týsdagur 14. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
Jóhan abbi
85 ár
Í dag verður abbi mín,
pápi pápa mín, Jóhan
Syderbø
áttatifimm.
Abbi mín var føddur í
Kunoy tann 14. mars
1915, sum næstyngstur
av sjey systkjum. Longu
sum 14 ára gamal fór
abbi fyrsta túrin til skips,
mær er sagt at tað var
við sluppini Reginu, ið
var deyðsiglari. Tað
mesta av lívinum hevur
abbi soleiðis starvast á
sjónum, seinast umborð
á Smyrli, áðrenn hann
fyrst í áttatiárunum legð-
ist upp á land.
Í bókini »Hendingar á
leiðini« sigur Bjarni
Niclasen so livandi frá
minniliga túrinum við
Mjóvanes til Ameriku í
1941, hendan túrin var
Jóhan abbi eisini við.
Spennandi er at lesa um
upplivingar teirra um-
borð, og har mitt í einari
tropiskari
melduródn
stendur Jóhan Syderbø
har frammi og heldur
kósina, »ein djarvur og
klófastur maður« sigur
Bjarni um hann.
Eg kenni abba mín
sum ein mann við ljós-
um sinni og einum mild-
um
eygnabrái,
altíð
skjótur at finna tað stutt-
liga í tilveruni, og at siga
frá einum skálkabrosi og
einum »glimti« í eygan-
um.
Ein følir seg altíð væl
at støkka inn á gólvið hjá
ommu og abba á Stong-
unum, har man verður
móttikin við opnum
ørmum tá ið man kemur,
og signaður á heimferð-
ini. Eg minnist serliga tá
vit vóru smá, at vit
kundu vera vís í at
omma og abbi stóðu og
veittraðu í vindeyg-
anum, heilt til vit vóru
farin um horni niðri hjá
Fjallheim.
Abbabørnini, ið nú
eru 25 í tali, hava altíð
átt eitt stórt pláss í hjart-
anum hjá teimum báð-
um, hetta kemur ikki
einans til sjóndar tá ið
ein er og vitjar har norð-
uri, men vit kunnu altíð
vera vís í at telefonin
ringir um høgtíðirnar
ella tá ið føðingardagur
er.
Sum vera man, verður
ein ofta spurdur hvørj-
um fólki ein er av, og er
tað tá eldri fólk eg tosi
við, fari eg ofta bein-
leiðis tvey ættarlið aftur
»Abbadóttir gamla Sy-
derbø á Smyrli« letur
tað so í mongum »so ert
túú av góðum fólki«, tá
er ikki sørt at ein gerst
eitt sindur errin. Best
minnast tey hann fyri
tað góða lagið, og hans-
ara fryntligu framferð,
»tað hoyrdist tá ið Sy-
derbø var umborð«.
Eg eigi tí einans gott
at bera abba mínum á
Stongunum, og eg vil
við hesum fáu orðum
takka honum og ommu
fyri alt tað góða tey hava
verið ein ímynd av í
uppvøkstri mínum, og
framvegis eru.
Við
føðingardags-
kvøðum.
Marjun
"Maðurin við russarahúgv-
uni hevur pakkan".
Soleiðis varð mangan
sagt í telefonini, tá klaks-
víkingar sendu pakka til
Havnar við Pride, ella tá
suðringar sendu okkurt
norður um fjørð við Smyrli.
Í dag fyllir tann lættsinti
og fryntligi maðurin við
russarahúgvuni og tí ser-
merkta lítla yvirskegginum
85 ár.
Johan Syderbø er kunoy-
ingur, men síðan seinna-
partin av fýratiárunum hev-
ur hann búð á Skáltavegn-
um í Klaksvík, har hann
setti búgv saman við fam-
iljuni.
Syderbø hevur havt sítt
lívsstarv á sjónum. Longu
á barnaárum dróg tað gátu-
fulla havið. Hann plagar at
greiða frá hvussu hugtikin
hann var tá sluppirnar komu
til Kunoyar eftir monnum
haðani. Mangan fylgdi hann
teimum eftir bakkanum so
langt sum til bar, og stóð so
og eygleiddi tær til tær
hvurvu úr eygsjón.
