Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 222 - 19. november 2009 Tá grønlendingar fyrr í ár fingu sjálv stýri, fingu teir millum annað ábyrgd ina av kirkjuni. Spurn­ ingurin er nú, um Grønland skal hava sína egnu kirkju, ella um kirkjan fram­ haldandi skal verða partur av teirri donsku fólkakirkjuni. Biskupurin í Nuuk mælir politikarunum frá at gera sum før oy­ ingar Grønland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Enn hava politikararnir ikki sagt, hvørja støðu kirkjan skal hava, men spyrja teir landsins biskup, Sofie Petersen, nýtist teimum ikki at bíða leingi eftir svarin­ um. – Eg haldi, at kirkjan skal framhaldandi verða partur av teirri donsku fólka kirkj­ uni ella kirkjuni í ríkis­ felags skapinum, sum um ­ fatar bæði ta donsku og ta grønlendsku fólkakirkjuna. Eftirm mínum tykki hoyra vit saman, sigur Sofie Peter sen við grønlendska kringvarpið KNR. Í 1993 bleiv kirkjan í Grøn landi skipað sum sjálvstøðugt biskupsdømi í donsku fólkakirkjuni við egnari stiftsstjórn. Sofie Peter sen heldur, at sjálvt um sjálvsstýrislógin gevur grønlendingum lóggávu­ rættin í kirkjumálum, eru tað framvegis fyrimunir við at lata ta grønlendsku kirkj­ una halda fram sum partur av felagsskapinum. – Kirkjan í Grønlandi er so lítil, at tað verður trupult hjá henni at standa einsa­ møll. Vit hava sera tætt til­ knýti til ta donsku kirkjuna, og hesum kunnu vit fáa gagn av, eitt nú tá tað snýr seg um limaskap í teimum stóru heimsfelags skapun­ um. Nógvar av hesum fyri­ munum missa vit, um kirkj­ an her verður sjálvstøðug. Vit hava ikki orku ella um ­ støður til at átaka okkum hesi viðurskiftini, og tí er tað betur at brúka fyri mun­ irnar við at vera í kirkjuni í ríkisfelagsskapinum. Vit hava heldur onga orsøk til at uppfinna okkara egna djúpa borðisk, sigur Sofie Petersen við kringvarpið í Nuuk. Ikki sum føroyingar Grønlendski biskupurin hev ur fylgt við gongdini í Føroyum, eftir at føroyingar valdu at skipa sína egnu kirkju, og Sofie Petersen heldur ikki, at grønlendingar eiga at gera sum føroy ing­ ar. – Tað er gott, at føroyingar vóru fyrr enn vit, tí so kunnu vit sleppa undan at gera tey mistøkini, sum teir kanska hava gjørt. Vit eru ein lítil kirkja, og vit eru sterkari saman við øðrum, ið stríða sama stríð sum vit, sigur Sofie Petersen við KNR. Hon og aðrir grønlending­ ar bíða eftir einari frágreið­ ing frá Mimi Karlsen, lands stýrismanni í kirkju­ málum, um, hvussu verður við grønlendsku kirkjuni, og hvussu Landstingið fer at lóggeva á økinum. Grønlendski biskupurin mælir frá at fylgja føroyingum BYRJAR FRÍGGJADAGIN 20. NOVEMBER Í ár verður jólakappingin skipað soleiðis, at hvønn dag í 24 dagar verður ein puntur at klippa út og tá kappingin endar tann 23. desember skal lesarin senda okkum allar 24 puntarnar inn í brævbjálva merktur ”Jólakapping”. Puntarnir hava búmerkið hjá Betri pensjón á umframt eitt tal frá 1 til 24. Jólakappingin 2009 Boks 76 | FO-110 Tórshavn | Tel +298 341800 | post@sosialurin.fo Høvuðsvinningur í Jólakappingini eru 2 flogferðaseðlar frá Atlantic Airways og annars verða fleiri aðrar góðar jólagávur at vinna. Sofie Petersen heldur ikki, at grønlendingar skulu loysa kirkj­ una frá teirri donsku fólkakirkjuni, soleiðis sum føroyingar hava gjørt Mynd: KNR