fríggjadagur 20. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 20. november 2009
13
Seinastu dagarnar hevur
nógv umrøða verið um
málið millum Posta og
Prentmiðstøðina. Eitt av
teimum virkjum, ið hevur
merkt sviðan av hesari
kapping er Føroyaprent.
Herfyri hevði Posta
lægsta tilboð upp á prent,
foliering og útbering av
einum tilboðsblaði, og tað
var ikki eiti á tilboði –
útvið 20% var Posta lægri
enn hini tilboðini. Stjórin á
Posta hevur í fjølmiðlunum
lagt stóran dent á, at Posta
gevur ikki tilboð uppá
prent, men bara vísir á
møguligar veitarar. Hetta
er tó ikki tann fulli sann
leikin. Hetta er bara eitt
dømi, av fleiri.
Í sambandi við tilboðs
blaðið læt Posta tvey til
boð. Annað var upp á út
bering eftir vanligum leisti,
og var tann prísurin
rættiliga ”vanligur”.
Harumframt læt Posta eitt
tilboð upp á samlaða
pakkan, tað er prent í
Danmark, leggja prentlutin
í posar, frakta hann til
Føroya og bera hann út til
hvørt húski. Hetta samlaða
tilboðið var ”næstan ov
gott til at vera satt”.
Posta sendir ikki rokning
upp á prentið til kundan,
tað ger danska prentsmiðj
an, men tað er eingin ivi
um, at Posta bæði skaffar
tilboðið og umsitur fram
leiðsluna, í samstarvi við
danskan prentumsitara.
Hvussu hesir prísir
kunnu vera so ómetaliga
góðir, ja, tað er spurning
urin. Eftir okkara meting,
so hevur Posta eitt enda
mál, og tað er at taka lívið
av kappingarneytum á
útberingarmarknaðinum.
Vit, tær føroysku prent
smiðjurnar, eru bara fylgi
skaðin – tey, ið fella við í
bardaganum. Hví prísirnir
eru so góðir, vita vit ikki.
Vit hava ikki atgongd til
útrokningarnar hjá Posta,
men hetta tykist at vera
gjørt eftir tí góða gamla
”Smyril siglir allíkavæl
arbeiðsháttinum”.
Posta roynir nú at skaffa
nakrar kundar, ið fast
hvørja viku kunnu gerast
botnur í posanum teir bera
út. Flutningurin til Føroya
fer fram við flutninginum
hjá Posta, og tann flutning
urin fer fram ”allíkavæl”.
Fyri okkum er tað eingin
ivi um, at Posta nýtir sína
ráðandi marknaðarstøðu til
at royna at taka lívið av
einasta kappingarneytanum
á útberingarmarknaðinum.
Føroysku prentsmiðjur
nar verða hart raktar í
hesum bardaga. Á Før
oyaprent hava vit merkt
fyrsta smeitin, og hava sagt
4 starvsfólkum upp, tað er
knapt 15% av starvs
fólkunum.
Fyri okkum er eingin ivi:
Posta flytur føroysk arbeiðs
pláss til Danmarkar!
Posta flytur føroysk arbeiðspláss til Danmarkar
Stjóri, Føroyaprent
Jon Hestoy
viðmerkingar
- viðmerking til lesara-
brøv í bløðunum 18. nov.
2009 hjá Mariu Hammer
Olsen, býraðslimi í Tórs-
havnar býráð og skúla-
stýrislimi í Kommunu-
skúlanum, og til lesara-
bræv hjá Andreu Heind-
riksdóttir, skúlastýrisfor-
kvinnu í Kommunu-
skúlanum
Maria ger viðmerking til
brot úr samrøðu, ið tíðinda
maður hjá útvarpinum
hevði við meg, har eg m.a.
annað nevndi, at um
býráðið skuldi hálsa um í
avgerðini at savna allar 10.
flokkar í ein skúla, so fór
hetta at hava stórar avleið
ingar fyri kommununa,
ætlanina í síni heild og fór
at hava avleiðingar fyri
aðrar ætlanir innan íløgu
karm kommunurnar. Her
nevndi eg sum eitt dømi, at
avleiðingin kundi fara at
ganga út yvir ætlanina at
byggja Røktarheimið yviri
við Strond. Maria kallar
hetta skemt og sigur víðari,
at 10. flokkur og Røktar
heimið einki hava við
hvørt annað at gera, og at
eitt mál sum Røktarheimið,
ikki skal brúkast at ræða
fólk við. Eisini Andrea
øtast viðmerking mína, og
sigur at tílíkt ikki eigur at
koma fyri í einum siðment
aðum samfelagi. Gævi
sætt, at veruleikin var so
einfaldur, sum tit vilja vera
við. Nei, tíverri tit báðar.
