Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 fóta sær. Servurnar hjá meistarunum vóru neyvar og skarpar og tað gekk ikki so long tí, áðrenn fyrri hálv- leikur var í hús. Í øðrum hálvleiki bardist Fleyr væl fyri at geva meist- arunum torførari spæl og tað eydnaðist. Mjølnir mátti berjast meira fyri sigurin enn tær hava gjørt í fleiri dystum móti Fleyr higartil í ár og tað eru kanska bestu boðini Fleyr kann geva til næsta kappingarár. Tær eru Enn eitt meistaraheitið til Mjølnir SVEINUR TRÓNDARSON Fleyr-Mjølnir 0-2 Mjølnir vann dystin móti Fleyr í Gundadalshøllini leygardagin og við tí dyst- inum endaði landskapping- in fyri teirra viðkomandi í ár. Ein dystur er eftir í skránni og hann er millum TB og ÍF, men hann var út- settur av serstøkum ávum. Lat tað kortini vera sagt beinanveg. Fleyr spældi ikki ein ringan dyst leygar- dagin hóast tær í fyrra hálv- leiki høvdu torført við at klárar at berjast enn eina- ferð. Lyfta støði Nú kappingin er av, ber til at gera støðuna upp og stað- festa, at tað er alt ov stórur munur millum liðini í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinn- um. Mjølnir hevur ligið í ein- um bólki fyri seg, meðan miðjan í deildini hevur tvey lið. Niðast hava Fleyr og ÍF ligið, og hóast tað er stutt upp til nummar tvey og trý, so hava tey bæði hoyrt til botnin. Og skal størri áhugi fáast fyri føroyskum flogbólti, so er neyðugt at menna spæli. Tað er sera stórur munur á liðunum og tað ger, at kapp- ingin verður alt ov ójøvn. Tað mugu feløgini gera nak- að við, eins og FBF eigur at vera við at gera eina skipaða menning av ítróttini. Ein máti er, sum Fleyr, Mjølnir og TB hava brúkt í ár, at fáa sær útlendskan venjara. Men so skal tað gerast soleiðis, at fleiri ætt- arlið fáa gagn av venjaran- um. Tað gagnar ov lítið at fáa ein venjara til landið at vinna meistaraheitið um tað fíggjarliga merkist árið eftir. Hóast fíggjarliga tungt, so hava tey trý feløgini bundið um heilan fingur. Uppiborið meistaraheitið Úrslitið av hesum kapping- arárinum var so, at Mjølnir gjørdist meistarim og tað er nakað, sum vit hava vita í longri tíð. Ein dyst hava tær tapt, meðan tær trygt hava vunnið hinar dystirnar. Tí er eingin ivi um, at hetta meistaraheitið, eins og tað í fjør, er fult uppiborið. Leikliga hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at Mjølnir hevur verið tað sterkasta liðið, og tað er ilt at síggja hvussu hetta skal broytast. Rætt er, at hini liðini hava mist nógv, sammett við Mjølnir, men klaksvíks- damurnar hava kortini víst vilja til at vinna, hóast tað onkuntíð hevur tykist í lætt- ara lagi. Sosialurin ynskir Mjølnir tillukku við meistaraheitin- um. Marjun Kalsø, liðskipari og veteranur hjá Mjølnir. Tað mann vera ivasamt, um hon sjálv veit, hvussu nógv meistaraheiti hon hevur vunnið til Klaksvíkar. Nú er bara steypafinalan eftir í ár. Mynd: Álvur Haraldsen Hóast Mjølnir vann dystin 2-0 móti Fleyr leygardagin, so var til tíðir talan um ein góðan flogbóltsdyst. Mynd: Álvur Haraldsen Flogbóltur: Seinasta leikumfar í landskappingini í flogbólti endaði við, at Mjølnir vann 2-0 á Fleyr í Havn og aftaná fingu meistararnir steyp og heiðursmerkir Her stendur ... Margit Joen- sen lesur fyri venjaranum Borko