Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 JÁKUP MØRK Neistin-Stjørnan 21-19 (9-12) Tá Stjørnan fyri tveimum vikum síðani vann heima- dystin móti VB, mundi seinasti ivin um FM-heitið 2000 verða beindur burtur. Gaman í, so væntaði teimum enn eitt stig, fyri at verða 100% vísar í síni søk, men grundað á góða mál- munin og væntandi dystir- nar, var tað tikið sum givið, at nú kundi tað altso ikki kiksa. Seinastu stigini skuldu nokk koma, og flestu mun- du vera sannførd um, at hetta gjørdist veruleiki um vikuskiftið, nú tær sunnu- dagin vóru á vitjan hjá Neistanum. Neistaliðið hevur tó eisini sítt at stríðast fyri, tí tær eru ein av pørtunum í silvur- stríðnum, sum hetta árið hevur staðið millum VÍF, Kyndil og Neistan. Higartil í ár hevði tó eingin ivi verið um úrslitið, tá tær høvdu roynt seg móti Stjørnuni, so tað var ikki nógv, sum bendi á, at Neistin skuldi skala tær hesu ferð. Rannvá vardi skansan At byrjað við var heldur ikki líkt til, at Neistin skuldi gera nakað við »næstan-før- oyameistararnar«. Stjørnan fekk nevnliga betri byrjan- ina av teimum báðum, tó at munurin ongantíð var nakað serliga stórur millum liðini bæði. Á pappírinum er helst einki at ivast í, at Stjørnan hevur tað betra fólkið av hesum báðum, men týd- ningurin av stríðsviljanum eigur ongantíð at undirmet- ast, og hetta hava neista- kvinnurnar verið eitt gott dømi um í ár. Soleiðis var eisini sunnu- dagin, tí hóast uppgávan kanska kundi tykjast heldur møtumikil, so lótu tær á heimaliðnum seg ikki ávirk- a av hesum, men royndu hinvegin at fáa sum mest burtur úr. Móti endanum av fyrra hálvleiki var tað tó sum um, at Stjørnan hevði fingið tak- ið á dystinum, og Joan, Ves- na og Andrijana kundu syrgja fyri, at klaksvíking- arnir kundu fara til hálvleiks við teprari leiðslu. Umframt tær tríggjar om- anfyri nevndu, so var tað kanska mest Rannvá And- reasen fyri at takka, at Stjør- nan hevði leiðsluna í steðg- inum. Hon hevði fleiri góð- ar bjargingar, og hóast av- rikið hjá Helenu í hinum endanum ikki eigur at for- smáast, so rakk hetta ikki. Ikki í fyrra hálvleiki í øllum førum. Stríddu seg til sigurs Í seinna hálvleiki broyttist støðan nevnliga fullkomu- liga, og spakuliga megnaðu neistakvinnurnar at koppa dystinum til fyrimuns fyri seg sjálvar. Klaksvíksgenturnar fingu als ikki skjóta spælið at koyra, tí verjan hjá Neist- anum forðaði hesum. Ser- liga ta einu løtuna mið- skeiðis í hálvleikinum stóð alt í stað hjá Stjørnuni, og tá neistakvinnurnar fram- haldandi sendi bóltarnir inn um ávíkavist Rannvá og Jo- hannu, tóktist sensatiónin at koma alsamt nærri. Stjørnan gjørdi tó enn einaferð ein vørr, og tá fimm minuttir vóru eftir at leika, var líkt til, at tær enn einaferð skuldu fara av vøll- inum sum vinnarar. Stjørnan hevði tá vunnið seg fram um 19-18, og dómaraparið hevði júst til- lutað teimum eitt brotskast, men gylti møguleikin varð misnýttur, og ístaðin kundi Neistin í kontraálopi skjóta seg upp á javnt. Seinastu løtuna av dyst- inum, fekk Neistin tvey mál afturat, meðan Stjørnan einki fekk, og tískil kundu neistakvinnurnar fegnast um tvey sera kærkomin stig, meðan klaksvíksgenturnar spentar bíðaðu eftir úrslit- inum úr Vestmanna. Spennandi silvurdystur Sum