týsdagur 14. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 51 - 14. mars 2000
JÁKUP MØRK
VÍF-Kyndil 28-26 (11-14)
Hóast tað bert var annað
liðið, sum hevði føroyamei-
staraheitið at spæla fyri, so
var spenningurin undan
dystinum sunnudagin stór-
ur.
VÍF hevur stóran part av
kappingarárinum verið á
odda í bestu mansdeildini,
og hóast tað ikki hevur gin-
gist Kyndli eins væl, so hav-
a teir fleiri ferðir prógvað,
at einki av oddaliðunum
skal vænta sær ein lættan
dyst, tá Kyndil er mótstøðu-
liðið.
Eingin lættur dystur
Tað gjørdist eisini rættuliga
tíðliga greitt, at VÍF so av-
gjørt ikki skuldi vænta sær
nakran lættan dyst sunnu-
dagin, tí so at siga allan fyrr-
VÍF heldur fast um oddasessin
VÍF tryggjaði sær tvey týdningarmikil stig, tá Kyndil sunnudagin kom á vitjan. Við sigrinum eru vestmenningar fram-
vegis á odda í landskappingini
a hálvleik var tað Kyndil,
sum hevði leiðsluna.
Rættuliga tíðliga gjørdu
teir av at mansverja Inga
Olsen, og hetta darvaði
spælinum hjá heimaliðinum
rættuliga nógv. Harumframt
stóð Lars Winther sera væl
í málinum, har hann fleiri
ferðir bjargaði, tá vest-
menningar høvdu leikt seg
ígjøgnum verjuna.
Eitt skifti var Kyndil eis-
ini á odda við fimm málum,
men stutt fyri steðgin megn-
aði VÍF at minkað um mu-
nin.
Merkisvert er annars, at
Rógvi Nielsen nú rættuliga
tykist vera komin fyri seg,
eftir at hann meginpartin av
árinum hevur verið úti við
skaða. Einki er at ivast í, at
vestmenningar eru sera feg-
nir um hetta, og tað var eis-
ini sjónligt, at hetta gjørdi
góðan mun hjá vestmenn-
ingunum.
VÍF kom í gongd
Seinna umfarið byrjaðu teir,
har teir sleptur fyri steðgin,
og støðugt minkaðu teir um
munin. Onkursvegna hevði
Kyndil nú slept mansver-
juni av Inga, og hetta gjørdi
helst eisini sítt til, at spælið
hjá vestmenningum nú rigg-
aði betur.
Skotroyndirnar vóru nú
eisini neyvari, soleiðis at
Lars ikki fekk fatur á eins
nógvum, og tá hálvleikurin
var hálvrunnin, hevði tað
eydnast vestmenningum at
vunnið seg fram um kyn-
dilsliðið.
Kyndilsliðið tóktist eisini
vera darvað av, at vest-
menningarnir nú mansvar-
du spælskiparan, Jacob
Jónsson. Í øllum førum
gekk spæl teirra als ikki eins
væl, og tað hevði gjørt í
fyrra hálvleiki.
Einasti
kyndilsleikari,
sum veruliga gjørdi um seg
hesa løtuna, var Hans Áki,
tá hann ferð eftir ferð breyt
ígjøgnum frá veinginum.
Kyndil fekk tó so við og
við betur tak á spælið, men
kortini megnaðu vestmenn-
ingar alla tíðina at halda seg
framman fyri.
Tá fimm minuttir vóru
eftir at leika, øktu vest-
menningar upp í trý mál,
men tá Sámal løtu seinni
varð útvístur, megnaðu kyn-
dilsmenninir at minkað
munin niður í eitt mál.
Seinasta orðið var tó ikki
sagt, og við seinasta mál-
inum í dystinum, kundi Ag-
nar Joensen tryggja vest-
menningum sigurin.
Manglaðu tað síðsta
Kanska var munurin á lið-
unum báðum tann, at Kyn-
dil sum so einki hevði at
spæla fyri, at teir tískil ikki
góvu seg tað lítla petti eyka,
sum ofta er avgerandi fyri
slíkar dystir.
Ikki tí, dysturin millum
hesi bæði liðini er jú stóri
klassikarin í føroyskum
hondbólti, og tað er einki at
ivast í, at kyndilsleikararnir
heldur enn gjarna vildu
vinna dystin. Tað er tó mun-
ur á, tá annað liðið hevur
FM-heitið at berjast fyri,
meðan hitt bert stríðist fyri
æruni.
