Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 51 - 14. mars 2000 Sosialurin ynskir Mjølnir og Fleyr hjartaliga tillukku við meistaraheitunum SVEINUR TRÓNDARSON Dráttur-Mjølnir 0-2 Leygardagin verða steyp- afinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, men longu hetta viku- skiftið leiktu liðini í steypafinalunum innan- hýsis dystir. Hjá kvinnum var seinasti dysturin á skránni hjá Drátti móti Mjølnir og hann endaði við, at klaksvíkskvinnur vunnu 2-0. Hóast tað, so var kortini talan um ein rættuliga góðan dyst til tíðir. Í fyrra hálvleiki var Mjølnir betra liðið og í veruleikanum eydnaðist tað ongantíð Drátti at fáa fatur í skilagóða spælin- um hjá meistarunum úr Klaksvík. Í øðrum setti kom so ferð á Drátt. Tær royndu av øllum alvi at koma inn í spæli og tað eydnaðist teimum at vinna eitt sett móti meistarunum. Vit skilja, at tað serliga var blokaduspælið hjá Drátti, sum virkaði serl- iga væl, og tað helt Mjølnir niðri eina tíð. Men royndirnar á Mjøln- irliðnum komu teimum til góðar, tá tær í staðin fóru at leggja dent á lopp og aðrar álopshættir. Dráttur verður nummar trý Flogbóltur: Fríggjakvøldið fingu vág- afólk høvið til at meta um møguleikar- nar hjá Drátti at vinna steypafinaluna tá vágakvinnur hittu Mjølnir. Men eins og fyrr í ár dróg Mjølnir longra stráið Hetta eydnaðist og seinasta javnbrótaran vann Mjølnir greitt. Tískil endaði dysturin við sigri til meistararnar úr Mjølnir. Finalan fyri framman Hetta var næstseinasti dysturin hjá Mjølnir og Drátti í ár. Nú restar bert steypafinalan, sum á fyrsta sinni í mong harr- ans ár aftur verður leikt næsta vikuskiftið. Skulu vit fara at gita um hvat av liðunum fer at vinna, so fara vit at seta nakrar krónur upp á meistararnar úr Klaksvík. Tær hava roynst knáar í ár og tað fer at vera meiri enn torført hjá Drátti at koppa Mjølnir, sum av álvara hevur fingið skil á spæli. Blandingurin við royndum og yngri leikar- um hevur víst seg at vera serstakliga góð í ár og tað tykist ñ uttan at taka nak- að frá hinum liðunum ñ at tær eru klassar betri enn hini liðini. Dráttur hevur roynt í ár og tað skulu tær eiga. Tær hava barst fyri at fingið síni úrslit um enn tað kann fara at tykjast í tyngra lagi næsta leygar- dag. Bárður vann Flogbóltur: Venjarin hjá Fortunu hevur valt ikki at brúka Gudrid í seinastu dystunum SVEINUR TRÓNDARSON Um vikuskiftið hevði mansliðið hjá Fortunu vitjan av Lyngby, sum teir hava tapt tríggjar ferðir ímóti í ár. Men hesaferð bragdaði. hjá Fortuna Odense. Seianstu tvær vikurnar hava teir lagt dent á at venja nógv móttøku og verjuspæl og tað gav úrslit í dystinum móti Lyngby, sum annars hevur eitt sera gott og vælvirkandi álop. Nógvir bóltar vóru fingnir uppaftur tá tað sá mest ómøguligt út og tí vann Fortuna dystin 2-0. Gudrid úti Hjá Fortunakvinnum er annars eitt sindur øðrvísi. Gudrid, sum hevur verið við í fleiri dystum hjá besta liðnum hjá Fortuna, hevur so at siga fingið durafjórðingin eftir