týsdagur 14. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Høg tøl
Danski ríkiskassin spardi 90 milliardir krónur
frá 1975 til 1989 í útreiðslum til hernaðarmál,
tí danska stjórnin gav NATO loyvi at byggja og
reka hernaðarstøðir í Grønlandi og í Føroyum.
Tey nýggju tølini vóru høvuðsboðini á einum
tíðindafundi, sum landsstýrið hevði fríggjadag-
in.
Flestu føroyingar hava havt ein illgruna um, at
danska ríkið hevur spart verjuútreiðslur í NATO-
høpi, tí verjusamgongan í Norðuratlanthavi fekk
loyvi at byggja og reka loranstøðir og radar-
støðir í Føroyum og í Grønlandi í Kalda krígn-
um. Men hvussu nógv, Danmark hevur spart,
hevur ikki verið greitt, men summi hava kortini
dittað sær at gita nøkur tøl, hóast stór óvissa
hevur verið um tey.
Nú hevur so landsstýrið gjørt eina kanning, og
eru hesi tølini eftirfarandi - ella nøkurlunda
eftirfarandi - so hevur danska ríkið spart nógv-
an pening. NATO hevur í Føroyum havt støð
síðani í 1960, ella 15 ár undan tí ári, tá tølini
hjá landsstýrinum taka við. Harafturat koma so
tølini frá 1989 og fram til dagin í dag. OG tey
eru ikki við í kanningini.
Grundarlagið undir útrokningum er NATO-av-
talan um, at limalondini skulu brúka trý prosent
av bruttotjóðaúrtøkuni til verjumál, men tølini
vísa, at Danmark hevur brúkt minni. Munurin
er so tulkaður til at verða tað, sum Danmark
hevur spart. Sjálvandi kann spurnartekin setast
við henda háttin at rokna sparingarnar, tí tað
eru onnur limalond enn NATO, sum hava brúkt
minni enn trý prosent av BTU til verjumál.
Tað er so eitt, men ein annar spurningur er,
hvat ætlar landsstýrið at brúka hesi tølini til?
Skulu tey brúkast í samráðingunum fyri at
prógva, at danski ríkiskassin hevur ikki brúkt
pening til Grønland og Føroyar, tí heildarveit-
ingarnar eru lægri enn tær 30 milliardirnar, sum
Danmark hevur spart við at hava givið NATO
loyvi at gera støðirnar í Noðuratlantshavi? Nei,
tað skulu tey ikki, sigur løgmaður. Men hví verða
tey so kunngjørd nú?
Tað er, sum Jóannes Eidesgaard segði í Fimm-
aranum í síðstu viku, vandamikið at fara at
brúka slík tøl í samráðingunum, tí øvugt kunnu
danir fara at brúka onnur tøl ímóti okkum.
Hinvegin er tað gott, at slíkar útrokningar verða
gjørdar. Hetta er so eitt útspæl, sum danskir
politikkarar, ella danskir myndugleikar, vónandi
vilja gera viðmerkingar til. Góðtaka ella mót-
prógva. Vit vita jú frá frágreiðingini frá kanningini
"Føroyar í Kalda krígnum", at danir sluppu
lættari í NATO, tí Danamark lat Føroyar og
Grønland hýsa herstøðum - ella vera bumbu-
mál hjá sovjettiskum flogførum ella kavbátum,
sum onkur vil siga tað.
Nú er sett hol á eitt eymt mál, sum eirindar-
leyst hevur verið brúkt í politiskari propaganda.
Lat okkum fáa kanningina "Føroyar í Kalda
krígnum" gjørda lidna og skrivaða og fáa hesi
nýggjastu tøli prógvað. Anars hava tey ov lítið
virði.
Viðmerking:
Tack Áki Bertholdsen för en
intressant och välskriven ar-
tikel om musikskolan på
Färöarna i Sosialurin den
24.2.2000. Det är glädjande
att man mer och mer disku-
terar musik och kultur öv-
erhuvudtaget, eftersom just
den sidan av dagens sam-
hälle på Färöarna fått en helt
för liten ekonmisk del av
den allmänna kakan.
Typiskt havnarfólk
Men artikeln slutar dess-
värre ändå så typiskt.
