fríggjadagur 20. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 223 - 20. november 2009
Karzai lovaði batar
Hamid Karzai, sum varð útnevndur vinnari á afghanska
forsetavalinum herfyri, varð í gjár tikin í eið á einum
stórum hátíðarhaldi á forsetaborgini í Kabul. Altjóða
samfelagið hevur kravt, at tann afturvaldi forsetin og
stjórnin skulu fara í hernað ímóti teirri sera umfatandi
korrupsjónini, og í setanarrøðuni lovaði forsetin bót og
bata. Samstundis segði hann seg vera til reiðar at bjóða
avbjóðaranum á forsetavalinum, Abdullah Abdullah, sæti
í nýggju stjórnini. Millum áhoyrararnar í forsetaborgini
vóru uttanríkisráðharrarnir úr USA og Russlandi, Hillary
Clinton og Sergej Lavrov.
Banna deyðarevsing í Russlandi
Eitt tíðaravmarkað bann ímóti deyðarevsing í Russlandi fer úr gildi um
ársskiftið, men í gjár staðfesti dómsvaldið, at hóast bannið fer úr gildi, verður
deyðarevsing framvegis ikki loyvd at fremja í verki. Tað kunngjørdi formaðurin
í tí ovasta lógardómstólinum, Valerí Zorkin. Hann legði afturat, at úrskurðurin
hjá dómstólinum er endaligur og kann ikki kærast, tí at Russland hevur góðkent
og staðfest altjóða sáttmála um at banna deyðarevsing. Tað tíðaravmarkaða
bannið í Russlandi hevur verið í gildi síðani 1999.
Fram til jóla verð ur
skipað fyri tema
vikum í Reyða kross
handlinum á Bryggju
bakka
TEMAVIKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hesa vikuna er handilin á
tremur við góðum, heitum
klæðum til veturin. Úrvalið
er fjølbroytt: pelsar, dýnu
frakkar og ullintir frakkar
– harafturat er ein rúgva av
heitum, bundnum troyggj
um bæði til børn og vaksin.
–
Komandi
vikurnar
verð ur eitt stórt úrval av
stás klæðum og prýði at
finna í handlinum. Sera
flottir veitslukjólar í øllum
litum og sniðum og annars
stásklæði til allar aldrar,
sigur Gunnvør Joensen,
leið ari í Reyðakross handl
in um.
Handilin hevur fingið
eina rúgvu av prýði, serliga
hálsprýði, sum eisini verður
at fáa komandi vikurnar.
– Reyða Kross handilin
hevur bert góðar, heilar
vør ur, so tað ber væl til at
ogna sær okkurt vakurt,
spennandi ella annaleiðis
til jólaborðhaldini í ár, sigur
Gunnvør Joensen.
Í handlinum eru eisini
jólavørur: pynt og brúkslut
ir, so jólagávan kann bjarg
ast við at hyggja oman í
handilin.
Handilin er opin hósdag
og fríggjadag kl. 13.30 til
17.30 og leygardag kl.
11.00 til 14.00.
So tað er bara at koma
om an og ogna sær okkurt
ser stakt,
sigur
Gunnvør
Joen sen.
Leygardagin 28. novemb
er verður loppumarknaður í
húsinum hjá Reyða Krossi.
Øll, ið starvast í handl
inum hjá Reyða Krossi, eru
sjálvboðin, og tað er altíð
brúk fyri fleiri fólkum.
– So um onkur hevur
áhuga at gera ein mun í
sambandi við hjálpararbeiði
og hevur hug til at gera
handil okkara enn betri, og
samstundis verða við í
góðaum
samstarvi
við
onnur sjálvboðin, so kom
oman og fá eitt prát ella
ring til mín á tlf. 287119,
sigur Gunnvør Joensen.
Pelsar og jólastás í Reyða Krossi
Helena Dam á
Neystabø hev ur í
morgun almanna
kunn gjørt eitt upp
skot til public service
sáttmála millum
Mentamálaráðið og
Kringvarp Føroya
KRINGVARP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mikudagin verður aðal
orða skifti í Løgtinginum
um eitt uppskot hjá lands
stýriskvinnuni
í
menta
málum, Helenu Dam á
Neystabø, um ein public
service sáttmála millum tað
almenna – Mentamálaráðið
– og Kringvarp Føroya.
