hósdagur 19. november 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. november 2009 – Nr. 222 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Button til McLaren
Enski heimsmeistarin í Formel 1-kappkoyring, Jenson
Button, verður komandi kappingarár liðfelagi við
landsmannin, Lewis Hamilton, sum var heimsmeistari í
fjør. Button, sum vann meistaraheitið við felagnum Brawn
GP, skiftir nú til McLaren. Fyri einum ári síðani tosaðu fleiri
um, at hann var liðugur sum Formel 1-kappkoyrari, men
nú hevur hann fingið ein sáttmála, ið gevur honum ein
tungan lønarposa í fleiri ár.
Missir OL-gullmerki
Rashid Ramzi, sum upprunaliga er úr Marokko, men umboðar
Bahrain í frælsum ítrótti, hevur mist gullmerki í 1.500 metra
renning, sum hann vann á olympisku leikunum í Peking í
fjørsummar, orsakað av einari positivari dopingroynd. Hann er ein
av fimm íðkarum, sum eru tiknir fyri at brúka Cera, eftir at
dopingroyndirnar frá Peking eru kannaðar av nýggjum. Hini eru
David Rebellin úr Italia, Stefan Schumacher úr Týsklandi, Vanja
Perisic úr Kroatia og Athanasia Tsoumeleka úr Grikkalandi.
– At vit vunnu, var sjálv-
andi altavgerandi, men
fyri okkum hevði tað
eisini nógv at siga, at vit
megnaðu at halda nullið,
sigur annar av U21-lands-
liðsvenjarunum, Bill
McLeod Jacobsen
Tað var ein ovurfegin venjari, vit
høvdu í telefonini eftir dystin í Riga
í gjár, tá U21-landsliðið enn eina
ferð hevði gjørt tað, eingin hevði
roknað við og væntað: Vunnið 1-0 á
Lettlandi – enntá á útivølli!
– Vit vistu, at hetta fór at verða
ein torførur dystur. Men okkara
menn vístu góðan vilja og gott
spæl. Sæð yvir allan dystin var
spælbýtið helst 50-50, men vit
høvdu alla tíðina fult tamarhald á,
og har var ongantíð nakar panikkur,
sigur Bill McLeod Jacobsen.
– At vit vunnu, var sjálvandi altav-
gerandi, men fyri okkum hevði tað
eisini nógv at siga, at vit megnaðu
at halda nullið. Tað eydnaðist, tí vit
høvdu eina sterka bakkketu, ið taldi
rættiliga nógvar sentimetrar í
hædd. Hartil høvdu vit eisini ein
sera góðan miðvøll og eitt sera
hartarbeiðandi álop.
Bill sigur, at sum dystinum leið,
valdu teir at broyta spælið, so meira
fekst burturúr, at lettar ikki vóru so
næskir, sum teir høvdu verið fyrra
dystin.
– Vit løgdu trýst á teir langt
frammi á vøllinum, og sum tíðin
gekk, peikaði alsamt meira á, at tað
skuldi ganga okkara veg. Lettarnir
høvdu kanska fleiri málroyndir enn
vit, men okkara vóru væl vanda-
miklari, so talan gjørdist um ein fult
uppibornan sigur, sigur venjarin.
Andorra á skránni
Tíðliga í morgun byrjaði so fráferðin
úr Riga, sum í fyrsta umfari gongur
til Keypmannahavn. Seinnapartin
verður so flogið til Barcelona,
haðani koyrt verður í bussi í tríggjar
tímar, áðrenn ferðalagið seint í
kvøld er komið upp á pláss í
Andorra.
– Hesin dagurin verður møð sam-
ur hjá okkum øllum, tí so nógv
ferðing er á skránni. Men vit hava
so fríggjadagin til nakrar fyrireik-
ingar og onkra venjing áðrenn
dystin leygardagin, sigur Bill, ið ikki
vil undirmeta mótstøðuliðið, hóast
tað er væl og virðiliga aftast í
okkara EM-bólki.
