fríggjadagur 20. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 223 - 20. november 2009
Føroya Náttúruverndar
felag (FNU) hevur verið
umboðað í fylgibólkinum
hjá Innlendismálaráðnum/
Løgmansskrivstovuni viðv.
veðurlagsálitinum, og fylgt
væl við hvussu umhvørvið/
orkugongdin hevur verið
her á landi, men kanska
mest uttanlands.
Sigast kann, at álitið er
sett upp við so at siga
einasta ítøkiliga uppskoti
num, at minka um orku
nýtsluna/útlátið av kolt
víiltu, at SEV kann byggja
Víkarvatn út til savningar
brunn til nýtt elverk, ið
byggjast skal niðri við
fjøruna, nakað yvir av
Eiðisverkinum.
Hoyrt er um eitt ov lágt
ætlanarstøði og at mink
ingin í veðurlagsgassum
skal verða størri, tó so at
landstýriskvinnan Annika
Olsen hevur nevnt at eftir
metingar skulu fremjast
annaðhvørt ár um hvussu
støðan/gongdin er í orku
nýtsluni/útlátinum. Hetta
broytir tó einki upp á
uppskotið, sum tað
fyriliggur.
Ítøkiliga skal samlaða
fossila orkuminkingin
verða 20% fram til 2020
roknað frá 2005 svarandi
til umleið 45.000 tons av
olju. Talan er um 4 ser
stakar brúkarar av olju, (í
raðfylgju frá álitinum):
Sí talvu
Sum sæst er ikki heilt sam
svar millum ætlaðu mink
ing á 20% og tað sum álit
ið leggur upp til í einstøku
sera tunt greinaðu 4
bólkunum.
FNU metur ikki at ein
minking letur seg gera so
leiðis sum uppskotið er sett
upp. Ynskt kundi verið at
málið varð sett hægri, men
tá við annarleiðis minking
um í procentum enn víst
verður til. Tó so er FNU
fult vitandi um, at tað
verður so gott sum ógjør
ligt at náa teim 20% tá
fleiri tøkniligar loysnir ikki
eru liðugt mentar at seta í
staðin fyri oljuna. Harnæst
er íløgukostnaður fyri
nýggja framkomna tøkni
óhugnaliga høgur, og
verður eftir okkara meting
neyðugt hjá landinum at
gjalda fyri uppsetan av
tøkni, meðan raksturin
sjálvandi verður við brúk
aragjaldi. Hugsað verður
um vetni, ið er einasti
orkuberði vit kunnu fram
leiða sjálvi. Alt annað skal
flytast inn um tað so er
rapsolja ella annað bio
brennievni, methanol ella
ethanol. Vit hava snøgt
sagt ikki rávøru til egin
framleiðslu av øðrum enn
vetni. Kann verða at tari
kann bíva til ethanol í
framtíðini.
Vit skulu ikki her fara
inn í hvussu ein umskipan
av procentum kann verða
annarleiðis enn tað Inn
lendismálaráðið setur upp,
tó gera hesar viðmerkingar
til einstøku 4 punktini og
annars tað víst verður til í
uppskotinum.
Upphiting
Vit hava 18.000 sethús og
bygningar, ið upp á 10 ár
skulu niður í eina helvt við
orkunýtsluni. Hetta er tað
sama sum 1.800 hús og
bygningar hvør ár. Um vit
siga at vit hava 200 arbeiðs
dagar í einum ári, so merk
ir hetta, at 9 hús og bygn
ingar skulu liðuggerast
hvønn dag. Tá tað má
roknast við at tað taka
bæði tvær og fýra vikur at
liðuggera eitt hús til slíka
orkusparing, og at tað nokk
eru millum 3 og 4 mans til
hvørja uppgávu, so fáa vit
eitt úrslit sum sigur at 27
til 36 handverkarar hvønn
dag hava eitt hús liðugt. Í 3
til 4 vikur merkir hetta at
millum 400 og 540 hand
verkarar eru til arbeiðis
hvønn dag 200 dagar hvørt
ár í 10 ár.
Um hetta sýnist verunligt
ella sum púrasta burturvið
kann altíð kjakast um, men
arbeiðsloysi innan byggi
vinnuna vildi so undir øll
um umstøðum verið burtur.