Vestmenningar hava nú
tveir dystir eftir, og við sig-
rinum sunnudagin, kunnu
teir framhaldandi sjálvir
gera av, um tað skal eydnast
teimum at vinna FM-heitið
aftur. Taln er tó als ikki um
nakrar lættar dystir, sum teir
hava eftir, tí talan er um
hinar báðar biðlarnar, StÍF
og Neistan.
Hvussu hesir dystir fara
at spæla av, er sjálvsagt ilt
at siga, men roknast kann
við, at tað verður dagsform-
urin og teir væl kendu smáu
mariginalarnir, sum fara at
gera av, hvør kann kalla seg
føroyameistara
komandi
árið.
Sum nevnt, so hevur
Kyndil nú bert æruna at
spæla fyri, men væntast
kann tó, at eisini teir hava
nakað at siga, tá avgerðin
skal fella um FM-heitið.
Seinasta leikumfar skulu
teir á útivølli royna seg móti
StÍF, og møguliga eru stran-
dingar tá framvegis partur í
gullstríðnum.
Seinasta ár fall avgerðin
um FM-heitið í júst hesum
dysti, og soleiðis kann eisini
gerast í ár.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 7 (1),
Agnar Joensen 6 (1), Ingi
Olsen 5 (2), Johnny Joensen
4, Harald Bjørgvin 3, Rógvi
Nielsen 2, Martin Humme-
land 1
Kyndil: Jacob Jónsson 8
(5), Hans Áki Dahl Christ-
iansen 7, Rúni Poulsen 4,
Bjarni Wardum 4, Janus Ei-
nar Sørensen 2, Regin M.
Petersen 1
Brotskøst:
VÍF 7, Kyndil 7
Útvísingar:
VÍF 3, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Krist-
ian Johansen
Rógvi Nielsen er nú aftur at síggja á VÍF liðnum, og tað er einki at ivast í, at hetta er teimum ein kærkomin styrkur,
nú seinastu og avgerandi dystirnir hetta kappingarárið standa fyri framman
Mynd: Álvur Haraldsen
Toppskjúttarnir báðir, Sámal og Jacob
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍtróttaSosialurin
kann sjálvandi eisini
lesast á alnetinum:
www.sosialurin.fo
Ein 11 ára gomul genta, NJ,
frá eini innlendis flóttafólk-
alegu í útjaðaranum í Khart-
Alheims kvinnudagur:
Tóm orð og svikin lyfti
oum í Sudan, bleiv burtur
5. mai 1999, tá hon skuldi
koma aftur av vitjan hjá for-
eldrum sínum í eini granna-
legu. Hon varð hildin at vera
eitt landastrok og sett inn á
løgreglustøðina, og har varð
hon neyðtikin av einum yv-
irmanni, meðan tríggir aðrir
hugdu at. Sjálvt um lækna-
lig prógv vóru fyri, at NJ
var neyðtikin, bera fólk álv-
arsligan ótta fyri, at hennara
søk ikki fer at koma fyri
rættin.
Støðan hjá kvinnum og
gentum um allan heim líður
undir sterkari mótsøgn til
vælvalgdu orðini í alheims-
samskiftinum, sigur Amn-
esty International í dag, al-
heims kvinnudagin.
Hóast lyftini og kunn-
gerðirnar,
sum
gjørdar
vórðu fyri fimm árum síðani
á fjórðu alheims ráðstevn-
uni um kvinnurættindi í
Beijing, hevur sera lítil
framgongd verið útinnt av
stjórnunum fyri at verja
kvinnurættindini frá eini ør-
grynnu av mannarættindar-
ligum brotum, sum verða
framd av kynsligum orsøk-
um,
sigur
Amnesty
International.
Framhaldandi miseydn-
aðu royndirnar at verja
kvinnurættindini vísa skort-
andi politiskan vilja veru-
liga at gera broytingar í lívi-
num hjá kvinnum.
Tað er vanligt, at stjórnir
gloyma síni lyfti og sínar
avtalur, ið gjørdar eru á al-
heims pallinum, og seta
meinbogar í vegin fyri at
verja rættindini hjá kvinn-
uni við at draga mentunar-
ligar og átrúnarligar áhugar
upp í málið.