Fyrstu ferð Syderbø var
til skips var við deyðsiglara.
Hann var 14 ára gamal tá
hann fór við Reginu hjá
Napoleon Nolsøe í Vági.
Tíðin, sum nokk fyllir
serliga nógv í arbeiðslívin-
um hjá Syderbø, eru teir 15
mánaðirnir hann var við
Mjóvanesi í Amerika undir
krígnum, og so árini hann
var á lagrinum hjá Kjølbro
og samstundis sigldi við
Pride.
Tað var ikki lítið vágið at
fara úr Føroyum til Amerika
mitt undir krígnum. Mjóva-
nes varð tikin til at flyta
føroyskar vørur til New
York.
Teir vóru tveir kunoying-
ar, ið fóru við. Johan Sy-
derbø og Bjarni Niclasen,
sum hevur greitt frá ferðini
í bókini "Hendingar á leið-
ini".
Syderbø hevur mangan
greitt frá, at teir báðir gingu
hús úr húsi í heimbygdini
og søgdu farvæl. Tað var
týðiligt, at eingin væntaði
at síggja teir aftur.
Og tað vóru heldur ikki
troystarrík orð teir fingu frá
reiðaranum, Andriasi í Túni
á Toftum. "Eg ynski tykkum
góðan túr, men eg vænti
ongantíð at síggja tykkum
aftur. Skip fái eg tó altíð
aftur". Sum støðan var tá,
hevur hetta uttan iva verið
ein realistiskur reiðari, tí teir
skuldu veruliga sigla vanda-
sjógv. Fá skip vóru sloppin
um havið júst ta tíðina uttan
at vera álopin av fíggindum.
Teir løgdu út av Havnini
17. apríl 1941. Ferðin yvir
gekk væl. Tá teir høvdu lig-
ið eina tíð í New York,
vórðu teir sendir at sigla við
farmi har yviri - fyrst mill-
um Vestindisku oyggjarnar
og Kanada og seinni millum
býir í USA og serliga Ka-
nada. Onkrar túrar vóru teir
við salti, men mest sigldu
teir við koli.
Umstøðurnar frá hávetri
og til hásummar vóru
ógvuliga ekstremar - frá
minus 30 til 40 stig upp í
pluss 40 stig - og so í
hægstu krígstíð.
Nakrar ferðir vóru teir illa
staddir. Onkuntíð eltir av
kavbáti, uttan at skot varð
latið av. Onkuntíð í nógvum
ísi og einaferð í einari trop-
iskari melduródn. Ta ferð-
ina brotnaði ein 9.000 tons
stórur svenskur dampari,
sum var staddur tætt við teir,
tvørturav so at bara aftur-
skipið fleyt og fleiri mans
lótu lív.
Har yviri sigldu teir undir
føroyskum flaggi, sum júst
var góðkent á heimshøvun-
um. Hetta voldi teimum ofta
trupulleikar, men hevur
helst eisini bjargað teimum,
t.d. tá kavbátar onkuntíð
komu fram á teir og sigldu
leingi við síðuna av teim-
um, uttan at lata skot av,
samstundis sum teir vistu at
nógv onnur skip tætt við
vórðu søkt.
Bjarni Niclasen skrivar, at
tá teir vóru komnir aftur á
Havnina 15 mánaðir seinni,
hevði hetta verið ein hugna-
lig ferð, hóast hon stundum
hevði verið torfør og sera
trupul.
Heima høvdu tey frætt lít-
ið ella einki frá teimum og
fólk væntaðu ikki at teir
komu aftur. Men Lena, sum
var trúlovað við Johan Sy-
derbø, segði alla tíðina, at
teir komu aftur, tí hon hevði
droymt at Johan kom niðan
í Kloyv - tað er omanfyri
lendingina í Kunoy.
Heim aftur komin, tók
Johan seturskiparaprógv í
Havn og fór síðan burtur
aftur. M.a. sigldi hann í trý
ár sum bestimaður við
Liljuni.