vera man var rómurin øgiligur, tá tað frættist, at Kyndil hevði javnað í sein- astu sekundunum, tí hjálpin frá Kyndli var nóg mikið til tess, at Stjørnan nú hevur tryggjað sær meistaraheitið. Eitt meistaraheitið, sum tær alt árið hava verið heitir favorittar til at vinna. Gjøg- num alt árið hava tær prógv- a, at tær mugu roknast sum besta kvinnulið í landinum, men sunnudagin hjálpti hetta tó lítið. At Neistin fekk tvey stig burtur úr hesum dystinum, merkir allarhelst, at tær í hvussu so er megna at JÁKUP MØRK Tjaldur-VB 15-34 (7-14) Ikki høvdu liðini tað stóra at spæla um, tá Tjaldur og VB hittust leygardagin. Tjaldur hevur enn ikki roynt at vunnið ein dyst hetta kappingarárið, með- an tær hjá VB hava verið eitt vet ov stuttar í flestu dystunum, og tískil ikki bert eru á einum fimta plássi á stigatalvuni. VB liðið hevur tó sýnt sera góðan vilja alt kapp- ingarárið, og innan leingi gjørdist eisini greitt, at tær so sanniliga ætlaðu at vinna dystin í Runavík. Eingin spenningur VB liðið legði nevnliga bragdliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan longu 9-1. Eft- ir hetta kom ongantíð aft- ur spenningur í dystin, tó at Tjaldur tað, sum eftir var av hálvleikinum, megnaði at fylgja við málskjótingini hjá gest- unum. Seinna umfarið var gongdin á leið hin sama. VB legði fyri við at skjóta eini seks mál á rað, og restina av dystinum var bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Munurin er stórur Dysturin varð sostatt enn ein staðfesting av, at mun- urin millum Tjaldur og hini liðini er alt ov stórur. 18 ferðir hava tær verið á vølli hetta kappingar- árið, og hóast tær onkun- tíð hava verið nær við at fáa stig burtur úr dyst- inum, so hevur talan í flestu førum verið um rættuliga trivalig tap. Úrtøkan hjá VB hevur hóast alt verið nakað bet- ri, enn hjá Tjaldrinum, men enn hava tær so ikki megnað at bast nøkrum av teimum ovaru liðu- num. Tapini móti hesum hav- a tó í flestu førunum verið sera tepur, og við eitt lítið sindur av hepni, høvdu vágbingar helst kunnað hugt nakað ovarligari á stigatalvuna. Nú er kapp- ingin tó alt ov langt út- liðin til, at VB genturnar kunnu gera ein vørr í so máta. Tær hava tó í ár sýnt, at grundarlagið fyri ein- um góðum liði so avgjørt er til staðar. Ungu leik- ararnir fara uttan iva at mennast enn meira kom- andi árini, og megnar VB at halda fast um fólkið har suðuri, er einki at ivast í, at liðið fer at gera um seg fremstu røðini komandi árini. Fyri fyrst mugu tær tó taka til takkar við einum fimta plássi umframt sil- vurmerkjunum, sum tær vunnu sær í steypafinal- uni. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Sonja Gleðis- heygg 4, Sunri Gleðis- heygg 4, Heidi Jacobsen 2, Kristine Ellingsgaard 2, Mona Langgaard 1, Beinta Jacobsen 1 VB: Regina Rádó 7 (3), Rannvá Augustinussen 6, Sólrun Krosslá 6, Arnleyð Krosslá 4, Christina Holm 5, Gurið Mortensen 3, Eyðbritt Krosslá 2 Brotskøst: Tjaldur 1, VB 3 Útvísingar: Tjaldur 4, VB 1 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Tryggur VB- sigur VB hølvaði Tjaldur av, tá tey bæði niðastu liðini í bestu kvinnudeild- ini hittust leygardagin Taptu dystin - vunnu FM Flestu áskoðararnir mundu vænta, at Stjørnan endaliga fór at tryggja