týsdagur 14. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
Opið aftur í Gøtudali
Fyrrapartin leygardagin lat Shell-støðin í Gøtudali
alment uppaftur. Støðin er umvæld og innan er hon gjørd
heilt av nýggjum. Støðin er nú ein »Select«handil eins og
vanligt er við slíkum støðum í Danmark
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var ikki eiti á fólka-
mongd, sum hevði leitað
sær inn í Gøtudal fyrrapart-
in leygardagin, tá Shellstøð-
in í bygdini alment lat upp-
aftur eftir høvuðsumvæling-
ina, sum er gjørd.
Nýggjar oljupumpur eru
settar upp og kortautomatin
syrgir fyri, at tað nú eisini
ber til at fylla sær olju og
bensin á bilin á náttartíð.
Innan er handilin full-
komiliga broyttur. Alt er
nýtt og øðrvísi enn tað var
frammanundan.
Eisini vøruúrvalið er
broytt og tað sæst millum
annað best við, at tað nú ber
til at keypa nýbakað hvønn
dag.
Talan er um hálvlidnar
vørur, sum fyritøkan keypir
frá stórbakarum úr Dan-
mark og sum síðani vera
liðugtgjørdar í Gøtudali og
tað er hent í eini bygd, sum
ikki hevur bakara.
Tað ringasta er við at hasa av og nú ber til at sleppa fram at diskinum at fáa sær ein
bita. Sera nógv fólk var í Gøtudali leygardagin
Mynd: Jonhard Hammer
Selecthandil
Høvuðsbroytingin innan er
tann, at tað, sum fyrr var at
meta sum ein kiosk, nú mest
líkist einum handli.
Hákun Djurhuus, stjóri á
Shell sigur, at teir hava
brúkt sama modell, sum
verður brúkt á størri støð-
unum í Danmark.
– Allar flestu støðirnar
niðri eru gjørdar sum henda.
Her eru kølidiskar, sum
syrgja fyri, at vørurnar alla
tíðina standa kalt og gott.
Men fara vit at síggja fleiri
slíkar støðir í Føroyum?
– Tað er ikki vist. Tað,
sum hevur týdning er, um
kundagrundarlagið er til
staðar. Henda støðin liggur
soleiðis fyri, at tað kemur
nógv fólk á gátt, men sol-
eiðis er ikki alla staðni í
landinum, sigur Hákun
Djurhuus.
Hvar aðrastaðni er møg-
uleiki fyri slíkum handlum í
Føroyum?
– Við Ringvegin í Havn
er møguligt, tí tann støðin
hevur eisini nógvar kundar,
men tað er einki avgjørt um
tað enn, sigur Hákun Djur-
huus.
Stórur áhugi
Sum sagt var nógv fólk
komið saman í Gøtudali
leygardagin og tey sluppu
at hoyra kórsang áðrenn
bygdaráðsformaðurin
í
Gøtu, Jógvan Gregersen
segði nøkur orð.
Aftaná fór øll rúgvan inn-
ar har Shell beyð teimum at
leska sær við einum bita av
onkrum góðum við einum
kaffimunni ella onkrum
øðrum góðum afturvið.
Børnini vórðu heldur ikki
gloymd henda dagin. Tey
fingu ballónir og tílíkt.
Og verður undirtøkan hjá
støðini framyvir eins góð og
hon var leygardagin, so
verður trongligt í Gøtudali.
Óli Breckmann tosaði
um Baden Powel
– Vit skulu læra av hug-
sjónum Baden Powels.
Hesi vóru ráðini hjá Óla
Breckmann, løgtings- og
fólkatingsmanni, sum helt
grækarismessurøðuni
í
Havn.
At Óli Breckamann hevur
verið skóti var eyðsæð, og
hann tók støðið í skótaar-
beiðinum, sum Baden Po-
wel fór undir saman við 25
skótum í 1907. Í dag kann
talið á skótum faldast við
25 milliónum, segði Óli
Breckmann m. a.
