týsdagur 14. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
Høgni Hoydal skrivað bók um fullveldi
Um ein mánað ella so kemur bók um føroyska sjálvstýrisrørðslu eftir Høgna Hoydal, landstýrismann, út á donskum forlag
JOHN JOHANNESSEN
Landsstýrismaðurin í sjálv-
stýrismálum, Høgni Hoy-
dal, er liðugur við bók um
føroysku fullveldistilgongd-
ina frá gomlum døgum og
fram til í dag.
Handritið er latið danska
forlagnum Lindhardt og
Ringhoff, og um ein mánað
ella har um leið kemur
fyrsta bókin eftir Høgna
Hoydal út á prenti. Hon
verður á donskum máli.
Høgni Hoydal greiðir frá,
at talan ikki er um eina bók,
hann av sær sjálvum hevur
sett seg niður at skriva.
– Danska forlagið, ið gev-
ur út ymsikar kjakbøkur,
heitti fyri tíð síðani á meg
um at skriva hesa bók, og
tók eg av. Forlagið hevur
fyrr givið út kjakbók um
viðurskiftini millum Føroy-
ar og Danmark, sigur Høgni
Hoydal.
Landsstýrismaðurin
greiðir frá, at bókin telur
100 síður og er ein politisk
bók, ið greiðir frá hansara
hugsanum um føroyska
Til samráðingar við
væl mannaðum liði
Tað verður eitt væl fyrireikað og væl mannað lið, landsstýrið hósdagin sendir
til Danmarkar at seta hol á samráðingarnar um føroyskt fullveldi
JOHN JOHANNESSEN
Hópurin verður stórur, ið
hósdagin fer úr Føroyum til
Keypmannahavnar at seta
hol á fullveldissamráðing-
arnar við donsku stjórnina.
Løgmaður verður á odda
við varaløgmanni, lands-
stýrismonnunum, Helenu
Dam á Neystabø og Karst-
eni Hansen í fylgi. Við verð-
ur eisini ein riðil av føroysk-
um embætisfólkum, ið
skulu ráðgeva landsstýri-
num meðan samáðst verður.
Á middegi í gjár var ikki
endaliga
avgjørt,
hvør
skuldi vera við í stóra sam-
ráðingarliðnum. Men tó var
heilt vist, at landsstýris-
menninir í ávikavist al-
manna- og heilsumálum og
fíggjarmálum fóru við. Men
møguleikin fyri, at onnur
landsstýrisfólk eisini verða
við, er opin.
Høgni Hoydal, varaløg-
maður og landsstýrismaður
í sjálvstýrismálum, leggur
dent á, at tað er av alstórum
týdningi at fáa so holla ráð-
geving, sum møguligt undir
øllum samráðingunum. Tí
verður talið av embætisfólk-
um, ið verða við til sam-
ráðingarnar, stórt.
– Talan er um eitt álvars-
mál við nógvum ymiskum
smálutum, ið greiða skal fá-
ast á. Tí er neyðugt at hava
embætisfólk við hondina, ið
kenna til hesar smálutir og
tískil kunnu ráðgeva okk-
um, sigur Høgni Hoydal.
Roknað verður við, at
fyrsti samráðingafundurin
kemur at verða ein tann
mest týðandi fundurin í
samráðingunum um ríkis-
rættarligu støðuna. Á hes-
um fundi skal leistur finnast
fyri mannagongdini í sam-
ráðingunum, og møguleiki
er eisini fyri, at partarnir
koma víðari í hesum umfari.
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, sigur, at danir hava
allar fortreytir fyri at vera
væl fyrireikaðir til samráð-
Christiansborg verður karmur um fyrsta umfar av sam-
ráðingunum millum donsku stjórnina og Føroya Lands-
stýri um føroyskt fullveldi
ingarnar. Uppritið og annað
tilfar er umsett til danskt og
sent stjórnini og fólkatings-
limum, so teir eru eins væl
kunnaðir um málið, sum
føroyingar.
– Vit rokna við einum ar-
beiðsdegi til at leggja leistin
fyri víðari samráðingum.
Men, um annað hendir, ber
ikki til at siga, sigur Høgni
Hoydal.
Ríkisrættarligu samráð-
ingarnar millum donsku
stjórnina og landsstýrið
byrja fríggjadagin 17. mars
klokkan 16:00 í danska for-
sætismálaráðnum.
Klekja steinbít í Nesvík
Hjá Fiskaaling í Nesvík hava tey í løtuni gott hálvtannaðhundrað steinbíta-
yngul gangandi. Steinbítarnir eru klaktir úr rognum, sum Norðheim hevur
fingið í skeljatrolinum
EDVARD JOENSEN
Enn eru teir bara sum vanlig
kombikk til støddar. Teir
umleið 160 steinbítarnir,
sum ganga í einum kari í
Nesvík. Men vónandi fara
teir at vaksa og verða til ein
burðardyggan stovn, siga
tey á Fiskaaling.