sær meistaraheitið sunnudagin. Soleiðis varð eisini, men tað var ikki Stjørnuni fyri at takka tryggja sær heiðursmerki. Í øllum førum tykist tað so- leiðis, at Kyndil við javn- leikinum misti sín møgu- leika í silvurstríðnum, og so verður tað eitt mál millum og VÍF, hvussu býti av mál- minum skal verða. Allar helst fellur avgerðin um hetta ikki fyrr enn í sein- asta dystinum, tá júst hesi bæði liðini hittast í Vest- manna, so heilt uttan spenn- ing verður kappingarárið ikki, hóast Føroyameistarin hjá kvinnunum longu er funnin. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø 5 (1), Inga F. Danberg 5, Ileana Manolescu 4, Susan Brockie 4, Gunnleyg Berg 2, Marjun Jógvansdóttir Stjørnan: Joan M. Joensen 6, Vesna Tomajek 4 (2), An- drijana Milodanovic 4, Anna K. Samson 2, Simona Hansen 2, Annika Ljósstein 1 (1) Brotskøst: Neistin 3, Stjørnan 4 Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 1 Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Dánial Hansen Tað eydnaðist ikki Annu Kristinu og teimum úr Stjørnuni at vinna dystin móti Neistanum sunnudagin, men føroya- meistarar gjørdust tær kortini, tá VÍF ikki fekk fulla úrtøku úr sínum dysti Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK VÍF-Kyndil 21-21 (9-11) At Vestmanna er hondbólts- bygd burturav, man ikki vera nøkur loyna. Uppgerð- irnar millum lokalu hetjur- nar og arvafíggindarnar úr Havn eru at rokna sum klassikarar í føroyskum hondbólti, og við árunum eru mong heiðursmerki førd til húsa, tá ungdómurin í bygdini hevur roynt síni kynstur. Aloftast eru hesi heiðurs- merki fingin til høldar hjá monnunum, men seinastu tvey árini, hava kvinnurnar í bygdini prógva, at tær eis- ini eru førar fyri at vinna sær heiðursmerki. Undanfarna ár vunnu tær steypakappingina, og hetta árið hava tær verið við til mynda toppin í føroysku kappingini. Uppi á ovastu rók hava tær tó ongantíð verið, men alt árið hava tær roynt seg í stríðnum um sil- vurmerkini. Sunnudagin kom so Kyndil á vitjan, og hóast føroyameistararnir undan dystinum vóru á fjórða plássi í kappingini, so var munurin ikki størri enn so, at tær við einum sigri á VÍF kundu gerast ájavnar VÍF í stigum. Kyndil byrjaði betri Hinar tríggjar uppgerðirnar, sum hava verið millum lið- ini hetta kappingarárið, hev- ur tað hvørja ferð verið Kyndil, sum hevur fingið stigini til høldar, og fyrstu løtuna sunnudagin var eisini líkt til, at hetta fór at end- urtaka. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu gentur- nar í grøna búnanum skora seks ferðir, meðan tað bert hevði eydnast VÍF at fáa tað eina málið. VÍF menti seg tó nakað seinna helmingin av hálv- leikinum, og tær megnaðu eisini at koma ájavnar kyn- dilsliðnum. Kyndil svaraði tó aftur seinastu løtun, og kundu tær tískil fara til hálv- leiks við eini tvey mála leið- slu. VÍF hevði møguleikan Seinna umfarið var tað heimaliðið, sum fekk betru byrjanina, og eftir lítlari løtu høvdu tær tikið seg fram um kyndilsliðið. Tí kom tað sera illa við, at tvey óhapp innan stutt tíðarbil gjørdu, at tveir av stuðulsleikarunum á liðnum brádliga ikki vóru á vøll- inum. Fyrst kom Marjun Poulsen heldur illa fyri í einum kyndilsálopið, so- leiðis at neyðugt varð at flyta Randi Kúrberg í