Kommunan hevur ein
samlaðan íløgukarm, sum
má haldast. Verða umrað
festingar gjørdar av íløg
um, gongur hetta sjálvandi
útyvir aðrar íløgur. So
einfaldur er fíggjarligi
veruleikin í dag, og tí kann
samanbering mín í útvarps
prátinum væl nýtast. Tað
ber snøgt sagt ikki til at
nýta somu skattakrónu
tvær ferðir. Og at talan er
um heilt stórar peninga
upphæddir eyka, um
Kommunuskúlin skal
gerast um til permanenta
hýsing av 10. flokki, er
próvfast. Gjølligar støðu
lýsingar frá uttanhýsis
serfrøðingum siga 18 til 22
millionir krónur eyka, bert
fyri 10. flokk. Men fyri at
sláa eitt sindur av køldum
vatni í blóði, nú slík øsing
er komin í, skal eg loyva
mær at tríva í eitt sindur í
forsøguna í hesum máli.
Men fyrst vil eg tó sláa
fast, at tað snýr seg um at
fáa eitt so gott 10. floks
tilboð til næmingarnar sum
gjørligt, innan teir fíggja
rkarmar kommunan er før
fyri at seta av innan máls
økið, í tí samanhangi er
Eysturskúlin ella Komm
unuskúlin einki mál í
sjálvum sær.
Í álitinum, “10. flokkur –
ein øðrvísi skúli” frá 2007,
sum varð gjørdur av einum
arbeiðsbólki við 6 limum
(1 umboð fyri skúlastjór
arnar í allari kommununi,
1 fyri lærararnar í Komm
unuskúlanum, 1 fyri lærar
arnar í Eysturskúlanum, 1
fyri miðnámsskúlarnar, 1
fyri vinnulívið og 1 fyri
býráðið). Arbeiðsbólkurin
kom við einum meiriluta
tilmæli (5 limir av 6) og
einum minnulutatilmæli
(umboðið fyri lærarnar í
Kommunuskúlanum).
Meirilutatilmælið mælti til
at savna allar 10. floks
næmingarnar í Tórshavnar
kommunu í ein sjálvstøð
ugan skúladepil við egnari
leiðslu og lærarum, sum
burturav arbeiða í hesum
skúla. Mælt varð eisini til,
at 10. floks depilin fyribils
verður í serstakari lon í
Eysturskúlanum, men við
framtíðini í huga eigur at
verða miðað eftir at byggja
ein nýggjan 10. floks depil
í Marknagili. At lærarar,
sum eru hugaðir at undir
vísa í 10. floks deplinum,
skulu hava møguleika at
søkja um farloyvi úr skúl
anum, har teir eru í føstum
starvi. Minnilutatilmælið
mælir til tvær skúlaeindir,
eina í Kommunuskúlanum
og eina í Eysturskúlanum.
Øll skúlastýrini í komm
ununi tóku undir við meiri
lutatilmælinum at skipa 10.
flokk í sjálvstøðugan skúla
depil, sum fyribils skuldi
halda til í eini sjálvstøðug
ari lon í Eysturskúlanum.
Umsitingini hjá komm
ununi kom í sínum tilmæli
til politiska myndugleikan
við eini greiðar niðurstøðu:
at mett varð at ov fáir
næmingar eru til at skipa
tvær 10. flokseindir við
nøktandi undirvísingar
tilboði. At endamálið við
10. flokki er, at næming
urin meira enn áður skulu
kunna seta saman sína
egnu útbúgving. Bert við
einum rímiliga stórum
næmingagrundarlagi
kunnu skúlarnir bjóða
nøktandi lærugreina og
breytatilboð. Býráðið
hevur tikið avgerð um at
skipa nýggju skúlarnar í
kommununi úr 1. upp í 9.
flokk. Rætt er at lata henda
leistin galda fyri allar
skúlar í kommununi, og
skipa eina sjálvstøðuga 10.
floks eind at taka ímóti
næmingum úr øllum
skúlunum við tí fyri eyga,
at 10. flokkur verður
byrjanin til eina útbúgving.
Mentamálanevnd býráð
sins, og síðani býráðið,
tóku hvør í sínum lagi
einmælt undir við meiri
lutatilmælinum.
Býráðið samtykti bygn
aðarbroytingarnar, og
umsókn varð send Menta
málaráðnum.
Mentamálaráðið góð
kendi ætlanirnar viðvíkj
andi 10. fl., tó við teirri
broyting, at tað ikki er lógar
heimild at skipa 10. flokk
við sjálvstøðugari leiðslu.
Leiðsluspurningurin er tí
loystur soleiðis, at ein í
leiðsluni í Eysturskúlanum
fer at taka sær av leiðsluni
av 10. floks deplinum
burturav. Hesin fær
myndugleika og ábyrgd at
skipa 10. flokk í samsvari
við álitið “10. flokkur –ein
øðrvísi skúli”. Lærararnir í
10. flokki verða settir í
Eysturskúlanum, har teir
fara at starvast í 10. flokki
burturav.
10. flokkur fer at halda
til í elonini í Eysturskúlan
um. Umstøðurnar í skúlan
um eru framúr góðar; lonin
er nýumvæld við spildur
nýggjum fakstovum og
ríkiligum plássi, soleiðis at
10. flokkur hevur sítt egna
umhvørvi og er skipaður í
eina sjálvstøðuga eind.