Í nógv ár var Syderbø
álitismaður á Lagrinum hjá
Kjølbro á Stongunum. Tey
eldru børnini minnast, at
pápin hevði næstan ongan-
tíð heilt frí hesi árini. Tað
var altíð okkurt sum skuldi
fáast frá hondini.
Hvønn týsdag var hann
við Pride til bygdirnar í
Norðureysturoy, sum ikki
høvdu fingið veg. Mann-
ingin fekk tætt tilknýti til
nógv fólk í hesum bygdum.
Syderbø er enn tá gubbi
okkurt barnið har norðuri.
Mitt í 1960-unum fór Sy-
derbø at sigla við postbát-
inum til útoyggjarnar. At
hetta var vandamikið, fingu
teir sjón fyri søgn. 19. janu-
ar 1970 hendi vanlukkan tá
teir vóru í Fugloy. Johan var
sjálvur annar í lítlabáti tá
hann úti fyri Kirkju holvd-
ist. Hin maðurin, Sámal Jo-
hannesen, kom ikki aftur í
aftur. Johan lá drúgva tíð á
Kirkju, áðrenn hann kom
fyri seg aftur.
Aftaná hesa hending fór
Syderbø umborð aftur á
Pride, sum hann hevði stór-
an tokka til. Pride verður
nokk altíð hansara flagg-
skip, hóast tað um dagarnar
frættist, at Pride er lagdur.
Tá Smyril í 1975 kom til
landið, fór hann umborð har
og har sigldi hann, til hann
fór frá fyri aldur, 67 ára
gamal.
Tað vóru mong sum
saknaðu Syderbø tá hann
ikki longur var umborð á
Strandferðsluni. Við sínum
lætta sinni kláraði hann oft-
ast at fáa okkurt skemtiligt
burtur úr vanligum gerand-
istosi.
Hóast hann gavst at sigla,
gavst hann ikki at standa á
skipsdekki, tí í fleiri ár aft-
aná helt hann náttarvakt
umborð á fiskiskipum hjá
Kjølbro, meðan tey lógu við
bryggju.
Hóast lættsintur, hevur
Syderbø ofta verið noyddur
at taka tung tøk, tí húsið í
Innarstovu hevur mangan
verið rakt av sorg og van-
lukkum. Flestu menninir í
húsinum eru farnir í góðum
árum av vanlukku. Tann
seinasti var systirsonurin
Berint, ið doyði av van-
lukku á fjalli næstseinasta
summar, 59 ára gamal.
Hetta tók hart uppá Syder-
bø. Berint var uppkallaður
eftir beiggja Johan, ið datt
oman og doyði 13 ára gam-
al.
Heimbygdin Kunoy hev-
ur altíð staðið hansara hjarta
nær. Kemur tú á tal við hann
og hann kemur í gongd at
siga frá, kanst tú fáa nógvar
stuttligar søgur úr heim-
bygdini.
Fyri Syderbø var tað ein
stór hending at hann kundi
ganga gjøgnum fjallið áðr-
enn Kunoyartunnilin al-
ment varð skotin ígjøgnum.
Sjálvur sigur hann, at hann
var
fyrsti
kunoyingur
gjøgnum tunnilin. Steffan
Kunoy, bóndi í Útistovu,
sum var elsti maður í bygd-
ini, skjeyt síðsta skotið. Og
út komin kunoyarmegin,
handaði Syderbø Steffani
eitt blómutyssi.
Í mong ár var Syderbø
fjallmaður hjá Hans bónda.
Tá hann ikki var heima, fór
onkur av synunum fyri hann
á fjall. Teir vistu akkurát
hvar ódnin hjá pápanum
var.
Og honum dámdi væl at
hava heimaseyð. Øll fam-
iljan minnist serliga ta sera
góðu skotsku ærina Stjørn-
una, sum kom úr Suðuroy
sum lamb. Fyrsta árið hon
lembdi, vigaði lambið 66
pund og hetta var óhoyrt í
Norðoyggjum. Øll hini árini
hevði hon tvey góð lomb.
Stjørnan bleiv 13 ára gom-
ul.
Í 1945 giftist Johan við
Elsebeth Malenu Poulsen,
Lenu, heiman úr Húsi í
Kunoy. Tey eiga níggju
børn og eina rúgvu av abba
og ommubørnum og nøkur
langabbabørn eru nú eisini
komin.