málið. Beint eftir hetta varð Ioana Rápa óheppin, tá hon bek- laði, eftir at hon hevði langa eitt skot í kyndilsmálið. Tað hevur fyrr víst seg, at VÍF í sera stóran mun, noyðist at líta á leikandi venjaran, og nú hon ikki var á vøllinum, fekk Kyndil aft- ur takið um dystin. Heilt álvarsom mundu ó- happini hjá teimum báðum ikki vera, tí seinastu tíggju minuttirnar av dystinum, var Ioana aftur á vøllinum, og hóast hon nú varð mans- vard, so megnaði hon kort- ini at gera nakað um seg. Trý mál á rað syrgdu fyri, at VÍF aftur var á odda, men Kyndil megnaði tó enn eina ferð at svara aftur. Ioana legði tó enn ein- aferð VÍF fram um, tá hon sendi eitt brotskast í netið, og tá Kyndil so misnýtti brotskast, tá hálvur minuttur var eftir, mundu tey flestu halda, at nú var alt avgjørt. Í eini seinastu roynd at fáa nakað burtur úr dystinum, fóru kyndilskvinnurnar út á vøllin eftir VÍF gentunum. Úrslitið av hesum gjørdist, at Signhild brádliga varð spæld púra leys, soleiðis at hon kundi avgera dystin. Tað mundi í hvussu so er vera ætlanin, men soleiðis skuldi ikki verða. Marita bjargaði nevnliga skot- royndini frá Signhild, og við eini langari sending, varð Palma leikt frí í hinum endanum, og hon sveik ikki álitið, men javnaði við sein- asta skotinum í dystinum. Kyndilskvinnurnar fegn- aðust sjálvsagt um seinasta málið, og har við annað stigið, gleðin mundi verða nakað skerd av, at Ann Han- sen varð borin av vøllinum stutt fyri dystarlok, tá hon var óheppin og meiddi sær knæið í álopsroynd. Kyndil úti Eftir dystin vóru vest- mannagenturnar, sum vera man, vónbrotnar um, at stig- ini soleiðis gloppu teimum av hondum í seinastu løtu, og vónbrotið mundi ikki gerast minni, tá tað frættist, at Stjørnan óvæntað hevði tapt móti Neistanum í Havn. Ikki tí, Stjørnan hevði nokk verið føroyameistari hóast alt, men í silvurstríð- num eru tað nú bert Neistin, sum kann hótta VÍF, og her kann mista stigið fáa av- JÁKUP MØRK Neistin-KÍF 34-24 (15-15) Einki er at taka seg aftur í, at Neistmenninir vóru stórfavorittar at vinna dystin móti kollfirðingum sunnudagin. Í endaspæl- inum hevur Neistin vunn- ið allar dystirnar higartil, og hóast kollfirðingar hava vunnið seg úr botn- inum í sama tíðarskeiði, so munaði hetta helst lítið móti neistaliðnum, sum hevur sett kóst móti FM- heitinum, sum teir ikki hava vunnið síðani 1978. Gekk javnt Tá dysturin byrjaði, var tað tó als ikki so sjónligt, hvat av hesum liðum var partur í oddastríðnum. Kollfirðingar spældu nevnliga fult upp við Neistan, og hetta var ikki orsakað av, at Neista- menn ikki tóku uppgáv- una í nóg stórum álvara. Sera javnt gekk á allan fyrsta hálvleikin, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, helt gongdin so at siga fram seinna um- farið. Neistin fekk tó vunnið sær eina lítla yvir- vág, men einki er at ivast í, viðhaldsfólkini hjá Neistanum ikki kendu seg heilt trygg við støðuna. Kollfirðingar stríddust av fullum huga alla tíðina, og hóast heimaliðið kan- ska hevði teir flestu møguleikararnar, so var sera trupult at fáa bóltin fram við landsliðsmálver- janum hjá KÍF. Hetta broyttist tó full- komuliga, tá einir átta minuttir vóru eftir at leik- a. Petur Martin Johansen, sum hevði leikt ein frá- líkan dyst