týsdagur 14. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
ÁKI BERTHOLDSEN
–Tað skal vilja sera illa til,
um arbeiðssteðgurin í fólka-
skúlanum fer at nerva próv-
tøkurnar í summar.
Tað heldur í hvussu so er
Hensar Ellingsgaard, sum er
deildarstjóri fyri fólka-
skúlan í Undirvísingar og
Mentamálastýrinum.
Lærarafelagið
hevur
blokerað arbeiðið í teimum
nevndum, sum gera upp-
gávurnar til próvtøkurnar.
Og eitt nú hava nógv stúrt
fyri, at tær ikki fóru at verða
lidnar til tíðina, umframt at
at heldur ikki fór at eydnast
at fáa aðrar fyrireikingar til
próvtøkurnar frá hondini.
Men hesum nýtist ongum
at stúra fyri, sigur Hensar
Ellingsgaard.
Hann sigur, at nevndirnar,
sum gera uppgávurnar til
próvtøkurnar, vóru lidnar
við arbeiðið longu í farna
mánaði og uppgávurnar fara
Tað er ongin vandi fyri próvtøkunum
málastýrið hevur nakað við
at gera, í fyrsta umfari í
hvussu so er.
– Tað stendur í lógini, a
tað er skúlin og tey, sum
hava eftirlitið á staðnum,
skúlanevndir og skúlaráð,
sum skulu tryggja dygdina
í undirvísingini.
– Men dregur arbeiðs-
steðgurin út, kann tað sjálv-
andi verða ein trupulleiki.
Hann vísir annars á at
børnini hava undirvísingar-
skyldu.
Men hann heldur ikki, at
hendan skyldan er áløgd
foreldrunum, nú skúlin ikki
megnar at røkja hesa skyld-
una eina tíð.
– Har skúli er, hvílir
hendan ábyrgdin á skúlan-
um at tryggja, at undirvís-
ingin er ílagi. Tí haldi eg
ikki, at vit skulu leggja hesa
ábyrgdina á foreldrini her
og nú, sigur hann.
Men nú eru tað foreldur,
sum hava tikið børnini úr
nú til prengingar.
Sostatt skuldi ongin orsøk
verið tið at stúrt fyri próv-
tøkunum, sum byrja seinni
helvt í mai.
Eitt annað er so tað, at um
arbeiðssteðgurin dregur út,
so kann tað fara at knípa hjá
næmingunum at koma í-
gjøgnum alt tað, sum er
kravt, at tey skulu lesa fyri
at sleppa til próvtøku.
Men deildarstjórin fyri
fólkaskúlan heldur ikki, at
tað er orsøk til at stúra fyri
tí enn.
Í øllum førum heldr hann
ikki, at hetta er eitt mál, sum
Undirvísingar og Menta-
skúlanum.
Tað hava tey gjørt, tí nú
so nógvir lærarar hava lagt
arbeiðið niður, hevur tað
ført við sær, at hava børnini
nógvar frítímar ínn ímillum.
Men lærararnir, sum eftir
eru, hava ikki umstøður til
at taka fulla ábyrgd av øll-
um hesum børnunum í frí-
tímunum.
Av tí sama eru tað mong,
sum ganga fyri vág og vind
ein part av degnum.
Og hetta hava nógv for-
eldur so stóran ampa av,
ikki minst har nógv ferðsla
er, at tey hava tikið børnini
úr skúlanum.
Men hetta heldur Hensar
Ellingsgaard er eitt mál
ímillum foreldrini og tann
lokala skúlamyndugleikan,
skúla og skúlanevndir og -
ráð
Annars vil Hensar Ell-
ingsgaard ikki gera við-
merkingar til sjálvan ar-
beiðssteðgin.
– Uppgávurnar til
próvtøkurnar í summar,
skuldu vera lidnar
longu í februar, og tær
fara nú til prentingar,
sigur Hensar
Ellingsgaard
Fylla skipið upp á
eitt gott samdøgur
–Fiskiskapurin eftir svartkjafti er góður í løtuni. Skipini royna vestanfyri Írland
og tey fylla lastina uppá eitt gott samdøgur
Leygardagin kom Gøtutróndur søkklaðin á Fuglafjørð at landa til Havsbrún. Mynd: Jonhard Hammer
urin, teir taka ímóti, verður
kallaður ídnaðarfiskur.
