Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 JÁKUP MØRK H71-StÍF 25-36 (11-18) Krøvini til strandingar vóru púra greið, áðrenn teir leygardagin fóru á vøllin móti hoyvíkingum. Sigur og tvey stig skuldu fáast til høldar, um teir framhaldandi skulu gera sær vónir um at endur- vinna FM, og uppgávan sáð heldur ikki ómøgulig út. Hoyvíkingar hava alt árið verið í niðara enda av stigatalvuni, og hóast teir onkran dyst hava ver- ið heilt nær við, so hava teir ongantið megnað at koppað nøkrum av odda- liðunum. Stórur munur Tað var eisini skjótt greitt, at strandingar als ikki ætlaðu at taka lætt upp á uppgávuna, og eftir lítlari løtu høvdu teir vunnið sær eina hamp- uliga trygga leiðslu. Í fleiri av dystunum í ár hava vit sæð, at hoy- víkingar eru farnir niður við nakkanum, beinan- vegin teir eru komnir aft- ur um við nøkrum mál- um, men soleiðis var kortini ikki leygardagin. Hóast munurin rættu- liga skjótt varð nakað stórur, so royndu teir meginpartin av dystinum at fáa glið á spæli. Tað var tó eisini sjónligt, at orkan ikki var eins góð, og hon var hjá stranding- um, og móti endanum av hálvleikinum fóru málini av álvara at fossa inn. Seinna umfarið byrjaði við, at hoyvíkingarnir skutu trý mál á rað, men tey, sum væntaðu at hetta var byrjanin til eitt come- back av teimum stóru, sótu vónbrotin eftir. StÍF kom nevnliga í gongd aftur, og nærri enn fimm málum komu hoyvíking- arnir ongantíð. Trý á rað StÍF vann sær sostatt tey bæði neyðugu stigini, so- leiðis at teir enn eru við í stríðnum um gullkrónur- nar. Eitt stríð, sum verður avgjørt komandi vikur- nar, tá øll oddaliðini skulu leika innanhýsis upp- gerðir. Strandingar skulu royn- a seg móti ávíkavist Neistanum, VÍF og Kyndli á heimavølli, og megna teir at basa hesum trimum, fáa teir í minsta lagi silvur. Støðan er ikki heilt ólík støðuni undanfarna kapp- ingarár, men munurin er tó tann, at nú eru mót- støðuliðini ávaraði. Hoyvíkingar skulu framhaldandi ansa sær, so teir ikki enda niðastir á stigatalvuni. Enn hava teir tveir dystir móti hin- um báðum liðunum, sum eru í botninum, og hesir fara at gera av, um enda- støðan hjá hoyvíkingu- num skal eita fimm, seks ella sjey. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Jákup á Borg 5, Halgir Dahl Olesen 5, Eyðun H. Højgaard 5 (3), Bárður Brimvík 4, Johnny Durhuus 3, Rene Dahl Olesen 2, Allan Mørkøre 1 StÍF: Artur Johansen 9 (7), Alexandur Johansen 8, Marius Joensen 6, Pau- li Hansen 4, Poli Hansen 3, Bent Durhuus 2, Jón- leif Sólsker 2, Sveinbjørn Poulsen 2 Brotskøst: H71 3, StÍF 7 Útvísingar: H71 2, StÍF 4 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen Halda kósina StÍF lat ongan iva vera um úrslit- ið, tá teir leygardagin spældu móti H71, og eru tí framhaldandi við í FM-stríðnum Alexandur gjørdi eitt gott hál leygardagin, tá hann skeyt átta av málunum hjá strandingum Mynd: Álvur Haraldsen Í fyrradagin fóru teir í Dan- mark undir langa endaspurt- in í kappingini um DM í ár 2000. Øll liðini vóru í eld- inum uttan Lyngby og liðið hjá føroyska landsliðsmál- verjanum, Jákupi Mikkel- sen. Hesi bæði liðini hittust á Lyngby stadion í gjár- kvøldið, eftir at hetta blaðið var farið til prentingar. Tað verður ikki fyrrenn í morgin, at vit kunnu siga meiri um dystin í Lyngby, men longu sunnukvøldið kundu Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge staðfesta, at uttan mun til úrtøkuna