fyri kollfirð- ingar togaði í armin hjá Heini Joensen, tá hesin var um at sleppa leysur, og so varð ostaskorpan havd á lofti. Seinastu løtuna fingu havnamenninir sjey mál á rað, soleiðist at talan at enda gjørdist um ein sig- ur, sum á pappírinum var tryggari enn í veruleik- anum. Hava veikleikar Neistin hevur sostatt framhaldandi fult stigatal fyri endaspælið, nú teim- um restar tríggjar dystir, og um teir eisini fáa fulla úrtøku úr hesum, er stríð- ið vunnið. Kollfirðingar avdúkaðu tó, at neistaliðið hevur sínar veiku síður, og einki er at ivast í, at bæði strandingar og vestmenn- ingar fara at royna at gera tað sama. Kollfirðingar hava lítið annað enn æruna at spæla um seinastu dystirnar, men uttan iva er tað ein dyggur smeitur fyri teir, at teir mugu vera Petur Martin Johansen fyri utt- an, tá teir komandi sunnu- dag aftur skulu til Havnar, har teir skulu royna seg móti hoyvíkingum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Áki Olsen 8, Heini Joensen 7 (3), El- mar Ósá 6, Kári Morten- sen 5, Áki Mørk 4, Jákup Sverri Kass 2, Finnur Hansson 1, Rani Slætta- nes 1 KÍF: Petur Martin Johan- sen 8 (3), Jákup Dam 4, Petur Martin Poulsen 4 (1), Eddie Joensen 3, Jón- álvur Johannesen 2, Per Joensen 1, Finn H. Johan- nesen 1, Vagnur Johan- nesen 1 Brotskøst: Neistin 4, KÍF 4 Útvísingar: Neistin 3, KÍF 2 Diskvalifikatión: KÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Dánial Hansen VÍF heldur fast um silvurvónirnar Kyndil megnaði í evstu løtu at fáa javnleik móti vestmenningum, tá kvinnu- liðini hjá hesum feløgum hittust sunnudagin, men allarhelst var javnleikur ov lítið hjá Kyndli, sum nú man hava mist allar vónir um heiðursmerki gerandi týdning. Týsdagin skal VÍF á heimavølli royna seg móti nýklæktu føroyameistaru- num úr Klaksvík, áðrenn tær í teimum báðum sein- astu dystunum skulu hitta ávíkavist VB og Neistan. Tríggir harðir dystir, sum koma at avgera, hvussu heiðursmerkini skulu být- ast. Fyri Kyndil merkti javn- leikurin, at tær eftir øllum at døma enda á fjórða pláss- inum. Allar helst ikki nøkur nøktandi støða, men hin- vegin hava tær ikki verið nóg støðugar í spæli sínum, og serliga uppgerðirnar móti grannunum úr Neista- num, hava kostað teimum dýrt. Heilt tómhentar verða tær tó ikki í ár, tí tær hava hóast alt vunnið steypakapping- ina, og harvið tryggjað sær møguleikan fyri europeisk- ari luttøku komandi ár. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Ioana Rápa 9 (2), Signhild Petersen 5, Nico- lina Eyðbjørnsdóttir 3, Eyd- na Johannesen 2, Frida Marjunardóttir 1, Jacklin Durhuus 1 Kyndil: Ann Hansen 8 (2), Jórun Ludvig 6, Lotte Sø- rensen 5 (2), Anya Midjord 1, Palma Petersen 1 Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 8 Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 1 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristin Johansen Stóð nógv á Kyndil megnaði í seinastu løtu at fáa javnleik móti VÍf, men eftir øllum at døma er hetta ikki nóg mikið til at tryggja teimum eitt heiðursmerkjapláss hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Neistin vann ein trivaligan sigur móti kollfirðingum sunnudagin, men fyrstu 50 minuttirnar av dystinum høvdu kollfirðingar gott tak á oddaliðnum