Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 223 - 20. november 2009 Landsstýrismaðurin í Vinnumálum ætlar ikki at gera meira fyri at loysa trupulleikan við privatu parta­ eigar unum í Atlants­ flog. – Málið er av greitt frá mínari síðu, sigur hann AtlAntsflog Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Umboðsmaðurin hjá Adrian Noskwith, sum er størsti privati partaeigari í Atlantsflog við fimm prosentum, Parker Don­ ham, segði í gjár við Rás2, at hann hevði fingið ein teldupost frá føroyska umboðnum hjá teimum, Eyð finn Jacobsen, sum segði, at Johan Dahl hevði boð að frá, at hann einki ætl ar at gera fyri at loysa trupul leikan hjá privata parta eigaranum í Atlants­ flogi, Adrian Noskwith. ­ Tað er ikki ein loysn, sum vit kunnu brúka til nak að. Vit mugu fáa loyst henda trupulleikan. Vit gjørdu eina íløgu í felagið, sum bygdi á eitt lyfti frá lands stýrinum, eitt sera greitt lyfti, at teir vildu virða armslongdar­prin sip­ p ið. Hesi lyftini hava løg­ frøði liga vekt. Lands stýris­ maðurin lovaði, at hann fór ikki at blanda seg upp í rakst urin av flogfelagnum. Hes ar vóru fortreytirnar, sum vit gjørdu okkara íløgu und ir. Tá so hesar for treyt­ ir nar verða broyttar, so haldi eg at har er onkur skylda til at taka rímilig atlit til okkum, og vit hava skot ið eina røð av loysnum upp fyri lands stýris manni­ num. Vit leggja einki í hvørja loysn, hann velur, segði Parker Donham við Rás2 í gjár. Í einari lýsing í Sosial­ inum í gjár kom Adrian Noskwith við einari inn­ bjóð ing til Johan Dahl, har hann segði, at hann ynskir at fáa ein fund við lands­ stýrið sum skjótast, ella onkr an, sum landsstúyrið velur sum umboð, til tess at fáa loyst málið. Um málið ikki verður loyst, segði hann, so verður neyðugt at ganga rættarinnar veg. Ongan fund Men eftir øllum at døma ætlar Johan Dahl, lands­ stýris maður í Vinnumálum, ikki at gera nakað. Hann sigur, at málið er avgreitt frá hansara honum, og at hann ikki ætlar at hava fleiri fundir við Adrian Nosk with í hesum høpi. ­ Eg kann ikki avgera nakað fyri Harra Noskwith. Um hann metir, at hann skal ganga tann leistin (rættar innar veg, blm.), so kann eg sjálvandi ikki forða honum í tí. Eg kann bara av greiða hetta málið, sum eg havi fingið upp í hend­ ur nar á tann leist, sum eg havi gjørt tað, og eg havi lagt tað fram eftir tí leisti, sum tað skal leggjast fram, bæði á landsstýrisfundi og frá landsstýrisfundi víðari til einskiljingarnevndina, og tað er tann vegin málið skal. Og tá tað er svarað aftur harfrá, og svarið er sent til umboðið hjá Adrian Nosk with í Føroyum, so er mál ið frá mínari síðu av greitt, segði Johan Dahl við Kringvarpið í gjár. ­ Eg fari ikki at biðja um fleiri fundir við Harra Nosk with í hesum høpi. Tað svarið, sum er givið, er givið frá Vinnumálaráðnum vegna landsstýrið, og tað er tað svarið, eg fari at halda meg til, segði Johan Dahl við Kringvarpið í gjár. Kunnu leggja sak í trimum londum Parker Donham, sum er tals maður hjá Adrian Nosk­ with, segði í gjár við Rás2, at sum tað sær út í løtuni, so er rætturin tann einasta loysnin á málinum. Men enn er ikki avgjørt, hvar ætlanin er at leggja sak móti lands styris manni­ num. ­ Partabrøvini eru skrá­ sett í Reykjavík og í Keyp­ mannahavn, og Adrian Nos kwith býr í Onglandi. So har eru í øllum førum trý ymisk lógarøki, sum vit kunnu velja at leggja sak í, staðfesti Parker Donham. ­ Okkum dámar ikki at noyðast gjøgnum rættar­ skipan ina, men í løtuni sær tað út sum okkara einasti møgu leiki. Men eg kann for telja tær eitt ting. Vit vilja ikki bara fara vekk. Hetta málið verður loyst, á ein ella annan hátt, antin við samráðingum við lands stýr ið ella við at leg g­ ja sak, staðfesti Parker Donham. Johan Dahl ætlar einki at gera Rætting Av misgávum kom navnið á aðrari kvinnuni handan nýggja spælið Orðálv fleiri ferðir skeivt fyri í grein í blaðnum í gjár. Hennara rætta navn er Rannvá Skeel Johannesen. Vit umbera mistakið. - RN Ókendir ES-leiðarar Tað vóru ikki tey kendu nøvnini, sum endaðu ovast, tá ES­leiðararnir mannaðu tey nýggju leiðarastørvini í gjárkvøldið. Til ES­forseta valdu leiðararnir belgiska forsætisráðharran, Herman Van Rompuy. Hann er fremmandur á altjóða pallinum, men ber orð fyri at vera dugnaligur samráðingarmaður. Til ES­uttanríkisráðharra bleiv tann bretska Catherine Ashton vald. Hon hevur verið handilskommiserur tað seinasta árið. Eygleiðarar halda, at tey bæði vórðu vald, tí nú fær ES ein borgarligan forseta og ein sosialdemokratiskan uttanríkisráðharra, og so umboðar leiðskan eisini bæði kynini. Góðar borgarstjóralønir Tey, sum eru vorðin borgarstjórar aftan á kommunuvalið í Danmark í vikuni, kunnu gleða seg um ta góðu lønina. Ikki óvæntað er starvið sum yvirborgarstjóri í Keypmannahavn tað best lønta. Danska kringvarpið veit at siga, at grundlønin hjá Frank Jensen, yvirborgarstjóra verður 880.955 krónur næsta ár, men oman á tað fær hann samsýningar fyri at sita í ymsum nevndum. Í Odense kommunu fær Anker Boye 802.795 krónur í grundløn, í Aalborg fær Henning G. Jensen 794.199 krónur, og hjá Nicolai Wammen í Århus er grundlønin 776.675 krónur, sigur DR. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, ætlar sær ikki at gera meira við málið um privatu partabrøvini í Atlantsflogi. - Málið er avgreitt, sigur hann Savnsmynd