fríggjadagur 20. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 223 - 20. november 2009
– Myndugleikar
fáa mangan rís fyri
nógv av tí, teir gera,
men avtalan um
tey 62.000 tonsini
av rossamakreli í
Kyrrahavinum vísir,
at uttanríkisráðið
hevur professionell
fólk, sum hava fingið
hesa avtalu upp á
pláss, sigur reiðarin,
Hans Andrias Joensen
hjá Thor í Hósvík
Fiskirættindi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri kunngjørdi uttan
ríkisráðið
við
Jørgeni
Nicla sen, landsstýrismanni,
á odda, at Føroyar hava
tryggj að sær fiskirættindi
fyri hundraðtals miljónir
krónur í Kyrrahavinum.
Í tíðindaskrivi segði utt
an ríkisráðið, at tey 62.000
tonsini av rossamakreli,
sum avtala júst er komin
und ir land um, hava eitt av
reiðingarvirðið av stívliga
300 miljónum krónum.
– Tað er ikki á hvørjum
degi, at Føroyar tryggja sær
nýggj
fiskirættindi
fyri
hundraðtals miljónir krónur.
Tí eiga vit at fegnast um
hetta úrslit, segði Jørgen
Niclasen, uttanríkisráðharri,
tá samráðingarnar um fiski
rættindi í Kyrrahavinum
vóru loknar.
Felagsskapur
Uttanríkisráðharrin
segði
seg eisini fegnast um, at
sam ráðingarnar um at seta
á stovn ein millumtjóða
fe lagsskap, ið skal býta
fiskiríkidømi í syðra parti
av Kyrrahavinum, eisini eru
komnar so langt, at avtala
er gjørd um hendan felags
skap.
Samráðingarnar,
sum
Jørg en Niclasen sipaði til,
vóru í Aucklandi á Ný
Sælandi, har uttanríkisráðið
hevur tingast við hini 27
londini,
ið
kanna
sær
fiskirættindi í hesum stóra
øki, sum syðri partur av
Kyrra havinum er.
– Partarnir eru komnir
ásamt um ein sáttmála, sum
Føroyar nú gerast partur av.
Stovnsetandi
sáttmálin
verð ur opin fyri undirritan í
fyrru hálvu av komandi ári.
Hann ásetir eisini, hvussu
nógv lond framyvir fáa
loyvi at fiska á leiðunum,
segði Jørgen Niclasen, sum
eisini ásannaði, at hetta
hava verið sera truplar sam
ráðingar, men eftir átta
samráðingarumfør eru part
arnir loksins komnir á mál.
Í tíðindaskrivinum vísti
hann á, at Føroyar hava
fiskað umleið 30.000 tons
av rossamakreli í hesum
øki, men nú fáa vit loyvi at
fiska 62.000 tons í 2010, og
hetta er soleiðis tvífalt so
nógv, sum vit áður hava
fiskað.
Ein sólskinsøga
Tað er reiðaríið Thor í Hós
vík, sum eigur skipini
Poseidon og Athenu, ið
hava fisk að í Kyrrahavinum
og soleiðis hava tryggjað
Før oyum søgulig rættindi
til tilfeingið á hesum parti
av jarðarhálvuni.
Poseidon fiskar á hesum
leiðum, meðan Athena er til
umbyggingar í Kina og
verð ur klár til fiskiskap aft
ur í januar komandi ár.
Hans Andrias Joensen,
reiðari, sigur, at hevði eing
in føroysk veiða verið í hes
um øki seinastu árini,
høvdu vit heldur onga av
talu havt fingið.
– Men tað er rætt, at hetta
er ein sólskinssøga í vinnu
ligum høpi. Uttanríkisráðið
hevur gjørt eitt megnar
arbeiði, og tað er eingin ivi
um, at ráðið hevur havt pro
fessionell fólk í teimum
samráðingum, sum hava
ver ið. Eg vil siga, at hesi
fólk hava gjørt eitt sera gott
arbeiði, nú komið er undir
land við samráðingunum,
og Føroyar eru vorðnar
part ur av nýggju avtaluni,
eins og vit nú gerast partur
av tí felagsskapi, sum verð
ur stovnaður og kemur at
umsita hetta fiskiríkidømi.