Teimum dámar fult so
væl at kalla hann fóðurfisk.
Og á Havsbrún verur lagt
afturat, at hetta er ein fram-
leiðsla sum tað loysir seg at
gera burturúr svartkjaft-
inum.
eitt nú, hvussu skjótt teir
sleppa framat at landa og
tíðin tað tekur.
Annars eru tað eisini virki
í bæði Noregi og Danmark,
sum taka ímóti svartkjafti,m
men tað er aftur nógv longri
at sigla.
Prísurin er góð 50 oyru
fyri kilo, og tað er hampi-
ligt. Men prísurin er nógv
tengdur at, hvussu feitur
svartkjafturin er, og hesa
tíðina er hann sera rak.
Á Havsbrún verður svart-
kjafturin malin til mjøl og
skotskar, og írskir, men eis-
ini íslendskir.
Orsøkin til, at teir koma
til Føroya er í fyrsta lagi, at
hetta er plássið, sum stytst
er at sigla til fyri at sleppa
av við lastina.
Tvs, at at tað er stytti at
sigla til Skotlands og til
Hetlands, men har er bara
ein verksmiðja í hvørjum
stað, so tað er ofta trupult
at sleppa framat.
Men harumframt hevur
sjálvandi prísurin og um-
støðurnar annars sítt at siga,
landaði til Havsbrún, var
nettupp Gøtutróndur, sum
kom søkklaðin á Fuglafjørð
leygardagin við 2.691 tons-
um í lastini.
Somuleiðis er Christian í
Grótinum á veg við einum
2.000 tonsum, hann skuldi
koma á Fuglafjørð í dag.
Í løtuni er svartkjafturin
vestanfyri Írland, einar 400-
500 fjórðingar úr landi í
Føroyum.
Á Havsbrún vænta teir
eisini fleiri útlendskar bátar
teir næstu dagarnar, bæði
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað hevur hilnast væl hjá
skipunum, sum fiska svart-
kjaft.
Og tað kemur væl við hjá
Havsbrún í Fuglafirði.
Hesa seinastu tíðina hava
fleiri bátar verið hjá Havs-
brún við svartkjafti og fleiri
eru væntandi.
Men mest eru tað Gøtu-
tróndur og Christan í Grót-
inum, sum hava verið í
Fuglafirði.
Seinastu báturin, sum
lýsi verður úrskilt.
So verður mjøl, lýsi og
annað blandað saman og
gjørt til fóður, sum so aftur
verður ivið alifiski, sum
verður seldur í dýrum dóm-
um niðri í Evropa.
Tí eru fuglfirðingar ikki
longur so fegnir um, at fisk-
Hetta er árstíðin, tá ið
keypssamtøkurnar kring
landið halda sínar árs-
fundir.
Og nú hóskvøldið verð-
ur fundurin í Eysturoy og
hann verður í Muntra í
Fuglafirði klokkan 20
hóskvøldið.
Tað er limafelagið í
Eysturoynni, sum skipar
fyri fundinum og tað eru
sjálvsagt limirnir í FK,
sum hava atgongd til
fundin.
Limafelagið í Eysturoy
umboðar teir báðar FK-
handlarnar, tann í Fugla-
firði og tann í Saltangará.
Hesi seinastu árini eru
hesir limafundirnir bótað-
ir við áhugaverdum fyri-
lestrum, sum fakfólk á
ymsum økjum hava hild-
ið.
Og soleiðis verður aftur
í ár.
Í fundinum í Eystur-
oynni fer sálarfrøðingur-
in, Anna Debes Hentze,
at halda fyrilestur um
„sorg og kreppu“
Í fyrilestrinum fer hon
at greiða frá kreppu-
gongdini og um, hvussu
ein kann hjálpa fólki, sum
eru í sálarligari kreppu.
Tað plagar at vera fitt
av fólki á ársfundunum
hjá Keypssamtøkunum
kring landið, sum sam-
stundis er ett hugnaligt
kvøld við einum drekka-
munni og einum kakubita
afturvið.
Men á ársfundunum
verður sjálvsagt greitt frá
virkseminum hjá teimum
ymsu FK-handlunum.
