Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 223 - 20. november 2009 Triðja árið á rað skipa umboð fyri Heima­ virkið í Nólsoy fyri jólasølu, og í ár eru eini 15 kvinnur við JÓLASØLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá skipað var fyri at fáa eina kunningarstovu úti í Nólsoy, lótust eisini upp møguleikarnir hjá kvinnum og monnum í Nólsoy at ganga saman um eitt heima­ virki. Og tey trý árini, kunn­ ingarstovan hevur verið opin, hevur eisini verið skip­ að útsøla av hond­gjørd­um lutum úr ull, træ og øðrum. Av tí at pláss ikki hevur verið fyri einari útsølu í hølunum hjá kunningar­ stovuni, hevur virkið leigað seg inn í gamla hand­ilin hjá Ed­vard­i Hansen, har eitt nú gamla skivan er varðveitt umframt hillar, skuffur og annað. Men til eina jólasølu krevst meiri pláss, og tí fer hon fram í ungmannafelags­ húsinum, hjá Roynd­ini. ­ Jólasølan verður nú sunnud­agin, og byrjað verð­ ur klokkan 15. Umframt hond­gjørd­ar lutir verður eisini møguleiki at keypa kaffi og rísalámand­e. Her verður eitt gott høvi at keypa jólagávuna, ella bara ein prýðislut ella brúkslut, hvat nú hugurin er til, siga fyrireikararnir, Una Hansen og Jana Holm. Jólasølan verður bert opin sunnud­agin og hon verður frá klokkan 15 til 20. Danir hava seinastu árini upparbeitt eina ølmentan, sum var ókend fyri 10­15 árum síðani. – Vit royna at vísa á, at tað er kvaliteturin á øli, ið hevur týdning; tað snýr seg ikki um kvantitet, sigur Anne­Mette Meyer Pedersen, forkvinna í Danske Ølentusiaster ØLMENTAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Øl hevur fylt nógv í orð og talu seinastu vikuna. Í síðstu viku varpaði sjónvarpið ljós á evnið við send­ingini »Ølfjepparar«, og síðani varð málið fylgt upp týsd­agin, tá Sosialurin á forsíðuni kund­i boðað frá, at Johan Dahl kortini ikki fór at leggja nakað uppskot fram um at loyva sterkari øli í Føroyum enn verand­i 5,8 prosentini. Aftur mikud­agin var málið umrøtt, tá boðað var frá, at Bjørt Samuelsen, vegna Tjóðveld­i – tó ikki Heina O. Heinesen – og Kára á Rógvi úr Sjálv­ stýrisflokkinum legði upp­ skot á Ting um at avtaka alkoholmarkið á øli. Alkoholstyrkin á øli verður av mongum mett at vera proportional við talið av misnýtarum, men sam­ bært teimum, sum veruliga leggja seg eftir góðskuøli, er tað smakkurin, sum verður settur í fremstu røð. ­ Fyri okkum er tað heilt greitt njótingin við einari vælsmakkand­i øl, sum hevur størsta týd­ning. Alkoholprosentið kemur í aðru røð, men sjálvand­i hevur tað eina ávirkan á smakkin, sigur Anne­Mette Meyer Ped­ersen, sum er forkvinna fyri felagsskapi­ num, Danske Ølentusiaster. Sosialurin hevur vent sær til forkvinnuna fyri at vita, hví tað í einum land­i sum Danmark, har nærum ongar avmarkingar finnast innan rúsd­rekka, hevur verið tørvur á einum ølfelags­ skapi. Ikki bert til tosta ­ Tað byrjaði jú við, at menn – og skomm at siga frá ongar kvinnur – tóku seg saman og stovnaðu Danske Ølentu­ siaster. Hetta komst av, at hóast Danmark er lutfalsliga stórt, so funnust ikki fleiri enn 13 bryggjaríir í land­inum, og tey bryggjaðu stórt sæð øll tað sama, sigur Anne­ Mette Meyer Ped­ersen. Hon sigur, at tað var ógjørligt at fáa fatur á útlend­skum øli í Danmark, og skuld­i tú smakka út­ lend­skt øl, var neyðugt at tú ferðaðist uttanland­s til hetta. Felagsskapurin varð stovnaður í 1998, og hesi seinastu 11 árini hevur hann vaksið seg upp á eitt limatal á umleið 9.500 limir. ­ Okkara fremsta end­amál er at gera d­anir varðugar við, at øl ikki bara er nakað, tú sløkkir tostan við, ella d­rekkur teg fullan av. Øl er so nógv meiri enn hetta, sigur Anne­Mette