fríggjadagur 20. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 223 - 20. november 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Henry Ingolf Steingrund fer úr kapell
inum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 17.
Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin
21. november kl. 13.
Helena Hansen, Toftir, andaðist á Landssjúkra
húsinum týsdagin, 85 ára gomul. Farið verður úr
kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl.
19. Jarðarferin verður úr Fríðrikskirkjuni leygar
dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Helenu, kunnu
lata missiónshúsinum Thabor á Toftum eina pen
ingagávu. Konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Føðingar
3. november fingu Rakul og Arni Brattaberg, Vágur, ein
son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3550 gr.
3. november fingu Jóndis og Kaj Madsen, Hvalba, eina
dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3470 gr.
8. november fingu OddnýAnn Joensen og Suni
Mortensen, Vágur, ein son. Hann var 56 cm langur og
vigaði 4100 gr.
11. november fingu Rannvá og Finn Johannessen, Vágur,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3610 gr.
12. november fingu Helena Johannesen og Kristian
Johannesen, Klaksvík, ein son. Hann var 49 cm langur
og vigaði 2900 gr.
12. november fingu Nathalia og Anfinn Isaksen,
Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3300 gr.
12. november fingu Joan Jacobsen og Magni Jacobsen,
Saltangará, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
4200 gr.
14. november fingu Sólgerð Henriksen og Hans Bogi
Ellefsen, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 57 cm long
og vigaði 5350 gr.
17. november fingu Fríða Andreassen og Sigmund
Jørgensen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm long og
vigaði 4350 gr.
18. november fingu Zvonko og Sára Mrdalo, Skála,
eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4100 gr.
17. nov.
fingu Anna
T. og Hans F.
Mikkelsen,
Kambsdalur
ein son. Hann
eitur Josva.
Hann var 53
cm langur og
vigaði
4350 gr.
Leygardagin 21. novembur
fyllir Jukim Olsen í Havn
80 ár.
Hóast Jukim er svínoying
ur, hevur hann í mong ár
verið ein kend býarmynd í
Havn.
Jukim sigldi sum ungur
og var á háskúla, bæði í Før
oyum og í Svøríki. Í 1955
fór hann á stýrimansskúla í
Havn og tók prógv í 1957.
Eftir tað tók hann skipsfør
araprógv í Keypmannahavn
og sigldi í nøkur ár kring
um í heiminum við skipum
hjá
danska
reiðarínum
J.Lauritzen.
Lívsstarvið hjá Jukim
kom at verða á Matrikul
stovuni í Havn, har hann
tók skeið í matrikulering og
sum tekniskur assistentur.
Umframt sítt arbeiði hevur
hann verið virkin í samkom
uni í Ebenezer. Hann hevur
altíð verið sera trúfastur og
hevur vitjað fólk, bæði í
heimum, á sjúkrahúsum og
á røktarheimum.
Í 1957 giftist Jukim við
Elsebeth, dóttir Ellu og
Andrew Sloan í Havn. Tey
fingu trý børn: Elin Jógvan
og Katrin. Elsebeth andaðist
25. september í 2000.
Føðingardagurin verður
hildin saman við teimun
nærmastu.
-red
Jukim Olsen
80 ár
60 ára føðingardagur
Mikudagin hin 18 nov. verður Eydna Hansen, Fuglafjørður,
60 ár. Dagurin verður hildin heima hjá soninum Hans Hansen,
Hjallavegur 56, Saltangará, leygardagin hin 21. nov. frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Fríggjadagin 20. nov. verður Jørleif Hansen, Fuglafjørður, 75 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 21. nov. fyllir Marianna Joensen, Kvívík, 80 ár.
Dagurin verður hildin heima frá kl. 11 til 18.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 21. nov. verður Jukim Olsen, Lágargarður, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við teimun nærmastu.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 26. nov. verður Jana Poulsen, vanliga nevnd Jana í
Garði, Strendur, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Maritu
á Fríðufløtum 2, frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
100 ára føðingardagur
Mánadagin 23. nov. verður Jenny Jacobsen á Ellisheiminum,
V.U.Hammershaimbsgøta, Tórshavn, 100 ár. Móttøka verður á
Ellisheiminum millum kl. 15 og 18.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl.
19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast
saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at
siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@
post.olivant.fo áðrenn 3. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen,
Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K
Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen,
Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu
í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534
(Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henryo@olivant.fo
ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember.
Gullbrúdleyp
Hósdagin 19. nov. hava hjúnini Ása og Jógvan Rasmussen, í
Miðvági, gullbrúðleyp. Dagurin verur hildin heima, frá kl. 16.
Øll eru vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 21. nov. hava hjúnini Annelena og Arnstein
Niclasen, Hoyvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin
saman við familjuni í Hornahúsinum í Havn.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 22. nov. hava hjúnini Elsipa Jóhanna og John
Frederiksen, í Miðvági, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin
heima frá kl. 16.
Gullbrúdleyp
28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen,
Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja
halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159
737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og Kjartan Z. Jacobsen,
Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá
kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at
siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698,
til og við leygardagin 21. nov.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð,
í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið
vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúðleyp
Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba,
diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið
eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 1419.
merkisdagar
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi og abbi okkara
Jákup Martin Wang
Kvívík
andaðist í heiminum 19. november, 80 ára gamal.
Vegna familjuna
Palma, Anna og Karstin