Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 16 VIKUSKIFTI Jóhanna í KróKi hevur haFT eITT TungT ár. Í januar doyðI mamma hennara 58 ár, og mánaðIn eFTIr doyðI SySTurdóTTurIn eITT ára gomul. FyrI aT heIðra Tær báðar FeKK jóhanna Sær eIna tatovering á ryggIn. Tí TaToVera VIT oKKUm. Jóhanna, Jákup pauli og Maibritt. trý sera yMisk fólk, suM hava eitt til felags – tey elska tatoveringar. Jóhanna ,tí at tað Minnur hana uM síni kæru, Jákup pauli og Maibritt, tí tað er ein partur av teirra stíli at lita kroppin. Mynd: jens kristian vang Kroppsprýði inna tørnroos inna@sosialurin.fo Jóhanna hevur fýra systrar. Tá ein teirra giftist 3. januar segði pápi teirra, at nú átti hann tríggjar Katrin – konuna og tvær abbadøtur. Ein mánað seinni var bara ein teirra eftir. – Vit hava verið spard fyri alt slíkt í langa tíð, og so hendi hetta, sigur Jóhanna í Króki. Sorgin var sjálvandi stór, og Jóhanna vildi gera okkurt at minnast mammu sína og systurdóttrina við. – Eg gjørdi tatoveringina tá eg, systrarnar Sólfríð, Rigmor og pápi vóru í Manchester í summar. Rigmor var mamma til lítlu Katrin, sum doyði, greiður Jóhanna frá. Tatoveringin er av eini lilju – sum ímynd ar mammuna Katrin. Ein lítil ljósareyð stjørna inni í liljuni er ímynd av lítlu didduni. Fimm stórar og fimm lítlar stjørnur eru rundanum liljuna. Tær ímynda børnini hjá systrunum, og pápan og tær fýra systrarnar! – Tatoveringin merkir sera nógv fyri meg. Hon er ein ímynd av øllum, sum er týdningarmikið í mínum lívi, sigur Jóhanna. Pápin Petur var við Jóhannu, meðan tatoveringin varð gjørd. – Hann var sera rørdur. Hóast at sorgin eftir mammuna og systirdóttrina hevur verið tung, so heldur Jóhanna, at sorgin hevur gjørt hana sterkari. – Eg síggi meiri virði í lívinum. Nú veit eg, hvussu skjótt tað kann verða liðugt, sigur hon. TaToVerIngIn hjálpti mær við sorgInI Fakta Jóhanna í KróKi Aldur: 25 ár Bústaður: Strendur Tatoveringar: Tvær Fyrsta tatoveringin tá eg var: 18 ár