Hans Andrias vísir á, at
tá landsstýrismaðurin sigur,
at hesi 62.000 tonsini av
rossamakreli hava eitt av
reiðingarvirðið av stívliga
300 miljónum krónum, er
hetta á góðari leið.
Føroyskar veitingar
Einir átta føroyingar eru
knýttir at stóra verk smiðju
trolaranum Poseidon, fýra
í hvørjum skifti. Restin av
manningini er útlendingar.
Skipini
verða
rikin
úr
Føroyum, og Thor í Hósvík
brúkar í tann mun tað ber til
føroyskar veitingar og tæn
ast ur.
– Vit hava soleiðis keypt
tænastur frá eitt nú Vónini,
ElService, Radiobúðini og
samtakinum, sum MEST
og aðrar føroyskar fyritøkur
eru saman um. Haraftrat
hava vit fleiri aðrar smærri
føroyskar veitarar, sigur
Hans
Andrias
Joensen,
reið ari, sum saman við
uttan ríkisráðnum
fegnast
um nýggju avtaluna.
Felagsskapurin,
sum
verð ur stovnaður í komandi
ári, fer at nevnast South
Pacific Regional Fisheries
Management Organization
(SPRFMO), og høvuðs upp
gávan hjá felagsskapinum
verður at regulera samlaða
veiðutrýstið í økinum og at
býta fiskirættindini millum
londini.
Hesin felagsskapur fer at
virka á líknandi hátt sum
eitt nú NAFO og NEAFC,
sum vit kenna frá okkara
leið um.
SPRFMO fer at umsita
heimsins størsta fiskiøki í
altjóða sjógvi.
Uttanríkisráðið hevur gjørt eitt
professionelt arbeiði í Kyrrahavinum
Eingin afturtøka í bræði
Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, ávarar onnur
lond ímóti at tosa um nógv um afturtøku úr Afghanistan.
Fyrradagin segði bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, at
bretska stjórnin fer at leggja eina ætlan fyri, nær teir bretsku
hermenninir skulu úr Afghanistan. Robert Gates sigur, at teir
útlendsku hermenninir kunnu ikki fara heim, fyrr enn
afghanski herurin kann tryggja frið í landinum, og enn er alt
ov tíðliga at siga nakað um, nær tað verður, sigur hann við
AP. Ein kanning hevur víst, at 71 prosent av bretska fólkinum
vilja hava hermenninar heim innan eitt ár.
Rúsdrekka gott fyri hjartað
Menn, sum drekka rúsdrekka hvønn dag, eru í minni vanda fyri at
fáa hjartasjúkur enn teir menn, sum ikki drekka. Tað vísir ein sponsk
kanning. Niðurstøðan er, at vandin fyri hjartasjúkum er umleið ein
triðing minni hjá monnum, sum drekka átta fløskur av víni um
vikuna. Sagt verður, at teir menn, sum drekka ellivu gløs av brenni
víni hvønn dag, eru í 50 prosent minni vanda at fáa hjartasjúkur enn
teir menn, sum ikki drekka sterkt. Heilsumálaráðið í Madrid hevur
staðið á odda fyri kanningini, sum hevur tikið tíggju ár, skrivar
Reuters.
Hevði eingin føroysk veiða verið í Kyrrahavinum, høvdu vit heldur eingi søgulig rættindi átt í hesum partinum av jarðarhálvuni. Thor í Hósvík eigur Poseidon
(mynd) og Athenu, sum fiska á hesum leiðum
- Uttanríkisráðið við Jørgeni
Niclasen á odda hevur gjørt
eitt sera gott og professionelt
arbeiði, sigur Hans Andrias
Joensen, reiðari