Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 15 VIKUSKIFTI Frændur hava spælt inn á band, plátu og fløgu, hava seinastu mánaðirnar arbeitt við nýggjari útgávu. – Samstarvið millum meg, Stein­ tór og Eyðun hevur verið ein kampur við hvørt, men eg haldi, at mann kann siga takk fyri kampin, tá ið vit eru komnir ígjøgnum hetta, sigur Rani Nolsøe og fjalir ikki út yvir, at tað kann ganga lívliga fyri seg í bólkinum við hvørt. – Vit hava eisini okkara ósemjur. Vit kunnu verða ósamdir um, hvørjar sangir vit skulu hava við. Vit blanda okkum eisini upp í tekstir hjá hvørjum øðrum, og tað kann verða at fara eitt sindur langt. Men allir eru eisini nokk so opnir fyri at diskutera, og er tað okkurt, sum vit ikki eru nøgdir við, so siga vit tað og taka kampin upp, sigur Rani Nolsøe. Steintór Rasmussen heldur, at tað er ikki so løgið, at tað eisini eru spenningar og konfliktir í sam starv­ inum. – Frændur er eitt hjartabarn hjá okk um trimum, og samstundis sum vit vilja seta okkara dám á bólkin, sang ir og framførslur, mugu vit eis ini geva okkum nógv fyri at fáa sam­ starvið at rigga. Smáar ósemjur okk­ ara millum mugu ikki forða fyri, at vit til dømis kunnu gera hesa nýggju fløg una og spæla konsertir, sigur Steintór Rasmussen. – Vit mugu eisini minnast til, at Frændur er blivið nakað, sum nógv fólk hava tikið til sín, og tí snýr tað seg ikki bara um, hvat vit hvør í sín­ um lagi halda og vilja. Vit mugu við hvørt fara langt fyri at fáa sam starvið at rigga, sigur hann. Frændur hava yvirlivað 25 ár sam­ an, men spurningurin er, um virk­ sem ið í komandi árum verður eins stórt í bólkinum, sum tað hevur verið í hesu silvurbrúdleypsárunum. ur IstUm Mítt Land (1992) Fjórða útgávan hjá bólkinum innan 8 ár stendur ikki eins sterk í myndini, sum tær undanfarnu, men framvegis er talan um eina góða útgávu, sum staðfestir Frændur sum nakað serligt í føroyskum tónleiki. Bólkurin leitar nú aftur til eitt meira akustiskt ljóð, og tað eydnast væl á onkrum skeringum. Í løtum mangla tónleikur og sangir flog og sjarmu sum á undanfarnu útgávunum, men sangir sum Mítt Land, Caissa, Kvøldardøggin og Gerandislag standa seg væl og leggja nakað afturat Frændum sum bólki hesi árini, tá ið teir av álvara gerast populerasti live-bólkur í landinum. Svart GuLL (1997) Lutvíst savnsfløga við tí besta hjá Frændum og Millum Frændur, lutvíst endurinnspælingar av gomlum sangum, og lutvíst útgáva við nýggjum sangum. Tvífløgan, sum kemur 13 ár eftir fyrstu útgávuna, tekur eitt sindur saman um Frændur sum bólk. Ivasamt er, hvønn leiklut endurinnspælingarnar av sangum sum Livsmynd og Føroyar skulu spæla, men við nýggja hittinum Brot Og Vandasker og gomlu hittunum sum kjarnu tænir útgávan Frændum sum eitt heiðurligt komma, sum næstan var farin at líkjast einum punktum. Frændur v (2009) Nú eru Frændur aftur til reiðar við nýggjari útgávu, sum kemur út í dag. 12 ár eru liðin, síðani Frændur seinast komu við nýggjum sangum, og tað eru liðin heili 17 ár síðani seinastu veruligu upprunaligu útgávuna. Spurningurin er so, hvussu dagsformurin hjá Frændum er, men sum ein av høvuðsmonnunum so snildisliga segði, so hevði dagsformurin verið verri, um teir einki góvu út. Tríggir sangir hava higartil verið í umfari, og teir geva ábendingar um eina Frændur-fløgu, sum ljóðar sum Frændur. Samstarvið millum meg, Steintór og Eyðun hevur verið ein kampur við hvørt, men eg haldi, at mann kann siga takk fyri kampin Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe avmyndaðir í sambandi við útgávu í 80’unum