Býráðið hevur síðani
miðvíst arbeitt víðari við at
útbyggja og dagføra skúlar
nar í allari kommununi
eftir tí leisti, at allir 10.
flokkar í kommununi frá
skúlaárinum 2010/2011
verða savnaðir í Eystur
skúlanum. Eisini hava
næmingar í spenningi sæð
fram ímóti hesum depli, og
um stutta tíð skulu teir
fyrstu til at velja seg inna á
tær ymsu breytirnar. Tær
neyðugu fyrireikingarnar
eru longu gjørdar í Eystur
skúlanum til komandi 10.
floks depilin.
Tá Andrea førir fram, at
10. flokkur kann hýsast í
Kommunuskúlanum uttan
eyka íløgur, er hetta als
ikki beint. Kommunuskúlin
er í dag í somikið vánalig
um standi, at ein dagføring
av skúlanum er mett av
ráðgevandi arkitekti til at
kosta góðar 90 milliónir kr.
Ráðgevingin vísir haraftur
at, at skal skúlin hýsa 10.
flokki permanent, skal har
umframt gerast ein meirí
løga uppá 18 til 22 milli
ónir kr., og tá er innbúgv
og útgerð ikki íroknað.
Býráðið vil hava komm
unalu skúlarnar á eitt støði,
soleiðis at umstøðurnar hjá
næmingunum og starvs
fólkunum verða so góðar
sum møguligt. Verandi
lappaloysnir í Kommunu
skúlanum, við fyribils
barakkum aftanfyri Sjón
leikarhúsið og í garðinum
hjá frk. Cohr, skulu ikki
enda sum varandi loysnir
Í argumentatiónini fyri
tveimum 10. flokks eind
um, hevur verið ført fram
at alneyðugt er við einum
kappingarelementi. Hetta
argument havi eg ringt við
at skilja og spyrji hvat
kappast skal um. Kapping
in er ikki millum skúlarnar
her í býnum, men ímóti
útheiminum, serliga eftir
skúlum í Danmark. Hesir
skúlar eru her á sjarmu
herferð við jøvnum millum
bili og hava stór lýsingar
átøk í bløðunum, har teir
dreggja eftir næmingum, tí
nógvir peningar er í teim
um ungu. Tað er ógvuliga
dýrt hjá foreldrum at lata
børnini fara uttanlands á
eftirskúlar, og eitt øgiligt
trýst er á foreldur, ið ikki
hava ráðini. Hetta er við til
at fremja ein sosialan
skeivleika. At næminga
talið í 10. flokki hetta
skúlaárið er størri enn
undanfarin, kann hugsast
at vera ein avleiðing av
fíggjarkreppuni.
Vit sum eru vald í
býráðið hava eina stóra
ábyrgd fyri at taka skyn
samar avgerðir við fíggjar
ligari ábyrgd; avgerðir, ið á
bestan hátt stuðla undir
trivnaðin hjá øllum í
kommununi.
10. flokkur í Tórshavnar kommunu
býráðslimur í
Tórshavnar býráð
Marin
Katrina
Frýdal
Tíðindaskriv
Skipað verður fyri syngið við kvøldi
nú leygarkvøldið kl. 19.30. Ætlanin
er, at hetta skal blíva ein fastur
táttur í vetrarskránni hjá
Missiónshúsinum
Fyri alt Guds fólk
Tað verða ymiskir sangbólkar og
einstaklingar, sum koma at luttaka á
hesum sangkvøldum.
Somuleiðis verða tað bólkar og
einstaklingar frá øðrum kirkjum og sam
komin, sum koma at luttaka.
Vit trúgva, at tað er møguligt, at tað
Jesus tosar um í Johs. 13, 3435. Nýtt
boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska
hvør annan; líkasum eg havi elska
tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska
hvør annan.
Í tí skulu allir kenna, at tit eru
lærusveinar mínir, um tit hava
kærleika hvør til annan!
Vit bjóða fólki úr bygd og bý at
verða vælkomin til hesi syngið við
kvøld.
Kvøldið verður skipað so, at tað
verður høvi hjá teimum vitjandi at
luttaka í felagssanginum, eisini verður
høvi at hugna sær við einum the/
kaffimunni og einum køkubita.
Nú leygarkvøldið koma Oasubrøð
urnir at luttaka við teirra góða, fríska,
lætta sangi. Hesin bólkurin er kendur
fyri sínar góðu ríku teksir í sanginum.
Pláss verður eisini givið fyri spon
tanum innsløgum, um tit/tú hava hug
at syngja ein sang, tá tit koma til syng
ið við kvøld eru tit vælkomin til tað.
Stýrið bjóðar øllum vælkomin til
syngið við kvøldini, og annars til øll
tiltøkini, sum eru í Missiónshúsinum.
Thomas J. Askham
Syngið við kvøld í Kollafirði