Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 223 - 20. november 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Mugu tryggja grundarlagið Kringvarpinum Nú røkist endiliga fyri, at public service sátt- málin millum Kringvarpið og Mentamála- ráðið. Hetta má sigast at hava verið tungur burður – Útvarp Føroya varð sett á stovn fyri 52 árum síðani – og Sjónvarp Føroya fyri 25 árum síðani. Tað er at fegnast um, at hesin sáttmálin endiliga kemur upp á pláss, tí við honum ber til at fáa greiðar reglur fyri hendan mentanarstovnin, sum hevur so stóran týdning fyri allar føroyingar. Í fráboðanini í morgun segði Helena Dam á Neystabø, at dentur verður lagdur á mentan, børn og ung og mennan av føroyska málinum. Hon sigur eisini, at enda- málið við einum slíkum sáttmála er at lýsa, hvørjar uppgávur Kringvarp Føroya skal loysa og at lýsa teir karmar, sum hetta public service virksemi skal virka eftir. Tað verður áhugavert at fylgja við orða- skiftinum, sum verður í løgtinginum um sáttmálan í vikuni, sum kemur. Okkara ynski er, at Kringvarpið fær góðar og tryggar karmar at virka undir, og at stovnurin sleppur undan at verða so nógv tengdur at handilslýsingum, at hann ikki fær virka sum ein frælsur public service miðil. Umframt tað, so er leisturin, sum stovnurin virkar eftir, kappaingaravlagandi fyri privatu miðl- arnar, sum – mótsætt øllum grannalondum okkara – virka á fullkomiliga reinum handils- ligum grundarlag. Tí er tað at fegnast um, at landsstýriskvinna roynir at finna honum tryggar fíggjarligt fótafesti. At tað er so stórur partur av føroy- um, sum ikki rinda kringvarpsgjald, tykist sera løgið. Kringvarpsgjaldi er í veruleikan- um ein skattur, og skatt eiga øll at gjalda, so einfalt er tað. Vilja politikararnir ikki taka takið fult út og játta stovninum pengar á fíggjarlógini, so er tað frægasta loysnins, at stovninum kortini verður tryggjaður nóg nógvar pengar við Kringvarpsgjaldi. Vit síggja fram til aðalorðaskiftið – og fara at viðgera spurningin nærri í seinni bløðum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Veit ikki um eg eri frekur, men loyvi mær at halda at børn og ung við serligum tørvi er eitt øki eg havi eitt sindur av skili fyri, í hvussu so er havi eg nógvar royndir á økinum. Havi lisið, sæð og lurta eftir kjakinum um flytingina av Rókini og Slóðini niðan í Mjørkadal og tað ið er komið mær til hugs er, at hetta kjak minnir um tað kjaki ið var um bókina “Kamerat Jesus” ið ætlanin var at umseta, haldi tað var úr svenskum til føroyskt fyrst í 80 inum. Hetta var ein skandala, óvanliga nógv høvdu eina meining um at bókin var gudsspottandi og vandamikil hjá børnum at koma í nánd av. Men felags fyri tey flestu ið høvdu eina meining var, at tey høvdu als ikki lisið bókina! Nakað tað sama hendi tá gríma framførdi tær sokall­ aðu ginu­søgur. So kjaki um at flyta Rókina og Slóðina niðan í Mjørkadal er eftir míni hugsan eitt vanligt føroyskt kjak, har nógv verður oyst út, uttan at vita hvat í veru­ leikanum verður tosa um. Eg kundi gott hugsa mær, at sagt mína erligu meining um tað er rætt ella skeivt at flyta stovnarnar niðan í fjøllini, men so má eg vita hvat fyri hugsan liggur aftanfyri. Hvat fyri pedagogiskar tankar hava tey ið standa aftanfyri hesa ætlan gjørt sær o­sfr. Hvat eru tað fyri børn og ung vit tosa um? Er tað tað Íslendska koncepti ið er grundtankin? Hvat siga starvsfólkini á Rókini og Slóðini? Her hugsi eg um tað fakligu argumentini við børnum og ungum í fokus. • Hvat siga serfrøðingarnir? • Hvat siga tey avvarðandi? Eg eri ikki í iva um, at fyri nøkur ung, kundi Mjørkadal­ ur verið eitt fantastiskt um­ hvørvi at fóta sær í lívinum saman við dugnaligum starvs­ fólkum, meðan fyri onnur er tað møguliga minni gott. Men her eru so nógvir ósvaraðir spurningar og so fáar fakligar grundgevingar, at ongin eftir míni hugsan er førur fyri at siga hvat er hvat í hesum málið. Tí skal mín áheitan