Fleiri kvinnur og gentur
doyggja dagliga orsaka av
ymiskum hættum fyri kyns-
ligum ágangi enn av nøkr-
um øðrum broti á manna-
rættindini. Hvørt ár verða
eitt ótal av kvinnum og ung-
um gentum meislaðar, buk-
aðar til deyðis, brendar liv-
andi, neyðtiknar ella seldar
til kynslig endamál, fyrst og
fremst tí tær eru kvinnur.
Kvinnur verða framvegis
viðgjørdar
sum
annað
klassa borgarar í fleiri pørt-
um av heiminum, og tær
verða útsettar fyri diskrim-
inerandi lógum og gerðum,
ofta av átrúnaði, siðvenju
ella mentan. Í Pakistan t.d,
verða hundraðtals kvinnur
dripnar í heiðurinnar navni
um árið, og hóast slíkar
gerðir eru ólógligar, verða
tær framdar framhaldandi
orsaka av líkasælu og kyns-
ligum fordómum hjá paki-
stanskum myndugleikum. Í
øðrum londum verða kvinn-
ur
umskorðnar
undir
tvingsli, hóast hetta er ímóti
lógum landsins.
Ábyrgdina fyri hesum á-
gangi hava stjórnirnar, um
tær regluliga onki gera fyri,
at draga áleypararnar í rætt-
in, og misrøkja teirra skyld-
ur at verja kvinnur móti
slíkum ágangi, leggur felag-
skapurin áherðslu á.
Kvinnur eru serliga í
vanda í økjum, har vápnað-
ar ósemjur valda. T.d. kann
nevnast, at kvinnur og ungar
gentur eru í serligum vanda,
tá tær eru flóttarfólk, hóast
ta serliga eru tær, ið skulu
taka sær av teimum ungu,
sjúku og eldri í ókenda og
fíggindaliga sinnaða um-
hvørvinum. Tíverri hendir
tað seg alt ov ofta, at hesar
kvinnur verða neytiknar,
ella annar kynsligur ágang-
ur verður framdur ímoti
teimum við landamørk og í
flóttarfólkalegum.
Tíðindi frá Amnesty International:
Tveir ymsar dagar tíðliga í
mars 1999 vórðu tvær ungar
kurdiskar - 16 ára gamla
lesandi studenturin N.C.S
og 19 ára gamli studenturin
Fatma Deniz Polattaç -
handtiknar av løgreglu-
myndugleik-unum og settar
í varðhald í deildini móti
yvirgangi á løgreglumið-
støðini í Iskenderun í Turka-
landi í ávíkavist fimm og
sjey dagar. Ungu kvinnur-
nar søgdu, at tær vórðu
píndar og noyddar at geva
ósannan vitnisburð, meðan
tær vóru í varðhaldi hjá løg-
regluni.
Sambært frásøgnunum
hjá kvinnunum vóru tær
bæði neyðtiknar og útsettar
fyri kynsligum yvirgangi.
Tær høvdu allatíðina í varð-
haldinum bind fyri eyguni.
Teir fyrstu tveir dagarnar
varð N.C.S. noydd at standa
uppi alla tíðina, forða at
sova ella nýta vatnhúsið og
nokta mat og drekka við
undantaki av súrari mjólk.
Hon varð noydd at lata seg
úr klæðunum og standa
nakin í einum køldum rúmi.
Meðan avhoyringarnar fóru
fram, varð hon sligin um
allan kroppin - við sløgum
beinleiðis í høvdið, kynsl-
utirnar, afturpartin og bróst-
ini - og noydd at sita á ein-
um vátum gólvi í langa tíð,
áðrenn hon varð rullað nak-
in í vatni. Hon var eisini
hongd upp eftir ørmunum
og undirdíkt við køldum
vatni undir pressi. Hon varð
hótt við at verða dripin, og
at mamma hennara fór at
verða neyðtikin.
Fatma Deniz Polattaç
varð sambært frásøgnum úti
fyri somu píningum sum
N.C.S. Hon varð eisini hótt
við, at bæði pápi og mamma
hennara fóru at verða neyð-
tikin, meðan hon hugdi at,
og at pápi hennara fór at
missa starv sítt. Tað einu
ferðina varð hon sligin so í
andlitið, at ein av tonnum
hennara brotnaði. Seinni
varð hon eisini neyðtikin:
“Ein løgreglumaður bað
meg lata meg úr trussum og
sokkum.
