fríggjadagur 20. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 20. november 2009
17
Í sambandi við at
Statoil hevur skift
navn til Effo, er eitt
spildurnýtt hand
ilskonsept ment, ið
verður kallað Fast.
Í hesum sambandi
er móttøku í nýggja
Fasthandlinum í
Skálabotni í dag,
fríggjadagin 20.
november
Handil
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Effo skipar í dag fyri einum
stórum tiltaki í Skálabotni í
sambandi við at teir present
era nýggja handilskonseptið,
ið hevur fingið navnið Fast.
Hans Waag, søluleiðari
hjá Effo, sigur, at Fast er
eitt serligt handilskonsept,
sum teir hava ment, nú fyri
tøkan hevur skift samleika.
Talan er um eitt konsept við
neyvt útvaldum vøruseg
menti, útbúnum starvsfólki
og serligum denti á skjóta
og góða tænastu. Við øktum
virksemi og nýggjum krøv
um frá brúkarunum, hava
vit valt at býta virksemi í
tvey – orku og handilsvørur.
Fast
er
sostatt
nýggja
handilskonseptið, sum vit
bjóða kundum okkara.
Kundin skal fáa eina góða
uppliving
í
serligum
umhvørvi,
har
tað
er
avslappað, ljóst og reint. Í
hesum rúmligu handilshøl
um skulu fólk kunnu møtast
og hava tað hugnaligt sam
an. Ætlan okkara við Fast
er stór og krevjandi. Fyri at
røkka hesum máli, hava vit
gjørt greiðar mannagongdir
til øll okkara starvsfólk á
Fast.
Fast handilskonseptið er
gjøgnumført í Gundadali og
Skálabotni, har báðir handla
rnir eru høvuðsumvældir
við nýggja innbúgvinum.
Hinir Fasthandlarnir eru í
Klaksvík,
Saltangará
og
Kollafirði, og verða teir
umvældir seinni, sigur Hans
Waag, sum leggur afturat, at
handlarnir
hava
millum
fimm sjey túsund vitjanir
hvønn dag.
Í sambandi við at Fast
stuðlar nýggju fløguútgáv
uni hjá Frændum, sum fæst
til sølu fyri fyrstu ferð undir
móttøkuni í Skálabotni,
verða limir úr Frændum til
staðar og fara at signera
fløgur. Fløgan verður fyrstu
tíðina bert at fáa í teimum
fimm Fast handlunum. Í
sambandi við móttøkuna
sendir útvarpsstøðin Rás2
beinleiðis frá nýggju Fast
caféini í Skálabotni.
Effo presenterar í dag nýggja handilskonseptið, ið hevur fingið navnið Fast
Mynd: Jens Kristian Vang
nýtt handilskonsept
Buffet á Rio Bravo fyri
undir 100 krónur og børn
eta ókeypis
Matstovan Rio Bravo í
Havn bjóðar nú tunesiska
bufett og nógv annað fyri
sera góðan prís.
Tunesarin Mouldi Manai,
sum flest allir føroyingar
kenna, hevur í monga ár driv
ið matstovuvirksemi í Havn.
Mouldi sigur, at tað hevur
leingi verið eitt ynski at kunna
bjóða tveimum fólkum at eta
eina góða máltíð fyri undir
200 krónur, og tað er ein av
orsøkunum til, at hann nú
hevur valt at gera eina stóra
tunesiska buffet.
Ókeypis til børn
Tað er ikki ofta, fyri ikki at
siga ongantíð, at tað verður
bjóðað nakað ókeypis, tá fólk
fara út at eta, men Mouldi
hevur tikið ta óvanligu
avgerð, at tað sunnudagar er
ókeypis at eta hjá børnum
undir 12 ár og sum eru í
fylgi
við
foreldrunum,
men gerandisdagar fáa
børnini ókeypis sodavatn.
Mouldi og hansara fólk
hava fingið íblástur frá
heimlandinum hjá Mouldi
og dagliga leiðaranum Ben,
Tunis, men bufettin er eisini
sett saman við mati, sum
fólk kanska kenna frá øðr
um londum kring miðal
havið. Tað eru altíð eini 10
12 sløg av ymsum rættum í
heitu grýtunum. Bufettin
hevur eisini føroyskan fisk
á skránni hvønn dag.
Serstaki tunesiski rætt
urin Couscous er á matar
skránni fríggjadagar.
Tunesiska bufettin í
Rio Bravo er opin bæði á
døgurða og um kvøldið
(kann eisini bíleggjast
heim við). Bufettin kostar
95, kr. bæði tíðarskeið
ini.
Tunesisk buffet á Rio Bravo