Ped­ersen. Hesi árini síðani felags­ stovnurin varð stovnaður, hevur hann verið við til at ávirka rákið innan øl­ bransjuna so mikið, at tað í d­ag finnast 120 ymisk bryggjaríir. Serliga tey sonevnd­u micro­bryggj­ aríini leggja stóran d­ent á, at tað er smakkurin, sum skal selja vøruna. ­ Í hesum sum í so mong­ um øðrum viðurskiftum, er tað kvaliteturin, sum tað snýr seg um, og ikki kvantiteturin, sigur Ane­ Mette Ped­ersen. Hon sigur, at tá soleiðis er, verða tað sjálvand­i nøkur smá bryggjaríir, sum falla frá, men tað koma so onnur í teirra stað. Og seinastu árini hevur talið ligið um hesi 120­130 bryggjaríini. Ølmentan Tað hevur verið kent í mong ár, at tað finnast hópurin av rúsd­rekka, sum langt frá er framleitt ella brúkt til burturav at rúsa fólk. At eitt nú kend­ og »fín« whiskey­sløg ella cognac­ sløg verða d­rukkin fyri smakkin, er ikki nakað, sum kemur óvart á. Tað eru fólk, sum beinleiðis hava til ítriv at samla gott whiskey, eins og summi fólk samla frímerki ella lýsingapennar. Á sama hátt er við cognac. ­ Gjøgnum allar tíðir hava fólk og lond­ upparbeitt eina vínmentan. Tað hevur verið bæði kent og viðurkent, at vín er ein partur av tí góða d­øgurðanum, tað hoyrir eins væl við og eplir ella sós, sigur Anne­Mette Ped­ersen. Men hon held­ur eisini, at tíðin og ikki minst góðskan av d­agsins øli ger, at hesin d­rykkur nú má roknast sum annað og meiri enn tosta­ sløkkjari ella rúsd­rekka. ­ Úrvalið av øli í d­ag er so stórt, at tú finnur upp í fleiri væl hóskand­i ølsløg til ein og hvønn rætt. Vit eru her í Danmark í holt við at menna eina ølmentan á sama støði og í sama líki sum gomlu vínmentanina, sigur Anne­ Metta Ped­ersen. Og at Danske Ølentu­ siaster hava verið við í einari menning sæst best út frá, at fyri 10­15 árum síðani komu á marknaðin eini 15 nýggj ølsløg, meðan talið í d­ag er munand­i størri. ­ Vit síggja á hvørjum ári, at tað kemur ein rúgva av nýggjum og spennand­i ølsløgum á marknaðin, og bara seinasta ár sóu vit ikki færri enn 650 nýggj sløg. Nøkur eru sjálvand­i tíðar­ avmarkað, so sum páskaøl, jólaøl og líknand­i, men fleiri verða hangand­i, sigur Anne­ Mette Meyer Ped­ersen. Øl skal njótast ikki kulkast Øl er ikki bara øl. Tað finnast eini 90.000 ymisk sløg av øli, og í flestu londum í Europa finnast ølfelagsskapir eins og Danske Ølentusiaster, har Anne-Metta Meyer Pedersen hevur verið forkvinna seinastu árini Jólasøla í Nólsoy Fiskifrøðin ávarar Íslend­sku fiskifrøðingarnir eru ikki fegnir um, at fiski­ málaráðharrin hevur gjørt av at hækka havtaskukvotuna úr 2.500 tonsum í ár í 4.500 tons næsta ár. Einar Jónsson, sum er fiskifrøðingur hjá Havrannsóknarstovninum, sigur við fjølmiðlarnar, at íslend­sku politikararnir áttu at hugt at grannunum, tí so høvd­u teir sæð, at tað er ikki ráðiligt at hækka havtaskukvotuna so nógv. Jón Einarsson sigur, at tá føroyingar og norðmenn hækkaðu sínar havtasku­ kvotur, vaks veiðan skjótt og nógv, men minkaði so aftur, og at tað tók fleiri ár at fáa veiðina uppaftur. Mugabe kemur Millum ríkisleiðararnar, sum koma á veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn, er tann umstríd­d­i forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe. Tað váttar zimbabwiska send­istovan í Stockholm fyri Jylland­s­Postinum. ES hevur sett Mugabe og fleiri limum í flokki hansara forboð fyri at koma til samveld­ið, men kortini hevur tann umstríd­d­i forsetin verið í Bruxelles síðani. Danmark kann ikki sýta Mugabe inn­ ferðarloyvi, tí eftir einari áseting hjá ST hava ríkisleiðarar frítt at fara, tá talan er um fund­ir og onnur tiltøk, sum ST skipar fyri. Robert Mugabe er 85 ára gamal.