Eg
var
ræðslusligin og gjørdi, sum
hann segði. Eg varð stand-
andi. Ein løgreglumaður í
búna bað meg boyggja meg
framyvir. Síðani trýsti hann
okkurt inn í meg aftanífrá.
Tað var okkurt langt og sag-
takkut. Tá fór eg at bløða.
Eg var boygd heilt framyvir,
men teir slóu meg við stav-
um teirra, meðan teir góvu
mær boð um at rætta meg
upp.”
Aftaná hesa hending helt
ein av løgreglumonnunum,
sum var við til píningina, á
við at siga henni, “sjálvt um
tú fer til lækna, kanst tú
einki prógva.” Í roynd og
veru
vórðu
kvinnurnar
kannaðar bæði við byrjan
og endan av varðhaldinum
av fimm ymiskum myndug-
leikasettum læknum, írokn-
að kvinnulæknum 6., 9. og
12. mars. Ongin av hesum
læknum sá nakað tekin um
harðskap, sjálvt um, - virk-
andi eftir samtykki frá for-
eldrunum hjá báðum kvinn-
unum - læknin framdi
“moyar-royndir”. Men ein
moyarroynd (kannan av
moyarhindini) kann ikki
prógva um ein neyðtøka er
framd ella ikki, tá neyðtøkur
kunnu fremjast uttan at
moyarhindin
nýtist
at
skrædna. Harafturat hevði
óheftað turkiska læknafel-
agið (TMA) í 1992 staðfest,
at moyarroynd var eitt slag
av kynsligur yvirgangi og
niðurgerð av kvinnukyns-
liga samleikanum. Royndin
kundi hava skelkandi árin.
Í januar 1999 sendi løgmál-
aráðið út eina kunngerð til
landsins ákærar, har moy-
arroyndir verða bannaðar, tá
eingin illgruni er um kyns-
ligan yvirgang. Amnesty
International hevur ta á-
skoðan, at er ein vitleysur
háttur av kynsligum ágangi
við valdi at fremja hesar
royndir
á
kvinnuligum
fangum. Hetta kann bert
samanberast við píning og
harða, ómenniskliga og
eyðmýkjandi viðgerð.
12. mars vórðu báðar
kvinnurnar aftur sendar í
fongsul av trygdarrættinum
í Adana, skuldsettar fyri at
vera limir í vápnaða mót-
støðubólkinum Kurdistan
Workers’ Party (PKK) og
fyri at hava verið uppi í ein-
um molotovcocktail álopi
undir eini mótmælisgongu.
2. november 1999 varð
Fatma Deniz Polatta dømd
18 ára fongsulsrevsing.
N.C.S. varð dømd í 12 ára
fongsul, ein minni revsing
orsakað av aldrinum. Báðar
kvinnurnar halda uppá, at
ákærurnar eru bygdar á frá-
sagnir givnar undir píning.
Hóast hetta verða tær sit-
andi í fongsli og bíða eftir
eini avgerð frá kæridóm-
stólinum.
Í juli 1999 fingu fýra
læknar fra TMA loyvi at
vitja ungu kvinnurnar í
fongslinum. Teir fingu loyvi
at tosa við tær, men ikki til
at kanna tær likamliga.
Sambært læknafrágreiðing-
ini styðjaðu sjúkraeyðkenn-
ini frásagnirnar hjá báðum
kvinnunum um píning.
TMA slóg fast at allar al-
mennu læknafrágreiðingar-
nar, sum myndugleikasettu
læknarnir høvdu gjørt, ikki
kundi nýtast av turkiska
heilsumálaráðnum
ella
TMA sum løgfrøðisligar
frásagnir. TMA undirstrik-
aði týdningin av røttum
læknaligum kanningum, í-
roknað sálarligum kanning-
um, sum skjalprógv fyri pá-
standum um píning. Felags-
skapurin eftirlýsti slíkum
kanningum
at
verða
framdar við frásøgnunum
hjá báðum kvinnunum um
píning í huga. Løgfrøðing-
arnir hjá báðum kvinnunum
bóðu eisini um, at tær vóru
sendar til serligar sálarfrøð-
isligar deildir fyri at verða
kannaðar fyri áhaldandi
skelk og fyri at tryggja, at
tær fingu røttu læknaligu
viðgerðina, men enn hava
ungu kvinnurnar ikki fingið
atgongd til lívsneyðugu
medisinsku og sálarligu
røktina. Myndugleikasettu
læknarnir eru eisini ákærdir
fyri at hava skrivað lækna-
frágreiðingar, ið dylja pín-
ing.