Uppskotið er rættiliga
umfatandi, og í stuttum
kann sigast, at dentur verður
lagdur á tríggjar høvuðs
bólkar innan kringvarp:
mentan, børn og ung og
mennan av føroyska mál
inum.
Um endamálið við einum
public
service
sáttmála
verður í uppskotinum sagt:
»Endamálið við public
servicesáttmálanum er at
lýsa,
hvørjar
uppgávur
Kring varp Førya skal loysa
og at lýsa teir karmar, sum
hetta
public
service
virksemið skal útinnast í«.
Eitt nú skal kringvarpið í
størstan mun tryggja, at til
farið:
• er óheft av seráhugamál
um
• er fjølbroytt og argfalt
• er viðkomandi, álítandi
og sakligt, tá talan er um
tíðindi og upplýsingar
annars
• veitir brúkaranum at
gongd til týðandi upp
lýsingar og orðaskifti um
avgerandi sam felags
viðurskifti
• vendir sær til nógvar av
markaðar áhugabólkar
eins væl og til ein størri
skara
• gevur brúkaranum gott
inn lit
• er dygdargott
Uttanhýsis
Eitt av málunum, sum
nomið verður við, er keyp
av tænastum uttanhýsis.
Sagt verður í uppskotinum
um hetta :
» Kringvarp Føroya eigur
at nýta ein lutfalsliga vaks
andi part av fíggjarætlanini
at keypa tænastur uttan
hýsis, soleiðis at markn að
urin verður gagnnýttur á
bestan hátt. Fríyrkisfólk
hava tá møguleika at bjóða
seg fram og menna seg á
sínum økjum«.
Hetta er eisini fyri at gera
sendiflatuna hjá kring varp
inum
breiðari
og
fáa
nýggjan íblástur.
Helena Dam á Neystabø
vil tó ikki siga, um hetta
merkir eina niðurlaðing av
starvsfólkatalinum í kring
varpinum.
Eitt annað mál, ið nógv
kjak hevur staðist av, er
spurningurin um lýsingar í
kringvarpinum, serliga út
varpinum. Í sínum fylgi
skjøl um mælir landsstýris
kvinnan til, at lýsingarnar í
sjónvarpinum í løtuni onga
kapping hava, og hartil
kunnu tær verða við til at
økja um kreativitetin hjá
teimum, ið fáast við slíkar
filmslýsingar.
Tá tað til útvarpið kemur
mælir
Helena
Dam
á
Neystabø til, at hesar við
tíðini verða niðurlaðaðar,
og at aðrar inntøkur so líð
andi loysa hesar inntøkurnar
av.
Aðalorðaskifti
Public service hevur leingi
verið umrøtt og leingi hevur
verið ætlan um at orða ein
sáttmála hesum viðvíkjandi.
Nú er hesin so orðaður og
verður lagdur fyri Løgtingið
komandi mikudag til aðal
orðaskifti.
Partar av sáttmálanum
eru eyðvitað eym mál hjá
ymsu politisku flokkunum,
og tí kann roknast við onkr
um broytingum í endaliga
sáttmálanum. Men uttan
mun til tað, so skal sáttmálin
tryggja eitt betri kringvarp.
– Endamálið er at skapa
greiðar karmar, men tað er
eisini at gera eitt betri
kring varp, har dentur ser
liga verður lagdur á mentan,
børn og ung og mennan av
føroyska málinum, og eg
rokni við, at tá hesin sátt
málin er undirskrivaður og
komin í gildi, so hava vit
eisini grundarlagið fyri ein
um betri kringvarpi, sigur
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í menta
málum.
Greiðar
reglur fyri
kringvarpið
Nú skulu partarnir skriva undir upp á hvat tað er, sum yngst og kravt verður av kringvarpinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Gunnvør Joensen, leiðari fyri Reyða Kross handlinum, kann
bjóða eitt nú ein pels umframt onnur klædnapløgg í hølunum á
Bryggjubakka Mynd: Jens Kristian Vang