fríggjadagur 20. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
13
VIKUSKIFTI
22 ára gamla Lisa Lents varð fødd í Minsk í
Hvítarusslandi
Sum 9 ára gomul flýggjaði hon saman við
familjuni til Danmarkar, og har hevur hon
búð síðani.
Hon hevur tikið lut í
taekwondo kappingum, har tað
snýr seg um vísa teknikk og ikki
berjast.
Hon hevur vunnið nógvar danskar og
norðurlendskar teknikkappingar í taekwondo.
Sum yngri vann hon eisini eitt heimsmeistaraheiti,
og sum vaksin kann hon breggja sær av einum
europameistaraheiti.
Í fjør umboðaði hon Danmark í kappingini um at
gerast Miss World.
Lisa Lents hevur seinnu árini verið nógv frammi í
Danmark eitt nú sum modell í mannfólkabløðum
og við at luttaka í ymsum sjónvarpssendingum.
Við luttøkuni í kappingini Vild Med Dans er Lisa
Lents av álvara blivin kend í Danmark
Hon var fyri nógvum atfinningum frá djóra
verndar fólkum, tá ið hon varð modell fyri pelsar
hjá Katja Berglund.
Lisa tekur útbúgving í media
management og annars arbeiðir
hon sum modell.
– Mær dámar at leggja trýst á meg sjálva bæði
kropsliga og mentalt, og tí taki eg lut í øllum
hesum sendingunum, sigur Lisa Lents, sum hevur tikið
lut í fleiri sjónvarpssendingum, har tað ræður um at
kappast.
10 tIng um Lisa Lents
Hørð og vøkur
InnflytarIn úr HvítarussLandi kann bæðI smíla
pent og sláa hart. Lisa Lents er europameIstarI í
taekwondo og hevur tIkIð lut í Miss WorLd kappingini
TónLeIKarIn og MIðLaMaðurIn
nIels UnI er á neTInuM 1012
TÍMar uM DøgnIð.
Mítt bLað - dag og vikubLað
eg lesi Sosialin og Dimmalætting ordiliga yvirfladiskt á
arbeiðinum, plagi somuleiðis at blaða í Markedsføring. Tá eg
onkuntíð keypi eitt dagblað, so er tað tí at forsíðan onkursvegna
er áhugaverd.
Mín HeiMasíða
eg eri nokk online 1012 tímar um døgnið. at spyrja hvør mín
heimasíða er, er sum at spyrja hvat fyri eitt papír lesur tú. alnetið
er bara ein samskiftisformur. eg brúki alnetið alla tíðina og fái
nógv mesta partin av míni dagligu vitan av alnetinum, portal.fo
er mest vitjaða síðan, men eisini hinar føroysku tíðindasíðurnar
vitji eg javnan, á chelseafc.com lesi eg um fótbólt og hyggi at
netvarpi, á onlinefootbalmanager.co.uk spæli eg, á kjak.org
kjakist eg, á youtube hyggi eg.
Mítt sosiaLa netverk
Facebook er mítt primera sosiala netverk, eg eri eisini á twitter og
myspace og ymiskum øðrum, men tað er bert á Facebook, at eg
eri ordiliga aktivur.
Mín tónLeikur
Serliga tvey nøvn eiga eitt stórt pláss í
mínum Itunes og fløgusavnið Beck og
Black Sabbath, eg havi tó eitt hjarta sum
brennur fyri føroyskum tónleiki, her er
serliga Høgni Lisberg hot.
Mín dvd
eg hyggi nærum ongantíð eftir DVD
longur, men eg eigi nokkso nógvar,
har liggja einar 810 sum eg havi
keypt, men sum eg enn ikki havi sæð,
eg vænti tó, at “The Sixth Sense”
við Bruce Willis er ein tann besta í
savninum.
Mítt Magasin
Keypi bara magasin tá eg flúgvi,
og tá er tað F1, ið er eitt blað um
Formil 1.
Mín sjónvarpsrøð
Mær dámar væl kriminalrøðir í
løtuni er Dexter nokk tann best
umtókta hjá mær
Mín bók
eg haldi at “High Society” hjá Ben
elton er ein tann besta. Fantastisk
bók um problemattikin við
rúseitri lýstan á ein so ræðuliga
skilagóðan máta, blanda við
teimum heilt stóru kenslunum og
syndarligu lagnunum.
Mítt útvarp
eg elski gott útvarp, serliga tá eg
búði niðri lurtaði eg nógv, P3 var
favoritturin tá. Í Føroyum lurti
mest eftir Kringvarpinum, fyrst
og fremst tíðindasendingunum og
seinnapartssendingum við rúna
Jákupssyni, Fróða Løksagarð og
Suna Merkisstein, sum eru tað
frægasta vit hava í føroyskum
útvarpi.
Mín teLefon
nokia 6220, eg havi altíð havt
nokia, og hendan nøktar mín tørv
og fekst fyri rímiligan penga, tá
hin seinasta brotnaði.
Hvat viL tú ikki brúka tíð uppá?
ringar útvarpssendingar við vertum, ið ikki eru egnaðir til
uppgávuna teir eru settir at loysa.
Hvat irriterar teg í MiðLunuM?
greinar, ið eru skrivaðar av fólki, ið ikki makta sína uppgávu.
Hvat viL tú Hava Meiri av í MiðLunuM?
góðsku
MiðLarnir og Eg
Eg eri ikki nóg ungur
til at vita alt
Oscar Wilde,
írskur rithøvundur
lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.