móti Lyngby, so hevði vikuskift- ið við sær, at Herfølge fór at standa sterkari í DM kappingini, enn teir gjørdu undan vikuskiftinum. Sigur ella javnleikur móti Lyngby fór at hava við sær, at munurin niður til Brønd- by á øðrum plássi fór at tog- na til sjey ella níggju stig. Um Lyngby vann, fór mun- urin niður til Brøndby, sum Herfølge fær vitjan av kom- andi sunnudag, framvegis at vera seks stig, men nú hevur Brøndby ein dyst færri at vinna munin innaftur í, og tað hevur sjálvsagt við sær, at Herfølge stendur betri í tí. Todi uttanfyri Í síðstu viku vónaði Todi Jónsson her í blaðnum, at liðbandsskaðin í knænum ikki var so álvarsligur, at hann fór at hava við sær, at Todi ikki kundi spæla í sjónvarpsdystinum í Aal- borg. Men tíverri vísti skaðin seg at vera so mikið álvar- sligur, at Todi ikki fekk spælt, og tað kom illa við hjá FCK. Peter Christian- sen, sum er komin frá Vejle, spældi á ytsta miðvallar- plássinum í vinstru. Hann kom ikki á vøllin eftir steðgin. Tá kom suðurafri- kanarin Sibusio Zuma inn í álopið. Nýggi álopsmaðurin var sera vandamikil, og í síðstu løtu skoraði hann eitt mál. Dómarin kolldømdi fyri Herfølge nærri gullinum Superligan: Eingin av teimum trimum føroyingunum var á vøllinum, tá AGF smokkaði niður um strikuna, FCK kendi seg snýtt, og Esbjerg syrgdi fyri, at Herfølge styrkti um møguleikan fyri DM rangstøðu, og tað vóru FCK venjarin, Kim Brinck, og nógv onnur, sera illa nøgd við. Víst varð á, at Niclas Jensen legði innfyri frá bak- linjuni í vinstru. FCK hevði greiða yvir- vág í spæli, men teir sjey túsund áskoðararnir stað- festu, at einki mál varð skorað. Óli uttanfyri AGF er illa spert í botninum í superliguni. Tá OB vitjaði, vóru teir 4.900 áskoðararnir greiðir yvir, at talan so at siga var um seks stigs dyst, tí OB hevur eisini verið millum liðini, ið hava havt stríð av niður- flytingarstrikuni. OB skoraði, tá 28 min- uttir vóru farnir, og hóast AGF hevði fleiri møguleik- ar, so eydnaðist teimum ikki at skora. At OB slapp úr Århus við øllum stigunum var ikki minst 41 ára gamla málverjanum, Lars Høgh, fyri at takka. Óli Johannesen var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá AGF, og hann varð heldur ikki skiftur inn. Brøndby kiksaði Størsti favoritturin í fyrsta umfarinum eftir vetrar- steðgin var Brøndby. Men næstu kappingarneytarnir hjá Herfølge til DM heitið heilkiksaðu, og tað vóru nógv teir flestu av teimum 16.101 áskoðarunum sjálv- andi vónsviknir av. Esbjerg, sum stríðist við niðurflytingarstrikuna, vann 3–2. Sigursmálið skoraði sviin Joakim Pers- son, sum akkurát er komin til Esbjerg, í yvirtíðini. Hann sendi flatt fríspark í- gjøgnum bláa og gula manngarðin. Komandi sunnudag skal Brøndby á vitjan í Her- følge, og tá er lagt upp til, at fleiri áskoðarar enn nak- rantíð áður fara at hyggja at í Herfølge. Vejle er við í stríðnum at sleppa undan niðurflyting. Tað kom illa við hjá m.a. AGF, at Vejle á heimavølli vann 3–1 á AB. Viborg og Silkeborg, sum er á triðja plássi, spældu 1–1. JH vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Herfølge18 11 - 4 - 3 32 23 9 37 2 Brøndby19 9 - 4 - 6 33 22 11 31 3 Silkeborg19 8 - 6 - 5 35 18 17 30 4 AaB 19 7 - 8 - 4 30 22 8 29 5 Lyngby 18 9 - 2 - 7 30 27 3 29 6 Viborg 19 8 - 5 - 6 26 26 0 29 7 AB 19 7 - 6 - 6 29 25 4 27 8 FCK 19 7 - 4 - 8 19 17 2 25 9 OB 19 4 - 8 - 7 16 25 -9 20 10 Esbjerg 18 5 - 2 - 11 20 35 -15 