fríggjadagur 20. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
9
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tú kanst lurta eftir tónleikinum,
hyggja eftir myndunum og síggja
sjón banda lagið, og so er skjótt at
staðfesta, at onkur satsar upp á, at
Christal verður nýggj poppstjørna í
Dan mark.
Fyrsti sangurin hjá henni, sum
kallast Om Igen, er farin í um far
í Danmark, og sangurin verð ur
stuðlaður av einum flott um sjón
banda lagi, sum kendi filmsmaðurin
Lasse Spang Olsen hevur gjørt. Popp
sangurin er góðar tríggjar minuttir
til longdar, stílurin er nútímans
urbanpoppur, og tað verður hugsað
um, at Christal bjóðar okkurt til bæði
oyruni og eyguni.
– Myndirnar av mær skulu passa
til tónleikin, sum eg syngi. Onkrar
mynd ir eru eitt sindur frekar. Á ein
ari mynd eri eg bara í bikini, og tað
haldi mann saktans kann, uttan at
tað verð ur ov frekt. Myndirnar skulu
vera estet iskar og hava eitt úttrykk,
og tað haldi eg, at mínar myndir
hava, sigur Christal.
– Tað er einki nýtt fyri meg at
taka myndir av hesum slagnum. Eg
havi arbeitt sum modell í fleiri ár,
og eg eri ordiliga glað fyri, hvussu
mynd irnar síggja út. Eg havi gjørt
mær ómak við at finna ein stíl, sum
pass ar til mín, og tað haldi eg hevur
eydnast.
– Popptónleikur snýr seg ikki
long ur bara um tónleik. Kappingin
er hørð, og tí mást tú syrgja fyri, at
tón leikur, stílur, myndir og úttrykk
ann ars skulu passa saman. Og eg
haldi, at tað passar saman hjá mær,
og eg eri fegin um tað, sigur hon.
Lærdi seg føroyskt
Christal er Julia Christa Svabo Ander
sen, og hon er ættað úr Miðvági,
haðani mamma hennara er.
Hon er uppvaksin í Danmark, men
hevur lært seg føroyskt og er errin av
sínari føroysku bakgrund.
– Eg havi sjálvt lært meg føroyskt,
tí eg haldi, at tað er vigtigt at duga
málið, haðani tú ert ættað, sjálvt um
tú ikki býrt har. Eg eri uppvaksin í
Danmark, men eg havi ferðast nógv í
Føroyum, og eg havi eisini arbeitt hjá
Atlantsflogi, so tað hevur hjálpt mær
at læra meg føroyskt, sigur hon.
– Eg veit væl, at eg eg tosi ikki
hundr að prosent korrekt føroyskt,
men fólk skilja meg, so eg klári meg
við tí, sum eg dugi.
Christal hevur sungið, síðani hon
var ung genta. Hon hevur sungið í
kirkjukóri, hon hevur sungið gospel,
hon hevur verið við í rockbólki, og
hon hevur eisini gingið á musical
skúla.
– Eg havi fingst nógv við tónleik,
og eg havi í nógv ár roynt at fáa
givið eina fløgu út. Og tað hevur
nú eydnaðist mær. Eg møtti einum
framleiðara, sum eitur MDM, og vit
fóru at spæla tónleik inn. Síðani fekk
eg ein sáttmála við Apollon Records,
sum gevur fløguna hjá mær út, sigur
Christa.
Higartil er ein stakfløga komin frá
Christal. Ein sangur afturat verður
útgivin eftir jól, og síðani skal ein
heil fløga gevast út.
PoPPur og
kroPPur
- Onkrar myndir eru eitt sindur frEKar,
men myndirnar av mær skulu passa til
tónleikin, sum eg syngi, sigur Christal,
sum er nýtt føroysKt stjørnusKot
í dOnskum popptónlEiKi
– Tað er einki nýtt fyri meg at taka myndir av hesum
slagnum. Eg havi arbeitt sum modell í fleiri ár, og eg eri
ordiliga glað fyri, hvussu myndirnar síggja út