Annarleiðis kann hugsast
um tað er sýnligt at verandi
privatur bústaðareigari
hevur fíggjarligan møgu
leika at fremja slíka orku
sparingaruppgávu, ið kann
kosta 200 túsund krónur,
men eisini 400 túsund. Ivi
er um júst hetta letur seg
gera, eisini við bíligum
bjálvingar ella orkulánum
frá Húsalánsgrunninum.
Kostnaðurin pr. ár fyri
1.800 hús og bygningar
kann við umleið kr.
300.000 pr. bygning blíva
góðar 540mill.kr. ella 5,4
milliardir í 10 ár.
Næst kann tað almenna
ikki krevja at verandi
bústaðir og privat vinnu
virki skulu fremja hesa
orkusparing.
Í samband við júst orku
sparingar og orkunýtslu í
húsum og bygningum
hevur Innlendismálaráðið
heitt á Landsverk at fremja
uppskot til landsbyggi
regulerð, ið vist nokk skal
verða liðug um góð 2 ár.
Orkuparturin varð annars
frá Anniku Olsen, lands
stýriskvinnu, sagdur at
verða klárur at seta í verk
sum ein kunngerð til 1´sta
november í ár. Hvussu
greinað og grundað slíkt
uppskot kann blíva tikið
burtur úr einari heild kann
ivast í. Um gingið verður
eftir teim 50% í orkumink
ing sum t.d. nýggir bygn
ingar skulu standa fyri, um
hetta er tað arbeitt verður
eftir, so er verandi orku
nýtsla í miðal umleið
300kWtímar/m2/pr ár fyri
eini sethús á 100m2, og er
helvtin sostatt 150kW
tímar, ella tvær ferðir tað t.
d. danska byggireglugerðin
í løtuni setur sum hægsta
mark, ið ætlandi verður
hert enn meira komandi ár.
Áhugavert verður tí at
síggja hvat støðið verður
her í landinum, men kann
ein hava illgrunan at mest
loyvda orkunýtsla til t.d.
sethús verður væl omanfyri
100kWtímar/m2/ár.
Ferðsla
At bilparkin kann minka
sína orkunýtslu við einari
helvt til 2020 er rættuliga
optimistiskt. Ítøkiliga er
ferðslan trupul at viðgera
tá einstaklingurin sjálvur
ger av slag av bili, motor
stødd v.m. Álitið frá Inn
lendismálaráðnum ber
eisini á tann bógv, tá einki
ítøkiligt kann sigast um
hvussu orkusparandi akfør
verða komandi árini, men
at mark er fyri hvussu
effektivir kompressións
motorar kunnu blíva. 50%
sparing á bensin ella
oljunýtslu letur tað seg ikki
gera uttan so at onnur
tøkni t.d. battaríir verða
sett afturat motorinum
(hybridloysn). Sagt verður
at ein munandi partur av
akførunum fer at brúka
varandi orku, ið roknast
við merkir ravmagnsbilar.
Her er eisini talan um
metingar og einki ítøkiligt
m.a. tí tøknin er so nýggj
og tøkniligir trupulleikar
eru við battaríbilum og
harnæst er ógreitt hvørja
einsháttaða loysn bilfram
leiðarar leggja seg eftir til
løðing.
Biobrennievnisbilar er
eitt fjøltáttað hugtak. Er
talan um plantu ella aðra
olju, ella er talan um ethan
ol ella methanol? Álitið
sigur at biobrennievni
verður tøkt tá hesir bilar
koma á marknaðin.
Avgjøld og fíggjarlig
stýringsamboð eru sett í
verk, og kunnu slík stuðla
orkuminking rætta vegin,
tó at tøkniligar loysnir ikki
enn eru komnar hartil at
nakað ítøkiligt kann setast
í verk fyrstu 23 árini.
Ravmagnsframleiðsla
Tað sum er mest ásýnligt í
tilmælinum er einasta ítøki
liga uppskotið, at Vikar
vatn kann takast til vatn
orku saman við Eiði 2, ið
sum kunnugt er sett í verk.