Eftir skránni skuldi Bjarni
Bæk, dómpróstur halda røð-
una, men hann hevði fingið
forfall, og tí varð Óli Breck-
mann biðin í hansara stað.
Nógv fólk høvdu leitað
sær oman á Vaglið í góð-
veðrinum, sum helt sær ta
løtuna, hátíðarhaldið vardi.
Óli Breckmann, løgtings-
og fólkatingsmaður heldur
grækarismessurøðuna í
Havn
ÓLAVUR Í BEITI
– Fyribyrgingarráðið skal
hava til uppgávu í serligan
mun at tryggja eitt fyri-
byrgjandi arbeiði við útliti
til ágóða av arbeiðinum
nógv ár seinni. Fyribyrg-
ingarráðið skal tí mannast
við fólki, sum ikki bert fara
eftir tí, sum er uppi í tíðini,
men heldur teimum veru-
ligu trupulleikunum, t.d.
tubbaksroyking og fita. T.d.
kann nevnast, at kanningar
gjøgnum nógv ár millum
næmingar í 9. flokki í fleiri
europeiskum londum vísa,
at føroyskir næmingar
roykja óhugnaliga nógv
samanborið við næmingar
í hinum londunum.
– Dentur má tí í nógv
størri mun enn higartil
verða lagdur á at mótvirka
teimum orsøkum, ið finnast
í samfelag okkara, sum
elva til vælferðarsjúkurnar,
soleiðis at fingin verður til
vega ein betri javnvág mill-
um okkum menniskju og
umhvørvið.
– Fingu vit eitt gott um-
hvørvi í mun til tað, ið vit
nú hava, vildi hetta óivað í
stóran mun minka um teir
nógvu tilburðir av hjarta-
og æðrasjúku, krabba-
meini, ferðsluvanlukkum
og sálarligum sjúkum.
Hesar sjúkur eru sum nevnt
tær altvaldandi í samfelagi
okkara í dag. Heilsuverkið
er í stóran mun hjálpar-
leyst, tá ið talan er um at
grøða hesar vælferðarsjúk-
ur, eru tær fyrst komnar,
sigur Helena Dam á Neyst-
abø m.a. í viðmerkingun-
um til uppskotið um Fyri-
byrgingarráð.
Viðvíkjandi kostnaði-
num, sigur heilsumálaráð-
harrin, at ikki ber til at siga
við vissu, hvussu stórur
kostnaðurin av virki fyri-
byrgingarráðsins verður,
fyrrenn ráðið er valt og
hevur gjørt sær arbeiðsætl-
an.
– Játtanin eftir galdandi
skipan til tey trý verandi
ráðini er 1,258 mió. kr.
Nakað kann sparast við at
leggja ráðini saman, men
havast skal í huga, at játt-
anin ikki eigur at verða
skerd, tí at virksemið hjá
fyribyrgingarráðnum fevn-
ir um alt almanna- og heils-
uøkið, og ikki bert um ávís-
ar sjúkur, soleiðis sum nú-
verandi skipan ger.
– Ætlanin við hesum lóg-
aruppskoti er, at skipa eitt
fyribyrgingarráð, sum skal
koma í staðin fyri hini trý
ráðini, men sum eisini skal
taka sær av øðrum heilsu-
trupulleikum. Her verður
t.d. hugsað um trupulleikar,
sum standast av skeivum
kostvanum, vantandi lik-
amsvenjing o.s.fr. Fyri-
byrgingarráðið skal sostatt
vera eitt altfevnandi ráð,
sum tekur sær av øllum
teimum heilsutrupulleik-
um, sum koma fyri dagin,
sigur Helena Dam á Neyst-
abø m.a. í viðmerkingu-
num til uppskotið.
Roykja
óhugnaliga illa
ÓLAVUR Í BEITI
– Nú vit eru farin um eitt
túsundáraskiftið er áhuga-
vert at líta aftur um bak,
hvussu er gingist teimum
ymisku vinnugreinunum,
og vit hava valt at nýta løn-
arútgjaldingarnar sum ein
indikator fyri framleiðsluna.