at Fortuna hevur fingið nýggjan venjara. Hann hevur valt at koyra upp á royndirnar og ikki kann sigast annað enn at hann hevur ríkiligt at taka av í so máta. Men úrslitini hava ver- ið alt annað enn góð, síð- ani broytingina. Fortuna- kvinnurnar hava tapt allar dystirnar í fyrireikingini til endaumfari, og so er spurningurin um Gudrid kundi havt gjørt tað øðr- vísi. TV55 við Anniku og Alvildu spæli móti HIK Aalborg, og tann dystin vunnu dámurnar úr Jútl- andi. Úrslitið gjørdist 2- 0 til HIK. Mjølnir Føroyameistarar 1999/2000 í meistaradeildini fyri kvinnur Fleyr Føroyameistarar 1999/2000 í meistaradeildini fyri menn 1. Rif3 Rif6 2. c4 c5 3. g3 d5 4. d4 dxc4 5. Fa4+ Bd7 6. Fxc4 Bc6 7. dxc5 Bd5 8. Fa4+ Bc6 9. Fc4 Bd5 10. Fc2 e6 11. Bg2 Be4 12. Fc4 Bd5 13. Fh4 Bxc5 14. Ric3 Bc6 15. O-O Be7 16. Rd1 Fa5 17. Bd2 Ribd7 18. g4 h6 19. Fg3 Fa6 20. h4 Fc4 21. Bf4 Fb4 22. a3 Fxb2 23. Rid4 g5 Talvið hesa vikuna Hvítur : Vladimir Kramnik 2758 Svartur: Gary Kasparov 2851 Super GM Linares 24. Rixc6 gxf4 25. Fd3 bxc6 26. Bxc6 O-O 27. Bxa8 Rie5 28. Fd4 Rxa8 29. Fxe5 Rc8 30. Rac1 Rid5 31. Rixd5 Fxe5 32. Rixe7+ Kg7 33. Rxc8 Fxe2 34. Rg8+ Kf6 35. Rd7 Fe1+ 36. Kg2 Fe4+ 37. Kh2 Fc2 38. Kg2 Fe4+ 39. Kh2 Fc2 40. g5+ hxg5 41. Rxg5 Fxf2+ 1/2-1/2 Carl Eli Nolsøe Samuelsen Um vikuskiftið endaði Su- per GM kappingin í Lin- ares, Spania, har fimm teir fremstu telvarnir í heimi- num og Fide heimsmeist- arin Alexander Khalifman, telvaðu tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Seks telv- arar og tíggju umfør. Gary Kasparov var sjálv- sagt favorittur at vinna kappingina, tá hugsað var um hansara form tað sein- asta árið og hansara met- høga ratingtal. Tað sást frá byrjanini, at fremsta pláss fóru Kasparov og landsmaðurin Kramnik at stríðast fyri. Anand fekk sera ringa byrjan og hevði tí ongan kjans at blanda seg í toppin. Fide heimsmeistarin, Khalifman við sínum “bert” 2656 ratingstigum hevði eina sera góða kapping. Endaliga støðan varð: Kasparov 6/10 Kramnik 6 Leko 4,5 Khalifman 4,5 Anand 4,5 Shirov 4,5 Kasparov og Kramnik telv- aðu átta javnleikir og vunnu hvør sítt tvey talvið. Meiningin var at sláa platt og krónu fyri at avgera vinnaran, men Kasparov helt, at talv átti ikki at av- gerast við einum krónukast- i. Teir báðir søgdu seg vera troyttar, takkaðu nei at telva tvey snartalv fyri at finna vinnara, og avgjørdu síðani Kasparov og Kramnik javnir í felag at deila fyrsta pláss. Hinir fýra telvarnir deildu triðja og aftasta pláss! Talvið sum er við í blaðnum í dag, varð valt til besta talv í kappingini. Talvið er mill- um vinnararnar av kapping- ini, og er frá áttanda umfari. Javnleikur varð úrslitið, men talvið er heilt klárt vert at hyggja at. Flóvin í Ungarn Flóvin Tór Næs telvar í løt- uni í einari tíggjumans IM- kapping í Ungarn. Kapp- ingin kallast First Saturday. Tað seinasta Flóvin lat frætta frá sær, hevði hann telva seks av teimum níggju talvunum sum telvast skulu, og hevði hann telvað