foreldur og
lærarar eru glað fyri.
Tað er hugstoytt, at ístað
in fyri gleði og stoltleika er
hetta vorðið ein kleppur
um beinini hjá kommun
uni, og býráðspolitikkarar
eru enntá farnir so langt
sum at seta umbygging av
Kommunuskúlanum upp
ímóti ellisheimi yviri við
Strond. Tílíkt eigur ikki at
koma fyri í einum siðment
aðum samfelagi – vit
skriva 2009 !
Vænti og vóni, at um
røðan av hesum máli,
verður vend aftur á beint,
so ein verulig viðgerð kann
fara fram, á sakligum
grundarlagi til gagns fyri
allar partar.
Grugg flytir fokus!
forkvinna í skúlastýri
num fyri Tórshavnar
Kommunuskúla
AndreA
Heindriks
dóttir
Sparingar skulu gerast hjá
Strandferðsluni.
Jóhan Dahl sær tveir
møguleikar.
1. At lækka túratalið og
harvið gera umstøðurnar
verri hjá teimum, sum í
verandi løtu hava tað
vánaligasta sambandi til
høvuðsstaðin.
2. At økja kostnaðin hjá
teimum, sum í dag gjalda
mest fyri at koma til
høvuðsstaðin.
Hetta er at traðka
liggjandi fólk, tí aðrir
møguleikar eru at finna.
Á fleiri herðum
Í dag gjalda allir føroying
ar fyri at koma til Havnar.
Allir uttan teir, sum búgva
á risunum báðum, Eystur
oynni og Streymoynni. Hes
ar oyggjar sleppa undan at
rinda fyri sínar vælútbygdu
ferðamøguleikar. Góðir
breiðir vegir, lýsandi tunnl
ar og nýumvalda brúgv.
Tað er eingin ivi í mínum
huga. Vit eiga nógv heldur
at taka eitt tunnulsgjald frá
hesum økjum, enn at pína
og kroysta lívið úr útjaðar
anum í Føroyum.
Vit kundu gjørt eina
samhaldsfasta skipan, sum
umfataði alt ferðslukervið í
Føroym, tað veri seg á
landi, undir landi og á
sjónum. Tann berandi
tankin er at vit tá verða
fleiri, sum lyfta. Hendan
skipan átti at fevnt um
tunnilgjøld og ferðagjald
við ferðamannaskipum.
Ein slík skipan hevði gjørt
tað møguligt at skrúva
fleiri knøttar samstundis og
harvið gjørt at tað ikki var
neyðugt at skrúva knøttar
nar so langt. Eisini hevði
tað javntstilla fleiri økir í
Føroyum.
Skipani í samband við
ferðslukervið
Hetta kann gerast við at
knýta Norðoya, Vága,
Norðskála og Kollfjarða
tunlarnar saman við ferða
mannaskipaunum. Alt í
eina skipan. Skipanin skal
virka á tann hátt, at bilurin
bert verður skrásettur
einaferð um dagin. T.v.s. at
tað kostar tað sama at
koyra gjøgnum allar tunlar
nar, sum tað kostar at
koyra gjøgnum ein og
hevur tú goldið í einum
tunnli, er ferðabáturin
ókeypis. Hinvegin eru
tunlarnir ókeypis, um tú
hevur goldið umborð.
Hendan skipan hevði til
einkis gjørt trupulleikan
hjá Jóhan Dahl so
dyggiliga.
Tað er mær ein gáta at
landsins kostnu ikki síggja
hendan møguleikan, men
áhaldandi traðka liggjandi
fólk.
At traðka liggjandi fólk
Klaksvík
Jónleif
JoHAnnesen
Í Dimmalætting 11. í h.
mð. skrivaði Tórbjørn
Jacobsen m.a. »Vit hildu
lítið um politiska makt
loysi, ABCsamgongan
hevur sýnt, tá ið hon av
reiddi dønum Íleggingar
grunnin. Tá ið nú hetta var
hent, so valdu vit ta prag
matisku loysnina at mæla
til at útbyggja við realiser
ing av tí niðurlagda
grunninum.«
Hetta lítla brotið úr
drúgvari grein ber boð um,
at greinskrivarin antin ikki
er nóg væl informeraður
um Íleggingargrunnin fyri
Føroyar, ella at hann við
fullum vilja skrivar villleið
andi og ósatt.
Um greinskrivarin við
hesum vil kunngera, at
Íleggingargrunnurin fyri
Føroyar, sum í 45 ár hevur
verið tann fíggjarliga
mønin í almennari útbygg
ing av Føroyum, er avreidd
ur dønum og niðurlagdur,
er okkurt vindandi skeivt,
sum vanlig fólk als ikki
kunnu skilja.
Fyri at hjálpa fólki (og
greinskrivaranum) aftur á
beint, fer undirritaði við
hesum at geva fylgjandi
stuttu frágreiðing um Ílegg
ingargrunnin fyri Føroyar:
Tann 28. januar 1964
viðtók Fólkatingið at seta á
stovn Íleggingargrunn fyri
Føroyar (Investeringsfond
for Færøerne). Í nøkur ár
játtaði Fólkatingið milli
ónir til grunnin soleiðis, at
stovnsfæið kom upp á 140
milliónir.