til tykkum ið vara av hesum øki. Tosi við serfrøðina allan vegin runt /(ikki bara ein fakbólk og gloym ikki tey avvarðandi og tey ungu sjálvi ) Minnist til at hava børnini og tey ungu og teirra tørv í fokus alla tíðina. Føroyar eiga eina rúgvu av dugnaligum starvsfólki innan nærum øll fak­ økið. Hesi arbeiða dagliga við ungum við serligum tørvi. Spyrji tey og brúki tey, so koma tit víðari, vit vita í hvussu so er, hvør rindar prísin meðan kjaki koyrir og alt stendur í stað. Børn og ung niðan í Mjørkadal?? Sosialráðgevi SjÚrðUr joHANNESEN Eg veit ikki, um eg eisini troytti fólk við at skriva meira um stavraðið, eins og Sjúrður Skaale ber ótta fyri, at hann ger. Men eg geri tað kortini, tí eg haldi, at hans­ ara uppskot um stavraðið kann gera stóran skaða. Tað kann skaða verandi mál­ norm og verandi stavseting­ arreglur, og eg øtist eitt sindur við aftursvarini, hann gevur fólki, tí tey benda ikki á, at hann hevur nakra yvirskipaða tilvitan um júst sjálvan málnormin og stavsetingarreglurnar Sum tann góði skemtari, ið Sjúrður er, legst hann í aftur­ svari til mín bara á orðið pitsa, sum eg nevndi sum eitt dømi í míni kronikk í Sosial­ inum týskvøldið. Men hann nevnir ikki setningin, sum stendur aftaná, og sum er mín grundleggjandi boð­ skapur, nevniliga at viljin hjá fólki at tillaga fremmandaorð til føroyska stavseting kann hvørva orsakað av hansara uppskoti, og at stavsetingin tí kann gerast eitt óskipað brongl uttan mál og mið. Sjúrður blandar eisini allatíðina saman hetta at laga vanlig orð, staðarnøvn og fólkanøvn til verandi stavseting. Við vilja sær hann ikki, at eg viðurkenni, at júst navnaspurningurin er sera viðkvæmur og per­ sónligur, og at eg tí haldi, at navnalistin einans skal vera vegleiðandi og viðmælandi. Men viðmælini, ið givin verða, mugu gevast eftir verandi málnormi og stav­ setingarreglum, tí hvør skal málsliga kósin annars vera? Grundleggjandi snýr upp­ skotið hjá Sjúrði seg um at geva upp, haldi eg. At gevast at føroyska útlendsk staðar­ nøvn, at gevast at royna at laga fólkanøvn til føroyska stavseting og haraftrat at fløkja alla stavseting í sam­ bandi við fremmandaorð upp í ein ellibita. Tí nevndi eg, at veruligi boðskapurin hjá Sjúrði er, at vit skulu lata vera við at menna og skapa okkara egna mál. Kanska hann ikki hevur ætlað tað so, men avleiðingin av uppskot­ inum verður júst hendan. Sjúrður hevur nevnt, at vit skulu partú skriva Chile og ikki Kili. Hann vil varðveita og autorisera fremmanda formin. Vil hann so skriva Grækenland í staðin fyri Grikkaland eisini? Og Swed­ en í staðin fyri Svøríki? Hvør verður kósin? Hví munnu danskarar skriva Færøerne og ikki Føroyar, og hví skriva grønlendingar Savalimiut og ikki Føroyar? Er tað ikki tí, at teir vilja royna at nevna øll heimsins viðurskiftir á egnum máli? Og skulu vit vera tey einastu, sum ikki gera tað? Eg skilji væl tað, Sjúrður sigur um frælsi, men eg haldi, at tað kaos, hann kann skapa við sínum uppskoti, er óforsvarligt, og eg haldi eisini, at hann á populist­ iskan hátt roynir at tekkjast teimum, sum altíð fordøma føroyskt sum nakað ræðuligt og trupult. Teimum, sum altíð tveita alt frá sær og bara rópa, at føroyskt er fan­ in, føroyskt er trupulleikin, men ikki gera sær ómak at seta seg inn í málreglurnar og læra málið. Øll onnur fólkasløg læra seg egnar mál­ reglur, so hví ikki eisini vit? Tøkk skalt tú annars hava fyri títt ídni, Sjúrður, og at tú hevur fingið málspurningin á breddan, tí tær 800.000 skattakrónurnar, sum vórðu brúktar til frálíka álitið Mál­ mørk, eru illa farnar, um tú og onnur løgtingsfólk ætla at lata tað liggja í eini skuffu og savna dust. Takið støðu til allan spurningin í síni heild og latið ikki tilvildina og upp­ lop gera av, hvussu føroyskt mál skal mennast. At summ­ ar reglur kunnu gerast ein­ faldari í føroyskum, hevur ongin avnoktað. Gerið tað bara skipað og umhugsað! Sjúrður bara slær upp í glens UNI ArgE