Tilmælið vísir til at SEV til
2020 skal økja sína orku
framleiðslu frá verandi
umleið 260mill.kWtímar
til 365mill.kWtímar um
árið. Hetta skal gerast við
60mill.kWtímar frá útbygg
ing av vatnorku, 30mill.
kWtímar frá vindorku, og
30mill.kWtímar frá øðrum
varandi orkukeldum, ið
skulu setast til pumpu
skipan ætlað at røkka eina
meira støðuga nýtslu frá
vatnorkuni. Her resta í
20mill.kWtímar til at
røkka teim ætlaðu 365mill.
kWtímunum. Hvar hesar
20mill.kWtímar eru í rokni
stykkinum sæst ikki í
tilmælinum, men kann
vera at hesar liggja í størri
gagnnýtslu av spillorku frá
m.a. Sundsverkinum – tó
at talan tá ikki er um rav
magnsorku, men hitaorku.
Gjøgnumgangandi er
taltilfarið ikki nóg greitt til
at ein fullgóð mynd fæst úr
tilfarinum frá Innlendis
málaráðnum. T.d. verður
nevnt at varandi orkupart
urin verður øktur frá ver
andi 40% frá vatn og
vindorku til 75% í 2020.
Hetta hongur ikki saman tá
verandi 40% ella 104mill.
kWtímar skulu økjast við
120mill.kWtímar til íalt
224mill.kWtímar ella góð
62% varandi orku
framleiðsla.
Skip og flogfør
Flogfør og skip kunnu
javnsetast við flutning á
landi, ið er torførur at meta
um tá orkusparandi tøkni
bæði skal mennast á fleiri
stigum, á motorkraftina í
mun til streym og vind
viðurskifti, ella um fiskað
verður ella siglt á fiskileið.
Nýggja dieselelektro
tøknin til skip kann minka
orkunýtsluna upp til 20%
og kann allarhelst saman
við telduforritum minka
enn meira um orkunýtslu.
Kvotuskipanin hevur verið
umrødd alment har mælt
hevur verið til at seta CO2
kvotur í staðin fyri gald
andi fiskidagskipan. Hetta
sýnist meira greitt og ein
falt enn verandi skipan og
kann allarhelst eisini lætta
um talgildu sporføris
skipanina.
Samanumtikið
Fyrst kann sigast at tað er
gott at nakað er komið
ítøkiliga á borðið og at
landsstýrið og løgting kann
semjast um eina felags
ætlan. At tilfarið er ein
dekan upptintur drykkur,
har ætlanarstøðið ikki er
nakað av reypa av, so sýn
ist ikki sum at procentvísa
býtið millum hús/bygning
ar, ferðslu, ravmagsn
framleiðslu og skip/flogfør
er gjøgnumhugsað.
50% orkuminking á allar
bygningar landsins upp á
10 ár er ikki trúverdugt,
ferðsluparturin er lítil í
mun til hinar tríggjar
størru orkubólkarnar og
kann ein við fleiri ókendu
faktorunum ivast í um ein
helvtarminking er møgulig.
Undrunarvert er t.d. hví
ein stórbrúkari sum SEV
skal sleppa so lætt í síni
fossilu orkunýtslu. Vit hava
sambært Risøkanningini
av elnetinum pláss fyri
8MW til 12MW av vind
orku á netinum afturat teim
4,2MW sum eru sett upp.
Framleiðslan kann her
blíva millum 35mill.
kWtímar (tilmælið nevnir
30mill.kWtímar) og
53mill.kWtímar. Kostnaður
til 8MW vindorku er góðar
60mill.kr. ella 10% til 15%
av tí ætlanin er at nýta til
enn eina tøku av einum
fjallavatni – Víkarvatn.
Undrunarvert er at
tilmælið nevnir møguliga
framtíðar sjóvarfallsorku
til veitan av ravmagni til
pumpuskipan. Sjóvarfall
gevur heilt serstaka dygda
rorku, ið ikki er nervað av
veðurlagnum, og kann hon
neyvt forritast og saman
koyrast við aðrar varandi
orkukeldur.