Endamálið við hesum
grunni var í fyrsta lagi at
»yde lån til investeringer,
navnlig i større offentlige
anlæg og lignende, som må
anses påkrævede eller
ønskelige af hensyn til det
færøske erhvervslivs
udvikling….«
Grunnurin var tey fyrstu
mongu árini umsitin av
forsætismálaráðnum, áðrenn
hann fyri uml. 30 árum
síðani var fluttur til Føroya.
Handanin og móttøkan
av grunnsins skjølum,
dokumentum og tøkum
peningi í 100milliónatali
fór fram á landsskrivstov
uni í Tinganesi við fólkum
frá forsætismálaráðnum
øðrumegin og einum full
trúa á landsskrivstovuni og
roknskaparstjóranum á
Føroya Gjaldstovu hinu
megin. Alt varð kannað og
talt upp og kvittað frá báð
um síðum. Dagin eftir fóru
fulltrúin, roknskaparstjórin
og embætisfólkið frá for
sætismálaraðnum sight
seeing til Fuglafjarðar.
Á Føroya Gjaldstovu
varð beinanvegin rakstrar
og fíggjarroknskapur
etableraður. Ein 5manna
nevnd við formanni sum
grunnsins hægsti myndug
leiki, í samsvar við fólka
tingslógina frá 1964, varð
vald av landsstýrinum.
Nevndin skal avgreiða
grunsins ársroknskapir
landsstýrinum til góðkenn
ingar, og landsstýrið skal
senda roknskapin forsætis
málaráðnum til kunningar.
Í hesi mongu ár hevur
Íleggingargrunnurin fyri
Føroyar havt ein sera avger
andi leiklut í tí almennu út
byggingini av Føroyum:
Nýggir landsvegir, nýggj
berghol, útbygging av SEV,
bjarging av Atlantic Airways
undan húsagangi, banka
kreppan 1992/93 o.s.fr.
Vit eiga ikki at gloyma,
at í árunum 19481992 átti
løgtingið 10tals grunnar
við milliardavirðum:
Vinnulánsgrunnurin,
grunnurin til endurnýggjan
av fiskiskipaflotanum,
veðhaldsgrunnurin, olju
grunnurin, upphøggingar
grunnurin, landskassaútlán
o.s.fr. Allir hesir grunnar
eru so syndarliga farnir í
søguna. Og »heimsins
mest framkomni« veiði
floti, kemikaliuskip, frysti
og farmaskip, í stóran mun
fíggjað úr grunnum og
landskassanum, hvurvu øll
sum kavi fyri sól. Milli
ardir av almennum peningi
hvurvu. Úr hesum ragnar
økum osar enn dagin í dag!
Vit føroyingar mugu vera
takksamir fyri, at tað ikki
eydnaðist loysingarfólki á
løgtinginum at fáa kvørkra
tak um Íleggingargrunnin
fyri Føroyar, á sama hátt
sum tey nú í 8 ár hava hildið
um kvørkrarnar á blokk
stuðlinum úr ríkiskassanum.
Men tað, sum órógvar
sálarfriðin meira enn nakað,
er, at hesir somu landspolit
ikkarar áhaldandi tala og
skriva villleiðandi og ósatt
um vitalar tilveruspurning
ar. Hvussu kunnu vit kenna
okkum trygg undir slíkum
krypilskendum, mentalum
viðurskiftum?
Tað, sum her er skrivað,
loysir ikki gátuna: Hvussu
kann ein ABCsamgonga
avreiða dønum ein danskan
grunn? Og hvussu kann
ein niðurlagdur grunnur í
komandi tvey ár fíggja
útbygging av flogvøllinum
í Vágum við hundraðtals
milliónum?
Áhaldandi politiskur
sálarkuldi seta djúp, greflig
spor í okkara lítla samfelag.
Føroya søga hevur annað
uppiborið.
Ella verður tað kanska
søgan um »Die Commedie
einer Tragedie«, sum
okkara eftirkomarar skulu
minnast og goyma so væl?
Almennur peningur
Á oasuni
’Hvíldarheimið Naina’,
vikur 44/45, 2009
Heri MoHr
Eg má hava rakt eitt eymt punkt hjá
Jóannes Eidesgaard, síðan hann velur at
vevja alt upp í ein ellubita.
Jóannes Eidesgaard viðgongur tó, at
hann og hansara flokkur brúka ikki nógva
tíð upp á okkara ríkisrættarligu støðu, tað
málið hevur als ikki nakran sum helst
týdning fyri Javnaðarfloksins støðu beint
nú. Spurningurin um samríki ella loysing
er nakað, sum Tjóðveldi og
Sambandsflokkurin kunnu undirhalda við,
vit hava onnur og munandi meira
týdningarmikil mál at viðgera.
Jóannes Eidesgaard skrivar eisini, at
spurningurin um samríki ella loysing er
eitt meira enn 100 ára gamalt klandursmál.
Ja, har eru vit púra samdir, men hví ikki
gera nakað við tað klandrið ?
Eg og ivaleyst mong við mær hava sæð
fram til, at Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin í sátt og semju tóku
burtur hetta keðiliga og møðandi kland
ursmál við eini fólkaatkvøðu, men tað
verður helst av ongum, so leingi
Javnaðarflokkurin framhaldandi hevur so
lítlan áhuga í hesum týðandi máli.
Bert til undirhald?
trygvi f.
guttesen
viðmerkingar