At Lena røkti heimið til
fulnar gjørdi, at Johan
kundi kasta seg fult og heilt
yvir arbeiðið at skaffa teim-
um dagliga breyðið í munn-
in. Húsini eru ikki stór, men
har hava mangan verið
nógv fólk í húsi og altíð
hevur verið pláss fyri fleiri.
Orðatakið "Har hjartarúm
er, er húsrúm" kann av
sonnum brúkast um heimið
hjá Lenu og Johan Syderbø.
Eins livandi og altíð fylg-
ir Syderbø við tí, sum hend-
ir í okkara samfelag. Hann
lesir bløðini á tamb og lurtar
eftir tíðindum í útvarpi og
sjónvarpi. Han er altíð til
reiðar at vera við í umrøð-
uni av politisku málunum,
ið frammi eru.
Í dag fyllir hann 85. Og
vit eru mong sum ynskja
Syderbø hjartaliga tillukku
við hesum stóra degi og vit
ynskja tær nógv góð ár aft-
urat.
frændir
Johan Syderbø 85
Victor Carlsen
ummælir
Aftaná eitt ivaleyst strævið
vikuskifti, framførdi okkara
framúr góða gospelkór
„United Voices“ tað tey
høvdu lært á eini konsert í
Fríðrikskirkjuni
sunnu-
kvøldið. Kórið hevði hetta
vikuskiftið havt vitjan av
navnframa normanninum
Jens Christian Blom, sum
hevði syrgt fyri, at kórið nú
hevur 12 nýggjar sangir at
syngja, og forkunnugt var
at hoyra kórið og tónleikar-
arnar framføra tilfarið rætt-
uliga sannførandi.
Henda konsertin var sam-
stundis triðja ferðin at kórið
hevði eina sokallaða kirkj-
ukonsert. Henda siðvenja
kórsins byrjaði norðuri í
Christianskirkjuni í Klaks-
vík, og helt síðani áfram í
Vesturkirkjuni í Havn, og
hesa ferð var so Fríðriks-
kirkjan vertur fyri konsert-
ini. Einki er at ivast í at hetta
er við at vera eitt afturvend-
andi tiltak hjá kórinum, so-
leiðis at vitja kirkjur okkara,
og stuttligt er samstundis at
síggja so stórar manfjøldir,
ið trúliga vitja konsertirnar.
Sunnukvøldið var einki
undantak í so máta, tí neyð-
ugt var at seta eyka stólar
upp, so øll kundu koma inn,
og kórið kundi rættuliga
seta í gongd.
Nýggir sangir
Allarfyrst í konsertini fingu
áhoyrarnir loyvi at syngja
við vanliga væl kend kór,
sum tey flestu nokk hava
lært í sunnudagsskúlanum.
Hesum parti skipaði Heine
Lützen væl fyri, og sigast
skal at væl varð sungið við.
Eftir hetta byrjaði so kórið
við tveimum av teirra
„gomlu“ sangum undir
leiðslu av teirra dagliga dir-
igenti Eirikki Skála og
longu her var heitið fyri
konsertini lýst, tí kvøldið alt
var ein samlaður lovsongur
til Gud, sum hevur gjørt alt
so væl. Hann hevur nevn-
liga lagt ein nýggjan sang í
munn okkara og hesin
nýggi sangur er allur sum
hann er ein lovsongur til
Harran.
Gleðiligt var at hoyra kór-
ið syngja eitt heilt nýtt úrval
av sangum, sum kórleiðarin
Blom hevði valt út. Jens
Christian er jú ikki hvør
sum helst. Hann er kendur
frá tøttum samstarvi við
nógv kend nøvn yviri í
USA, eins og í Norðanlond-
um. Bæði sum kórleiðari,
tónleikari og sangari hevur
hann rættliga gjørt um seg.
Sera heppi at kórið soleiðis
fær so góða hjálp til at
menna røddirnar og tónleik-
in má sigast vera sera gott.