– Teirra U21-landslið er nýtt og
hevur ikki tær stóru royndirnar, og í
hesi kappingini hava teir hvørki
fingið mál ella stig. Vit hava so ein
trumf í Boga Løkin, ið vónandi
verður klárur leygardagin, eftir at
hann nú sat uttanfyri, tí hann hevur
verið skaddur í knænum. Men eisini
hava vit aðrar frískar menn at seta
inn, um vit halda okkum hava brúk
fyri tí.
– At spæla aftur á U21-
landsliðnum var sera
stuttligt, men bara upp
á ein annan máta, enn at
spæla á A-landsliðnum.
Og so var tað heilt ótrúliga
stuttligt at vinna, sigur
Jóhan Troest Davidsen, ið
legði upp til sigursmálið
Tað eru liðini tvey ár, síðani Jóhan
Troest Davidsen spældi sín fyrsta
A-landsdyst, sum var á útivølli ímóti
Ukraina tann 17. oktober í 2007.
Síðani eru dystirnir blivnir 14 í tali,
men undan tí var hann ein av
berandi kreftunum á U21-
landsliðnum, og í gjár, tá Føroyar
vunnu 1-0 á Lettlandi, var hann
aftur á liðnum, hann ikki hevur
spælt við hesi bæði farnu árini.
– At hava verið á A-landsliðnum
hevur verið ótrúliga stuttligt, og tað
var tað sjálvandi eisini, nú eg aftur
var á U21-landsliðnum. Tað er bara
stuttligt upp á ein annan máta, tí eg
haldi, at vit vóru meira við, enn vit
eru vanir við tað á A-landsliðnum.
Og so var tað eisini heilt ótrúliga
stuttligt at vinna henda dystin,
sigur Jóhan, ið helt sigurin vera fult
uppibornan.
– Eg haldi, at vit vóru líka góðir
sum lettarnir, men annars skifti
trýstið allan dystin, so tað viðhvørt
vóru teir og viðhvørt vit, sum trýstu.
Teir brúktu nógvar langar send-
ingar, tí vøllurin var so vánaligur,
men vit í verjuni fingu ikki trupul-
leikar av tí. Har eru jú nógvir stórir
menn, og eg var enntá nógv tann
minsti av okkum fýra í aftastu
ketuni.
Gott sjálvsálit
Jóhan Troest Davidsen heldur, at
sigurin í Riga veruliga hevur gjørt,
at tað hevði verið tað vert at vant í
langa tíð, nú allir aðrir fótbóltsspæl-
arar langt síðani hava lagt gaggur-
nar á hillina fyri veturin. – Bara tað,
at vit so vunnu, gjørdi sítt til, at eg
siti við kensluni av, at tað veruliga
hevur verið tað vert, sigur Jóhan,
sum í gjár legði upp til sigursmálið,
tá hann sendi innfyri til Jóan Símun
Edmundsson, ið skoraði við einum
góðum skallara.
Leygardagin bíðar so næsta
avbjóðingin, og tá er tað Andorra,
sum er á skránni. Talan er um eitt
mótstøðulið, ið á ongan hátt kann
sammetast við Lettland, men fyri
tað heldur verjuspælarin, ið hesa
ferð var á høgra bakki, at farast má
inn á vøllin við rætta hugburðinum:
– Nú hava vit akkurát vunnið, so
sjálvandi hava vit gott sjálvsálit. Eg
kenni lítið og einki til Andorra,
annað enn, at teir ikki hava staðið
seg so væl, men hetta átti at verið
ein dystur, har vit hava møguleika
at vinna. Tað er tó sera umráðandi
fyri okkum, at vit fara inn á vøllin
upp á sama máta, sum vit gjørdu
tað ímóti Lettlandi, sigur Johan
Troest Davidsen.
hil
Nullið nógv
at siga
Alt stríðið vert
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Bill McLeod og Heðin Askham, ið saman hava ábyrgdina av U21-landsliðnum, eygleiða upphitingina
undan dystinum ímóti Lettlandi í gjár
Mynd: Fótbóltssambandið
Jóhan Troest Davidsen, sum her
gongur undan í upphitingini í
Riga í gjár, var fyrstu ferð aftur
á U21-landsliðnum, síðani hann í
2007 var tikin upp á A-landsliðið,
har tað higartil er blivið til 14
dystir Mynd: Fótbóltssambandið