Tað var heilt av tilvild,
greiðir Poul Vestargaard á
Fiskaaling frá, at tey fingu
hesar steinbítarnar til Nes-
víkar.
Tað var ein dagin herfyri,
at skeljatrolarin Norðheim
av Oyri fekk ein gulligan
klump, sum eitt hampiligt
knetti, í trolið.
Umborð á Norðheim
vistu teir væl, at hetta vóru
steinbítarogn, tí teir hava
fyrr fingið tey í, meðan teir
hava trolað eftir skeljum
eystanfyri.
Fyri nøkrum árum síðan
lótu teir Fiskaaling eitt slíkt
knetti, sum varð klakt. Men
eitt óhapp førdi tá til, at
steinbítarnir doyðu.
Nú royndu teir so aftur,
sigur Poul Vestergard. Teir
lótu rognini í eina spann,
har tey so vóru einar tveir
dagar, til tað byrjaði at
kleka. Síðan vórðu tey
heintað
av
fólki
frá
Fiskaaling, sum fingu rogn
og klaktan yngul til Nes-
víkar.
Á klekistøðini í Nesvík
ganga nú hesir smáu stein-
bítarnir í einum kari. Á
Fiskaaling ætla tey at royna
at fáa teir at vaksa og møg-
uliga fáa ein stovn burturúr.
Men tað er ikki nakað,
sum tilætlað er, sigur Poul
Vestergaard. Hetta er ein
síðuvinningur, sum heilt av
tilvild er dottin inn á gólvið,
so at siga. So nú er bara at
royna at fáa tað besta burt-
urúr, sigur hann.
sjálvstýrisrørðslu. Tí hevur
tað ikki verið serliga møtu-
mikið at skriva bókina.
Høgni Hoydal veit ikki,
um fleiri bøkur fara at koma
frá hansara hond. Men hann
sigur tó, at tá hann nú hevur
skrivað bók á donskum, fer
hann at umhugsa eisini at
skriva bók á føroyskum.
– Hendan bókin, eg havi
skrivað, er sum sagt polit-
isk. Tí kann eg ikki siga, um
eg eri egnaður at skriva
fagrar bøkur ella søguligar
bøkur, tá eg enn ikki havi
roynt tað, sigur Høgni Hoy-
dal, ið heldur tað vera held-
ur tíðliga at fara at skriva
endurminningar.
Olga verður
samskipari
Samskiparin, sum skal leggja arbeiðið
við útjaðaraverkætlanini til rættis, er
nú funnin
tetsútbúgving í samfel-
agsfrøði og samskifti.
Hon skal orða ein ar-
beiðssetning til nevndina
at arbeiða eftir.
Bara mannfólk
Enn eru limirnir í nevnd-
ini ikki valdir. Løgmaður
segði í gjár við Dagblað-
ið, at allar kommunurnar
høvdu innstillað mann-
fólk, og tað vildi javn-
støðunevndin ikki góð-
taka. Tí hava kommunur-
nar nú fingið boð um at
innstilla eitt mannfólk og
eitt konufólk. Tá hetta er
gjørt, kann nevndin setast.
Ætlanin er eisini at seta
ein verkætlanarbólk undir
Undirvísingar- og Menta-
málastýrinum, sum skal
arbeiða við økismenning
á teimum størru plássu-
num kring landið.
Fyri at tryggja saman-
hang millum hesar verk-
ætlanir verður skipað
samband millum nevnd-
irnar.
EYÐUN KLAKSTEIN
Tað verður Olga Biskop-
stø í Klaksvík, sum skal
samskipa útjaðaraverkæt-
lanina hjá landsstýrinum.
Hetta boðaði løgmans-
skrivstovan frá fríggja-
dagin.
Verkætlanin kom í lag
eftir ein fund um støðuna
hjá útjaðaranum, sum
varð hildin í Fugloy í fjør.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, avgjørdi tá, at ein
bólkur skuldi arbeiða við
málinum at menna útjað-
aran.
Ein nevnd, sum verður
mannað við umboðum
fyri útoyggjarnar og Løg-
mansskrivstovuna, skal
orða ein útoyggjapolitikk.
Nevndin skal gera ítøkilig
menningarhugskot, sum
skulu tryggja virksemi og
trivna á útoyggjunum.
Ein samskipari skal
standa fyri arbeiðnum, og
tað verður Olga Biskop-
stø, sum er útbúgvin cand.
com. – tað er ein universi-
Steinbítarnir í Nesvík eru enn ikki størri enn kombikk…
Mynd: Edvard Jonesen
JÓGVAN HUGO
GARDAR, OSLO
Jens Stoltenberg hevur síð-
ani hóskvøldið arbeitt við
at fyrireika sína fyrstu
stjórn.