Tað er trupult at nýta lønar-
gjaldingarnar sum ein indi-
kator fyri hvussu einstakar
vinnugreinir hava tað, tí
framgongdin verður gjørd
upp í útreiðslum. Tað eru
vinnugreinir, sum hava
klára seg sera væl, og økt
nógv um framleiðsluna,
men lítið um lønarútgjald-
ingarnar, verður sagt í skrivi
frá Vinnuhúsinum.
Sambært hesum yvirliti-
num hjá Vinnuhúsinum, so
er lítil og eingin munur á
lønarútgjaldingunum í 1999
og 1989. Í 1989 vóru lønar-
útgjaldingarnar 4433 mió.
kr. og í 1999 vóru tær 4434
mió. kr. Størsta lønarút-
gjaldingin er í fiskivinnuni.
Parturin hjá fiskivinnuni av
tí samlaðu lønarútgjalding-
unum er farin úr 14,9% í
1989 upp í 16,9% í 1999 (í
1998 -19,4%). Framgongd-
in síðani 1989 hevur tí verið
týðilig, og hetta er sam-
stundis sum hesin bólkurin
hevur fingið ein týðiligan
skattalætta, sum restin av
Føroya fólki ikki hevur
fingið, skrivar Vinnuhúsið.
668 mió. kr
Yvirlitið vísir eisini, hvussu
nógv prosent, tær ymisku
vinnugreinirnar hava flutt
Almenna lønarút-
gjaldingin vaks 16,8%
Í 1989 vóru lønarútgjaldingarnar
4433 mió. kr. og í 1999 — 4434 mió.
kr., og samstundis verður tosað um,
at sama ferð er komin á búskapin,
sum var í 80-unum, stendur m.a. at
lesa í lønaryvirliti frá Vinnuhúsinum
seg í mun til samlaðu løn-
arútgjaldingarnar í 1989 og
1999. Almenna fyrisiting
hevur heili 2,2% størri part
av lønarútgjaldingunum í
1999 í mun til 1989. Part-
urin hjá almennu fyrisiting-
ini var í 1989 — 12,9% av
teimum samlaðu lønarút-
gjaldingunum, og 15,1% í
1999. Í tølum svarar hetta
til 572 mió.kr. í 1989 og 668
mió. kr. í 1999 ella ein
vøkstur á 16,8%. Tað er
trupult at siga, hvat orsøkin
er til henda stóra vøkstur
innan almennari fyrisiting
annað enn, at fleiri fólk er
sett í starv, skrivar Vinnu-
húsið.
Um almenna fyrisitingin,
undirvísingar-, heilsu- og
almannaverk, felagsskapir
og mentan verða løgd sam-
an, høvdu hesir bólkar 1319
mió. kr. í lønarútgjalding í
1989 og 1520 mió. kr. í
1999. Hetta svarar til
29,75% av samlaðu lønar-
útgjaldingunum í 1989 og
34,3% í 1999. At tað al-
menna hevur økt um sín
part av teimum samlaðu
lønarútgjaldingunum við
4,6% ella ein hækking
15,2% merkir, at aðrar vinn-
ugreinir hava goldið mun-
andi minni í lønarútgjald-
ingunum í 1999 í mun til
1989, verður staðfest í tíð-
indaskrivinum.
Byggivinnan
afturgongd
Tann størsta afturgongdin,
sambært hesum yvirliti, er
á byggivirkseminum. Í 1989
hevði byggivirksemið 8,5%
av teimum samlaðu lønar-
útgjaldingunum. Í 1999
4,9%. Hetta vísir greitt, at
byggivinnan ikki er komin
fyri seg aftur eftir kreppuna,
og at økta virksemi í sam-
felagnum ikki stavar frá
byggivinnuni. Í 1989 vóru
lønarútgjaldingarnar við-
víkjandi byggivirkseminum
379 mió. kr. og í 1999 —
219 mió. kr. Hetta er ein
afturgongd uppá 42,2%.
