fríggjadagur 20. november 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
2
VIKUSKIFTI
Báðir kliktu í senn
Tann
grái
dagurin
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen
Forsíðumynd: Jóhanna í Króki / Jens Kristian Vang
4 REPoRTaSJa: Samgongan StríðiSt fyri at yvirliva
6 TIPS: JólaSøla hJá vardu verkStøðunum
7 90 SEKund: høgni mohr Svarar
10 GREInaRøð: frá deyða í grøv
11 10 TInG um: liSa lentS
12 TIl aRbEIðIS: tænarin linda midJord
14 REPoRTaSJa: tí tatovera vit okkum
16 TónlEIKuR: frændur við neiStum
19 umafTuRafTuRumafTuR: høgni dJurhuuS
20 REPoRTaSJa: SoleiðiS Búgva tey í ChriStiania
23 TónlEIKuR: ChriStel - kroppur og poppur
24 SPyRST So lIVST: rigmor Svarar
27 mín bESTa uPPSKRIfT: SukurlátamouSSe
31 Tað hEnduR: konSertir, Bøkur, Sendingar osfr.
32 VIKumyndIn: BeSta myndin í vikuni
Tað er ikki alTíð, aT munurin millum lokalpressuna
og høvuðstaðarpressuna er so sTórur
Tað er allahalgannadagur, og klokkan
er tríggjar minuttir í hálvgum fýra.
Staðið er ítróttarhøllin í Vestmanna,
har kvinnuliðini hjá VÍF og Stjørnuni
dystast í Sunsetkappingini. Heilt fitt
av áskoðarum eru til staðar henda
seinnapartin, og teirra millum eru
eisini tveir myndamenn, annar frá
Norðlýsinum og hin frá Sosialinum.
At blaðstjórin á Norðlýsinum,
Oliver Joensen, er til hondbóltsdyst
í Vest manna, er ikki á hvørjum degi,
men hesin sunnudagurin er eitt sind ur
øðrvísi, tí bæði tey fremstu hond bólts
liðini hjá klaksvíkingum vitja, og tað
er nakað, Norðlýsið fegið vil doku
menterað fyri norðoyingum. Mill um
áskoðararnar eru eisini nógvir norð
oyingar, tí nakað eftir kvinnudystin
skal fyrsta manslið hjá Team Klaksvík
spæla ímóti næstbesta mansliðnum hjá
VÍF.
Men aftur til kvinnudystin, sum
ríður um snarið, tí ungu vest manna
kvinn urnar vilja ikki sleppa teimum
royndu úr Klaksvík, men tá ið 19 min
uttir eru farnir av seinna hálvleiki, ger
spælskiparin hjá Stjørnuni, Joan Mid
jord Djordjevic, tvey mál, sum skulu
vísa seg at verða rættiliga avgerandi
fyri endaliga úrslitið.
Støðan er tann, at Stjørnan er á
odda 2017, tá Joan skjýtur Stjørnuna
fram um 2217, og VÍF kemur ongantíð
afturíaftur í dystinum.
Splittsekund á muni
Myndamaðurin hjá Norðlýsinum hevur
gjøgnum tað nógva av dystinum hildið
til við innara málið, sum er beint við
dyrn ar, meðan myndamaðurin hjá
Sosial inum hevði hug at vála eitt
sindur meira inni í høllini. Men júst
hesa løtuna, tá Joan setti alt upp á pláss
í dyst inum, vóru báðir í sama enda.
Oliver stóð nakað úti í horninum
høgrumegin, meðan Hilmar Jan stóð
beint við síðuna av málinum, somuleiðis
høgrumegin. Um tað so var fyrra ella
seinna málið, ið fekk báðar at klikkja í
senn, vita vit ikki, men í øllum førum
endaði tað við, at teir tóku mynd av
sama máli, men bert við splittsekundi
ímill um!
Suðuri í Havn hevur Hilmar Jan júst
valt sær eina mynd út, sum skal koyr
ast í Sosialin dagin eftir, tá hann fer
inn á heimasíðuna hjá Norðlýsinum
at forvitnast eftir, hvat Oliver hevði
um dystin. Tá sær hann myndina av
Joan, sum er tikin í júst somu løtu
sum myndin, hann hevur valt sær út
til blaðið.
Hvør moralurin so er í hesi søgu,
kann hvør einstakur gera sær sínar tank
ar um, men hetta man í øllum førum
vera prógv fyri, at viðhvørt kunnu
høvuðs staðarpressan og lokalpressan
í Norð oyggjum – hóast alt – vera so
samdar, at bara eitt lítið splittsekund
ger munin …
KlUmma
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hvar er tín útlongsul og tín ævintýrhugur,
heimføðingur?
Jú, vandin er, at onkur sleingir tann
spurningin í fjesið á mær, nú eg vil pástanda,
at hesin grái føroyski gerandisdagurin er
fínasta slag, og at eg trívist við tað, eg geri
her og nú her.
Eg føli ikki, at eg forsømi nakað, nú eg siti
og skrivi hesa klummuna. Eg droymi meg
ikki burtur til fremmand lond, har eg kundi
upplivað aðra mentan, mál og mat, sóla mær,
dippa tærnar í heitt hav og skolda ryggin av
søtari sól. Eg angri meg ikki grønan av, at eg
ikki sitið á café í Hamburg og havi lært meg
týskt, so tað minnir um týskt. Og í grundini
kemur tað mær ikki ein gongd í huga, at eg
kundi tikið eitt ár úr kalendaranum og ar
beitt í fiski – tunfiski – uttanfyri Marsascala
á Malta.
Men nógv av okkum leingjast. Ikki hvønn
dag og kanska ikki altíð so langt, men burtur.
Og vit leggja planir um, hvussu vit skulu
sleppa úr gerandisdegnum, og hvussu alt tá
verður betur.
Danski yrkjarin Benny Andersen skrivar
í yrkingini De rigtige mennesker um okkum
norðurlendingar, sum vilja sleppa burtur: at
rejse / bort fra varmedunk og medisterpølse
/ rejse ud til de rigtige steder /hvor de rigtige
mennesker spiser rigtig mad / bor i rigtige
huse med rigtige balkoner (...) i norden har
man snue, kræft, misundelse /i norden går
man udenom pytterne /uden om statuerne /
uden om hinanden.
Og skrekkurin er sjálvandi borgarliga lív
ið í grannalagnum. Hús, hundur og Honda.
Klokkan er farin av fimm, bilurin er paralell
parkeraður, eplini farin út á, radio stendur
frá, og eftir døgurðan verður tað antin ein
fótbóltsdystur ella ein sjónvarpsrøð.
Stóri spurningurin er kanska, hvat mann
vil hava burtur úr lívinum. Og í grundini
er tað upp til okkum sjálvi. Vit kunnu liva
lukkulig í grannalagnum, um vit tola ljósini
frá lyktapelunum á gøtuni. Men vit kunnu
eisini royna at fevna allan heimin – uppliva
so nógv, at vit minnast ikki helvtina – men
ongantíð støðast. Sum Bjørn Afzelius svii
hug leiðir: Sæð hálvan heimin kanst tú ong
antíð temjast, besti vinur mín.
Og apropos vinir, so segði ein, at tað er
í fínasta lagi at fara út í heim og royna at
røkka stjørnunum. Tú skalt bara vita, at tú
kanst smekka heysin í mánan.
Og hetta vóru tankarnir í dag. Í morgin er
ein nýggjur dagur.
Myndir: Hilmar Jan Hansen
& Oliver Joensen
InnIhalD
sosialurin
norðlýsið