Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 20. november 2009 15 Ein anakronisma er, tá okkurt fer fram, sum ikki hoyrir tíðini til, sum tað fer fram í. Soleiðis er ágangurin hjá Málfelagnum á málrøktarstevnuna í Føroyum. Longu fyri 15 árum síðan løgdu orðabøkur seg á eina málsliga miðleið, og føroyskt er tí nú munandi meira rúmligt, enn tað var, tá málreinsingin var mest stívrend. Teir, ið berjast ímóti purismuni, berjast ein bardaga, ið var viðkomandi fyri 20-30 árum síðan S ummi minnast kanska, at ein orðabók kom út í 1995, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út, og sum Hjalmar Petersen ritstjórnaði. Har var orðið kovboy í og fleiri onnur orð, sum summi fingu eitt sindur ilt av. Greitt varð, tá tú blaðaði í bókini, at maðurin ætlaði als ikki at provokera fólk við at avlaga málið. Hann vildi nærkast tí málinum, sum fólk tosaðu, og tí stóðu eisini orð í bókini, ið frammanundan høvdu verið mett sum fremmadaorð. Tey stóðu bara ikki fremst. T.d. stóð skrivað fyri danska orðið adresse, at tað skuldi umsetast til bústaður fyrst og fremst, men aftasti møguleikin var adressa. Í tí stóra enska-føroyska bóka- verkinum, sum Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála góvu út í 2007, er føroyskt eisini vorðið munandi meira rúmligt, enn tað var, tá tær fyrstu málreinsandi og nærum moraliserandi orðabøkurnar vórðu skrivaðar. Har stendur eitt nú, at adress kann merkja bústaður, men tað kann eisini merkja at tilskriva ella adressera. Her er ongin ótti fyri at vísa á ein meira fremmandan form enn tann føroyska, men føroyski formurin stendur fremst, so fólk skulu skilja, at tað er heldur betri føroyskt mál at tilskriva enn at adressera. Í sama bókaverki er málið heldur ikki reinsað fyri góð føroysk orð, ið kanska kundu stoytt onkran. Har stendur m.a., at reyvkeðiligur á enskum er at vera deadly dull, og at fáa klemmilsi er at vera on the point of fainting á enskum. Men sjálvandi sigur orðabókin eisini, at samsvarandi føroyskari stavseting skrivast chips á føroyskum kips, og hóast hetta kanska sær løgið út hjá okkum, ið ikki eru so von við at síggja hesa stavseting, fer hesin form- urin heilt vist at vinna frama sum frálíður, eins og cool er vorðið hjarta- nemandi kul og megafeitt á føroyskum. T eir í Málfelagnum, sum tala fyri at skriva eitt nú Chile í staðin fyri Kili og tí vilja proppa allar møguligar fremm- andar stavir inn í føroyska stavraðið, hava avgjørt havt eina týðandi missión í orðaskiftinum um málið. Teir hava víst á, at málreinsing kann fara ov langt, og at málreinsing kann gerast kúgandi. Í bókini “Komin er nú onnur øld” frá 2004 skrivaði eg um hendan spurningin og gav teimum rætt í, at tann harða mál- reinsarastevnan heilt vist hevur fingið nógv fólk at aftra seg við at bera fram sínar tankar í talu og á skrift farnu øldina. M en eg ivist ikki í, at tann harða málreinsarastevnan var neyðug í fyrstani, tí vit mugu ikki gloyma, hvørjum teir fyrstu málrøktararnir vóru uppi ímóti. Einum politiskum meiriluta, ið vildi hava danskt at vera høvuðsmál í Føroyum. Einum talaðum máli, ið var illa bronglað av donskum, og tí líktist hvørki einum ella øðrum. Einum skriftmáli, sum var ungt, viðbrekið og umstrítt. Og iva- leyst eisini eini líkasælu nógvastaðni, sum fekk teir at kenna seg einsamallar í stríðnum. Teir máttu velja víðgongdu leiðina fyri at gera greitt, hvør leiðin var. J anus Djurhuus letur skína ígjøgnum í yrking til Jóannes Patursson, at hann ivast eitt sindur í, um alt, sum bóndin hevur borið fram, kann gerast veruleiki. Men so leggur hann aftrat, at verður tað, sum bóndin vísti honum, ein følsk sjón- hvørving, so takkar hann honum kortini túsundfalt, tí tað, at bóndin vakti dreymarnar í honum, gjørdi allan munin. Var