Og greið lækking sæst
eisini viðvíkjandi fiskavør-
uídnaðinum, sum í 1989
rindaði 9% av teimum sam-
laðu lønarútgjaldingunum í
mun til 7% í 1999. Í tølum
svarar hetta til 401 mió. kr.
í 1989 og 309 mió. kr. í
1999. Fyri ein part skyldast
hetta, at avreiðingarnar til
føroysk fiskavirki eru lækk-
aður úr 109.612 tonsum í
1989 til 90.740 tons í 1999.
Hetta er ein lækking uppá
17,2%. Samstundis er fisk-
avøruídnaðurin vorðin eff-
ektivari, og tí framleiðir
meira í mun til goldnan løn-
artíma. Kappingin um rá-
vøruna er hørð, samstundis
sum rávøruprísurin er høg-
ur, skrivar Vinnuhúsið.
– Innan ali- og kryvjivirki
er eisini ein týðilig effek-
tivisering farin fram. Løn-
arútgjaldingarnar vóru í
1989 — 74 mió. kr. og 111
mió. kr. í 1999. Hetta er ein
vøkstur á 50%. Samstundis
er framleiðslan farin úr
8.088 tonsum í 1989 til
39.536 tons í 1999. Hetta
svarar til ein vøkstur á
389%. Produktiviteturin í
mun til lønartíman er so-
leiðis øktur munandi.
Fíggjarpolitikkur
Og at enda skrivar Vinnu-
húsið, at fleiri tilmælir hava
verið um at tað almenna
skal føra ein stramman
fíggjarpolitikk, og serliga
verður víst á, at tað almenna
eigur at avmarkað sínar í-
løgur. Men hesi tøl vísa, at
tað ikki er byggivirksemi,
sum hevur skapt tað økta
virksemi í landinum, men
heldur almennar rakstrarút-
reiðslur og lønarútgjalding-
arnar innan fiskiskap.
– Tað sæst eisini týðiligt á
tí føroyska samfelagnum at
politikarar hava valt ikki at
gera íløgur og heldur varð-
veita og hækka rakstrarút-
reiðslurnar. Hesin politikkur
sæst aftur í dag á til dømis
einum samferðsluskervi,
sum er niðurslitið.
Framførd verða verk eftir
Giovanni Pergolesi og Jo-
hann Sebastian Bach
Leygardagin og pálma-
sunnudag, 15. og 16. apríl,
verða konsertir í Klaksvík,
Gøtu og í Havn við sopran-
sangarinnuni Daisy Johann-
esen og altsangarinnuni
Elsu Súsonnu Dalsgarð.
Tær fara at framføra sakralt
verk eftir barokktónaskald-
inum Giovanni Pergolesi.
Hesin var føddur í Jesi, ein
lítil bygd í nánd av Napoli í
1710, og gjørdist hann heilt
ungur kapelmeistari og urg-
uleikari við kgl. kapellið í
Napoli. Men honum varð
ikki langt lív lagað; longu í
1738, bert 28 ára gamal
andaðist hann av tuberkla-
sjúku. Men hóast stutta lívs-
tíð, so fekk hann avrikað
nógv. Ikki færri enn 15 op-
eraverk, 12 kantatur, 30 tri-
osonatur, sinfoniir og kon-
sertir, 6 messur og rúgvu av
øðrum kirkjuligum verkum,
legði hann úr hondum. Áðr-
enn hann doyði í einum
kapucinarakleystri, hevði
hann
skrivað
týdning-
armesta og helst vakrasta
verk sítt, „Stabat Mater“
(Guðs móðir stóð við kross-
in), fyri tvær kvinnurøddir,
strúkarar og cembalo/urgu,
og er tað júst hetta verkið,
tær báðar Daisy og Elsa Sú-
sanna, fara at framføra.