Aðalroyndin
Alt vikuskiftið var nýtt til
venjingar av hesum sang-
um, so tað var eitt heldur
møtt kór, ið her fekk loyvi
at vísa fram tað tey høvdu
lært, og sigast má, at væl er
kortini komið burturúr. Hó-
ast mødd, so skiltist at tey
øll royndu at gera teirra allar
besta. Heilar 12 sangir sang
kórið fyri okkum, bæði lætt-
ar og rytmiskar og eisini
stillar og vakrar, enntá a ca-
pella - uttan tónleik. Og nú
eg eri við tónleikin má eg
siga, at her hava vit sjálvt
„kremið“ innan føroyskan
gospeltónleik. Gunnar Gutt-
esen og hansara menn komu
sera væl frá spælinum,
dugdu væl at virða leiðbein-
ingina frá dirigentinum og
spentu seg eisini út, tá tað
rættuliga galt um. Legði til
merkis meðan solonumrini
vóru spæld, at Gunnar rætt-
uliga fekk roynt seg við 32‘-
indu pørtunum - ja, fingr-
arnir gingu nærum títtari
enn trummustikkarar eftir
tangunum, men framúr væl
spælt. Hugnaliga Hamm-
ond-orglið gjørdi eisini und-
urverk, ja, tað hoyrir jú við.
Guitari, bassur og trummur
gjørdu eisini sítt til eina frá-
leika heild. Enntá saxofonin
kom fram, tá Eirikkur
spældi - frálíkt.
Vanligt er í skipanini hjá
kórinum, at ymsir solosang-
arar koma fram at syngja,
meðan kórið tekur sær av
niðurløgunum. Hesir solo-
sangarar komu allir sera væl
frá teirra pørtum og tað
hoyrist eisini at hesi gera
nógv við at venja. Venjing
ger sum kunnugt ein meist-
ara, so tað er bara at dríva á
við hesum, tí hví skulu vit
ikki royna at gera okkara
besta, enntá fyri Jesus, sum
hevur gjørt so nógv fyri
okkum.
Tað hoyrdist eisini at kór-
ið sum heild hevur ment
seg, serliga nú ein uttan-
landsferð stendur fyri dur-
unum, so eg haldi at kórið
Hann legði í munn
mín ein nýggjan sang
Kyksilvur
og PCB
Hvaðan kemur tað, og hvussu er
støðan á okkara leiðum?
Fróðskaparsetur Føroya
og Føroya Fróðskaparfel-
ag skipa fyri almennum
fyrilestri á Fiskirannsókn-
arstovuni mikukvøldið
15. mars 2000 kl. 20.00.
Maria Dam, dr.scient.,
heldur fyrilestur, ið hon
kallar: Kyksilvur og PCB
– Hvaðan kemur tað, og
hvussu er støðan á okkara
leiðum?
Maria Dam er norsk og
búsitandi í Føroyum, fyrst
frá 1977 til 1981 og kom
aftur til Føroya í 1995.
Hon hevur vart doktara-
ritgerð í analytiskari evn-
afrøði við Universitetið í
Trondheim, verið gesta-
granskari við Memorial
University
of
New
Foundland 1989-90 og
við Aalborg Universitets
Center 1990-95. Síðan
1995 hevur hon verið í
starvi á Heilsufrøðiligu
Starvsstovu. Hon kannar
umhvørviseitur
í
tí
føroyska umhvørvinum;
nógv av hesum arbeiði er
í samstarvi við onnur
norðurlond ella størri
altjóða bólkar. Arbeiðið
fevnir um kortlegging ser-
liga av dálkingini, ið
kemur til okkara úr luft-
ini, havinum og við tí, ið
svimur og flýgur - ser-
liga hesin seinasti bólk-
urin, grind og fuglur.
Hesi seinastu árini eru
umleið 500 grindahvalir
kannaðir. Eisini hevur
verið arbeitt við at fáa til
vega álítandi kanningartøl
um teista, æðu, havhest,
skarv og lunda.