ongin bóndi, vóru ongi orð og dreymar, og so var onki at fylla heila og hjarta við, onki at taka støðu til, ja, ongin ond, sum Janus Djurhuus sjálvur kundi sagt. N akað tað sama kunnu vit siga um málrøktararnar. Tann ondin, teir hava havt, og tann leið, teir hava víst á, hevur verið neyðuga leiðin, vit máttu fylgja og taka støðu til, tí annars var onki. Sjálvandi hevur semja ikki verið um, hvussu víðgongd leiðin skuldi vera, og andstøða tók seg eisini upp ímóti henni. Men uppbyggjandi strevi tóku hesir málrøktararnir sær heilt vist av, og úrslitið er ein mentanarligur stórsigur. Føroyskt hevur vunnið frama í øllum samfelagnum, mennist allatíðina og ljómar fagurliga, tá tað veruliga fer á flog. T á nú andstøðingar til ta gomlu málsreinsarastevnuna framvegis happa málrøktarar við at kalla teir stívrendar, ja, nærum ódemokratiskar og ófólksligar, so er hetta ein rong mynd av veruleikanum. Teir eru tíðarvilstir og hava ikki flutt seg, eins og málrøktin og málið sjálvt hava flutt seg. Viðhvørt fært tú ta kenslu, at teir bara vilja hava rok og upploysn fyri at fáa rok og upploysn, tí tú hoyrir teir nærum ongantíð viðurkenna, at sumt, sum er vunnið í málstríðnum, er gott og væl eydnað. Teir bara føra fram ósemjusøkjandi álop á málrøktina, og tí er teirra stríð at meta sum eitt niður- brótandi stríð. M en málið stendur ikki í stað, verðin broytist allatíðina, og tí endar orða- skiftið um málið ongantíð. Neyðugt verður tí framvegis at hava málrøktarar, og ein ávís andstøða verður altíð til almennu kósina. Tó ivist eg í, hvussu neyðug andstøðan hjá Málfelagnum er, tí tá málnevndin nú er farin at føra málpolitikk eftir upplopum í løgtinginum og setir alla stavseting í vanda, so kann ein onnur andstøða fara at taka seg upp. Ein andstøða, sum fer at tala fyri at skerpa málpolitikkin aftur og leggja hann tættari upp at upprunaligu stevnuni. Henni verði eg sjálvur partur av, um málnevndin ikki ansar nóg væl eftir málinum. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Eitt tíðarvilst málstríð Tíðargreinin tíðargreinin Uni Arge Eg haldi, tað er langt úti, tá nevndin fyri sjúkrakassar- nar heldur, at hon kann gera sum henni lystir við ogn, ið hon umsitur vegna limirnar. Hevði nevndin so av illum tikið eina virðiliga støðu í hesum máli, soleið- is at peningurin varð latin til tey somu, sum í fram- tíðini fara at nýta gott av almennu heilsutrygdini, ið nú verður sett á stovn. Onki hevð verið meira náttúrligt enn tað, og flestu limirnir høvdu óivað góðtikið tað. Ivist onga løtu í, at henda skipan, almenna heilsutrygdin, fer at standa sum ein varði yvir tey, sum hava lagt alla orku í at arbeiða fyri samhaldsfesti eftir tí sannføring, at skal okkara lítla samfelag í framtíðini megna at at røkja tær stóru avbjóðing- arnar innan heilsutrygdina, so má tað gerast samhalds- fast, so at tær breiðastu herðarnar, tey sum eru væl fyri, nattúrliga eiga at stuðla teimun, ið fara at hava størsta tørvin, tað veri seg til medisin ella heilsu- tænastur. Tað eru jú teir somu sjúkrakassalimirnir, sum eiga hesar 40 milliónirnar, sum beinleiðis fara at fáa teir fyrimunir, sum heilsu- trygdin fer at geva teimun. Tí kann tað tykjast ótrúliga løgið, fyri ikki at siga ósmæðið, at nevndin í eini handavending ætlar sær at seta eina privata trygging á stovn. So kann ein spyrja hvussu nógvir av limunum, sum eiga hesar 40 millión- irnar, fara at verða brúkar- ar av hesi privatu trygging – eitt prosent? Ella tvey prosent? Ella verða tað bara nevndarlimirnir, ið fara at tryggja seg? Teir koma helst eftir amerikan- skari fyrimynd at játta sær sjálvum eina samsýning, ið helst verður nakað hægri enn hon, teir fáa ídag. Mín sjúkrakassapartur skal ikki í eina privata trygging Sørvágur Frank DaviDsen