Annað av týdningi, sum
ikki verður greinað í til
mælinum er, hvussu SEV
kemur fram til at vit skulu
útbyggja varandi orkukeld
urnar við júst 120mill.
kWtímum. Her er nokk
framt eitt skjótt roknistykki
og býti millum ravmagn til
hitapumpur og ravmagn til
løðing til bilar. Helvtin av
bilparkini (10.000 bilar)
koyrir í 2020 á battaríir við
einum miðal tørvi á umleið
8.000kWtímar pr. ár. Íalt
80mill.kWtímar. Og helvtin
av øllum bygningum nýta
hitapumpu við COP3,5 við
orkutørvi á 150kWtímar/
m2/ár. Ravmagsntørvurin
verður her umleið 40mill.
kWtímar, í alt 120mill.
kWtímar.
Um hugt verður eftir
nøkrum av teim veðurlags
ætlanum lagdar eru fram
uttanlands, so er talan um
sera útgreinað og gjøgnum
arbeitt tilfar á fleri hundrað
síður. Næst kann tað tykj
ast fullkomuliga ábyrgdar
leyst av landsins politisku
leiðslu at skrotta ætlaða
orkuráð. Við tonkum aftur
á gamla Orkuráðið mannað
av óheftum serfrøðingum
og tey ráð vit tá fingu um
hvussu vit kundu útbyggja
vatnorkuna á burðardyggan
hátt, og so úrslitið við
síggja í dag við Eiðis
verkætlanunum, er nakað,
ið átti at fingið onkran
politikara upp úr stólinum.
Tilmælið sigur beinleiðis
at tað ikki verður mett
skilagott at seta eitt orku
ráð á stovn. Grundgevingin
er at tað longu finnist
serkunnleiki í landinum,
og at “tørvurin á ítøkiligari
ráðgeving bert er viðkom
andi í mun til týðandi orku
spurningar av stórum sam
felagsligum týdningi, sum
bert sjáldan koma fyri.”
Mælt verður tí til at
raðfesta og brúka tann
førleika, sum longu er, sum
tað stendur orðarætt.
Heilt fantastiskt! Fyrst
hevur samfelagið ein ovur
honds stóran trupulleika
innan loysn á orkuveiting
ini í dag, og enn meira
komandi ár. Veðurlags
broytingar trýsta heims
samfeløgini til sum skjót
ast at fremja aðrar orku
tøkniligar loysnir, ið vísa
seg at verða ovurtorførar
og kostnaðarmiklar at fáa
bilbukt við upp á stutta tíð,
men orkuráð.....nei, tað
hava vit ikki brúk fyri!!!!!
Nevndin, Føroya
Náttúruverndarfelag
12. nov. 2009
Viðmerkingar til Veðurlagstilmælið frá Innlendismálaráðnum
1. Upphiting, 50% minking í samlaðu nýtsluni á umleið 60.000 tons = 30.000 tons
2. Ferðsla, 50%
"
15.000
" = 7.500 "
3. SEV/ravmagnsframleiðsla, 14% minking
35.000
" = 5.000 "
4. Skip og flogfør, 5% minking (skip)
79.000
" = 5.000
"
5. Annað, vinnuvirki v.m. (ikki í álitinum)
37.000
" = 0
Úrslit
226.000 tons 47.500 tons ( minking 21%)
Tað er at fegnast um,
at onkur er á tingi,
sum dugir sær hógv
og torir at halda aftur
At yvirtaka mál í
hesum tíðum er so ørt,
sum hugsast kann.
Sannheitin er tann, at alt ov nógv er yvirtikið,
sum er, men tað má so verða, nú má svíða sum
svøllir, hvat tí viðvíkur.
Tað er illa umhugsað, at slík mál koma á ting
borð, óansæð um tey kosta lítið ella stórt. At rópa
tað valstríð í Javnaðarflokkinum førir við at verða
ímóti yvirtøkuni av hesum lítla málið, kunnu vit
altíð trætast um.
Men seinasta veljarakanning, hon var ein
ógvuslig ávaring til flokkin, hvat yvirtøkum
viðvíkur. Tey gomlu og veiku eru blivin bangin, tey
duga at hugsa.
Hvaðan skal pensónin koma, tá Føroyar eru
blivnar ein sjálvstendigur statur? Hon kemur ikki
upp úr jørðini. Javnaðarflokkurin verður noyddur at
koma sær aftur á jørðina, hann hevur flogið alt ov
høgt hesa seinastu tíðina.
Palli
DalsgaarD
Yvirtøkumál
viðmerkingar