Umframt felagið í Eyst-
uroynni, eru fýra onnur
limafeløg kring landið.
Eitt er í Norðoyggjum,
eitt í Vágum, eitt í
Suðuroy, og so tað í
Streymoynni, sum um-
boðar teir báðar handl-
arnar í Havn.
FK-fundur
í Eysturoy
Føroya Keypssamtøka í miðbýnum í Havn
Sær svart út
DAGFINN OLSEN
Signar á Brúnni hevur um
vikuskiftið verið í loftmiðl-
um við áskoðan síni um ar-
beiðssteðgin og ósemjuna
millum Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálastýrið.Tað
løgna við hesum var, at
hann tóktist samdur við
mongum, ið Lærarafelagið
førdi fram og tískil ósamdur
við partamanni sínum, Kar-
sten Hansen, fíggjarmála-
ráðharra.
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður við menta- og
undirvísingarmálum, metir
vera rætt og rímiligt av Før-
oya Lærarafelag at vísa á
øktu arbeiðsbyrðuna, ið
nýggja fólkaskúlalógin hev-
ur við sær
Sigur ikki eitt í dag,
og annað í morgin
Spurdur, um hann við slík-
um úttalilsum ikki er bangin
fyri at gera støðuna hjá
partamanni sínum, fíggjar-
málaráðharranum Kartin
Hansen, verri, sigur Signar
á Brúnni, at hann sigur ikki
annað, enn hann altíð hevur
sagt og at hetta ikki snýr seg
um partapolitikk.
– Eg sigi ikki eitt í dag,
og annað í morgin. Eg sigi
tað, eg havi sagt alla tíðina.
Tá nýggja lógin varð løgd
fram fyri løgtingið, sat eg í
andstøðu. Í dag siti eg í
samgongu, men ein eigur
altíð at hava seriøsa viðgerð
av málum, sigur Signar á
Brúnni.
Orsøkin til
truplu støðuna
Hóast Signar á Brúnni hev-
ur verið frammi við, at hann
heldur Lærarafelagið hava
ávísan rætt í krøvum sínum,
so sigur hann seg ikki duga
at seta neyv tøl á í hesum
málinum.
– Longu tá lógin varð
løgd fram vísti eg á, at ong-
ar útrokningar vóru gjørdar,
ið vístu kostnaðin, ið hon
hevði við sær. Lærarafelag-
ið kom tá við útrokningum
og sammetingum við Dan-
mark og vísti á útreiðslur
upp á einar 80–90 milliónir.
Onnur vístu á einar 40 milli-
ónir. Í dag sigur Lærara-
felagið einar 18 milliónir í
ár. Tá lógin kom fyri løg-
tingið, fekk tingið at vita,
at kostnaðurin var einar 8 -
9 milliónir. Tí er støðan so
trupul í dag, vísir Signar á
Brúnni á.
Ikki stríð millum
partamenn
Hann vísir á, at hetta er als
ikki tvídráttur millum parta-
menn, hóast Signar á
Brúnni sum landsstýris-
maður við skúlamálum hev-
ur úttalað seg og ikki tykist
samdur við samráðingar-
mótpartinum hjá Lærara-
felagnum, Karsten Hansen,
ið er partamaður hjá Sign-
ari.
– Hetta er ikki tvídráttur
millum meg og Karsten
Hansen, sigur Signar á
Brúnni, sum tó vísir á løgnu
støðu sína, tí hann hevur
einki við sjálvar samráðing-
arnar at gera, men situr tó
eftir sum Svarti Per, tá av-
leiðingarnar koma.
Kundu nýtt
tíðina betri
Signar á Brúnni sigur, at
hann hevði sagt tað sama,
uttan mun til, um fíggjar-
málaráðharrin var ein annar
og uttan mun til flokk.
– Hetta snýr seg ikki um
partamenn, ella ikki, men
um at viðgera eitt mál seri-
øst, sigur Signar á Brúnni,
ið væl skilir Karsten Han-
sen, ið ikki vil geva meira í
hækking, enn tey 6,5%, ið
onnur feløg hava fingið.
- Men so mugu partarnir
seta seg niður og finna útav,
hvat tað er, sum er nýtt í
lógini og hvat hetta hevur
við sær. Eg haldi, at partar-
nir kundu havt nýtt tíðina
betri, sigur Signar á Brúnni.