17 11 AGF 18 3 - 6 - 9 16 29 -13 15 12 Vejle 17 2 - 7 - 8 20 37 -17 13 Støðan, danska superligan Hóast teir ikki áttu dyst fyrr enn mánakvøldið, so betraði Herfølge kortini um odda- støðuna, tá næstu kappingarneytarnir, Brøndby, óvæntað máttu lúta fyri Esbjerg Landsliðið fer nú til Liktinstein Føroyska fótbóltslandsliðið fer at spæla altjóða skrásett- an landsdyst í Liktinstein mikudagin 26. apríl. Í síðstu viku varð avtala gjørd mill- um FSF og fótbóltssam- bandið í Liktinstein um hetta. Hin parturin av av- taluni er, at Liktinstein í 2002 skal koma til Føroya at spæla landsdyst. Vit hava áður nevnt í blaðnum, at tað hava verið samráðingar um vinardystir móti Liktinstein, men tá bendi alt á, at einki fór at spyrjast burturúr hesum. – Tað var Liktinstein, sum spurdi seg fyri hjá okk- um. Ætlanin var, at teir skuldu koma henda vegin seinni í ár ella eina ferð komandi ár, men tað bar ikki til at finna ein dag, sum passaði hjá bæði okkum og teimum. Tí er avrátt, at teir koma henda vegin í 2002. Enn hava vit ikki ásett, nær tað verður, men tá verður undankappingin til HM endaspælið liðug, og tí man tað fara at bera til at finna ein dag, áðrenn tað verður farið undir EM undankapp- ingina til endaspælið í 2002. Hetta sigur Ísak Mikla- dal, aðalskrivari í Fótbólts- sambandinum. Avtalan við Liktinstein er, at FSF sjálvt ber ferðaútreiðslurnar og aðrar útreiðslur, sum stan- dast av at fara av landinum við landsliðnum. Teir í Lik- tinstein rinda fyri uppihald- ið hjá føroyska ferðalag- num í Liktinstein. Tá Lik- tinstein um tvey ár kemur henda vegin, skal FSF rinda fyri uppihaldið hjá teimum, meðan teir sjálvir skulu gjalda ferðaútreiðslurnar. Ætlanin er, at landsliðs- ferðalagið skal fara úr Før- oyum flaggdagin, 25. apríl, og teir verða aftur í Vágum hósdagin 27. apríl. Nógv á skránni Allan Simonsen, landsliðs- venjari, fer í seinasta lagið fjúrtan dagar undan fráferð- ini til Liktinstein at boða frá, hvørjar spælarar hann ætlar sær at hava við. Ven- jarin kemur til Føroya at síggja onkrar dystir, men enn er ikki avgjørt, nær hann kemur henda vegin. Landsliðsspælararnir eru ikki enn farnir undir kapp- ingarárið, men Allan Sim- onsen fær nógvar møgu- leikar at síggja, hvussu landsliðsspælararnir eru fyri, áðrenn hann niðri í Liktinstein fer at seta liðið. Eitt nú eru dystir í bólka- umfarinum í kappingini um løgmanssteypið á skránni 20. og 22. apríl, og fyrsta umfarið í landskappingini verður 2. páskadag, 24. ap- ríl, ella dagin fyri, sum landsliðið fer niður til Lik- tinstein. Grønland tikið av skránni Grønlendingar hava í longri tíð víst áhugað fyri at spæla landsdyst móti føroyingum. Teirra uppskot hevur verið, at talan skuldi vera um ein dyst, og at hann skuldi spælast í Keypmannahavn. Síðsta uppskotið hjá grønlendingum var, at dyst- urin skuldi spælast í Parkini í Keypmannahavn miku- dagin 7. juni, men nú er tað greitt, at tað verður eingin landsdystur í ár ímillum Føroyar og Grønland. Í onkrum donskum fjølmið- lum hevur verið nevnt, at grønlendingar hava hildið, at teir kundu ikki ganga undir fíggjarligu treytirnar, sum føroyingar settu fyri at fara til Danmarkar at spæla, men frá føroyskari síðu hava krøvini um endurgjald Landsliðsspælararnir fáa so nógv at gera seinnapartin av apríl, sum kanska ongantíð áður Komandi vikuskifti verð- ur gjørt av hvørji tvey lið saman við teimum tíggju liðunum í 1. deild