Aftaná eitt neyðarróp og
eina formliga klagu frá løg-
frøðingunum hjá kvinnu-
num 9. novemer, byrjaði al-
menni ákærin eina kanning
av pínuákærunum móti løg-
reglumonnunum.
Hóast
fýra læknar frá Adana For-
ensic Institute kannaðu báð-
ar kvinnurnar 27. november
og váttaðu, at tær høvdu
verið píndar, sá høvuðsá-
kærin í Iskenderun burtur
frá teimum. Hann avgjørdi
ikki at revsa løgreglu-menn-
irnar.
Tey seinastu árini hevur
Amnesty International stað-
fest fleiri hendingar við
neyðtøku og kynsligum yv-
irgangi framdar av limum á
trygdardeildini í Turkalandi.
Royndir hjá N.C.S. og
Fatmu Deniz Polattaç vísa
framhaldandi píning av
børnum og kvinnum á turk-
iskum løgreglustøðum og
fongslum. Í avbyrgdum
varðhaldi hjá løgregluni
verða bæði menn og kvinn-
ur vanliga úrlatin. Píning-
arhættir, sum Amnesty Int-
ernational fær at vita um,
eru elektriskir stoytir og
buking beinleiðis á kynslu-
tirnar og á kvinnubróst,
kynslig eyðmýking, íroknað
neyðtøku og neyðtøku-hótt-
anir. Síðani miðskeiðis í
1997 hava hjálparbólkar í
Istanbul roynt at fingi gern-
ingsmenninar fyri rættin
fyri at hjálpa kvinnum, sum
hava verið neyðtiknar ella
hava verið fyri øðrum
kynsligum ágangi av løg-
reglumonnum og øðrum.
Um 100 kvinnur, meira enn
80 av teimum kurdar, hava
styðjað ætlanini. Umleið 40
teirra siga frá neyðtøku og
65 frá øðrum kynsligum á-
gangi. Mistonktu gernings-
menninir eru fyri tað mesta
løgreglumenn, men eisini
hermenn og býarvaktir eru
undir illgruna. Teir fara tó
neyvan at ábyrgdast fyri
teirra misgerðir.
Hvat kanst tú gera?
Skrivað
til
turkisku
myndugleikarnar, og minn
teir á málini við Fatma Den-
iz Polattaç og N.C.S., vís á,
at tú ber otta fyri, at tær
verða píndar og misnyttar,
vís á, at turkisku myndug-
leikarnir alt fyri eitt eiga at
taka stig til, at verja kvinnur
og gentur í varðhaldi, so tær
ikki vera fyri liknandi á-
gangi, og minn turkisku
myndugleikarnar á, at teir í
1988 staðfestu the Convent-
ion Against Torture hja ST.
Skrivast kann til hesar adr-
essur (Tað ber væl til at
skriva longri enn víst í døm-
inum):
Løgmálaráðharran:
Professor Hikmet Sami
Türk
Minister of Justice
Adalet Bakani
Adalet Bakanligi
06659 Ankara, Turkey
Kvinnu-
og
barnamálaráðharran:
Mr. Hasan Gemici
State Minister responsible
for women and children
Office of the Prime Minister
Basbakanlik
06573 Ankara,Turkey
Brævadømi:
I am very concerned to
hear reports of minors be-
ing held in prison and
tortured in Turkey. I am
refering to the two young
girls N.C.S. Fatma Deniz
Pollattaç who were arres-
ted by police authorities
and detained at the Anti-
Terror Branch of police
headquarters in Iskender-
un for seven and five days
respectively
in
early
March 1999.
I must express my con-
cerns that the torture and
sexual abuse they suf-
fered whilst under police
custody are gross viola-
tions of their human
rights, and also express
the urgent need for the
Turkish authorities to
take measures to prevent
girls and women in cus-
tody from being su-
bjected to torture and ill-
treatment and remind the
Turkish authorities of
their obligations under
the UN Convention Agai-
nst Torture, which Turkey
ratified in 1988.
Yours sincerely
Turkaland
Ungar kvinnur neyðtiknar og
kynsliga misnýttar í varðhaldi