fríggjadagur 20. november 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 223 - 20. november 2009
lýsingar
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast til samans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskiftið og samskiftið við borgaran høgt. Hetta fyri
at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Starvslýsing
Stjóri søkist
Starvið sum trivnaðarstjóri
er leyst at søkja.
Umsóknir skulu vera kommununi í hendi
í seinasta lagi 25. november 2009 kl. 12.
Les meira á www.torshavn.fo
Koppingarevnið fyri H1N1 kom fyri stuttum til
Føroyar, og farið er undir ókeypis at koppseta
fólk, ið eru í serligum vanda fyri at gerast álvars
liga sjúk av Influensu A (H1N1). Fólk, ið eru í
vandabólki, verða tilmæld at bíleggja tíð hjá
egnum kommunulækna skjótast gjørligt.
Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett
lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niður
setta immunverju og fólk við høgari yvirvekt.
Soleiðis verður farið fram
Í løtuni verða tey í vandabólki, sum eru undir 65 ár,
koppsett. Um stutta tíð verður farið undir at koppseta
tey í vandabólki, sum eru 65 ár og eldri.
Fólk skulu sjálvi seta seg í samband við kommunu
læknan og bíleggja tíð til koppsetingina. Koppað
verður tvær ferðir. Kopping av fólki í vandabólki er
ókeypis.
Vandabólkar
Í vandabólki eru persónar, sum eru eldri enn 6 mánaðir
við hesum varandi sjúkum:
• Lungnasjúkur sum KOL, astma við varandi obstruk
tión og astma, sum er ring at stýra, cystisk fibrosa,
sarkoidosa, lungnafibrosa umframt aðrar
lungnasjúkur, serliga tá lungnavirknið er minkað,
ella tað ofta eru lungnainfektiónir.
• Hjarta og æðrasjúkur, serliga svár koronarsjúka,
hjartasvignan, svárir hjartaklaffatrupulleikar.
• Blóðsjúkur, serliga hæmoglobinopatiir.
• Diabetes 1 og 2, serliga við truplum hjarta og
nýrasjúkum ella við viknan, orsakað av diabetisk
um seinfylgjum – ella diabetes, sum er trupul at
stýra.
• Minkað immunverja, sum er viðfødd ella íkomin,
t.d. vegna hivsmittu ella heilivágsviðgerð.
• Sjúka í nervavøddalagnum, ið ávirkar
lungnavirknið ella minkar um megina at hosta.
• Varandi livur og nýrasvignan (vegleiðandi GFR <
30 ml/min)
• Ovurfiti (vegleiðandi BMI > 40)
• Aðrar sjúkur, har støðan eftir meting frá
læknanum viðførir, at influensasjúka hevur við sær
álvarsligan heilsuvanda.
• Barnakonur, sum hava eina av teimum nevndu
varandi sjúkum. Barnakonur áðrenn 13. viku, tó
eftir meting hjá egnum lækna.
Onnur:
• Allar aðrar barnakonur frá 13. barnsburðarviku
kunnu verða bjóðaðar kopping, um tær sjálvar
ynskja tað.
• Húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari
immunverju.
Meira kunning um vandabólkar og koppseting fyri
H1N1 fæst á heimasíðuni hjá Heilsmumálaráðnum
(www.hmr.fo), hjá danska Heilsustýrinum (www.sst.
dk) og Statens Serum Institut (www.ssi.dk).
Landslæknin og Heilsumálaráðið
Heilsumálaráðið
Tilmæli um koppseting fyri H1N1 beinkrím
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
tel 30 40 50
fax 35 40 45
hmr@hmr.fo
www.hmr.fo