øll javnt! Flóvin sigur, at sínir seks javnleikir á rað eru persón- ligt met. Flóvin er nærmast kendur fyri at stríðast til síð- sta leik, og ikki plagar hann at leika nógvir javnleikir í somu kapping, tí er hendan javnleiksrøðin sera óvænt- að. Hann liggur á einum deildum fjórða plássi, og hevur tí góðar møguleikar at enda í ovaru helvt. Flóvin er styrkismettur sum nummar átta av teim- um tíggju luttakarunum. Í stórari altjóða talvkapping í Spaniu herfyri, gjørdist Gary Kasparaov, sam- an við landsmanni sínum, Kramnik, vinnari, og Flóvin Þór Næs hevur í sein- astuni roynt seg í Ungarn Vinnararnir av kappingini í Spaniu, sum esisini eru luttakararnir í talvinum hesa vikuna JÁKUP MØRK Árliga steypakappingin hjá f l o g g b ó l t s f e l a g n u m , Dráttur, verður leikt á Giljanesi vikuskiftið 25. og 26. mars. Kappingin er fyri allar vaksnamannadeildir hjá kvinnum og monnum, og tá allar aðrar kappingar tá eru liðugt leiktar, verður hetta samstundis eitt punktum fyri kappingarárinum 1999/ 2000. Seinasta flog- bóltskappingin Móti endanum av mánaðinum verður punktum sett fyri flogbóltsárinum, 1999/2000 Nú leikararnir í allan vetur hava stríðst til tess at vinna sær so góð úrslit sum gjørligt, er ivaleyst mangt og hvat at tosa um, og tískil verður eisini skipað fyri dansi í bygdarhúsinum í Miðvági. Dráttur boðar frá, at tey, sum ynskja at luttaka, eiga at siga frá hesum fríggjadagin 17. mars á tlf. 333009 millm kl. 21.15 og 22.30 CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN Olaf Berg vann árligu vetrarfelagskappingina í Havn. Hann vann móti nógvum navn- frømum hægri styrkis- mettum telvarum, eitt nú vann hann á Ólavi Simonsen, undirritaða, Herlufi Hansen og Martini Poulsen. Hesi úrslit prógva tey øgiligu talent hesin ungi havnarmaðurin hevur. Talvstubbi Stóu seg væl Føroysku svimjigenturnar, sum um vikuskiftið royndu seg í norðurlendskari meistarakapping, stóðu seg væl JÁKUP MØRK Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen, luttóku um vikuskiftið í stóru kapping- ini, Nordic-Cup 2000, sum var hildin í Greve. Hóast tað ikki gjørdist til nøkur gullmerki á hesum sinni, so stóðu tær báðar seg sera væl, og millum teir 200 luttakararnar, sum vóru við í kappingini. Esther luttók í seks kapp- ingargreinum, og tað eyd- naðist henni at vinna sær tvey silvurmerki og eitt bronsumerki. Harumframt eydnaðist tað henni eisini at svimja seg undir kravtíðina til Paraolympisku leikirnar í 100 metra firvaldasvim- jing. Heidi fekk eingi heiðurs- merki hesu ferð, men hon stóð seg kortini sera væl, og varð m.a. nr. 4 í 100 metra ryggsvimjing. Hjá báðum gentunum var talan um lið í fyrireikingu- num til Paraolympisku leik- irnar í Sydney, sum verða hildnir komandi heyst. Enn er tó ikki væntandi, at úrslitini verða á hædd við tey, sum núverandi venjari teirra, Katrin Johansen, fekk í 1988, men tær báðar hava tíðina fyri sær, so møguliga er er talan um tveir komandi føroyskar gullfiskar.