Konsertirnar verða soleiðis,
at leygardagin verður fram-
førsla í Christianskirkjuni í
Klaksvík, og sunnudagin í
Gøru kirkju og ED Vestur-
kirkjuni í Havn. Umframt
„Stabat Mater“, verður á
skránni eisini Brandenburg-
konsert nr 3 av Johann Se-
bastian Bach. Hetta er so-
loverk fyri 9 strúkarar, og
eru tað limir úr Føroya
Symfoniorkestri, sum koma
at framføra verkið, umframt
at teir eisini spæla undir til
verkið eftir Pergolesi. Nær
á degnum konsertirnar vera,
verður lýst seinni.
Konsertir við Daisy Johanne-
sen og Elsu Súsonnu Dalsgarð
Vikuskiftið 15. og 16. apríl verða konsertir við Daisy
Johannesen og Elsu Súsonnu Dalsgarð
For det første skal der slås
fast, at man har arbejdet
med strukturen i færøernes
centraladministration
i
mange, mange år. Allerede
iden 20. Marts 1989 brugte
færøernes centraladminist-
ration et ukendt antal milli-
oner på konsulenthjelp på
at komme med forslag til
strukturændringer. Den for-
eslåede struktur dengang,
blev aldrig implementeret.
Ikke nok med det. Allerede
i 1979, blev der af Lands-
styret udarbejdet en rapport,
hvis kommisorium var at
udarbejde et diskussionop-
læg til organisationsændr-
inger.
De historisk betingede
problemer i færøsk forvaltn-
ing havde været, at der var i
realiteten ingen centralad-
ministration. Man havde et
lille sektretariat bestående
af et lille antal uddannede
medarbejdere ca.8-10, der
havde mere eller mindre dir-
ekte adgang til landsstyre-
medlemmerne. Man havde
et kollegialstyre, som efter
min bedste overbevisning
kan sammenlignes med et
dansk eller grønlandsk
sogneråd med særlige be-
føjelser og novicer på ud-
enrigsområdet. Man havde
f. eks. Ingen indenrigspoli-
tisk administration, ingen
kommunal styring. Plan-
lægning og styring af anlæg
og infrastruktur blev styret
af en embedsmand i et dir-
ektorat og et parlamentarisk
udvalg. Dvs. Uden politisk
administrativ styring fra
centraladministrationens
side.
Helt op til 1993, var det
faktisk kun fiskeriafdeling-
en i færøernes hjemmestyr-
es sekretariat og lovkont-
oret, der fungerede efter
hensigten.
Man skal dog se udvikl-
ingen i et historisk lys. Ved
hjemmestyrets oprettelse 1.
April 1948 blev lagtings-
kontoret
afløst
af
landsskrivstovan, og har til
1987 været sekretariat for
både lagting og landsstyre.
I 1987 blev lagtingskontoret
genoprettet for at aflaste
Hjemmestyrets sekretariat.
Det som har kendetegnet
landsskrivstovan til 1987 er,
at det har fungeret som sek-
retariat og tjent alle lands-
styrets medlemmer med en
kontorchef og senere med
to kontorchefer.
Det som Finn Normann
Christensen fikk hjemmel
eller kommissorium til at
gennemføre sammen med
relevante interessenter var
at få indført en centralad-
ministration, som kunne
varetage "normale" depart-
ementale opgaver. Hvis
FNC ikke var blevet anmo-
det om at gøre dette, i den
svære forfatningsmæssige
sitiuation Færøerne var i på
dette tidspunkt, ville det al-
drig været blevet til noget.
Om det er bedre nu eller
før, det er en smagssag.
Men det er klart, at man har
fået flere forvaltningsmæs-
sige områder at arbejde med
og som jeg mener er sær-
deles
væsentlige. F.eks. udenrigs-
området, olieforvaltnings-
området og socialområdet.
Vinarligast
Rói Eliasen, cand.mag
Erhvervschef
Sisimiut, Grønland
Vidmerking til grein í Sosialinum
"Loynivirksemi", tann 4. mars 2000
Viðmerking: