Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 19. november 2009 – Nr. 222 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 hann nú spældi vongur, samstundis sum Jóan Símun var farin fram í álopið. Øssur rak fram til horna­ flaggið við bóltinum og hælaði hann síðani aftur til Jóhan, sum kom framvið. Jóhan gjørdi skjótt av og smekkaði innfyri, har Jóan Símun á brotssparksblettinum fekk sett høvdið á og skallað bóltin í málið til 1­0. Lettarnir vóru sum slignir á nevið og føroyingar garrvillir, og tað tók eina løtu, áðrenn feiringin av málin­ um var liðug. Men tað, sum kanska hevði uppaftur meira at siga, var at liðið ikki gavst at spæla, júst sum frammanundan, hóast tað nú hevði vunnið sær leiðsluna. Burtur úr hesum spurdust fleiri møguleikar aftrat, harav innskifti Finnur Justinussen kanska hevði tann størsta, men skjeyt við síðuna av. Eisini Øssur, Rógvi og Jóan Símun høvdu sínar møguleikar, men fleiri mál komu ikki. Armarnar niður Eftir at walisiski dómarin hevði brísklað av, var frøin stór, og einki er at siga til tað. Lettland er ein sterk tjóð í hesum høpi, so tí var hetta vorðið sum fongur at fáa. Men uppaftur stuttligari, tí talan var um ein væl uppibornan arbeiðssigur, har føroyingarnir á ongan hátt stóðu aftan fyri lettarnar. Somuleiðis undirstrikar sigurin, at U21­landsliðið meinar tað í álvara, og A­landsliðsvenjarin, Brian Kerr, sum taldist millum áskoðararnar, mundi fegnast yvir at síggja fram­ tíðina hjá føroyskum fótbólti spretta beint fyri eygum hansara. Ikki tí, hann sá eisini dystin, tá U21­ landsliðið í juni mánaði fletti russisku bjørnina í Gundadali… Venjararnir báðir, Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen, hava enn eina ferð prógvað, at teir væl og virðiliga standa mát. Bæði tá tað kemur til taktikkin, men eisini til evnini at finna røttu spælararnar til røttu plássini. Í hesi EM­undankappingini hava Føroyar nú sjey stig, sum eru fingið við sigrum á Russlandi og nú Lett­ landi, umframt við javnleiki á heima vølli ímóti Moldova. Leygar­ dagin klokkan 14, føroyska tíð, stendur Andorra á skránni, og tá eru Føroyar altso favorittar, tí Andorra, sum er botnproppur í bólkinum, hevur higartil hvørki fingið mál ella stig í sínum seks dystum í hesi kappingini. Størsta uppgávan hjá Heðini og Bill verður nú at fáa armarnar niður á øllum, so spælararnir fara á vøllin á Estadi Comunal í Andorra La Vella við sama hugburði, sum teir gjørdu tað í Riga í gjár. Nú er ikki at peika ov høgt við nøsini, men at taka uppgávuna í størsta álvara, so Føroyar ikki tá enda í somu støðu, sum Lettland gjørdi í gjár! Oyggjaleikirnir í Álandi út í bók Rob Watkins, sum er freelance­myndamaður úr Wales, ið nú býr í Álandi, er júst komin út við einari myndabók frá Oyggjaleikunum í summar. Frá 27. juni til 4. juli tók hann myndir av ítróttarfólkum og øðrum, sum høvdu við leikirnar at gera, umframt at hann eisini frammanundan hevði tikið myndir, sum blivu brúktar í marknaðarføringini av leikunum. Bókin, ið er sera væl frágingin, fæst bert til keyps á internetinum, á adressuni http://www.blurb.com/bookstore/ detail/926022, og rindast kann við bæði amerikanskum og australskum dollara, bretskum pundi ella evru. Algeria til HM Tað eydnaðist Algeria at vinna 1­0 á Egyptalandi, tá londini bæði í gjárkvøldið spældu umdyst um at sleppa við til HM­endaspælið í Suðurafrika komandi summar. Tað var verjuspælarin, Antar Yahia, ið skoraði sigursmálið fimm minuttir fyri hálvleik, og hóast Egyptaland trýsti restina av dystinum, vendist ikki aftur. Hetta er triðju ferð, at Algeria er við í einum HM­endaspæli; fyrru ferðirnar var í 1982 og 1986. EM-undankapping 2009/2010 fyri U21-landslið Lettland-Føroyar 0-1 (0-0) 0-1: Jóan Símun Edmundsson, 55. Daugava­leikvøllurin, Riga, mikudagin 18. november 2009 klokkan 12.00 Føroyar: Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jacobsen (Hallur Hansson, 76.), Kristoffur Jakobsen, Rógvi Poulsen (Jóhan Ellingsgaard, 92.) – Christian Restorff Mouritsen – Øssur Dalbúð (Finnur Justinussen, 79.) Á bonkinum: Hans Jørgensen, Bogi Løkin, Pætur Jørgensen, Karl Løkin Gult kort: Jóan Símun Edmundsson, 74. Venjarar: Heðin Askham & Bill McLeod Jacobsen Lettland: Kaspars Ikstens – Vadims Gailus, Toms Mezs, Jevgenijs Kazura, Antons Kurakins – Vladimirs Kamess, Igors Tarasovs, Aleksandrs Gramovics, Antons Kurakins – Daniils Turkovs, Ritvars Rugins Á bonkinum: Jevgenijs Sazonovs, Deniss Petrenko, Stanislavs Pihockis, Ivans Sputajs, Eduards Visnakovs, Romans Bespalovs, Aleksejs Kuplovs­Oginskis Venjari: Mihails Zemlinskis Dómari: Ceri Richards, Wales Hjálpardómarar: Philip Thomas & Gareth Ayres, Wales Fjórði dómari: Darren Adie, Wales UEFA-umboðsmaður: George Courtney, Ongland UEFA-dómaraeygleiðari: Yury Dupanau, Hvítarussland FAKTA Nr. Land Dystir V-J-T Mál Mál +/÷ Stig 1 Russland 6 5-0-1 17-2 +15 15 2 Rumenia 6 5-0-1 15-5 +10 15 3 Lettland 6 3-0-3 12-8 +4 9 4 Moldova 5 2-1-2 4-7 ÷3 7 5 Føroyar 7 2-1-4 4-13 ÷9 7 6 Andorra 6 0-0-6 0-17 ÷17 0 U21: EM-undankappingin – Bólkur 1 Hóast tað var kalt í veðrinum, var lagið gott á føroyska bonkinum Mynd: Fótbóltssambandið Máltalvan á Daugava-leikvøllinum í Riga segði alt… Mynd: Fótbóltssambandið