Verkfall rakar ósek
Signar á Brúni metir, at
støðan í skúlunum nú er ikki
haldgóð, nú arbeiðssteðgur
er, og Lærarafelagið um-
hugsar at herða tiltøkini.
– Verkfall rakar altíð tey
– Eg helt semingsuppskotið vera gott og nakað, ið báðir
partar kanska kundu góðtaka. Men staðfestast má, at
hvørgin parturin tók við semingsuppskotinum, og tí sær
svart út. Eftir at Signar á Brúnni um vikuskiftið mestsum
gav Lærarafelagnum rætt í krøvum sínum, og tískil tykist
ganga ímóti partamanni sínum, fíggjarmálaráðharranum,
so metir Signar á Brúnni, at talan er ikki um partapoli-
tikk, men at geva málinum seriøsa viðgerð
– Hetta snýr seg ikki um partamenn, ella ikki, men um at viðgera eitt mál seriøst.
Partarnir mugu seta seg niður og finna útav, hvat tað er, sum er nýtt í lógini og hvat hetta
hevur við sær. Eg haldi, at partarnir kundu havt nýtt tíðina betri, sigur Signar á Brúnni.
Dómur fallin
Savnsmynd
Fyri tíð síðani skrivaðu vit
her í blaðnum um mál, har
ósemja var millum starvs-
fólk á eini hárfríðkannar-
stovu og eigaran av stovuni.
Ósemja var um lønarviður-
skifti í samband við byrjan
av lærusáttmála og starvs-
tíð.
Rætturin hevur nú felt
dóm í málinum. Talan er um
3 mál, ið eru lík og Havnar
Handverkarafelag
hevur
verið umboð hjá hárfríðk-
arunum, ið settu fram end-
urgjaldskrav mótvegis ar-
beiðsgevaranum.
Rætturin hevur gjørt av,
at eigarin av hárfríðkannar-
stovuni skal gjalda teimum
3 starvsfólkunum tilsamans
123.013,99 krónur í endur-
gjaldi.
Enn er ikki greitt,
um dómurin verður kærdur.
- do -
Grækarismessa
Ymsastaðni kring landið
varð skipað fyri haldið
sunnudagin. Hetta var
fyrsti sunnudagur í føstu
og Grækarismessa. Í ka-
lendaranum sæst eisini
óseku. Nú eru tað foreldur
og børn og mong øki kring
landið eru hart rakt, sigur
Signar á Brúnni, sum tí vón-
ar eina skjóta loysn á sátt-
málaósemjuni
millum
Fíggjarmálastýrið og Før-
oya Lærarfelag.
Sær svart út
Men Signar á Brúnni við-
gongur, at tað tykist trupult
at fáa partarnar at nærkast
hvør øðrum.
Tá semingsmenninir fyri
viku síðani komu við sínum
uppskoti undir samráðingu-
num undan arbeiðssteðgi-
num, helt Signar á Brúnni,
at teir høvdu gjørt gott avrik
og at møguleiki var fyri
semju.
– Eg helt semingsupp-
skotið vera gott og nakað,
ið báðir partar kanska
kundu góðtaka. Men stað-
festast má, at hvørgin part-
urin tók við semingsupp-
skotinum, og tí sær svart út.
Talan kann óivað gerast um
drúgvan arbeiðssteðg, metir
Signar á Brúnni.
Samband hevur ikki verið
millum Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálastýrið, síðani
tað brast týskvøldið. Lær-
arafelagið hevur tó gjørt
greitt, at har meta tey, at
bólturin liggur hjá Fíggj-
armálastýrinum. Semings-
menninir ætla ikki sjálvir at
taka stig til samráðingar,
men bíða, til partarnir heita
á teir.
nevnd Quadragesima.
Grækarismessa verður
vanliga hildin kring landið
og tað sigst, at henda dag
koma tjøldrini.
Eins og aðrastaðni, varð
í Vági skipað fyri Græk-
arismessuhaldi, ið var við
minnisvarðan.
Kirkjukórið
Ljómur
sang, Dánjal Bjarkhamar
helt røðu og skótar lut-
tóku eisini.
Fitt av fólki hevði leitað
sær til minnisvarðan hesa
løtuna sunnudagin.
- do -