Ilic hvat stendur á steypinum Mynd: Álvur Haraldsen Fleyr aftur meistari hjá monnum Flogbóltur: Tað eru longu nakrar vikur síðani Fleyr gjørdist meistari, men tað hevði kortini týdning at vinna dystin móti Mjølnir. Nú er steyp- afinalan eftir og eisini hon skal vinnast, sigur Klæmint Isaksen SVEINUR TRÓNDARSON Fleyr-Mjølnir 2-1 heldur ikki fjórðu ferð eydnaðist Mjølnir at vinna dystin móti Fleyr í lands- kappingini hjá monnum. Fleyr hevur verið oman á í øllum dystunum í ár, men einasta liðið, sum hevur hótt Fleyr í ár er Mjølnir, og tí var lagt upp til ein spenn- andi dyst leygardagin. Og hóast upptaktin hjá Mjølnir var alt annað enn góð, so varð talan um ein spennandi dyst, sum tað einu løtuna sá út til, at Mjølnir fór at vinna. Trygvi skaddur Tað var eingin Trygvi á vøllinum fyri Mjølnir leyg- ardagin og tað má sigast vera smeitur við lít. Trygvi er serstakliga drúgvur spælari og ein av- gjørd styrki fyri Mjølnir, men hann meiddi sær fótin undir venjing fríggjadagin og var tí ikki við. Kortini eydnaðist tað Mjølnir at leggja stórt trýst á Fleyr, og tað endaði við, at klaksvíkingar vunnu fyrra hálvleik. Teirra spæl var skilabetri og tað spældi kanska inn, at Fleyrleikararnir undir- mettu klaksvíkingarnar nú Trygvi var burtur. Tað skal ongantíð gerast tí tað er einki yvir at dylja, at klaksvíkingarnir duga at leika flogbólt. Vaknaðu úr dvala Í øðrum hálvleiki komu havnarmenninir afturíaftur. Teir fingu skil á sítt spæl og fingu høvið til at vísa áskoðarunum orsøkina til, at teir undan dystinum ong- an dyst høvdu tapt í ár. Breiddin á liðnum er so stór, at teir hava fleiri spæl- arar til øll pláss og tað sæst kanska best við, at Jan Hentze, sum annars hevur verið drúgvur kantáleypari, spældi libero leygardagin. Tað hevur hann gjørt sein- astu dystirnar vegna skaða í knøunum, men hóast tað er altíð annar maður at seta í hansara stað. Annar hálvleikur varð vunnin, dysturin við og aft- an á kundu teir fegnir taka ímóti steypinum, sum teir so ruddiliga hava uppiborið í ár. Teir hava ikki bara vunn- ið allar dystirnar í ár, teir hava gjørt tað sera trygt so at siga allar dystirnar. Steypafinalan Klæmint Isaksen er eisini væl nøgdur við árið, sum nú er farið, men sum fyri Fleyr kortini ikki er heilt liðugt. – Nú hava vit sett eyguni á steypafinaluna og vit brúka alla orku upp á at vinna tann dystin. Vit vilja hava greipuna, men tað verður torført. Mjølnir er eitt gott lið, og tað vístu teir eisini í dag, hóast Trygvi manglaði, sigur Klæmint Isaksen. Tann dysturin verður ein endurtøka av dystinum leygardagin og so er bara at vóna, at Trygvi verður klár- ur til tann dystin. Klæmint Isaksen í álopi, meðan venjarin Pascu Romica bíðar. Klaksvíkingarnir royna at verja og tað eydnaðist stak væl í fyrra hálvleiki. Hann vunnu teir, men í seinna setti Fleyr ferðina upp og teir vunnu dystin 2-1 Mynd: Álvur Haraldsen Jan Hentze, liðskipari hjá Fleyr, hevur tikið ímóti steypunum, sum siga at Fleyr er vorðin meistari í flogbólti enn einaferð. Jan hevur havt ein snudd at dragast við og tí hevur hann spælt sum libero teir seinastu dystirnar Mynd: Álvur Haraldsen Upp í luftina við honum ... Pascu Romica, venjari, fær tann traditionella lufttúrin Mynd: Álvur Haraldsen