”Havnin spurtar frá...”. Här
säger musikskoleledaren
Martin Mouritsen att ”tad
er rattliga stórur munur á
musikkskúlanum í Havn og
á bygd”. Några frågor kom-
mer genast upp: vad baserar
sig detta uttalande på? Finns
det någon kvalitetsunder-
sökning om saken och är
resultatet lika för hela land-
et? Vetande att en sådan
undersökning knappast är
gjord, kan man kanske hel-
lre fråga sig: vad beror det i
så fall på att det är stor skill-
nad på musikskolorna? El-
ler har Martin Mouritsen
bytt tidigare praxis och i-
stället varit ute på bygden
och besökt lokala musik-
skolor? Varför
nämner
Martin Mouritsen inte att
det till tider är verkligen
svårt att hålla elever i mus-
ikskolan, när lärarna skiftar
lika ofta som årstiderna. Ett
exempel från Musikkskúl-
anum í Vágum: flöjtlärarna
varit 7 till talet under en
tidsperiod på 4 år. Hur kan
barnen få något som helst
ut av det?
Problem med
resande musiklärare
Till saken hör att man gör
ingenting för att förbättra
arbetsvillkoren för de res-
ande lärarna. Hur kan en
lärare boende i Tórshavn,
som suttit mellan en och två
timmar i bil, engagera sig i
undervisningen på bygden
och deltaga i att bygga upp
ett musikliv, maken till det
i Havn? Det är svårt och
leder i många tillfällen till
att en lärare inte trivs med
sitt arbete, utan vill byta till
ett mera stabilt arbete i
Havn. Bara som en kuri-
ositet: vilka folkskolelärare
hade varit villiga att resa så
mycket som lärarna i mu-
sikskolan gör?
Vad kan man då göra?
Kommunalpolitikerna har
faktiskt bollen i detta fall.
Om bygdaråden kring lan-
det hade en seriös önskan
om att få mera ut av musik-
skolan och dessutom själv
höja anslagen för musik-
skolan, kunde detta för-
hoppningsvis leda till en
dominoeffekt för hela land-
et. Om anslagen höjs kom-
mer flere musiklärare att
kunna sättas i tjänst över
hela landet. Detta leder till
större lokal trivsel och ett
lokalt musikliv, som kan
komma i blomstring som
aldrig förr. Alfa och omega
i saken är alltså att få mus-
iklärare utstationerade på
bygden med fulltidstjänster.
I områden med glesare be-
byggelse kan man försöka
enas om olika musikaliska/
geografiska centra, som kan
fungara som en smältdegel
för musik i området. Det är
säkert OK för barn att an-
vända litet tid till att resa
till sin musikundervisning
— vad gör de och deras för-
äldrar inte för sina barn ex-
empelvis då vi pratar om
idrott.
Landstyret
Landsstyret uppfattar enligt
min mening nog musikskol-
an som något nödvändigt
ont och har inte så stor kon-
troll över vad som sker på
bygden, ungefär som i det
engelska uttrycket”no news
is good news”. Landstyret
får ju sin årliga musikkskúl-
astevna i Havn och då måste
allt vara bra, om så många
elever och så många lärare
får så mycket gjort på 2
dagar. Därför är det viktigt
att få signaler från hela lan-
det i denna fråga. Lands-
tingets ledamöter från byg-
den har gjort ett minst sagt
neutralt och intetsägande ar-
bete vad gäller musikskol-
orna på deras eget område.
Det måste komma en kvali-
tativ diskussion och seriös
inställning om musikskolan
på Färöarna.
Kritik
Till sist vill jag rikta kritik
mot Landsskolemusikledar-
en Martin Mouritsen om ar-
tikeln i fråga . För en mus-
iklärare boende och arbet-
ande ute på bygden är det
verkligen nedvärderande att
en landsskolemusikledare
kommer med kommentarer
som de framförda i artikeln
om deras arbete. Det är ju
inte på detta sätt som mu-
sikskolan skall byggas upp
på Färöarna, utan hellre
genom frågeställningen: vi
har ett problem - vad kan vi
göra?
