hósdagur 19. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. november 2009 – Nr. 222
Spælararnir á U21-lands-
liðnum hava vant og venj-
ingardystir hvørja viku,
síðani landskappingin
endaði. Í gjár fingu teir
løn fyri alt stríðið, tá teir í
stórum stíli og við einum
sterkum innsatsi vunnu 1-0
á Lettlandi
Oktober og november eru neyvan
teir mánaðirnir á árinum, tá
føroysk ir spælarar helst vilja venja
og dríva á við fótbóltinum. Men tað
hava teir verið noyddir at gjørt, ið
spæla við U21-landsliðnum, tí á
skránni síðstu vikurnar hava verið
tríggjar venjingar og ein venjingar-
dystur – eftir at øll onnur eru givin
við fótbóltinum!
Tí mundi tað av sonnum kennast
sum løn fyri stríðið, tá dysturin á
Daugava-leikvøllinum í Riga endaði
við einum sensationellum sigri til
Føroyar, sum í september á heima-
vølli mátti lúta 1-3 fyri Lettlandi,
men hesa ferð fekk hevnt tapið við
einum 1-0 sigri.
Tað gjørdi tað ikki verri, at talan
var um ein fult uppibornan sigur, tí
hóast dysturin var javnur og bylgj-
aði aftur og fram, so høvdu Føroyar
minst líka nógvar góðar málmøgu-
leikar sum Lettland, og haraftrat
hevði føroyska liðið alla tíðina
tamarhald á – og tordi til fulnar at
spæla allar 90 minuttirnar.
Jóan Pauli Dahl Jakobsen var í
málinum, og frá høgru til vinstru
mannaðu Jóhan Troest Davidsen,
Rógvi Holm, Dánjal Davidsen og
Pól Jóhannus Justinussen verjuna.
Á ávikavist høgra og vinstra vongi
vóru Jóan Símun Edmundsson og
Rógvi Poulsen, og mitt á miðjuni
Róaldur Jacobsen og Kristoffur
Jakobsen. Framman fyri teir var
Christian Restorff Mouritsen og
einsamallur í álopinum Øssur
Dalbúð.
Broyttu taktikkin
Undan dystinum var greitt, at tveir
av bestu spælarunum, tá Lettland
vitjaði í Gundadali í september,
Edgars Gauracs og Artjoms Rud-
nevs, ikki vóru við, men venjararnir
vistu sum var, at lettar eiga nógvar
aðrar góðar spælarar, so tí var upp-
leggið, at spælast skuldi, sum um
hesir báðir vóru við.
Men so skjótt sum tað vísti seg,
at Lettland avgjørt var til at tosa
við, broyttist føroyska spælið. Bakk-
arnir báðir, Jóhan og Pól Jóhannus,
vóru øgiliga álopskendir og komu
ofta framvið, samstundis sum
Kristoffur Jakobsen tá datt eitt
sindur longur aftur at hjálpa
verjuni, skuldi brúk blivið fyri tí.
Vøllurin var slitin og ikki góður,
og tí brúktu lettar nógvar langar
sendingar, ið ongantíð góvu
føroysku verjuni stórvegis høvuð-
brýggj. Annar framherjin, Daniils
Turkovs, var rangstaddur í heilum,
og Ritvars Rugins, sum í fyrra
dystinum spældi vinstri vongur, var
heldur ikki nøkur serlig hóttan.
Í fyrra hálvleiki kom serliga tann
hartarbeiðandi Øssur Dalbúð til
tveir góðar kjansir. Fyrst tíðliga í
dystinum, tá hann smekkaði til eftir
jørð úr 20 metrum, men beint við
síðuna av. Og síðani stutt fyri
hálvleik, tá upplegg í vinstru skifti
yvir í høgru, haðani Øssur dróg inn í
vøllin og við góðum skoti noyddi
lettiska málverjan út í fulla longd.
Kundi verið meira
Í hálvleikssteðginum vóru allir
nøgdir við fyrstu 45 minuttirnar,
men semja var um, at meira skuldi
leggjast fyri í seinna hálvleiki, og
serliga ráddi um at gera skjótari av,
tá trýst skuldi leggjast á lettarnar,
sum longu langt afturi á egnari
hálvu fingu føroyingarnar ímóti
sær.
Hetta vístu seg at vera hyggjuráð,
tí hálvantíggjunda minutt inn í
seinna hálvleik kom sigursmálið, ið
tryggjaði U21-manningini trý stig
av tí slagnum, liðið nokk ikki hevði
kannað sær frammanundan.
Øssur fekk bóltin í høgru síðu, har
Fingu lønina í Lettlandi
Magnus Carlsen vann HM
Norski talvsnillingurin, Magnus Carlsen, setti alla heimselituna
upp á pláss og gjørdist yngsti heimsmeistri í snartalvi
nakrantíð. Eftir at 40 av teimum 42 talvunum vóru liðug í gjár,
var Magnus Carlsen hálvtfjórða stig framman fyri nummar
tvey, Viswanathan Anand úr India, og kundi tí ikki fáast aftur,
men endaði við at vinna við trimum stigum. Anand, ið var
heimsmeistari frammanundan, mátti sostatt boyggja seg fyri
18 ára gamla norðmanninum, ið eisini er ovast á óalmenna
styrkilistanum yvir bestu telvarar í heiminum.
Norsk feløg í vanda
Ikki færri enn 14 norsk fótbóltsfeløg eru í vanda fyri at missa
spæliloyvi, tí fíggjarstýringin er ov vánalig. Talan er um Lyn,
Tromsø, Strømsgodset, Start, Stabæk, Kongsvinger, Haugesund,
Hønefoss, Løv-Ham, Sarpsborg, Moss, HamKam, Skeid og
Notodden. Tey hava øll fingið eitt treytað loyvi fyri
kappingarárið 2010, og tí skulu tey skjalprógva ein positivan
eginkapital við árslok í ár. Serliga stórur er vandin fyri, at gamla
Oslo-felagið, Lyn, ikki megnar at liva upp til hesi krøv. Feløgini, ið
ikki megna krøvini, mugu byrja komandi kappingarár í
fjórðbestu norsku fótbóltsdeildini.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Føroyski U21-hópurin í sigurshýri eftir 1-0 sigurin á Lettlandi í gjár
Mynd: Fótbóltssambandið