fríggjadagur 20. november 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
12
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyrstu jólaperurnar eru komnar upp
uttan fyri, har fólk standa og roykja.
Úr hátalarunum kemur tónleikur, sum
ongin sær út til at lurta eftir, hóast hann
í ávísum føri er eitt sindur áloypandi.
Inni á gólvinum gongur ein myrk
hærd kvinna í hvítari skjúrtu og býtir
gløs við løgi av ymsum slag til fólkini,
sum sita við hvítu borðini. Hon er um
20 ára aldur og smílist, nú vit koma
inn.
Tað er Linda Midjord, sum stendur
har, og henni eru vit til arbeiðis við í
dag.
Spyrji hana beinanvegin um heldur
undarliga tónleikin.
– Nógv hava klagað um tónleikin,
men vit hava eisini fingið rós fyri hann.
Men inn ímillum haldi eg hann vera eitt
sindur snedigan.
– Vit, sum arbeiða her duga sangirnar
inn og út nú, og teir eru ikki so góðir.
Men tá tað kemur til stykkis er hatta
kafétónleikur, sum eg ikki sjálv hevði
lurtað eftir, flennir Linda Midjord.
Tey fullu
Summi, sum sita við borðini eru meiri
sovandi enn vakin, og hetta er ein veru
leiki, sum Linda bara má finna seg í, tá
hon roynir at skorða seg millum væl
mannaðu borðini.
– Tíbetur standi eg ikki við barrina,
har tey hanga og rópa. Men tað er øgi
liga irriterandi, tá tey sita eisini. Tey
eru so óhøflig og vilja ikki lova mær
fram við. Mann má í veruleikanum bara
anda djúpt inn og hugsa, at tey ikki
altíð eru full, smílist hon.
Mitt í viku verða full fólk blakað
út, men um vikuskiftini skal rættiliga
nógv meira til, áðrenn tolið er uppi hjá
starvs fólk unum, men tað kemur fyri, at
tol ið nærum verður uppi.
– Eg royni sjálvandi at vera blíð alla
tíðina, men onkuntíð blívur tað øgiliga
strævið, so eg ordiliga irriterist. Og tá
kann tað henda, at eg ikki er so blíð, tá
eg komi til næsta kundan. Tá gongur
tað onkursvegna út yvir skeivan per
són, men eg royni at halda mær, suffar
Linda
Skeldini
Beint nú ruddar hon av borðunum. Tað
er ikki so nógv at gera, so tað gongur
væl at gera ymisku uppgávurnar. Men
soleiðis er ikki altíð.
Tað kemur nevniliga meira enn so
fyri, at meira er at gera, enn tað eru
arbeiðsfólk til, og tá henda mistøk, sum
skapa ónøgdar kundar.
– Tað ringasta er, tá tað er ov nógv
at gera. Tað er serliga um summarið,
og tá hugsa eg onkuntíð um bara at
rýma, men tað er bara eitt at gera: At
bíta tenninar saman og loypa út í tað,
for telur Linda eitt sindur uppgevandi,
áðr enn hon kemur í tankar um, at tað
er eitt, sum er verri.
– Tað er enn verri, tá onkur annar
hevur gjørt ein feil, og fólk koma at
skelda um tað. Tað kann til dømis vera,
at fólk hava fingið skeiva pitsa. Tá er
bara at taka ímóti skoluni, tí tað ber
ikki til at vísa til pitsakokkin, tí hann
hevur ov mikið at gera, og roynir sum
øll onnur at gera sítt besta, suffar Linda,
áðrenn hon aftur grínur.
Tey kendu
Hinvegin heldur Linda ikki, at tað bara
er keðiligt at starvast sum tænari.
– Tað koma nokk so nógv kend inn.
Til dømis tá Hvonn Live var seinast var
hon sjálv Line Baum Danielsen her. Og
tað er nokk so stuttligt at hugsa um
aft aná, at eg havi serverað henni mat
og drekka, sigur Linda.
Hon greiðir víðari frá, at Line Baum
ikki er tann einasta, sum hevur verið
har, og at tað er líka stuttligt hvørja
ferð onkur kendur er har.
Nú ringir onkur. Viðkomandi skal
hava eina pitsu. Jólaperurnar hjá
komm ununi eru farnar at lýsa í myrkr
inumm og roykjarar byrja at leggjast til
uttanfyri. Vit takka fyri og fara av stað,
líkasum fyri at vera vísir í, at pitsa
kokkurin fær røttu boðini.
Hvat Hugsa arbeiðsfólkini í veruleikanum, tá full fólk Hanga út yvir
borðini og grenja? vit eru til arbeiðis við Lindu MidJord, sum er tænari.
– onkuntíð má mann bara Hugsa, at fólkini ikki altíð eru full, sigur Hon
Eg royni at vera blíð
Linda Midjord heldur starv sítt vera áhugavert,
hóast tað ikki altíð er líka stuttligt at fáa skolur, tá
hon ikki sjálv hevur skuldina av onkrum mistaki
Myndir: Jens Kristian Vang
til arbeIðIs
arbeiðspláss: Hvonn
starv: Tænari
besta við starvinum: Nógv ung
og nógvar ymiskar uppgávur
ringasta við starvinum: Tað kann vera
øgiliga stressandi, og tá kundarnir
eru illir og skelda
størsti dreymur við starvi: At sita
ovast og jaga runt við øllum
størsta frambrot: Eg havi veruliga ment
meg, hvussu mann skal takkla ymiskar støður
starvstíð: Eitt og eitt hálvt ár
lívsstarv: Nei
starvsfólk: Umleið 30
sett á stovn: 2004
staður: Tórsgøta 4 í Tórshavn
stjóri: Johannes Jensen
fakta linda Midjord
Tað koma nokk so nógv kend
inn. Til dømis tá Hvonn Live er