fríggjadagur 20. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
10
VIKUSKIFTI
jarðarferð
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Ein lítil kista stendur í vindeyganum á
Snikkaravirkinum við Marknagilsvegin.
Eg kikki eftir ondini - ein kista, helst
ein lítil - vekjur kenslur.
Tá eg og myndamaðurin koma
inn um dyrnar, verða vit standandi
eina løtu. Kistur í ymiskum støddum,
kistulok og krossar eru stáplað oman á
hvørt annað.
Hetta er arbeiðið hjá Hermani
Eysturoy. Fyri hann eru kisturnar
trækassar, sum skulu lakerast, polstrast
og pyntast.
– Man skal ikki altíð gera alt sum
hini. Aftan á kreppuna í 1990-unum
fór eg at veita kistur, og fyri seks árum
síðani startaði eg »Gravarhjálp«, sum
eisini hjálpir til við jarðarferðini.
Herman er blíður maður. Grátt
hár, fýrakantaðar brillur og stórt smíl.
At fólk líta á hann er ikki torført at
skilja.
– Tey avvarðandi ringja til mín fáar
tímar eftir, at onkur av teirra nærmastu
er deyður. Eg fari oftani heim og vitji
tey, og so práta vit ígjøgnum alt – frá
byrjan til enda, greiðir Herman frá.
Ervið størsta útreiðslan
Tænastan hjá honum fevnir um alt frá
kistuveitan, blómum, ervi, sangarum,
gravstaði osfr.
Fólk, sum vilja nýta hansara tænast-
ur, gera sjálvi av, hvussu nógv tey vilja
gera sjálvi, og hvørja hjálp tey vilja
hava.
– Tá eg havi tosað við tey, fáa tey
oftani einar tvær, tríggjar uppgávur,
sum eru yvirkomuligar. Tey hava tá
meira tíð at tosa við familju og at taka
ímóti teimum, sum vilja vísa samkenslu,
sigur Herman Eysturoy.
Hansara tænasta kostar um 3.500
krónur. Um kistan skal útflytast til
annað land má líkpass við, og tá verður
kostnaðurin størri.
Størsta útreiðslan við eini jarðarferð
sigur Herman Eysturoy vera ervi.
– Um tað skal verða smyrjibreyð á
hotelli til eini 150-200 fólk, kann ein
jarðarferð lættliga koma uppá 30-40.000
krónur.
Fyritøkan hjá Herman Eysturoy fær
meiri og meiri at gera. Sum tað er nú
eru tað umleið 50 jarðarferðir um árið,
men talið er støðugt vaksandi.
– Tað eru mest fólk úr Havn, sum
nýta mína tænastu. Men tað kemur
fyri, at eg eri úti á bygd eisini.
Egnar sangarar
Herman er við, tá kistan fer av sjúkra-
hús inum, í kirkjuni og á grøvini. Hann
hev ur egnar sangarar, sum syngja í
kirkjuni.
Í Føroyum eru grøvirnar um 1,80
cm djúpar. So at siga øll verða grivin.
Einast eini 3-4 fólk um árið verða flutt
niður at kremerast.
Herman Eysturoy hjálpir eisini
teimum, sum flyta kistur úr Danmarkar
til Føroya at gravast.
– Eg eri javnan hjá danska bede-
mann inum Kim Smedegård til starvs-
venjing. Tey sum arbeiða har kenna til
mín og seta seg í samband við meg,
um onkur er deyður í Danmark og skal
flytast til Føroya, greiðir Herman frá.
Nakað óbehag av, at hava eitt slíkt
starv, hevur hann ikki.
Grætur tú nakrantíð?
– Nei, tað ger eg ikki, men tað kemur
meir enn so fyri, at eg verið rørdur.
Hvat er tað keðiligasta
við hesum arbeiðnum?
– Tað er tá fólk doyggja ónatúrligan
deyða. Og tá tað eru børn og ung sum
doyggja.
Fær tú nakrantíð nøkur
øðrvísi ynski?
– Tað hendir, at fólk ikki vilja hava
kross á kistuna.
– Hetta er eitt fantastiskt starv. Fólk
koma fram til mín á gøtuni og takka
við báðum hondum fyri at eg hjálpti
teimum, sigur Herman.
Hansara besta ráð til tey, sum møta
syrgjandi fólki er at lata tey fáa frið.
Vís samkenslu, men lata tey gráta og
ver bara nærverandi.
– Prátið má vera virðiligt, men tað er
ongin grund at gera tað meiri syrgiligt
enn tað longu er, sigur hann.
Eg haVI EItt
líVsjáttandI
arbEIðI
Uttanlands er siðUrin at nýta bIðImenn til jarðar ferðir
gamal. Í føroyUm kom fyrsti biðimaðUr fyri seks árUm sÍðani.
tað er Herman eysTuroy, sUm byrjaði at selja kIsTur,
og sÍðani vÍðkaði virksemið til eisini fata Um hjálp
við jarðarFerðInI.
– Í hesUm starvinUm verðUr ein allatÍðina mintUr á
at lIva nú, sigUr hann.
GreInarøð: Frá dEyða í grøV
Næsta vika:
Samrøða við sjúkrahúsprest
Sverra Steinhólm
Kostnaðurin er roknaður fyri bíligastu
kistuna til eitt vaksið fólk.
Kistuveitari: Hans Jakobsen
Kostnaður: 5.312 kr við líkverju
Tal um árið: Umleið 120
Kistuveitari: Gravarhjálp við Herman Eysturoy
Kostnaður: Um 5.000 kr við líkverju
Tal um árið: Umleið 100
Kistuveitari: Sandavágs Timburhandil
Kostnaður: 4.790 uttan líkverju
Tal um árið: Umleið 100
Kistuveitari: Tróndur Nolsøe, Trongisvági
Kostnaður: 4.500 við líkverju
Tal um árið: Ójavnt - umleið 50
Kistuveitari: Eiler Jacobsen, Klaksvík
Kostnaður: 4.875 kr uttan líkverju
Tal um árið: Ójavnt - umleið 50
Fimm kistuveitarar í Føroyum