Med vänlig hälsning
Stefan Simonsen
Nordens Institut
i Grönland
»Havnin spurtar frá«
ÓLAVUR Í BEITI
Teksturin er drúgvur í
nýggja uppskotinum hjá
Høgna Hoydal, landsstýris-
manni, viðvíkjandi nýggju
tinglýsingarlógini, og sigur
Høgni Hoydal at tveir høv-
uðstættir eru í lógaruppskot-
inum. Fyrst og fremst broyt-
ing í tinglýsingarlógini við
innføring av edv-tinglýsing
fyri eyga, og so ávísar áset-
ingar
viðvíkjandi
edv-
nýtslu, kunning og fremjan
av edv-verkætlanini.
– Eftir galdandi skipan er
tinglýsingin ein almenn
skráseting av skjølum við-
víkjandi rættindum í fastari
ogn, leysafæ ella ognarvið-
urskiftunum hjá persóni-
num. Til skrásetingina er
knýtt ein røð av rættarfylgj-
um, fyrst og fremst í mun
til triðjamann. Tinglýsing er
føroyskt sermál. Av prakt-
iskum orsøkum stendur
Sorinskrivarin tó fyri ting-
lýsingarverkinum. Tinglýs-
ing er ein rættarlig uppgáva,
greiður Høgni Hoydal frá.
Dagbók
Og víðari verður sagt, at
tinglýsingarliga skráseting-
in fer í dag fram á leys-
bløðum. Henda skipan, ið
er grundað á pappír, hevur í
høvuðsheitinum verið ó-
broytt síðani tinglýsingar-
lógin kom í gildi.
– Við fáum undantøkum
verða øll skjøl, ið verða
móttikin til tinglýsing, førd
í dagbókina. Við hesum
kann móttøkudagurin stað-
festast og síggjast kann
hvussu skjølini í tíð eru inn-
komin, soleiðis at eingin ivi
stendst um hetta. Eftir inn-
føringina í dagbókina ger
Sorinskrivarin ta tinglýsing-
arligu kanningina. Talan er
um eina løgfrøðiliga kann-
ing, har støða skal takast til,
um skjalið eftir sínum inni-
haldi, áður lýstum rættind-
um ella lóggávuni annars er
nakað til hindurs fyri, at
skjalið verður lýst á tann
hátt, sum tilmeldarin ynskir.
Ikki pappírleyst
Og Høgni Hoydal metir, at
tað framhaldandi verður ar-
beitt við tinglýsingarskjøl-
um úr pappíri. Við tíðini fer
tó at verða møguligt at hava
pappírsleysa tinglýsing. Og
tann elektroniska tingbókin
skal bert hava aktuellar upp-
lýsingar. Skotið verður upp,
at upplýsingar um avlýstar
og strikaðar heimildir verða
fluttar til eina serstaka »søg-
uliga« skrá.
– Tað er ein grundleggj-
andi eginleiki við tinglýs-
ingarskipanini, at upplýs-
ingarnar hjá tinglýsingar-
verkinum eru almennar fyri
borgaran,
fyritøkur
og
myndugleikar, uttan at tað
vanliga verða settar serstak-
ar treytir fyri at fáa upplýs-
ingarnar. Soleiðis kunnu øll
fáa upplýsingar um inni-
haldið í dagbókini, tingbók-
ini og persónbókini við per-
sónliga at venda sær til ting-
lýsingarskrivstovuna, við at
biðja um útskriftir, heruppií
eina fullfíggjaða tingbóks-
váttan og – við nøkrum
praktiskt grundaðum av-
markingum – gjøgnum tel-
efon.
– Afturat hesum kemur,
at stuttar fráboðanir um øll
heimildarskjøl og veðbrøv,
ið verða fráboðað til ting-
lýsing, verða almannakunn-
gjørdar í tinglýsingarlista-
num, sigur Høgni Hoydal í
viðmerkingunum.
Og at enda verður sagt,
at av bæði dátu og rakstrar-
trygdarligum orsøkum fara
dátur dagliga at verða fluttar
frá upprunaligu tingbókini
til eina teldu, sum fyrispurn-
ingar frá almenninginum
fara til. Henda telda er í
Danmark og hevur samsvar-
andi upplýsingar frá øllum
donskum rættardømum.
