Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 19. november 2009 21 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Henry Ingolf Steingrund, búsitandi í Havn, ætt­ aður av Glyvum, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 70 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin 19. november. Elisabet, deyð ár 1231. Dóttir ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á eini krossferð. Elisabet gav seg burturav í kirkjuliga tænastu, og fólk tóku til umsorgan hennara fyri sjúkum og fátækum og teimum, sum ongan góðan høvdu. Í 1229 læt hon byggja sjúkrahús í Marburg fyri tey, sum eingi onnur sjúkrahús vildu vita av. Hon varð lýst heilag kvinna í 1235. Navnið er hebráiskt og merkir Guð er fullkomin. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Vit takka øllum tykkum, sum stóðu saman um okkum, tá okkara góða Alma Matras (í Búðunum) doyði og varð jarðað. Hjartaliga tøkk øll somul. Familjunnar vegna Simona Í Sosialinum 17. november 1984 er ein samrøða við Per Højgaard á Sjómansheim­ inum í Havn um jóla­ pakkarnar. Per sigur m.a. í samrøðuni, at nú tíðin er komin, tá jóla­ pakkarnir skulu sendast teimum føroysku sjómonn­ unum, heitir hann á tey, sum ætla sær at geva jóla­ pakkar, um at koma við teimum so skjótt sum til ber, tí annars fáa sjómenninir teir ikki til jólar. Seinasta ár fingu 110 skip umleið 1500 jólapakk­ ar. Per vónar at pakkarnir verða eins nógvir í ár. Tað eru sjómanskvinnu­ ringarnir og einstaklingar kring landið, sum koma við pakkunum. Hesar kvinnur­ nar gera eitt stórt arbeiði við at tøta og virka til okk­ ara sjófólk, sigur Per Høj­ gaard við Sosialin. -red. Fyri 25 árum síðan: Jólapakkatíð í 1984 Per Højgaard við jólapakkum á Sjómansheiminum í 1984 Kelda: Sosialurin 17. november 1984 60 ára føðingardagur Mikudagin hin 18 nov. verður Eydna Hansen, Fuglafjørður, 60 ár. Dagurin verður hildin heima hjá soninum Hans Hansen, Hjallavegur 56, Saltangará, leygardagin hin 21. nov. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 20. nov. verður Jørleif Hansen, Fuglafjørður, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Leygardagin 21. nov. fyllir Marianna Joensen, Kvívík, 80 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 11 til 18. 80 ára føðingardagur Hósdagin 26. nov. verður Jana Poulsen, vanliga nevnd Jana í Garði, Strendur, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Maritu á Fríðufløtum 2, frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp Hósdagin 19. nov. hava hjúnini Ása og Jógvan Rasmussen, í Miðvági, gullbrúðleyp. Dagurin verur hildin heima, frá kl. 16. Øll eru vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 21. nov. hava hjúnini Annelena og Arnstein Niclasen, Hoyvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni í Hornahúsinum í Havn. Gullbrúdleyp Sunnudagin 22. nov. hava hjúnini Elsipa Jóhanna og John Frederiksen, í Miðvági, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og Kjartan Z. Jacobsen, Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698, til og við leygardagin 21. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14­19. merkisdagar veitst tú ikki tað? Tekniski Skúlin í Tórshavn hátíðarheldur í hesum døg­ um, at 75 ár eru liðin síðan skúlin varð stovnaður. Í tí sambandi verður almenn móttøka á Skúlaheiminum við Marknagil fríggjadagin 20. november kl. 15.00 Frá kl. 12­14.30 verður opið hús í Smiðjugerði fyri øllum áhugaðum, har næm­ ingar og lærarar vísa fram. -red. Almenn móttøka verður á Skúlaheiminum við Marknagil fríggjadagin kl. 15.00 Tekniski Skúlin 75 ár