fríggjadagur 20. november 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
8
VIKUSKIFTI
Um tú bleiv stjóri í Kringvarpinum
í morgin, hvat hevði tú so gjørt?
Lagt frá mær. Eg eri ikki egnaður sum stjóri
og havi ongantíð havt ambitiónir um tað.
Hvat er tað besta við at
starvast sum journalistur?
At sleppa tætt at lívi og kenslum
hjá øðrum menniskjum, og at síggja,
at tíðindi fáa avleiðingar.
Fáa tíðindi nóg ofta avleiðingar?
Nei, alt ov sjáldan. Endin verður ov ofta sleptur,
áðrenn man er komin á botn, og so hendir einki.
Hvat er tað ringasta?
Millum annað at fólk hava gron við meg
fleiri ár, tí eg havi skrivað ella sagt okkurt
púra rætt, sum teimum bara ikki dámar.
Hvør er tín
fyrimynd?
Í tíðindayrk
inum? Uttan
iva Georg L.
Petersen!
Hví Georg?
Hann hevur dirvi, indignatión og
er ein góður redaktørur.
Hvat er Føroya mest
inspirerandi menniskjað?
Fyri meg má tað vera kona mín, Majbritt.
Hon kann fáa meg til alt møguligt, sum
eg neyvan hevði fingið upp í lag annars.
Hvat elskar tú við Føroyum?
Náttúruna, menniskjuni og familjukensluna;
at allar dyr standa á víðum veggi at kalla.
Hvat hatar tú við Føroyum?
Regn og vind 50 dagar út í eitt, kúgandi
kristindóm, og at ov nógv fólk í klædningi
og sólbrillum spæla spælið "at hoyra til"
og "netverka" seg fram at sessum, tey
ikki eiga at sita í. Og so hesar alvitandi
verurnar, sum hava google sum startsíðu á
telduni (Image is everything but real!)
Um tú slapp at liva tey seinastu
tjúgu árini umaftur, hvat
hevði tú so gjørt øðrvísi?
Hugsa meira um míni nærmastu
enn meg sjálvan.
Hvør er tín absolutt størsti brølari?
At eg ikki havi verið meiri árvakin heima.
Hvør er størsti brølarin, sum
nakrantíð er gjørdur í Føroyum?
Landnámið.
Hvat er títt besta ráð til løgmann?
Ver sitandi!
Hví skal hann vera sitandi?
Tí hann samsvarar so væl við politisku
støðuna í landinum og okkara fatan
av tí politiska apparatinum.
Hvat er eitt gott lív?
Gev mær góðan mat mangan, viðurkenning
viðhvørt, eitt lítið av og á, ein vin at stuðla
mær stundum, og fríska luft, frið á vesinum og
eitt ísakalt brúsubað hvønn dag. So koyrir tað.
Hvør hending hevur havt
størstan týdning fyri teg?
At eg møtti Majbritt, og at
vit fingu børn saman.
Hvat tíðarskeið í lívinum
hevur verið tað besta?
Einki ávíst. Kenslan av fullkomnari
eydnu hevur altíð verið har í løtum.
Hvat hevur verið tað ringasta?
Viðhvørt er lívið bara nakað lort.
Nær?
Til dømis tá man hevur dummað seg
yvir fyri øðrum menniskjum.
Um tú var ósjónligur í eina viku,
hvat hevði tú so gjørt?
Súkkla í havnargøtum; tað
hevði sæð stuttligt út!
Hvør dreymur skal realiserast
í nærmastu framtíð?
At fara til Nýsælands at halda frí eftir
næstan hálvt annað ár uttan feriu, og so
gerast virkin aftur sum fríyrkishøvundur.
Hvat hevur lívið lært teg?
At tað skal livast beint nú og
ikki útsetast til í morgin.
Hvar stendur tú átrúnaðarliga?
Eg viðurkenni, at nógvum menniskjum tørvar
trúgv; bæði til tyngstu løturnar í lívinum og
til tess at kunna liva við viðurkenningini um,
at lívið helst er meiningsleyst og endar, tá ið
tú doyrt. Sjálvur biði eg, tá ið eg eri ordiliga
keddur. Og, sum omman gjørdi, biði eg Jesus
fylgja børnunum. Og so biðið eg faðirvár við
dóttrini. Jú, jú, har er nokk av andaligheit.
Men meira, menniskju prædika, minni trúgvi eg.
Hvat óttast tú?
Panikkangist.
Motto?
Beint nú hetta, sum vinmaðurin Michael Moore
eigur: Why vote? It will only encourage them!
høgni mohr
Regn, vindur og kúgandi kristindómur
lagt tIl rættIs: Heini í Skorini
MyNd: JENS KRISTIAN VANG
Fakta Høgni MoHr
Høgni Mohr er 41 ára gamal. Starvast
sum tíðindamaður í Kringvarpi
Føroya. Útbúgvin maskinsmiður.
Hevur starvast sum arbeiðsmaður,
tíðindamaður og fríyrkishøvundur.