Hann fekk møguleikan at
taka við sum forsætisráð-
harri í Noregi, tá Kjell
Magne Bondevik ikki vildi
góðtaka tað, sum meirlutin
kravdi - at Noreg skal loyva
bygging av gassorkuverk-
um sum ikki eru CO2-frí.
Jens Stoltenberg hevur
bert havt fáar vikur sum
leiðari fyri tingbólkinum hjá
Arbeiderpartiet. Thorbjørn
Jagland lat upp í hendurnar
hjá Jens at gerast formaður
í tingbólkinum og sam-
stundis fekk hann sum upp-
gávu at vera floksins boð
uppá
forsætisráðharra.
Hetta hendi í februar, og nú
skal Jens Stoltenberg um
fáar dagar til Kong Harald,
har hann skal vísa fram sína
stjórn.
Púrt einki er komið út um,
hvønn Stoltenberg vil hava
við í stjórn sína. Men git-
ingarnar eru nógvar. Ein git-
ing, sum neyvan er heilt av
leið, er at floksformaðurin
Thorbjørn Jagland gerst
nýggjur uttanríkisráðharri.
Hann er í dag formaður í
uttanríkisnevndini í Stór-
tinginum og hevur eisini
nevnt sjálvur, at uttanríkis-
málaráðið er í hansara huga.
Jens Stoltenberg hevur
lovað at í minsta lagi 40 pro-
sent av ráðharrunum skulu
vera kvinnur. Einstøk bløð
hava gitt, at Stoltenberg
kanska eisini vil velja at
hava ein meirluta av kvinn-
um í stjórnini. Ger hann tað,
so er tað fyrstu ferð í søguni
,at slíkt hendir.
Stoltenberg hevur ikki
sagt, nær stjórnin skal vera
klár, men vónar, at hetta
kann gerast í vikuni. Annars
hevur hann ikki nakra freist.
Kjell Magne Bondevik og
stjórn hansara situr, til Jens
Stoltenberg er klárur.
Nýggja stjórnin verður
ein minniluta stjórn, har bert
Arbeiderpartiet
situr.
Norska Arbeiderpartiet hev-
ur ikki sitið í stjórn saman
við øðrum flokkum áður, og
sjálvt um tey í dag ikki eru
líka avvísandi til samstarv,
so hendir hetta ikki í hesum
umfarinum. Møguleikin er
størri aftan á Stórtingsvalið
í september í 2001.
Komandi norski forsætis-
málaráðharrin verður
tann 40 ára gamli Jens
Stoltenberg
Jens farin
til arbeiðis
Tórshavnar bý-
ráð latið stuðul
til ríðihøll
Føroyskt íslandsrossafelag hevur
fingið játtað knappa millión í stuðuli
frá Tórshavnar býráð til at byggja
ríðihøll í Havnadali
JOHN JOHANNESSEN
Tórshavnar býráð hevur
gjørt av at stuðla Føroysk-
um íslensktrossafelagi við
knappari millión til at
byggja eina ríðihøll og fel-
agshøli fyri í Havnadali.
Sjálv ríðihøllin skal vera
1.150 fermetrar til víddar.
Síðani skal høllin eisini um-
fata eitt felagshøli á 160 fer-
metrar, somuleiðis sum 160
fermetrar verða tøkir oman
á felagshølunum.
Rossafelagið sigur í um-
sókn síni til býráðið, at tað
er avgjørt neyðugt við einari
ríðihøll í Havnadali, tá
hugsa verður um føroyska
veðurlagið. Felagið vísir á,
at tað javnan skipar fyri ríð-
ing fyri brekað, og krevur
hetta, at ein høll er til taks.
Í umsóknini verður eisini
víst á, at oman á felagshøl-
unum verða 160 fermetrar
til taks, ið býráðið kann nýta
til barnaansing. Hendan
spurningin hevur Tórshavn-
ar býráð ikki tikið støðu til,
men tað hevur gjørt av at
játta rossafelagnum pening-
in yvir trý ár.
Rossafelagið roknar við,
at ríðihøllin og felagshølini
koma at kosta 2.798.000
krónur. Tað hevur søkt bý-
ráðið um stuðul til ein trið-
ing av prísinum og lands-
stýrið um ein triðing. Sein-
asta triðingin fíggjar felagið
sjálvt.
Landsstýrið hevur enn
ikki svarað, um tað fer at
stuðla rossafelagnum.
Á grækarismessu
Veri tú vælkomið tjaldrið
higar aftur aftur.
Nú er eingin hagi í Havnardali,
eingin friðstaður at reiðrast.
Nú ert tú urtagarðsfuglur og
køksfuglur,
fær tær ein mola
saman við spurrum og øðrum
húsavinum.
Frælsi og sjálvbjargni?
“Tjaldrið vera skal várt merki
hvar vit halda fram”.
yrkt grækarismessuaftan 2000
Regin Dahl