Fyrilesturin fer at við-
gera umhvørviseitur, sum
vit hoyra nógv um í sam-
bandi við hval, serliga her
á okkara leiðum. Hvaðan
koma hesi evnini, hvat
verða tey nýtt til, hvussu
vandamikil eru tey, og
hvussu síggjast tey aftur
her hjá okkum? Í fyri-
lestrinum verður tó ikki
bara viðgjørt umhvørvis-
eitur í hvali, men eisini
innihald og árin av hesum
í øðrum føðsludýrum sum
fiski og fugli, sum liva
tætt at nútímans fram-
leiðsluapparati.
Ummæli:
fer at umboða føroyskan
gospeltónleik sera væl. Vitj-
að verður bæði í Íslandi og
í Danmark, har sungið verð-
ur bæði innan- og uttandura.
Ætlandi verður ferðin gjørd
í juni/juli í ár, so her hava
øll nakað at gleða seg til.
Marathonsangur
Fyri at savna inn pening til
uttanlandaferðina, fer kórið
í mai mánaða at royna ein
sokallaðan marathonsang,
har ætlandi kórsangur verð-
ur at hoyra í samfullar 24
samanhangandi tímar. Ja,
spennandi verður at hoyra,
hvussu hetta verður - og ikki
minst at tiltakið verður væl
stuðlað av trúgva lurtara-
skaranum.
Samanumtikið kann sig-
ast at konsertin var sera væl
eydnað, og vita skulu tit, ið
skipa fyri, at vit eru mong,
ið fylgja tykkum á ferð
tykkara. Væntandi fara tit
sigursferð tykkara víðari
um land okkara at vitja
kirkjurnar, so enn fleiri fáa
gleði av sangi og tónleiki
tykkara. Kanska onkur onn-
ur av fríkirkjunum fer at
veita tykkum húsarúmd -
hvør veit?
Eisini skulu góðynski
fylgja tykkum, nú tit fyri-
reika uttanlandaferðina.
Nordat-
lantisk
Korfestival
Aftur í ár verður skipað
fyri kórstevnu undir heit-
inum “Nordatlantisk Kor-
festival”, har føroysk, ís-
lendsk og grønlendsk kór
í Danmark hittast til tveir
dagar við sangi og hugna.
Eisini eru einstaklingar
við áhuga fyri sangi væl-
komnir. Fýra slíkar stevn-
ur hava verið áður — í ’97
í Århus, í ’98 í Odense
og í 1999 í Keypmanna-
havn.
Stevnurnar higartil hava
verið óføra góðar, og eini
150 eldhugaðir sangflyti-
fuglar plaga at vera við
til hetta tiltak. Hesuferð
verður kórstevnan í Aal-
borg í døgunum 19. til 21.
mei ið er um dýrabiði-
dagsvikuskifti. Tað er før-
oyska kórið í Aalborg, Ál-
akórið, ið skipar fyri.
Luttakarar á kórstevn-
uni syngja saman í felags-
kóri, sum í ár er undir
leiðslu av tveimum leið-
arum. Annar er føroying-
urin Heri Eysturlíð, sum
er kendur í Føroyum, men
nú er lagstur upp í Stokk-
hólmi, og hin er danin Er-
ling Kulberg, lektari við
Århus og Aalborg Univer-
sitet. Felagskórið fer at
syngja bæði rútmiskt og
klassiskt tilfar. Eisini
verða føroyskir, íslendskir
og grønlendskir sangir
sungnir.
Á stevnuni verða tvær
konsertir. Fyrra kvøldi
syngja tey luttakandi kór-
ini hvør sær, meðan fel-
agskórið syngur seinna
kvøldið. Framførðslurnar
eru almennar.
Fyriskipararnir
hava
fingið fatur á sera væl
egnaðum hølum, á Aal-
borg Specialpædagogiske
Seminarium, Odinsgade
21 í Aalborg.
Luttakaragjaldið er 350
kr. Og skal rindast inn á
konto í
BG-bankanum, reg. Nr.
1199, konto nr. 1-687-
6542 áðrenn 1. mei 2000.
Girokort verða ikki send
út!
Ynskir onkur at vita
meiri um stevnuna, er at
venda sær til:
Óla Jákup Tvørfoss, tlf.
98311917 / 20159657 ella
Ingu
Samuelsen,
tlf.
98149495
Eisini ber til at senda t-
bræv
til
alakorid@hotmail.com
savnsmyndir