skulu taka lut í bólkaspælinum í kappingini um løgmans- steypið. Fýra dystir í innleið- andi umfarinum vóru á skránni sunnudagin, men bara tveir vóru spældir. EB/Streymur skuldi spæl- a á Tvøroyri, men eftir syndarligu vanlukkuna har suðuri varð avgjørt at útseta. Vit hava skilt á lagnum, at tað verður ar- beitt við at fáa dystin spældan komandi fríggja- kvøld. Sambært skránni skuldi Skáli havt spælt á útivølli móti Royn, men tann dysturin var av ongum, tí Skála gav avboð. Teir hugsa framvegis mest um hondbóltin. ÍF–AB 7–0 (2–0) Fuglfirðingar høvdu vit- jan av nýuppflutta 3. deildarliðnum av Argjum. Jóhan Stenberg vardi málið hjá AB, og hann hevði nógv meiri at gera enn nýggi málverjin hjá ÍF, Allan Joensen. Á liðnum hjá AB vóru m.a. Sigurd Vatnhamar, sum áður hevur spælt við LÍF, og Signar Jo- hannesen, sum í fjør var á 1. deildarliðnum hjá B68. Alvi Justinussen var nýggjur á ÍF liðnum. 16 ára gamli Henry Petersen kom fyri fyrstu ferð inn á besta liðið í Fuglafirði, og hann skoraði eitt mál. Beiggi hansara, Rúni Pe- tersen, var annar av frem- stu monnunum í 4–4–2 stílinum hjá Peturi Mohr, og Rúni skoraði tvey frá- líka góð mál. Serliga í 2. hálvleiki var eyðsýnt, at fuglfirðingar vóru væl betri fyri enn teir hjá Oddbirni Joensen og AB. LÍF–Fram 9–1 (2–0) Á vøllinum í Leirvík, sum er rættuliga ovarlaga, er framvegis nakað av kava. Tí gjørdu teir av at spæla í Gøtu, har vesturættin er góð. Elsti maður á Fram lið- num sunnudagin var 22 ár. Teir flestu vóru niðan- fyri 20 ár. Fótbóltsevnini tykjast vera (alt ov) góð til 4. deild. Men krops- styrkin og venjingarstøð- an vóru einki serlig. LÍF var greitt omaná í 2. hálvleiki, og Uni Høj- gaard í Fram málinum noyddist níggju ferðir í netið eftir bóltinum. Ein- asta Fram málið fekk Ter- ji Nielsen, sum tiltuskaði sær eitt brotsspark, sum hann skoraði uppá. Trygvi Olsen spældi ikki í fjør, men nú venur hann málið hjá LÍF, sum vann 9–1 í fyrsta dyst- inum við Hans Mouritsi Foldbo sum venjara. Leirvíkingar hava vant síðani hálvan februar, og teir tóktust vera hampu- liga væl fyri. Komandi vikuskifti Sum sagt so verður arbeitt við, at EB/Streymur skal fara suður á Sevmýri fríggjakvøldið. Tað er greitt, at Royn og ÍF skulu spæla sunnudagin. Tann dysturin verður annað- hvørt í Vági ella á Tvør- oyri. Tað valdast m.a. úr- slitið av dystinum millum TB og EB/Streym. Vinnarin av TB–EB/ Streymi skal spæla á heimavølli móti LÍF. Fríggjakvøldið verður av- gjørt, um tað verður á Mølini á Eiði ella á Sev- mýri. Um tað verður á Sevmýri, so skilja vit á lagnum, at ætlanin er, at ÍF og Royn skulu spæla í Vági. JH Løgmanssteypið Innleiðandi umfarið Sunnudagin 12. mars Royn–Skáli Royn vann uttan dyst TB–EB/Streymur út- settur ÍF–AB 7–0 (2–0) 1–0: Bárður á Lakjuni 5. 2–0: Rúni Petersen 40. 3–0: Rúni Petersen 51. 4–0: Ken Bærendsen 66. 5–0: Torstein Joensen 76. 6–0: Henry Petersen 83. 7–0: Alvi Justinussen 85. LÍF–Fram 9–1 (2–0) í Gøtu 1–0: Mirek Gil 15. 2–0: Mirek Gil 33. 3–0: Erik Lervig br 49. 4–0: Kristian í Vági 55. 5–0: Kristian í Vági 58. 5–1: Terji Nielsen br 61. 6–1: Jonhard Høgnesen 69. 7–1: Kristian í Vági 76. 8–1: Jonhard Høgnesen 83. 9–1: Mirek Gil 89. LÍF og ÍF stórsigrar Løgmanssteypið: Tveir dystir vórðu avlýstir, og komandi viku- skifti verður avgjørt, hvørji lið skulu í bólkaspælið fyri útreiðslur av ferðini til Danmarkar ikki verið mett at vera órímulig. JH