3,7 mió. kr
Upplýst verður hartil, at út-
reiðslurnar til starvsfólk og
tilfar hjá tinglýsingini verð-
ur rindað av ríkiskassanum,
tó soleiðis at inntøkurnar av
tinglýsingargjaldi er 100 kr.
Sambært fyriskipan frá 8.
februar 1810 skal harum-
framt við sølu av fastari ogn
rindast eitt eigindómsgjald
og fellur hetta gjald somu-
leiðis til ríkiskassan. Inn-
tøkurnar frá hesum gjøldum
vóru í 1997 3.648.984 kr.
Útreiðslurnar í sambandi
við stovnan av edv-tinglýs-
ingarprojektinum viðvíkj-
andi fastari ogn verður rind-
að av ríkiskassanum og fer
sostatt ikki at hava útreiðsl-
ur við sær fyri landskassan.
Nútímansgera tinglýsingina
Tað, at allar upplýsingar, ið ikki longur eru aktuellar, ikki koma við, og at veðbindingar verða
settar í porioritetsordan, er nýtt í mun til galdandi tingbókarskipan, og fer væntandi at gera ting-
bókina nógv greiðari og nýtiligari í praksis, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingum til nýggju ting-
lýsingarlógina
House of Industry
Vinnudagur í Norðurlandahúsinum
Kendi danski vinnulívsmaðurin
Asger Aamund heldur fyrilestur
Eftir harðbalnar tíðir gongur nú aftur
framá hjá føroyska vinnulívinum. Vit
eru komin til eitt vegamót við stórum
rembingum. Sjónarringurin verður
alsamt
víðkaður
við
nýggju
kunningartøknini.
Oljuvinnan
er
komin á okkum. Og ríkisrættarligar
broytingar standa fyri durum. Í
strembanini at gera
føroyska
vinnulívið
enn betri ført fyri at
fáa sum mest burtur
úr hesum rembingum,
hevur Vinnuhúsið valt
at halda ein vinnudag
fríggjadagin 7. apríl.
Á hesum degi verður Ársins Virki
valt. Innbodnir føroyskir røðarar fara
at geva teirra boð upp á framtíðina,
og kendi danski vinnulívsmaðurin
Asger Aamund fer at siga sína
hugsan um framtíðarsamfelagið og
krøv til vinnuna.
Ert tú vinnulívsfólk og kundi hugsað
tær at luttikið á vinnu-
degnum
í
Norður-
landahúsinum, so set
teg í samband við
Vinnuhúsið
áðrenn
27. mars. Kostnaður
fyri tiltakið við døg-
verða er 800 kr.
Skrá fyri vinnudagin:
Kl. 13.00-13.15
Formaðurin í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag bjóðar vælkomin,
Wilhelm M. Johannesen
Kl. 13.15-15.00 Framløgur um føroyska vinnu
og framtíðina:
Fiskivinnan - framtíðar gongdin
innan høvuðsvinnuna,
Meinhard Jacobsen
Hava smáar og fjarskotnar
fyritøkur eina framtíð?
Magni Arge
Kunningartøknin - rembingar, ið
ávirka vinnuna,
Niels Chr. Nolsøe
Ein framtíð uttan heimamarknað,
Kjartan Kristiansen
Útvegan av eginkapitali
Vilhelm Petersen
Kl. 15.00
Steðgur - kaffi o.a.
Kl. 15.40-16.00
Vinnulív, vinnupolitikkur og
framtíðin,
Anfinn Kallsberg, løgmaður
Kl. 16.00-16.40
Framtíðarsamfelagið og krøv
til vinnuna, Asger Aamund
Kl. 16.40
Ársins virki:
Hví velja ársins virki,
Jan Mortensen
Umboð fyri dómsnevndina greiður
frá arbeiðinum.
Framløga - ein lýsing av útvalda
virkinum.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum
handar ársins virki virðisløn.
Kl. 19.00-24.00
Døgurði fyri luttakarum á
Vinnudegnum á Hotel Føroyum
ÁRSINS VIRKI
SANSIR TEL 355355
R. C. Effersøesgøta 30, FO-100 Tórshavn, Tel 31 18 64, Fax 31 72 78, fag@industry.fo