Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 14 VIKUSKIFTI Frændur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ungir og óroyndir – men eisini framfýsnir og frekir – standa teir og syngja í eina mikrofon í einum kjallarastudio í Havn. Árið er 1984, og ein nakað tilvildarliga samansettur bólkur tekur síni fyrstu fet inn á føroyska tónleikapallin. Teir – og tey – eru vinir, frændur. Tey syngja saman, spæla saman, ja, í løtum ljóðar tað, sum alt var gaman. – Eitt stuttligt kvøld, vit øll høvdu har, er ein av strofunum, sum skal gera Frændur landskendar. Tíðin er spent, kríggið er kalt, og tey flestu hava hug at velja síðu og verja politisk sjónarmið – stundum í beiskum og eirindaleysum kjaki. 25 ár seinni hava teir mest sum hvør í sínum lagi verið í studio og spælt nýggjar sangir inn. Teir tríggir, sum gjørdust kjarnin í Frændum, hava býtt eina nýggja útgávu og uppgávu í trý og hava gjørt hvør sínar fýra sangir. Teir hittast av og á í studio, men tað er ikki tann sami spontaniteturin og veitslulagið kring upptøkurnar. 20 ár eru liðin, síðani múrurin rap aði. Ein myrkur maður er blivin for seti í USA, og nú hugsa tey flestu meira um búskaparkreppu, olju prísur og arbeiðsloysi enn um hern aðar­ dubbing, kjarnorkuvápn og hug sjón­ ar ligar ósemjur. Jú, bæði tíðin og teir eru broyttir, men Frændur eru framvegis Frændur. Í morgin geva teir eina nýggja fløgu út og feira samstundis 25 ára dagin við stórari konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn – kanska eitt slag av heimavølli, tá ið tað ræður um stórar og væl eydnaðar live­framførslur. Neistarnir fúka Í parteori og –terapi verður tosað um silvurbrúdleypskreppu, sum er eyðkend við, at pør merkja eitt tómrúm, eftir at børnini eru farin av hús um. Samskiftið er vánaligt, og gaml ar ósemjur verður drignar fram, tá ið høvi býðst. Frændur hava 25 ár á baki, og um teir hava brúk fyri parterapi, skulu vit ikki gera okkum klók upp á, men tað ber til at staðfesta, at bæði skapandi og stríðandi neistar fúka millum Eyð un Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe. Teir tríggir, sum við tíðini gjørdust høvuðslimir í Frændum og hava skrivað so at siga allar sangirnar, sum Frænd VIð ne SKapandI og STríðandI neISTar FúKa FramvegIS mIllum TeIr Tríggjar høvuðSmennInar í FræNdum. FólKaKæraSTI FøroySKI TónleIKabólKurIn SeInaSTu 25 árInI FeIrar í heSum døgum silvurbrúdleypið vIð eInum nýggjum barnI Saman Við Tær (1984) nýbrot og gjøgnumbrot í føroyskum tónleiki. Festligir veitslu sangir, eymar kærleiksyrkingar og eisini sam felags kritikkur – millum annað sum ein goyggjandi brúnur hundur. útgávan osar av framfýsni, spontaniteturin og tað góða lagið hoyrast aftur, og summir sangir vísa, at tað er stutt frá tanka til tónar. Klassikarar sum Hundurin Brúni, Minnist Tú Gildið og Lívsmynd verða framvegis tráspældir til veitslur og á konsertum hjá Frændum, meðan ein sangur sum Kuffert kann sendast aftur til tíðina og tíðarandan. Frændur 2 (1986) hendan útgávan er alt, sum Frændur stendur fyri. Tvey av størstu hittunum í føroyskari poppsøgu, Føroyar og Eros, eru á hesari plátuni, sum eisini gav eymar sangir sum Hvítar Flykrur og Ljós, protestsangir sum Á Um Vit og Friðarsangur og fantastiska rocksangin Zelot. Tað kann verða, at sangurin kundi verið meira poleraður í støðum, men dygdin í løgum og yrkingum, sannførandi úttrykkið og sjarman bera útgávuna. eitt tíðarskjal uttan sín líka. 80’ini (1988) Tónleikatekniskt er hetta sterkasta útgávan hjá Frændum. Framvegis bjóðar bólkurin sannførandi sangir, uppreistraranda og søtan kærleika, men ljóðið er øðrvísi, nú bólkurin er farin til danmarkar at taka upp hjá føroska framleiðaranum óla poulsen. Tónleikurin svingar væl, rødd irnar sita, sum tær skulu, og sangir sum 80’ini, Mill um Mussarnar og Dupultsong bera útgávuna, sum var fyrsta føroyska fløgan. meira rockkendir sangir sum Pro test og Satyagraha geva fløguni breidd saman við fólks liga sanginum Summarmynd.